Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 18. februar 2003 25 24 Nr. 33 - 18. februar 2003 Rósur og hjartasuff... Nógv hevur verið prátað, og ikki minst skeldað um loftmiðlar okkara, um sendingar og tilfar, og ikki minst mangul uppá sama. Vit eiga tveir loftmiðlar sum eru almennir, men himmalvíður munur er á, hvussu nógv teir eru úti um seg. Eg veit væl, at tað er ikki sami prísur, at gera sjónvarp, útvarp og tíðindabløð, og vit hava eisini hoyrt allar hinar um- beringarnar sum verða havdar á lofti, fyri at skáka sær undan kritikki. Tó vil eg, fyrst av øllum, geva eina stóra spann av rósum til Sosialin og Útvarp Føroya, fyri teirra áhuga í tiltakinum Prix Føroyar, og at tey síggja til, at tey sum ikki hava møguleika til at verða við til til- tøkini, ikki missa meira enn upplivilsi at verða á staðnum. Sosialurin við sínum reportagum, og lýs- ingum av luttakandi bólkum og einstaklingum. Út- varpið við beinleiðis sendingum frá umførunum, ið eru merkt av áhuga og nærlagni. Prix Føroyar er nú eitt tiltak sum tónleikarar taka í størsta álvara, og eg trúgvi at tað eru túsundavís av føroyingum, bæði her heima, men eisini uttanlanda, sum fylgja væl við í tí sum hendir, og her er tað at tit skulu hava spannina við rósum. Uttan tykkum hevði verið torført at givið Prix’num og luttakararnum ta sjónligheit og fokus sum teir og tiltakið hava uppiborið. Eg kann siga út frá mær sjálvum, at prix-kvøld siti eg frammanfyri útvarpinum og mánakvøld má eg hava týsdags Sosialin. Tøkk skulu tit eiga. Eitt stórt hjartasuff, fer hinvegin til SVF. Hetta, tað stórsta tiltakið innan tónleik í Føroyum, klára tit ikki at fáa meira enn 30 - 35 minuttir í senditíð burturúr, fyri hvørt umfarið. Tó skal Tróndur Vatnhamar ikki lastast fyri tað. Tróndur og hansara lið, gera nokk tað tey eru ment, útfrá fortreytunum tey hava at ar- beiða undir. Og tó at tað einans gerast 30 - 35 minuttir um hvørt umfarið, so fyllir Tróndur teir væl út. Altíð ein fragd, at njóta kreativitet Tróndar. Men hendan oasan av tilfarið, sum býður tykkum til at kava niður í, og sum kann geva tíma aftan á tíma í senditíð, sleppur frá Sjónvarpsins síðu, at liggja full- komiliga órørd. Og tá man hyggur eftir hvussu nógv tilfar verður framleitt til tey ungu og tónleikaáhug- aðu annars, so dugi eg so ikki at finna nakað. Eg veit ikki, kanska mær bert tørvar nýggjar brillur, men higartil havi eg so einki funnið. So lat meg í hesum teigi, inniliga heita á tykkum í SVF, um at fáa reyv- ina í snúðingar. Tilfarið er har! Eg skilji ikki hvat tit bíða eftir, Tit eiga nógv dugnalig fólk, lat kreativitet- in blomstra og gevið fríar teymar. Eitt er heilt vist: okkurt er betur enn onki. Signar í Homrum Vinnarin av triðja innleiðandi umfari í Prix Føroyum gjørdist hesuferð eysturoyarbólkurin, Bracket. Ilt er at siga, hvør var frontfigurur í bólkinum. Tann kappingin stóð ímillum sangaran, Andrias Højgaard, og tann knasandi góða gittarspælaran, Arna Zachariassen 3. UMFAR Ingrid Bjarnastein Á streingjanna veingjum sluppu Bracket uppum høgu gáttina til finaluna í Prix Føroyum í Norður- landahúsinum. Ongantíð í ár hevur so stórur spenningur verið um, hvør bólkur skuldi sleppa víðari í finaluna, og hvør skuldi sleppa í hálvfinal- una. Alt lá opið. Nógvir nýggir bólkar vóru á palli- num leygarkvøldið, har all- ir skuldu prógva sínar dygdir sum tónleikarar og harvið tryggja sær antin eitt finalupláss ella eitt hálv- finalupláss. Hesaferð gjørdist tað eysturoyarbólkurin, Brack- et, sum slapp ígjøgnum smala nálareygað. Teirra framførsla var merkt av spruttandi orku, har gittarleikarin, Arni Zachariassen veruliga fekk víst sínar dygdir, tí øll løg- ini høvdu nevniliga gittar- solo´ir við, sum vildu nak- að. Onkur vil vera tó vera við, at gittarleikarin líktist í so nógv Yngwie Malm- steen, men grundleggjandi spældi bólkurin væl, og var tað hetta, ið tryggjaði teim- um eitt pláss í finaluni tann 26. apríl í Norðurlanda- húsinum. Eivør fyrst Leygarkvøldið var jú eisini kvøldið tá Eivør Pálsdóttir skuldi á pall í Grand Prix- num yviri í Íslandi, og vildu fyrireikararnir ikki, at tey, ið komu í Mentanarhúsið, skuldu vera við sviðusoð. Prixið byrjaði nevniliga ikki fyrr enn Eivør hevði verið á pallinum sum nummar fimm, og kann hetta næstan sigast vera bæði gott og ringt. Sjálvsagt var tað stuttligt at síggja Eivør syngja, og hon kundi fyri tað staðið á pallinum í sjálvum Mentan- arhúsinum, so væl fólk tóku ímóti henni. Men tað var heldur leingi at bíða, tí klokkan nærkaðist tíggju áðrenn fyrsti bólkurin kom á pallin. Tað var Krit, sum hevði fingið uppgávuna, at seta hol á triðja innleiðandi um- far til Prix Føroyar 2003. Sagt verður, at hetta er ein tann ringasta uppgávan, men hetta lótu tónleikarar- nir í Krit seg ikki nerva av. Teir løgdu hart út við hørð- um og ráum rocki. Bólkurin er ikki ókendur í Prix høpi, tí teir vóru við í 2001 og kann staðfestast, at teir hava tikið seg nógv fram síðani seinast. Krit spældi ráan Korn- líknandi rokk, og kundi røddin á forsangaranum, Mikkjal, viðhvørt líkjast nógv røddini á sangaranum í Rammstein við teimum djúpu, grovu tónunum. Tveir gittarspælarar eru við í Krit, og kundi hetta til tíðir tykjast heldur rótut. Gittarljóðið leyp saman við bassin, og kundi tað við- hvørt tykjast sum ein greyt- ur, tí tað varð til ov nógv ljóð. Krit vóru væl saman- spældir. Teir dugdu síni ting, og teir vístu sanniliga, at tað at spæla fyrst er als ikki ein ómøgulig uppgáva at røkja. Pallframførslan hjá bólki- num var eisini framúr góð. Menninir dugdu at standa á palli, og teir høvdu ein boð- skap, sum teir vildu hava út. Til tann eina sangin fingu teir eisini eina olju- tunnu á pallin, sum teir brúktu sum trummu, og hevði áskoðarafjøldin eisini ilt við at halda høvdinum stilt. Tungi rockbólkurin kom sum heild væl frá síni upp- gávu, og vórðu teir av mongum kosnir vinnarar longu áðrenn næsti bólkur- in kom á pallin. 80´ini Um tú ert Toto, Bon Jovi og Return fjeppari, so dámar tær eisini Masha. Vága- bólkurin spældi svingandi, melodiøsan rocktónleik, har 80´ini sóust aftur í stórum stíli. Bólkurin var væl saman- spældur, og breyt hann eis- ini fullkomiliga frá Krit, sum hevði verið á palli frammanundan, og var Masha tí eisini meira lurt- aravinarligt. Til tíðir kundi tað tó tykj- ast, at tónleikurin gjørdist ov harður, og tí varð røddin á sangaranum ikki at hoyra aftur. Ta einu ferðina var leidningurin til mixipultin eisini togaður úr, so sangar- in hoyrdist als ikki. Men røddina hevði Tummas Gudmundsen, sangari, til hetta slagið av tónleiki. Triðji bólkurin á pallin hetta kvøldið var Crash- wave. Crashwave er fyrr- verandi Liquid Gravity, og høvdu tey eisini fyrstu veruligu kvinnuumboðan á pallinum. Tað hevur nevni- liga verið ógvuliga lítið at sæð til konufólk á palli- num, fyriuttan tveir eld- blásarar, sum Flux hevði við til fyrsta umfar. Men við Crashwave kom fyrsti kvinnuligi tónleikarin, Maiken Háberg Hansen, á pallin, og hon hevði ikki tann leiklutin flestu konu- fólk hava á pallinum, tí hon spældi nevniliga gittar. Crashwave spældi melodi- øsan rock. Tónleikararnir kendu væl hvønn annan og vóru tí ógvuliga væl saman- spæld. Við sær høvdu tey eisini eina scratchbox, sum tey brúktu til effektir. Hetta Gittarrockur fekk eitt pláss í sólini hóskaði seg væl til tónleik- in, sum bólkurin spældi. Tey fimm á pallinum komu væl frá síni uppgávu. Tey høvdu eina góða samanseting av løgum og arrangementið sat eisini væl hjá teimum. Champagnegaloppen So átti Bracket tørn. Teir, sum seinni á kvøldinum, vístu seg at gerast teir stóru vinnararnir. Bracket legði út við ein- um instrumentalum lagi, har gittarspælarin, Arni Zachariassen, sum nú eisini er gittarspælari í I AM, veruliga slapp at vísa sínar dygdir. Mikkjal Hvannastein, fyrrverandi gittarspælari í I AM, og sum sjálvur eisini hevur luttikið á Prix, helt, at gittarspælið hjá Arna var ótrúliga gott. Mikkjal helt eisini, at Arni til tíðir kundi líkjast ótrúliga nógv Yngwie Malmsteen. Bracket er umframt at vera ein rockbólkur, eisini ein andaligur bólkur. Teir spæla andaligan rocktón- leik. Eysturoyarbólkurin var eyðkendur av orku. Tað spruttaði av orku, tá teir komu á pallin, og tað gjørdi tað heilt til teir fóru av aftur. Sangarin, Andrias Høj- gaard, sang væl, men hann hevur kanska ikki júst røddina til so harðan rock- tónleik. Um tónleikaslagið var eitt sindur melidiøst hevði Andrias veruliga kunna víst sínar dygdir, sum hann uttan iva hevur. Lawetz var fimti bólkurin í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Teir siga seg sjálv- ar spæla eitt bland av poppi, rokki og eitt sindur av funk. Tað serliga við Lawetz er, at ikki færri enn fýra av teimum seks tónleikar- unum spæla eisini við í Føroya Symfoniorkestri, so dygdirnar skuldu uttan iva verið í lagi. Lawetz hevði eisini sjálvsálitið í ordan, tá teir trinu á pallin. Sangarin, Høgni Reistrup, sang væl og hevði gott fantasi. Til tíðir kundi hann tó tykjast eitt sindur ov snjallur, men sum heild kom stóð hann seg væl. Bassurin og trummurnar koyrdu væl saman, og gjør- di hetta tónleikin væl svingandi. Teir høvdu eisini ein trombon spælara á pallinum, men hann spældi ikki so nógv. Til tanne ina sangin hevði Høgni nakað í hond- ini, sum kundi líkjast eini súkklupumpu. Fleiri hava helst undrað seg yvir, hvat tað var, tí hetta gjørdi eitt undarligt ljóð, sum líktist tí, tá ein vín ella sjampagnu- fløska verður latin upp. Og tað var tað eisini. Hetta slagið av ljóðføri kemur undir percussion, og verður tað millum annað brúkt, tá Symfoniorkestrið spælir champagnegaloppen. Einglarokkur Síðsti bólkurin leygar- kvøldið, var Mary´s Baby. Jákup Magnussen, frásøgu- maður segði, at hetta var bólkurin, sum spældi einglarokk. Við í Mary´s Baby eru tvær gentur, so kvinnuliga umboðanin í Prix Føroyum hevur í ár ongantíð verið størri enn leygarkvøldið. Olivia Mikkelsen stóð aftan- fyri mikrofonina, meðan Sunneva Háberg Eystur- stein passaði tangentarnar, umframt hinar fimm menn- inar. Mary´s Baby spældi melankoliskan popptónleik a lá Saybia og Radiohead. Við hjálp av keyboard effektum spældu tey rætti- liga sýrutan tónleik, sum til tíðir kundi tykjast ógvuliga langdrigin. Men bólkurin var væl samanspældur, og dugdu tónleikararnir sítt kram. Eitt sindur hugstoytt var tó at síggja, at sangarin til tíðir kundi tykjast sum var hon vilst á pallinum, tí at venda rygg ímóti áskoðar- unum. Olivia kom tó væl frá síni uppgávu. Hon sang við reinari og klárari rødd, men legði tónleikurin bara ikki upp til, at hon slapp at nýta sína rødd til fulnar. Mary´s Baby kom væl frá síni uppgávu, men eins- táttaði stílurin kundi gerast eitt sindur tungur. Onkur vildi enntá vera við, at tey trý løgini hjá Mary´s Baby, ljóðaðu sum eitt lag, sum var býtt upp í trý. Spenningur Nógv varð gitt og teskað um, hvør mundi fara at vinna hetta umfarið av Prix Føroyum. Fleiri gittu Krit, onkur vildi vera við, at tað var Crashwave, sum reyk avstað við finaluplássinum, og onkur heilt triðji helt, at tað fór at vera Bracket. Tá Jákup Magnussen góðan hálvan tíma eftir, at Mary´s Baby, hevði verið á pallinum, kom og fortaldi øllum áskoðarunum, hvør hevði fingið finaluplássið vórðu tað tey flestu, ið vóru tikin av bóli. Tí fyrsta plássið fór nevniliga til Bracket, meðan Lawetz sleppur at royna seg enn einaferð í hálvfinaluni tann 15. mars. Tætt var ímillum bólkar- nar, so dómararnir hava helst verið ógvuliga samdir, men Bracket var klárt á odda, segði Jákup Magnus- sen. Bracket slapp síðani aftur á pallin, har teir sluppu at taka áskoðararnar við storm. Hesuferð var tað so andaligi gittarrockurin, sum vann sær eitt pláss í sólini. Finaluplássið í triðja umfarið ognaði Bracket sær, tá teir við sínum andaliga rocktónleiki tóku øll á bóli Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 24