týsdagur 18. februar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 18. februar 2003
27
Føroyskur flogbóltur
hevur vallað upplivað
nakran dag sum leyg-
ardagin, tá ein stúgv-
andi full ítróttarhøll
var karmur um
steypafinalurnar hjá
kvinnum og monnum
FINALUR
Heri á Rógvi
Ein skuldi trúð, at flog-
bóltur var best umtókta
ítróttagreinin í Føroyum. Í
øllum førum um tú hyggur
eftir
uppmøtingini
og
stemninginum í ítróttar-
høllini á Hálsi leygardagin.
Føroyskur flogbóltur hevur
valla ikki upplivað nakað
líknandi síðani stórheits-
tíðina í áttatiárunum.
Karmarnir
rundanum
dystirnar leygardagin vóru
nakað av tí besta, sum hev-
ur verið at síggja í Føroy-
um. Fyrireikararnir hava
veruliga gjøllað fyriskipað
eitt stórfingið tiltak.
Leygardagin var ringt at
ímynda sær, at fleiri dystir í
bestu deildini í flogbólti
verða spældir fyri at kalla
tómum hallum.
Kanska einamest við
hyggjarunum við skíggjan
kring landið fyri eyga var
eitt serligt gólv sett á. Flog-
bólturin hevur tann fyri-
munin fram um hondbóltin,
at vøllurin er soleiðis til
støddar, at í einari høll sum
henni á Hálsi ber betur til
byggja karmar rundanum.
Eitt tílíkt tiltak hepnast
ikki so væl av ongum. Tað
eru eyðvitað bæði feløgini
og fyrireikararnir í Flog-
bóltssambandinum,
sum
eiga heiðurin fyri eitt
ógvuliga gott tiltak.
Í mun til undanfarin ár,
hevur tiltakið vundið meira
upp á seg, og tað klæddi
bæði dystum og høll at
uppliva eina tílíka hending
sum leygardagin.
Tey, ið varða av flogbólt-
inum, hava sæð skriftina á
vegginum og eru farin heil-
hjartað til verka. Nógv orku
verður sett til, men tað eig-
ur at geva seg aftur í síðsta
enda, tí eitt tiltak við stór-
um dekningi sum steypa-
finalurnar
leygardagin
vekja eisini áhuga hjá spon-
sorum.
Tað er í alstóran mun eis-
ini áskoðarunum fyri at
takka, at finalurnar hepnað-
ust so væl, sum tær gjørdu.
Líka so gott sum ítrótta-
stríðið á vøllinum var dyst-
urin millum skararnar av
áskoðarum.
Vit bíða í spenningi eftir,
hvat tey finna upp á til
komandi ár.
Altjóða dámur
Fyrstidómari til báðar fin-
alurnar var danin Birger
Christensen.
– Tað er ikki tann stóri
munurin á at døma her og
við eitt nú altjóða dystir.
Munurin er serliga støðið
og ferðin á spælinum, men
sum hetta tiltakið er fyri-
skipað, minnir nógv um
altjóða dystir, sigur Birger
Christensen, sum leggur
afturat, at hann trívdist
óføra væl í stemninginum
frá høllini.
– Eg kundi hugsað mær,
at tað vóru so nógv fólk til
steypafinalurnar í Dan-
mark, sigur Birger.
Hann heldur, at støðið hjá
monnunum er lutfalsliga
eitt sindur hægri enn tað
hjá kvinnunum í mun til
bestu deildina í Danmark.
– Spælið gerst støðugt
betri, sum dysturin líður.
Sum heild var støðið gott,
og leikararnir hækka eisini
støðið, tá teir leggja til
merkis, at dømt verður fyri
dupultsløgum, sigur Birger
Christensen.
Sjálva dómarauppgávuna
helt Birger ikki vera so
trupla.
– Tað er rímiliga lætt at
døma. Mansfinalan verður
tøtt við fimm settum, men
eg havi roynt hetta so ofta,
at tað nervar meg ikki. Tær
ábreiðslurnar, sum koma
frá leikarum, seti eg hart
eftir beinanvegin, og dyst-
urin gjørdist ikki keðiligur
fyri meg, sigur Birger.
Gott produkt
Formaðurin í Flogbólts-
sambandinum, Niklas Jo-
ensen, heldur, at flogbóltur-
in hevur at gott produkt at
bjóða, og tað er upp til fel-
øgini at gera tað meira
spennandi at koma til dyst-
irnar.
Flogbóltssambandið hev-
ur havt steypafinalur á
henda hátt í nøkur ár.
– Hetta er tað einkulta
hendingin, ið størst orka og
flestir pengar eru nýttir til.
Sjálvar
fyrireikingarnar
hava kostað einar 60.000
krónur, sigur Niklas.
Hann sigur, at teir hava
gagnnýtt royndirnar frá
árunum frammanundan, og
tey eru als ikki bangin fyri
at royna nakað nýtt.
– Tað, vit hava roynt,
duga vit, og vit royna so at
byggja uppá. Bara hetta
gólvið er eitt stórt arbeiði at
leggja á, men tað ger tað
meira spennandi at síggja.
Skulu vit gera flogbóltin
betri umtóktan, mugu vit
byrja onkrastaðni, og hetta
er eitt gott høvi, sum vit
vóna fer at eggja til nakað
meira, sigur Niklas Joensen.
Stórur dagur fyri flogbóltin
Stuðulin frá áskoðarunum var øgiligur leygardagin.
Mynd: Jens Kristian Vang.
27
26
Nr. 33 - 18. februar 2003
Spælt gittara í 10 ár
Maiken Háberg Hansen er ein av fáu
kvinnuligu tónleikarunum, sum luttekur á
Prix Føroyum í ár. Hon spælir gittara í
bólkinum Crashwave, sum leygarkvøldið,
ikki megnaði at sleppa víðari. Maiken
hevur spælt gittara í yvir 10 ár, og heldur
hon, at konufólk eiga at liggja framvið fyri
at sleppa at spæla í einum bólki
KVINNUUMBOÐAN
Ingrid Bjarnastein
– Eg eri von at spæla saman við mannfólki, og havi
gjørt tað í fleiri ár, sigur Maiken Háberg Hansen, sum
er ein av fáu konufólkunum, sum luttaka á Prix Før-
oyum í ár. Maiken hevur sjálv spælt gittara í 10-11 ár,
og heldur hon, at Prixið er alt ov mansdominerandi.
– Eg veit ikki, hví tað er soleiðis, men tað er í øllum
førum ikki tí konufólk eru minni musikalsk enn
mannfólk. Tað er keðiligt, at tað ikki broytist upp
ígjøgnum tíðirnar, soleiðis at vit fáa meira konufólk
við, heldur Maiken.
Bólkurin, sum Maiken spælir við eitur Crashwave,
og spælir hon har bæði akkustiskan og elektriskan
gittar.
– Tað er stutt síðani eg yvirhøvur byrjaði at spæla
akkustiskan gittar. Eini tvey ár síðani ella so. Mær
hevur altíð dámað betri tann elekstriska, tí har kanst
tú gera meira við effektum og so víðari.
Lata eyguni upp
Maiken heldur, at tað er harmiligt, at ikki fleiri konu-
fólk eru við. Hennara boð er, at konufólk eiga, at
liggja framvið fyri at sleppa at spæla í bólkum, og
mannfólkini eiga at lata eyguni upp fyri hinum 50%.
– Kanska man kundi stovnað eitt kvinnuligt tón-
leikafelag, men eg gangi inn fyri javnstøðu, ikki ser-
støðu, sigur Maiken, sum leggur afturat, at sjálvt um
konufólk sum oftast spæla tvørfloytu, horn, klaver og
so framvegis, so eru hetta ljóðføri, ið væl kunnu brúk-
ast í rokki
– Alt kann brúkast í rokki í dag, sigur Maiken.
– Teir í bólkinum eru eisini stoltir av at hava meg
sum gittarspælara. Men gentur mugu eggjast meira.
Crashwave slapp ikki víðari í Prix Føroyum, men
heldur Maiken, at tað gekk heilt væl at spæla.
– Tað gekk ok, ikki super, men fínt. Sjálv kundi eg
gjørt okkurt betri, men soleiðis er tað jú altíð, sigur
Maiken at enda.
Maiken Háberg Hansen er higartil einasti kvinnuligi
gittarspælar, sum hevur staðið á palli til Prix Føroyar í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Mynd: Jens Kr. Vang
Martin Mouritsen, leiðari á
Musikkskúlanum, var leyg-
arkvøldið at síggja til Prix
Føroyar í Fuglafirði.
– Orsøkin til, at eg eri her
er, at eg havi ein son, sum
spælir trummur í Lawetz,
og so havi ein annan son,
sum við nøkrum vinmonn-
um hevði brúk fyri bili til
Fuglafirðar, so eg valdi
bara at koma við, sigur
Martin Mouritsen.
Musikkskúlaleiðarin sig-
ur annars, hann hevur fylgt
væl við í Prixnum í ár, men
hetta er fyrsta ferðin hann
hevur verið og lurtað í
Mentanarhúsinum.
– Her er nógv gott spæl
inn í millum, og húsið er
væl egnað, bæði til hetta
slagið av tónleik og til
klassiskan tónleik, heldur
Martin.
– Hetta er bara í so hart
fyri meg, og tí havi eg oyra-
proppar tá eg lurti, og tón-
leikastílurin
er
kanska
nakað eins.
Í oyrunum á Martin skal
ein vinnarabólkur svinga
væl og duga at selja vøru-
na. Harafturat skal kompo-
sitiónin av løgunum vera
væl skrivað og verða fjøl-
broytt.
Musikkskúlastjóri lýddi á
Tað er Norðurlandahúsið,
sum saman við Sjónvarpi
Føroya, Útvarpi Føroya og
FUT, sum skipar fyri Prix
Føroyum.
Nógv verður eisini gjørt
burturúr Prixnum í ár. Sum
vanligt sendir sjónvarpi
eina sending mikukvøldið
eftir innleiðandi umfarið,
og harafturat, so sendir Út-
varp Føroya eisini beinleið-
is frá øllum innleiðandi
umførunum. Hetta er fyrsta
ferðin Útvarpið hevur roynt
at senda beinleiðis frá
undanumførunum, og er
hetta nakað, ið vísir seg at
rigga væl.
Leygarkvøldið høvdu út-
varpsstjórin, Jógvan Jesper-
sen og konan, Marjun lagt
leiðina framvið Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
– Vit vóru her inni, so eg
helt, at vit skulu koma
framvið. Hetta er fyrsta
ferðin eg eri í Mentanar-
húsinum, og eru karmarnir
ótrúliga góðir hjá tónleik-
arunum, og er hetta eitt
imponerandi hús, sigur út-
varpsstjórin millum annað.
Útvarpsstjórin kom framvið
Hans Olivur Højgaard
Joensen, tónleikalærari,
var ein av mongu gest-
unum, sum leygarkvøld-
ið vitjaði til triðja inn-
leiðandi umfar av Prix
Føroyum í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Hans Olivur er tónleika-
lærari í Hoydølum, um-
framt at hann er
leiðari av rútm-
iska kórinum.
– Nú kenni
eg nakrar av
tónleikarunum,
sum eru við í hesum um-
farinum, og eg havi
ongantíð verið í Mentan-
arhúsinum fyrr, so eg
helt, at hetta var eitt upp-
lagt høvi at koma at
síggja húsið og hoyra
bólkarnar, sigur Hans
Olivur.
1. ferðin til Mentanarhúsið
Til fyrsta umfarið var
tyktiskt
tað
heilt
tilvildarligt, hvør tónleikur
varð settur á tá allir
bólkarnir vóru farnir av
pallinum,
og
vinnarin
skuldi finnast. Hetta vóru
tað fleiri, ið fíltust á, og
bæði í øðrum umfari og tí,
sum júst hevur verið, hava
fyriskipararnir fingið sær
ein rættiligan DJ.
Hesuferð var tað Kristjan
Joensen úr Klaksvík, sum
átti tørn. Seinast var tað
Ottar í Funningstovu, sum
vendi plátum.
Kristjan hevði so til
uppgávu at halda lív í
áskoðarunum, tá bólkarnir
vóru lidnir at spæla og til
Jákup Magnussen kom
aftur á pallin at kunngera
vinnaran. Og tá Bracket
høvdu spælt eina løtu,
skuldi Kristjan aftur á
pallin til tiltakið endaði um
fýra tíðina.
Kristjan var DJ
Krit krimaði
Tað vóru fleiri, sum
vóru sannførd um,
at Krit fór avstað
við sigrinum. Men
so var, fyri teir og
tey, ið dáma hetta
slagið av tónleiki,
tíverri ikki.
Krit hevði eina
frálíka framførslu,
har pallshowið var í
topp. Ungu mennir
spruttaðu av orku,
og teir megnaðu at
geva áskoðarunum
tað, teir vildu hava.
Bólkurin spælir
andaligan tónleik í
hørðum,
tungum
rockstíli, sum minn-
ir nógv um tað,
sum Korn spælir.
C
M
Y
K
26