Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 18. februar 2003 19 Í einum ógvuliga rótutum og til tíðir ófantaligum dysti eydnaðist Kyndli at fáa bæði stigini, tá teir tókust við grannarnar úr Hoy- vík MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Grannauppgerðir eru altíð nakað serligt. Ikki minst í ítróttarhøpi, har tað ferð eftir ferð er staðfest, at tó at stórur munu er á liðunum í gerandisdegnum, so kann alt henda, tá uppgerðir av hesum slagnum eru á skránni. Menn eru aloftast eyka uppsettir, tí talan í stóran mun er um leikarar, sum í gerandisdegnum eru nær at hvørjum øðrum, og har tað tískil ræður um at vinna hvørjum øðrum neisur. Tíverri hevur hetta tó eis- ini ofta lyndi til at gerast eitt slag av dystum, har sjálvt hondbóltsspælið kemur í aðru røð. Menn eru somikið tendraðir, at tað kanska fyrst og fremst ræð- ur um at steðga mótstøðuni. Vertin á hvussu. Talvan í verkfalli Og júst ein slíkur dystur var tann millum H71 og Kyndil sunnudagin. At máltalvan í høllini hevði valt hendan dagin at fara í verkfall í, mundi bara kennast sym- bolskt í so máta, tí í løtum var talan ikki um spæl, sum líktist hondbólti serliga nógv. Longu fyrstu minuttirnar fingu dómararnir fleiri góðar orsøkir til at hevja tveir fingrar, og í summum førum vóru brotini somikið ógvuslig, at tey í sjálvum sær vóru nóg mikið til beinleiðis reytt kort. Ikki minst fekk Niels Viggo Niclassen kærleikan at kenna frá fyrrverandi lið- feløgunum, tá hann fekk tveir rættiligar sendarar á rað, men sum heild vóru hoyvíkingarnir tó skjótir at hevna seg fyri hetta. Lítil spenningur Um sjálvan dystin er annars at siga, at hóast dramatikk- urin í nærdystunum var stórur, so var tað so sum so við spenninginum. Rætti- liga skjótt megnaði Kyndil at leggja seg nøkur mál framum, og tó at hoyvík- ingarnir í løtum royndu at svara aftur, so megnaðu teir ongan tíð at koma heilt ájavnt. At hoyvíkingar seinastu dystirnar hava megnað at spælt fleiri av oddaliðunum eitt puss, kemst fyrst og fremst av, at teir hava megna at fingið liðið at rigga sum eina eind. Fyrst og fremst í verjupartinum, men hartil hava allir leikar- ararnir staðið saman sum ein maður. Bæði í verju og álopi. Men hetta var gloymt sunnudagin, og kanska einamest tí, kom spenning- ur ongan tíð í dystin. Sum einstaklingar hevur Kyndil kanska besta liðið í landi- num, og ferð eftir ferð tókt- ist eisini greitt, at tað vóru ymsu einmansavrikini, sum vóru avgerandi fyri dystin. Ota seg uppeftir Við sigrinum vann Kyndil seg frá hoyvikingum og kollfirðingum á stigatalv- uni, soleiðis at teir nú eru á fjórða plássinum. Enn eru trý stig upp til Neistan, men sum formkurvan hjá teim- um báðum høvuðsstaðar- liðunum tykist vera í løtuni, er ikki óhugsandi, at Kyndil kann vinna seg enn longur upp. Hoyvíkingar tykjast hin- vegin hava mist nakað av luftini. Sigrarnir á VÍF og Neistanum góvu annars vónir um, at H71 fór at klintra væl longur upp eftir talvuni, og tó at hetta enn er gjørligt, so tykist liðið í løt- uni vera nakað uppsteðgað. Dysturin í tølum H71-Kyndil 24-29 (10-15) Málskjúttar: H71: Bárður Brimvík 5, Uni Wardum 5(4), Halgir Dahl Olesen 4, Niels Viggo Niclasen 4, Johnny Dur- huus 4, Annfinnur N. De- bess 2 Kyndil: Høgni Klein 5, Finnur Hansson 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Heini Bendtsen 5, Jacob Jónsson 3, Ken Zacharia- sen 1, Josef Abrahamsen 1 Brotskøst: H71 4, Kyndil 1 Útvísingar: H71 4, Kyndil 6 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Kundu og áttu at lagt eina nógv harðari linju, soleiðis at hondbóltsspælið hevði komið leikarunum til hugs. Púrasta óvæntað kom VÍF í trupulleikar móti Tjaldri, men tær fingu tó skavað sær neyðugu stigini sam- an, soleiðis at møgu- leikin fyri gullinum framhaldandi er til staðar KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað varð ikki roknað við, at VÍF skuldu fáa nakrar ser- ligar trupulleikar, tá tær sunnudagin vitjaðu í Runa- vík. Hóst tapið í steypa- finaluni enn sat feskt í minninum, og hóast hetta kundi hugsast at seta síni sálarligu spor, so talaði stigatalvan sítt týðiliga mál. Tjaldur er á pappírinum veikasta liðið í kvinnu- kappingini. Lítil munur Tað var tó lítið, sum bendi á, at so var, tá liðini hittust í Runavík. Tvørtur ímóti gekk alla tíðina sera javnt fyri seg, og stóran part av dystinum var tað eisini so, at tað var Tjaldur, sum var omaná. Uttan stórvegis virðing fyri mótstøðuni royndu tær á heimaliðnum alla tíðina at stríðast fyri sínum møgu- leika, og tá VÍF als ikki sansaði vandan, var um reppið, at tað gekk galið. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk VÍF tó togað avgerandi hálið. Fýra mál á rað sendu tær framum mót- støðuna, og tó at munurin ongan tíð gjørdist hin stóri , so hildu tær alla tíðina fast. Sigurin tóktist eisini púr- asta vísur, tá tær stutt undan leikloki øktu munin í fýra mál, men tað var tó um reppið, at tær kannaðu sær bitan ov tíðliga. Við trimum málum á rað sendu Tjaldur nervarnar hjá VÍF upp á ovastu rók, og tó at meistararnir sluppu við skrekkinum, so slepst ikki undan, at avrikið í Runavík setir spurnartekin við, í hvønn mun VÍF skal takast í álvara sum einasta hóttan- in móti oddaliðnum úr Vági. Ikki ráð til mistøk Eitt er í øllum púrasta vist, og tað er, at VÍF so als ikki hevur ráð til mistøk av nøkrum sum helst slag. Sum støðan er, so skal liðið snøgt sagt vinna allar dyst- ir, tað sum eftir er av kapp- ingarárinum, og so vóna, at VB missir onkra aðra stað- ni enn í Vestmanna – og tað sum so heldur ikki víst. Fyrsta fortreytin er tó, at VÍF vinnur sítt, og skal tað lata seg gera, er í øllum før- um neyðugt við munandi meira sannførandi avrikum enn tí, sum tær vístu í Runavík. Og hjá Tjaldri er bara eftir at staðfesta, at tær aftur hesa ferð gjørdust ov stuttar. Fleiri ferðir í ár hava tær verið nær við og næstan, og í tveimum før- um hevur eisini eydnast at fáa sigurin til høldar, men samanlagt hevur hetta tó ikki verið nóg mikið. Enn hava tær sjálvandi møgu- leikan at bjarga sær, men sum støðan er, so verður hetta meira enn trupult. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 20-21 (1210) Málskjúttar: Tjaldur: Melica Ergic 7(1), Lenka Ribaric 4(2), Oddvá Fossdalsá 3, Ann Mari Østerø 2, Kristine Ellings- gaard 2, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 7(1), Nicoleta Radu 6, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 2, Jacklin Durhuus 2 Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 1, VÍF 1 Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen. H71-Kyndil 24-29 (10-15): Rótut grannauppgerð Talan var í longum løtum um ein ógvuliga hart leiktan dyst, og ikki minst fekk Niels Viggo Niclasen hetta at kenna, nú hann hitti gomlu liðfelagar sínar Tjaldur-VÍF 20-21 (12-10): VÍF mundi mist Holte misti Felagið hjá Bárði B. Mikkelsen, Holte IF, misti leyg- ardagin eitt ógvuliga týdningarmikið fet í stríðnum um DM í flogbólti. á heimavølli mátti Holte taka til takkar við 1-3 ósigri ímóti HIK Ålborg, og við hesum hevur Holte fyri fyrst mist sambandið við oddin. Enn tykist tó ein lítil vón at vera kortini. Danska kappingin er í ár ógvuliga jøvn, og tí er ikki óhugs- andi, at ovastu liðini fara at missa nakað, men hjá Holte eru treytirnar púrasta greiðar. Teir skulu vinna tað, sum eftir er, soleiðis at sleppast kann upp í part, tá fýra tey ovastu liðini fara at dystast í altavgerandi dystunum. -jm 19 18 Nr. 33 - 18. februar 2003 KÍF-StÍF 27-27 (13-13) KÍF tveitti sigurin burtur Hálvan triðja minutt fyri leiklok vóru trý mál á muni, men koll- firðingar framdu øll mistøk, sum standa í bókini, og lótu StÍF fáa annað stigið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyrru hálvu av kappingar- árinum valdaði lítil ivi um, at StÍF mundi vera sterk- asta liðið í kappingini. Tó at teir ikki fingu skrætt seg leysar á stigatalvuni, so vóru teir uttan iva liðið, sum hevði sýnt vakrasta hondbóltsspælið, og flestu øll vóru á einum máli um, at hetta var komandi meist- araliðið. Tóktist avgjørt Síðani jólasteðgin er tó vend komin í. Fýra vikur uttan landskappingardyst tykjast av álvara at hava sett merki í StÍF-liðið, sum als ikki hevur fingið sama glið á spælið í endaspælinum. Eitt nú gekk tað meira enn striltið at fáa stigini til høldar, tá teir í miðvikuni høvdu vitjan av H71, og sunnudagin var um at ganga heilt galið, tá teir vitjaði KÍF í Hoyvíkarhøllini. Og í veruleikanum kunnu kollfirðingarnir bert takka sær sjálvum fyri, at talan ikki gjørdist um sigur sunnudagin. Eftir ein javn- an dyst, har Damir Oros alla tíðina helt KÍf inni í dystinum, høvdu teir sein- asta korterið ella so meira ella minni togað seg leysar av mótstøðuni. Somikið væl tóktist standa til, at tað mest sum ikki tóktist bila, tá Damir í púrasta fríari skotstøðu mátti lata sær lynda ein stórbjarging frá Marian Cirloganescu, tá munurin annars kundi verið øktur í fýra mál. Strandingar minkaðu um munin, men tá Petur Martin so sendi bóltin í netið til 27-24, mundi alt tó vera avgjørt. Mistu alt Tað var tað tó ikki. Koll- firðingar hava fleiri ferðir áður víst, at teir hava sera ilt við at standa ímóti sálarliga trýstinum, tá teir eru á odda fram ímóti dystarenda, og sunnudagin góvu teir so aftur eitt skúladømi uppá, hvussu tú ikki skalt gera. Gaman í skulu stranding- arnir hava rós fyri at satsa alt í seinatu royndunum. Teir fóru langt út á vøllin at stressa KÍF, men tað er merksivert, at kollfirðingar ikki funnu nakað mótvápn ímóti hesum. Nakað somik- ið einfalt sum at flyta nakr- ar mans niðan at standa, fyri á tann hátt at tvinga strandingarnar aftur, rann teimum ikki til hugs, og tvey strandamál syrgdu fyri, at bert eitt mál var á muni undan seinasta knappa minuttinum. Við einum longum álopi hevði tó borið til hjá koll- firðingum at vissa sær sig- urin, men heldur ikki hetta bar til. Snildisliga góvu strandingar teimum opnan møguleika at skora, og tá hetta kiksaði, fall revsingin. Mótálop og mál, soleiðis at StÍF hóast alt fekk annað stigið. Mugu ígongd Við einsamalla stiginum syrgdu strandingarnir hóast alt fyri, at VÍF enn ikki púr- asta leyst á stigatalvuni. Tvey stig eru á muni mill- um partarnar, men tá StÍF eigur dyst tilgóðar, er at kalla stantum í so máta. Tað er tó einki dulsmál, at skal StÍF aftur fram í oddin, so er neyðugt við heilt øðrum spæli, nú dyst- irnir móti hinum oddalið- unum standa fyri framman. Ein dystur móti Tjaldri stendur á skránni, áðrenn Neistin og VÍF standa fyri tørni í tveimum dystum, sum kunnu vísa seg sum sera avgerandi. Enn er sum sagt ikki seint at finna gull- spælið fram, men fyrst og fremst mugu strandingarnir ásanna, at tíðin ikki loyvir fleiri missum av slíkum slag, sum teir vóru fyri sunnudagin. Hjá KÍF ber hinvegin enn einaferð til at staðfesta, at leikararnri hava ilt við at vera nóg kaldir, tá á stendur. Eitt hugtak í ítróttini er »tora at vinna«, og tað er fyrst og fremst hetta, sum kollfirðingar mugu læra seg. Í fleiri dystum hava teir havt mest sum allar fyri- munir undan seinastu min- uttunum, men áhaldandi mistøk hava tó kosta teim- um dýrabar stig, soleiðis at liðið enn ikki er vorðin part- ur av heiðursmerkjastríðn- um, soleiðis sum teir annars fleiri ferðir hava hótt við. Dysturin í tølum KÍF- StÍF 27-27 (13-13) Málskjúttar: KÍF: Damir Oros 12(3), Petur Martin Poulsen 4, Mirko Milenkvic 4, Vagnur Johannesen 3, Regin Peter- sen 3, Rógvi Weihe 1 StÍF: Artur Johansen 5, Costin Dumitrescu 4(2), Sveinur Justinussen 4, Kristjan Petursson 4, Jón Rasmussen 3, Pauli Hansen 3, Alexandur Johansen 2, André F. Danielsen 2 Brotskøst: KÍF 3, StÍF 4 Útvísingar: KÍF 6, StÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum Í einum rótutum dysti var um reppi, at VÍF tveitti týðandi stig burtur, men teir fingu tó tikið seg somikið saman, at sigurin kortini fekst til høldar MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Kanska var tað avrikið hjá kvinnunum í júst lidna dystinum, sum gjørdi sítt. Har hevði Tjaldur av álvara argað VÍF, og tá menninir so fóru ígongd, var júst sama mynstur at hóma. Og menninir hjá Tjaldri tóktust leingi at ætla sær væl meira enn bara at arga. Fyrra umfarið hildu teir mest sum alla tíðina vest- menningarnar aftan fyri seg. Kanska ikki so nógv við vøkrum og poleraðum hondbóltsspælið. Men við einum væl skjótandi Drag- isa Stojovic á odda, og ann- ars nøkrum væl stríðandi liðfeløgunum gjørdu teir VÍF greitt, at hóast talan var um topp ímóti botni, so skuldu vestmenningarni ikki kanna sær bitan. Og fyrstu tíggju minuttir- nar eftir steðgin var mynstr- ið hitt sama. VÍF royndi at toga seg framum, men Tjaldur svaraði hvørja ferð aftur, men at enda koppaði javnvágin tó. Tjaldursmenn megnaðu ikki at fylgja við, tá VÍF setti enn meira ferð, og spakuliga skrædnaði alt. Pappírið sigur, at tað bert var eittans mál á muni, tá avtornaði, men seinastu minutturnar mundi tó standa greitt, at sigurin var vísur hjá VÍF. Eitt skifti vóru teir fýra mál á muni, og tó at teir tá tóku sær av løttum, so var sigurin ongan tíð í vanda eftir hetta. Øktu leiðsluna Við sigrinum syrgdu vest- menningar fyri, at teir nú hava skrykt seg mest sum leysar í oddinum. Tvey stig eru niður til StÍF, men hóast hesir hava ein dyst til góðar, so man tað tó kenn- ast tryggari, tá stigini eru fingin til høldar, heldur enn at hava tey til góðar. Og í eini óstøðugari kapping tykist tað eisini so í løtuni, at vÍF er tað liðið, sum í størstan mun megnar at skava stigini saman. Bæði Neistin og StÍF tykj- ast í øllum snáva meira enn gott er, og heldur hetta fram, kunnu tey í Vest- manna skjótt fara at fyri- reika seg til enn eina gull- veitslu. Ein ábending um hetta fæst helst teir báðar komandi dystirnar, tá fyrst Neistin og síðani StÍF eru mótstøðuliðini. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 28-29 (13-11) Málskjúttar: Tjaldur: Dragisa Stojovic 9, Mortan Hansen 7(5), Zoran Sarcevic 5, Sverri Justinus- sen 4, Tummas Magnussen 2, Arnfinn Langgaard 1 VÍF: Ólavur Brimnes 5, Petur Frank Joensen 5, Áki Olsen 4, John Zachariasen 3, Ingi Olsen 3, Daniel Rápa 3(3), Piti Negru 3, Áki G. Olsen 2(1), Johnny Joensen 1 Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 6 Útvísingar: Tjaldur 6, VÍF 5 Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon. Tjaldur-VÍF 28-29 (13-11): Tjaldur órógvaði VÍF Dragisa Stojovic gjørdi enn eitt gott hál á máltindinum, men heldur ikki hesa ferð var tað nóg mikið til stig hjá Tjaldri, sum enn er niðast á stigatalvuni0 C M Y K 18