týsdagur 18. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NR. 33 • TÝSDAGUR • 18. FEBRUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Leygarkvøldið var triðja innleiðandi umfar í Prix Føroyum
hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir spældu í
hesi røð:
Krit
Masha
Crashwave
Bracket
Lawetz
Mary´s Baby
10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út
frá fimm ymiskum krøvðum um millum annað tónleika-
liga dygd, spæl og framførslu.
Bracket varð nummar 1 og vann sær pláss í finaluni. La-
wetz varð nummar 2, og skal spæla í eini hálvfinalu saman
við fýra øðrum bólkum, har besti bólkurin fær eitt finalu-
pláss.
3. umfar
Lawetz tryggjaði sær
leygarkvøldið eitt
pláss í hálvfinaluni.
Teir spæla popputan
rocktónleik við íblást-
ri frá millum annað
Dave Matthews Band.
Tað serliga við Lawetz
er, at ikki færri enn
fýra av teimum seks
tónleikarunum spæla
eisini við í Føroya
Symfoniorkestri
2. PLÁSS
Ingrid Bjarnastein
Spenningurin var stórur
leygarkvøldið um, hvør fór
at fáa finaluplássið og ikki
minst annað plássið. Sum
kunnugt var tað Bracket,
sum reyk avstað við sigri-
num, og hesuferð gjørdist
tað Lawetz, sum sleppur at
royna enn einaferð at
sleppa uppum høgu gáttina
til finaluna í Norðurlanda-
húsinum, tí teir gjørdust
nevniliga nummar tvey, og
sleppa at royna seg í hálv-
finaluni.
Lawetz siga seg sjálvar
spæla popp/rock við eitt
sindur av funk. Seks mans
fóru leygarkvøldið á pallin,
har teir høvdu áskoðararnar
í teymum, meðan teir
svingaðu seg ígjøgnum
fimtan minuttir av tónleiki.
– Eg haldi, vit eru væl
nøgdir. Tað er flott klárað
halda vit at gerast nummar
tvey, tá tað er fyrstu ferð vit
eru við, sigur Høgni Reist-
rup, sangari í Lawetz.
Proppurin
Ein himmalvíður munur er
á at spæla í Føroya Symfoni-
orkestri, og síðani til eina
Prix luttøku. Men Symfoni-
orkestrið hevði eisini sín
lítla fingur við í spælinum
hjá Lawetz leygarkvøldið.
Tað vóru nevniliga nógv
sum undraðust, tá Høgni
tók nakað, sum mest líktist
eini súkklupumpu í hond-
ina. Henda »súkklupump-
an« gav eitt ljóð frá sær,
sum tá ein sjampagnu-
fløska verður trekt upp.
– Ljóðførið verður kallað
fyri sjampagnuproppurin,
og verður hann nýttur tá
Symfoniorkestrið
spælir
Champagnegaloppen hjá
Lundbye, greiðir Høgni frá.
Eisini nýtti bólkurin ein
sokallaðan »rainstick«, sum
ikki so ofta er at síggja á
palli.
– Orsøkin til, at vit nýta
hesi ymisku ljóðførini er, at
vit vilja royna okkurt, sum
ikki er so vanligt, sum vit
annars halda, hóskar seg
væl inn í tónleikin hjá okk-
um. Eisini tað, at vit hava
ein trombon spælara við er
nakað serligt, tí tað er ikki
nógv at síggja. Vit halda, at
tað er gott ikki bara at hava
tað vanliga við á pallinum.
Men hvør er orsøkin til,
at fýra mans, sum spæla í
einum heilt øðrvísi orkestri,
nevnliga Føroya Symfoni-
orkestri, fara at spæla hetta
slagið av tónleiki?
– Okkum dámar væl tað,
at man bæði kann spæla
klassiskt og rútmiskan tón-
leik. Soleiðis, at tað ikki
gerst so svart og hvítt, sum
tú spælir, men at tú heldur
kombinerar
tað,
sigur
Høgni Reistrup.
Tað er Høgni sjálvur,
sum skrivar allar tekstirnar
og smíðar øll løgini. Síðani
ger restin av bólkinum løg-
ini til soleiðis, at tey hóska
seg til eitt orkestur.
– Íblásturin kemur frá so
nógvum. Vit lurta allir eftir
ymsum tónleiki, tað verið
seg klassiskt, jazz og so tað
meira villa. Um eg skal
samanbera okkum við nak-
ran bólk, so vil eg siga
Dave Matthews Band, for-
telur Høgni.
Nú verður so vant til
hálvfinaluna
tann
15.
februar. Høgni sigur, at
væntandi verður tað somu
sangirnir, sum skulu venj-
ast meira, so allir smáfeilir
verða tiknir burtur og so
framvegis.
– Trummuspælarin hjá
okkum býr niðri. Hann les-
ur percussion niðri, so vit
hava ongan trummuspælara
sum er, so vit mugu fáa at
síggja, um hann kann koma
uppaftur um ein mánaða,
sigur Høgni Reistrup, sang-
ari í Lawetz at enda.
Frá symfoni til Prix
Høgni Reistrup er forsangari í bólkinum Lawetz, sum leygarkvøldið fekk møguleikan at sleppa at royna seg enn einaferð til hálvfinaluna tann 15 februar
Mynd: Jens Kr. Vang
23
22
Nr. 33 - 18. februar 2003
Britney Spears-kopi
fór við sigrinum í al-
tjóða Grand Prix-
num, og harvið gav
miðvísa arbeiðið hjá
sangskrivanum
ynskta úrslitið
GRAND PRIX
Eyðun Klakstein
Reykjavík:
Eingin varð
tikin á bóli, tá ið vinnarin
av íslendska Grand Prix-
num var kosin leygarkvøld-
ið.
Frammanundan gittu øll,
at tað fór at vera poppidol-
ið Birgitta Haukdal, sum
fór at vinna Grand Prixið.
Hon hevur sera stóran
fjepparaskara millum tey
ungu, og tey fóru at at-
kvøða fyri henni, sama
hvussu sangurin ljóðaði.
Soleiðis var eisini.
Hóast bólkurin Botnleðja
av álvara var við í kapping-
ini, so kláraðu teir skemti-
ligu fýrarnir ikki at koppa
íslendska
Britney-kloni-
num. Nummar trý gjørdist
songkvinnan Tórey Heið-
dal.
Birgitta dugdi væl at
framføra sangin, sum tó
ikki skaraði fram úr hetta
kvøldið. Tað var tó ein
pakkaloysn við eini ungari
populerari gentu og einum
typiskum poppsangi, sum
skapti vinnaran.
Eitt sterkt lið
Hetta var eisini ætlanin hjá
sangskrivaranum Hallgrími
Oskarsson, sum hevði gjørt
eitt miðvíst arbeiði fyri
vinna Grand Prixið hesa-
ferð.
Slaturin vildi vera við, at
hann hevði lagt nógv fyri í
royndini at fáa Birgittu at
syngja sangin, og harafturat
fekk hann eisini hendur á
manninum, sum framleiddi
tónleikin til tann íslendska
Grand Prix-sangin, sum
hevur fingið besta úrslitið
gjøgnum tíðirnar.
Tí var tað eitt sterkt lið,
sum
Hallgrímur
hevði
mannað, og úrslitið var eis-
ini haraftur.
Fyrstu ferð, íslendingar
valdu vinnaran við at-
kvøðugreiðslu, var tað kan-
ska best umtókti sangarin
millum ung, sum fór avstað
við sigrinum. Hvussu sang-
urin fer at standa seg í al-
tjóða Grand Prixnum er ein
onnur søgu.
Birgitta
fór við øllum
Birgitta dugdi væl at
framføra sangin,
sum tó ikki skaraði
fram úr hetta
kvøldið. Tað var tó
ein pakkaloysn við
eini ungari
populerari gentu og
einum typiskum
poppsangi, sum
skapti vinnaran
Mynd: Álvur Haraldsen
Teir tríggir tónleikar-
arnir í punkbólkinum
Botnleðja tóku øll á
bóli við eini lívligari
framførslu og vóru
um reppið at strúka
við sigrinum
GRAND PRIX
Eyðun klakstein
Reykjavík: Frammanund-
an hildu mong, at punk-
bólkurin Botnleðja var við í
Grand Prixnum mest sum
til stuttleika – líkasum fyri
at skapa eina størri breidd í
kappingini, so ikki alt
gjørdist tann reini poppur.
Men tað var um reppið,
at teir tríggir tónleikararnir
í bólkinum struku við sigri-
num. Teir høvdu eina lív-
liga og skemtiliga framfør-
slu, og hon var so væl mót-
tikin millum íslendingar, at
teir atkvøddu bókin inn á
næstfremsta plássið.
Sangurin hjá teimum,
Eurovísa, var í anarkistiska
horninum, og tað var fram-
førslan hjá teimum eisini. Í
sjónbandalagnum, sum var
gjørt áðrenn Grand Prixið,
høvdu teir latið seg í í
djóraham, men Grand Prix-
kvøldið høvdu teir latið seg
í stívasta puss, og so koyrdu
teir á í smáar tríggjar
minuttir.
Kundu gjørt
vart við seg
Men Botnleðja kláraði ikki
at skúgva poppidolið Bir-
gittu til viks, og tí gjørdist
tað ein vanligur poppsang-
ur, sum skal umboða Ísland
í altjóðs Grand Prixnum,
sum í ár verður hildið í est-
lendska
høvuðsstaðnum
Riga.
Tað er tó lítið at ivast í, at
júst ein so øðrvísi bólkur og
sangur sum Botnleðja kun-
di gjørt vart við seg í tí
endaligu kappingini, með-
an Birgitta við sínum kopi-
poppi neyvan hevur nakran
kjans at vinna kappingina.
Ísland skal á pallin sum
fyrsta landið, tá ið europe-
iska Grand Prixið verður
hildið um góðar tveir mán-
aðir.
Teir skemtiligu og lívligu tónleikararnir í Botnleðja vóru eitt frálíkt innslag í íslendska Grand Prixnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Botnleðja var nakað fyri seg
C
M
Y
K
22