Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 18. februar 2003 17 Í einum ógvuliga rótutum og til tíðir ófantaligum dysti eydnaðist Kyndli at fáa bæði stigini, tá teir tókust við grannarnar úr Hoy- vík MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Grannauppgerðir eru altíð nakað serligt. Ikki minst í ítróttarhøpi, har tað ferð eftir ferð er staðfest, at tó at stórur munu er á liðunum í gerandisdegnum, so kann alt henda, tá uppgerðir av hesum slagnum eru á skránni. Menn eru aloftast eyka uppsettir, tí talan í stóran mun er um leikarar, sum í gerandisdegnum eru nær at hvørjum øðrum, og har tað tískil ræður um at vinna hvørjum øðrum neisur. Tíverri hevur hetta tó eis- ini ofta lyndi til at gerast eitt slag av dystum, har sjálvt hondbóltsspælið kemur í aðru røð. Menn eru somikið tendraðir, at tað kanska fyrst og fremst ræð- ur um at steðga mótstøðuni. Vertin á hvussu. Talvan í verkfalli Og júst ein slíkur dystur var tann millum H71 og Kyndil sunnudagin. At máltalvan í høllini hevði valt hendan dagin at fara í verkfall í, mundi bara kennast sym- bolskt í so máta, tí í løtum var talan ikki um spæl, sum líktist hondbólti serliga nógv. Longu fyrstu minuttirnar fingu dómararnir fleiri góðar orsøkir til at hevja tveir fingrar, og í summum førum vóru brotini somikið ógvuslig, at tey í sjálvum sær vóru nóg mikið til beinleiðis reytt kort. Ikki minst fekk Niels Viggo Niclassen kærleikan at kenna frá fyrrverandi lið- feløgunum, tá hann fekk tveir rættiligar sendarar á rað, men sum heild vóru hoyvíkingarnir tó skjótir at hevna seg fyri hetta. Lítil spenningur Um sjálvan dystin er annars at siga, at hóast dramatikk- urin í nærdystunum var stórur, so var tað so sum so við spenninginum. Rætti- liga skjótt megnaði Kyndil at leggja seg nøkur mál framum, og tó at hoyvík- ingarnir í løtum royndu at svara aftur, so megnaðu teir ongan tíð at koma heilt ájavnt. At hoyvíkingar seinastu dystirnar hava megnað at spælt fleiri av oddaliðunum eitt puss, kemst fyrst og fremst av, at teir hava megna at fingið liðið at rigga sum eina eind. Fyrst og fremst í verjupartinum, men hartil hava allir leikar- ararnir staðið saman sum ein maður. Bæði í verju og álopi. Men hetta var gloymt sunnudagin, og kanska einamest tí, kom spenning- ur ongan tíð í dystin. Sum einstaklingar hevur Kyndil kanska besta liðið í landi- num, og ferð eftir ferð tókt- ist eisini greitt, at tað vóru ymsu einmansavrikini, sum vóru avgerandi fyri dystin. Ota seg uppeftir Við sigrinum vann Kyndil seg frá hoyvikingum og kollfirðingum á stigatalv- uni, soleiðis at teir nú eru á fjórða plássinum. Enn eru trý stig upp til Neistan, men sum formkurvan hjá teim- um báðum høvuðsstaðar- liðunum tykist vera í løtuni, er ikki óhugsandi, at Kyndil kann vinna seg enn longur upp. Hoyvíkingar tykjast hin- vegin hava mist nakað av luftini. Sigrarnir á VÍF og Neistanum góvu annars vónir um, at H71 fór at klintra væl longur upp eftir talvuni, og tó at hetta enn er gjørligt, so tykist liðið í løt- uni vera nakað uppsteðgað. Dysturin í tølum H71-Kyndil 24-29 (10-15) Málskjúttar: H71: Bárður Brimvík 5, Uni Wardum 5(4), Halgir Dahl Olesen 4, Niels Viggo Niclasen 4, Johnny Dur- huus 4, Annfinnur N. De- bess 2 Kyndil: Høgni Klein 5, Finnur Hansson 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Heini Bendtsen 5, Jacob Jónsson 3, Ken Zacharia- sen 1, Josef Abrahamsen 1 Brotskøst: H71 4, Kyndil 1 Útvísingar: H71 4, Kyndil 6 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Kundu og áttu at lagt eina nógv harðari linju, soleiðis at hondbóltsspælið hevði komið leikarunum til hugs. Púrasta óvæntað kom VÍF í trupulleikar móti Tjaldri, men tær fingu tó skavað sær neyðugu stigini sam- an, soleiðis at møgu- leikin fyri gullinum framhaldandi er til staðar KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað varð ikki roknað við, at VÍF skuldu fáa nakrar ser- ligar trupulleikar, tá tær sunnudagin vitjaðu í Runa- vík. Hóst tapið í steypa- finaluni enn sat feskt í minninum, og hóast hetta kundi hugsast at seta síni sálarligu spor, so talaði stigatalvan sítt týðiliga mál. Tjaldur er á pappírinum veikasta liðið í kvinnu- kappingini. Lítil munur Tað var tó lítið, sum bendi á, at so var, tá liðini hittust í Runavík. Tvørtur ímóti gekk alla tíðina sera javnt fyri seg, og stóran part av dystinum var tað eisini so, at tað var Tjaldur, sum var omaná. Uttan stórvegis virðing fyri mótstøðuni royndu tær á heimaliðnum alla tíðina at stríðast fyri sínum møgu- leika, og tá VÍF als ikki sansaði vandan, var um reppið, at tað gekk galið. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk VÍF tó togað avgerandi hálið. Fýra mál á rað sendu tær framum mót- støðuna, og tó at munurin ongan tíð gjørdist hin stóri , so hildu tær alla tíðina fast. Sigurin tóktist eisini púr- asta vísur, tá tær stutt undan leikloki øktu munin í fýra mál, men tað var tó um reppið, at tær kannaðu sær bitan ov tíðliga. Við trimum málum á rað sendu Tjaldur nervarnar hjá VÍF upp á ovastu rók, og tó at meistararnir sluppu við skrekkinum, so slepst ikki undan, at avrikið í Runavík setir spurnartekin við, í hvønn mun VÍF skal takast í álvara sum einasta hóttan- in móti oddaliðnum úr Vági. Ikki ráð til mistøk Eitt er í øllum púrasta vist, og tað er, at VÍF so als ikki hevur ráð til mistøk av nøkrum sum helst slag. Sum støðan er, so skal liðið snøgt sagt vinna allar dyst- ir, tað sum eftir er av kapp- ingarárinum, og so vóna, at VB missir onkra aðra stað- ni enn í Vestmanna – og tað sum so heldur ikki víst. Fyrsta fortreytin er tó, at VÍF vinnur sítt, og skal tað lata seg gera, er í øllum før- um neyðugt við munandi meira sannførandi avrikum enn tí, sum tær vístu í Runavík. Og hjá Tjaldri er bara eftir at staðfesta, at tær aftur hesa ferð gjørdust ov stuttar. Fleiri ferðir í ár hava tær verið nær við og næstan, og í tveimum før- um hevur eisini eydnast at fáa sigurin til høldar, men samanlagt hevur hetta tó ikki verið nóg mikið. Enn hava tær sjálvandi møgu- leikan at bjarga sær, men sum støðan er, so verður hetta meira enn trupult. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 20-21 (1210) Málskjúttar: Tjaldur: Melica Ergic 7(1), Lenka Ribaric 4(2), Oddvá Fossdalsá 3, Ann Mari Østerø 2, Kristine Ellings- gaard 2, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 7(1), Nicoleta Radu 6, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 2, Jacklin Durhuus 2 Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 1, VÍF 1 Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen. H71-Kyndil 24-29 (10-15): Rótut grannauppgerð Talan var í longum løtum um ein ógvuliga hart leiktan dyst, og ikki minst fekk Niels Viggo Niclasen hetta at kenna, nú hann hitti gomlu liðfelagar sínar Tjaldur-VÍF 20-21 (12-10): VÍF mundi mist Holte misti Felagið hjá Bárði B. Mikkelsen, Holte IF, misti leyg- ardagin eitt ógvuliga týdningarmikið fet í stríðnum um DM í flogbólti. á heimavølli mátti Holte taka til takkar við 1-3 ósigri ímóti HIK Ålborg, og við hesum hevur Holte fyri fyrst mist sambandið við oddin. Enn tykist tó ein lítil vón at vera kortini. Danska kappingin er í ár ógvuliga jøvn, og tí er ikki óhugs- andi, at ovastu liðini fara at missa nakað, men hjá Holte eru treytirnar púrasta greiðar. Teir skulu vinna tað, sum eftir er, soleiðis at sleppast kann upp í part, tá fýra tey ovastu liðini fara at dystast í altavgerandi dystunum. -jm 17 16 Nr. 33 - 18. februar 2003 Rógvi og Hans Kristian vunnu bronsu Tveir føroyskir telvar- ar vunnu bronsu- merki, tá kappast varð í NM í skúlatelv- ing um vikuskiftið TALV Bjartur Nolsøe 10 ára gamli sandavágs- drongurin Rógvi Nielsen, vann heiðursmerki í stóru norðurlendsku talvkapp- ingini, sum verið hevur í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Hans Kristian Simonsen vann eisini bronsumerki. Ikki færri enn fýra telvarar høvdu 3,5 stig, men av teimum var Hans Kristian tann, sum hevði best mótsstøðustig Tvær bronsur Rógvi Nielsen vann avger- andi talvið í dag móti hin- um føroyinginum í bólki E Hjalta Toftum. Rógvi telvaði sera væl og vann talvið trygt, og so var bara at bíða eftir hinum úr- slitunum. Og stutt fyri klokkan hálvgum sjey var greitt, at Rógvi fekk bronsumerkið fyri kapping- ina. Tað má sigast at vera rættuliga óvæntað, tí Rógvi var styrkimettur í lægra endanum. Vinnarin av bólki E gjørdist sviin Alfred Krzymowski, sum vann øll talvini og hevur víst, at hann hevur góðar talv- gávur. Tá ið roykurin hevði lagt seg og øll úrslitini vóru komin, var greitt, at eisini Hans Kristian Simonsen vann bronsumerki í NM 2003. Ikki færri enn fýra telvarar høvdu 3,5 stig, men av teimum var Hans Kristian tann, sum hevði best mótsstøðustig g fekk tískil bronsumerki í elsta bólkinum. Samanumtikið gekk ikki so væl hjá føroysku telvar- unum, men teir sum varða av telvingini hava kortini góðar vónir. Teir allar yngstu hava víst seg nógv treystari enn væntað frammandundan, og ikki minst vunnið eitt bronsu- merki. Haraftrat kom so bronsumerkið hjá Hans Kristian Simonsen. FM-enda- spurturin Sum kunnugt verður seinasta og avgerandi umfarið í FM í talvi komandi vikuskifti. Eitt sindur ógreitt hev- ur verið hvar hetta um- farið skuldi telvast, men nú hevur Talvsambandið gjørt av, at seinasta um- farið verður í Komm- unuskúlahøllini, og verður lagt til brots leygardagin kl. 14.00 -jml 10 ára gamli Rógvi Nielsen gjørdi bart, tá hann vann bronsu í yngsta bólkinum Mynd: Edvard Joensen Hans Kristian Simonsen var undan kappingini mett sum eitt hitt sterkasta føroyska kortið, og í evstu løtu eydnaðist tað honum at vissa sær bronsuna Mynd: Heri á Rógvi Tvey bronsumerki gjørdist føroyska úr- tøkan,nú NM í skúla- telving varð hildin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Úrtøkan varð ikki heilt tann sum føroyingarnir frammanundan høvdu vónað. Í ár var góður møguleiki hjá serliga før- oyingunum í elsta bólk- inum (føddir 1983-85), Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen at vinna bólkin, um vit hyggja at ratingtølunum. Somuleiðis var Olaf Berg ein av favorittunum at vinna næstelsta bólk (1986-87). Hóast góða byrjan hjá øllum trimum, varð tað bert Hans Kristian sum fekk metal, nevnliga eitt bronsumerki, við sínum 3,5 stigum av seks møgu- ligum. Martin fekk trý stig, meðan Olaf fekk 3,5 stig í sínum bólki sum rakk til eitt fjórða pláss. Hinvegin kláraðu yngru dreingirnir seg avbera væl, og tað eiga vit at fegnast um. Serliga vísti sanda- vágsdrongurin Rógvi E. Nielsen, at vit hava eina bjarta talvframtíð í Føroy- um, við sínum sera flotta triðja plássi í yngsta bólk- inum (føddir 1992 ella seinni). Evnini hevur hann ikki frá ongum. Torkil Nielsen er nevnliga pápi hansara. Helgi D. Ziska og Hjalti Toftum fingu eisini úrslit yvir tað væntaða, og fara vit ivaleyst at hoyra meir um hesar í føroyskari telving. Meir um kappingina á www.faroechess.com har talvini, frásagnir o.a eru til taks. NM var ein væl fyriskipað kapping, við optimalum umsøðum hjá ungu telvarunum. Eitt nú stendur nógv rósandi orð um tiltakið at lesa á www.skoleskak.dk. Hans Kristian legði eins og Martin væl út tann fyr- sta dagin. Her er eitt talv hjá bronsuvinnaranum: Hans K. Simonsen — Ville Lansimaki (Fin) NM 2003 - Bólkur A (1.umf), 2003 1. e4 d6 2.d4 Rif6 3.Bd3 g6 4.Rif3 Bg7 5.0—0 0— 0 6.c3 c5 7.Fe2 cxd4 8.cxd4 Bg4 9.Be3 Ric6 10.Ribd2 Rib4 11.Rfc1 (kann tykjast sindur merk- isvert at býta hvíta bispin við riddaran, men Hans Kristian fær afturfyri eina sunna og risikofría støðu) 11...Rixd3 12.Fxd3 Rc8 13.h3 Bxf3 14.Rixf3 Fd7 15.Rid2 (rætt er at fáa riddaran við yvir á dronn- ingasíðuna, har hann ger góða nyttu 15...Rxc1+ 16.Rxc1 Rc8 17.Rxc8+ Fxc8 18.Kh2 (vit eru nú komin í endtalvið, sum tykist rættiliga javnt. Men sentrumsdominansurin hjá hvítum steingir svartan eitt petti inni) 18...Rie8 19.Rib3 f5 (ivasamt, men helst vil svartur ikki bara sita og bíða. Okkurt mátti henda, hevur finnin helst hugsað) 20.Bg5 Bf6 21.Bxf6 Rixf6 22.exf5 Fxf5 23.Fxf5 gxf5 24.Ria5! (góður og eisini upplagdur leikur, sum viðførir vinnandi fyrimun) 24...Rid5 [hin møguleikin var: 24...b6 25.Ric6!] 25.Rixb7 Rib4 26.a3 Rid3 27.b4 Rixf2 28.Rid8! (restin er teknikkur, og júst hendan eginleika í talvi hevur Hans K. sanniliga) 28...Kf8 29.Ric6 a6 30.a4 Ke8 31.a5 Rid3 32.b5 Kd7 33.Rib8+ Kc7 34.Rixa6+ Kb7 Diagram 35.d5! (steðgar svørtum at fáa egna frífinnu) 35...h5 36.Kg3 f4+ 37.Kf3 Rie5+ 38.Kxf4 (flott telvað av Hans Kristian. Hann útnyttaði lítlu feilirnar mótstøðumaðurin gjørdi til fulnar) 1-0. Talvið hesa vikuna C M Y K 16