Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 33 - 18. februar 2003 Nr. 33 - 18. februar 2003 21 astu skyldfólkini eisini um, og tey høvdu eisini góðan møguleika at vera saman og hugna sær í íslendska høvuðsstaðnum. Sunnukvøldið sang Eivør í dómkirkjuni í Reykjavík, og tá var familjan eisini til staðar. – Hetta var eitt stórt upp- livilsi fyri okkum. Eivør stóð seg væl, og eg eri sera stolt av henni, segði mamma Eivør, Sædis Eilifsdóttir, áðrenn tey mánamorgunin settu kós ímóti Føroyum aftur. – Tað hevur verið huga- ligt at samla ein stóran part av familjuni í Reykjavík. Vit hava havt havt tað gott saman, og tað hevur eisini gjørt tiltakið til nakað ser- ligt. Hóast hon ikki hevði teir stóru møguleik- arnar at vinna íslend- ska Grand Prixið, hevði songkvinnan úr Gøtu eina hugtakandi og inniliga fram- førslu, sum hon kann vera errin av GRAND PRIX Eyðun Klakstein Reykjavík: Merkið veitt- raði, tá ið Eivør Pálsdóttir fór á pallin í Háskólabíó í Reykjavík leygarkvøldið. Høvið var íslendska Grand Prixið, sum varð sent bein- leiðis í bæði íslendskum og føroyskum sjónvarpi. Skyldfólk hjá songfugli- num vóru farin á flog úr Føroyum, og í Reykjavík gjørdu tey sítt til at fjálga um hjá Eivør, so tað kundi verða sum í reiðrinum í Gøtu. Og tað eydnaðist. Eivør var sum á heima- vølli. Hon var púra trygg, tá ið hon sang jazzutu ballad- una »Í nótt«, og hon livdi seg rættiliga inn í sangin. Sterka og erliga úttrykk- ið vísti eina song- kvinnu, sum er framúr á einum palli – eisini tá ið trýst er á við bein- leiðis sjónvarpi og útvarpi. Sangurin og fram- førslan hjá Eivør var fult á hædd við alt annað, sum tað varð borðreitt við hetta kvøldið, men sangurin hevði tað í móti sær, at hann var ikki ein vanlig- ur Grand Prix-sangur, og tá ið íslendska fólkið hesaferð skuli velja vinn- aran, var tað ósannlíkt, at hon kundi vinna. Á ein hátt var støðan hjá Eivør at líkna saman við hana, sum Pætur við Keldu var í til danska Grand Prix- ið fyri einum ári síðani. Royndin var góð Seinnapartin leygardagin framførdi Eivør sangin hjá sær tvær ferðir til aðal- royndina, og tað tóktist, sum um um røddin hjá henni stóð sterkari í ljóð- blandingini til royndina, enn hon gjørdi til sjálvt Grand Prixið. Men her var talan um smálutir, sum ikki nervaðu framførsluna, sum var frá- líka góð og verdug. Eivør Pálsdóttir var í kjólanum, sum hon sjálv hevði teknað, og sum var seymaður til Grand Prixið. Súreplagrøni kjólin riggaði væl á pallinum, har litirnir annars vóru nógvir. Fløgan rendi seg fasta Íslendska Grand Prixið hevði nógvan tónleik at bjóða, og tað vóru eisini ymiskir sangir á skránni. Summir tónasmiðir høvdu roynt at skriva sangir eftir frymilinum, sum ofta verð- ur brúktur í kappingini, meðan aðrir leitaðu nýggjar leiðir. Punkbólkurin Botnleðja var sum ein tiltrongd hvirla í poppmeldrinum, og eisini rockabbin Rúnar Júlíusson við sínum sjeytiáraíblástri var góður at hava afturat øllum hinum. Hreimur Ørn Heimisson hevði fingið heiðurin at syngja tveir sangir, og með- an fyrri framførslan gekk strúkandi, gjørdist støðan pínlig undir seinnu fram- førsluni, tá ið fløgan við tónleikinum rendi seg fasta í geislaspælaranum, og hann noyddist at gevast at syngja. Grand Prixið bjóðaði eis- ini typiskar Grand Prix- balladur, har var svingandi popptónleikur, og sumt hevði eisini ein feril av jazzi yvir sær. Heilsan til føroyingar Tað varð gjørt nógv burtur úr íslendska Grand Prix- num, og tiltakið riggaði av- bera væl. Stóri salurin í Há- skólabíó var sum skrædd- araseymaður til tiltakið, og ljóðið var knasandi gott. Eftir nøkur vikuskifti við Prix Føroyum, kundi skjótt staðfestast, at her høvdu føroyingar kunna lært nak- að av tí klára og væl defi- neraða ljóðinum, sum fekk tað besta burtur úr øllum sangunum. Vertirnir báðir høvdu fyrireikað seg til, at ein stór føroysk hyggjarafjøld sæt framman fyri skíggjan hetta kvøldið. Teir fingu allar áhoyrarnar at senda eina heilsan til Føroya, og tað varð tikið væl upp av íslendskum. – Gott kvøld, Føroyar, rungaði tað í salinum tvær ferðir, áðrenn Eivør Páls- dóttir slapp á pallin. Vertirnir royndu seg eis- ini við íslendskum skemti. Sumt eydnaðist betur enn annað, men við hvørt kann skemt á skíggja upplivast øðrvísi, enn tað ger millum eina væl hýrda áhoyrara- fjøld í einum sali. Tiltakið gekk sum smurt, og einasta minussið var, tá ið fløguspælarin gjørdi vrøvl einu ferðina. Eitt stórt upplivilsi Aftan á Grand Prixið varð Eivør móttikin við opnum ørmum av teimum fegnu skyldfólkunum, sum høvdu fylgt henni frá teimum bleytu sessunum í salinum. Hóast hon ikki kom fram millum tey fremstu í sjálv- ari kappingini, hevði Eivør gjørt vart við seg á ein dámligan og innbjóðandi hátt, og tað verður henni uttan iva til stóra hjálp næstu tíðina. Hetta fegn- Eivør var hugtakandi Eivør hevði eina frálíka framførslu til íslendska Grand Prixið, og tað fer at hjálpa henni longur ávegis sum songkvinna í útlandinum Mynd: Álvur Haraldsen Foreldrini hjá Eivør, Sædis og Páll, stuðlaðu Eivør í salinum í Háskólabíó Mynd: Álvur Haraldsen Eivør varð móttikin við opnum ørmum eftir Grand Prixið. Hon hevði loyst uppgávuna til reint UG Mynd: Álvur Haraldsen Teir báðir vertirnir til Grand Prixið royndu at halda lagnum gott millum áhoyrarar og hyggjarar, og teir høvdu eisini okkurt serligt at bjóða føroyingum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 21 20