týsdagur 18. februar 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 18. februar 2003
29
28
Nr. 33 - 18. februar 2003
Breiddin á
muni
Bæði Juanna
Joensen og venjarin
Gudrid Nolsøe
hildu, at TB hevði
breiddina á muni í
mun til ÍF
PRÀT
Heri á Rógvi/
Jens Kr. Vang
Juanna Joensen var komin
úr Danmark til at spæla
steypafinaluna.
Hon
vandi saman við hinum
leikarunum einans hós-
kvøldið, men tað tóktist
ikki at darva hennara
spælið. Hon hevur í mong
ár spælt við TB, men
seinnu árini hevur hon
búð í Danmark.
– Eg haldi, at vit hava
breiddina, og vit kempa
gott á øllum plássum. Vit
hava fleiri streingir at
spæla uppá, segði Juanna
Joensen um munin á
teimum báðum liðunum.
Saman
við
Juannu
Joensen var leikandi venj-
arin Gudrid Nolsøe eisini
ein av avgjørdu profilun-
um á liðnum hjá TB.
Hóast hon bert er 21 ára
gomul, hevur hon staðið á
odda fyri besta kvinnu-
liðnum hjá TB hetta kapp-
ingarárið.
Hetta er fyrsta heitið,
hon vinnur sum venjari í
bestu, og skilligt var hon
ógvuliga
fegin
eftir
dystin.
Bæði Gudrid og Juanna
høvdu stóra rós til yvirs
fyri stóra áskoðarafjøldini
av Tvøroyri, sum var
komin í høllina á Hálsi.
Vónirnar undan dystin-
um vóru ikki heilt sørar, tí
tær hava roynt tað áður at
vinna steypakappingina.
Tað var tó ikki tað nógva
av langum setningi tær
báðar høvdu at siga í
nógva
rokinum
eftir
steypahandanina,
sum
roknast kundi vera við.
Men við trimum stigum
upp til oddasessin í lands-
kappingini, gevur steypa-
sigurin góðar vónir til eitt
møguligt heitið afturat í
ár.
– Vit skulu vinna okk-
ara dystir, og so mugu vit
vóna at fáa eitt sindur av
hjálp frá øðrum, sigur
Gudrid Noløse.
Ov nógvir
feilir
Veteranurin og lið-
formaðurin á ÍF
liðnum heldur, at ov
nógir persónligir
feilir vóru orsøkin
til, at tær taptu
dystin móti TB
PRÀT
Heri á Rógvi/
Jens Kristian Vang
– Eg haldi, at dysturin var
øgiliga væl spældur. Tað
hevði verið stuttligt, um
dysturin endaði 3-2, men
bleiv tað so ikki, vóru
fyrstu orðini frá ÍF liðfor-
manninum, Randi Larsen,
eftir finaluna móti TB.
Hon gjørdi í Sjónvarp-
inum undan dystinum, at
eftir gott fimmogtjúgu ár
sum
flogbóltsspælari,
hevði hon ikki vunnið
nakað av týdningi, og
hevði hon heldur ikki ver-
ið nær við. Eydnast teim-
um ikki at gerast føroya-
meistarar í ár, so verður
tað heldur ikki í ár, at hon
vinnur á longslinum um
eitt vinnararheiti og gull-
heiðursmerki.
Randi heldur ikki, at
tað vóru nervarnir, sum
gjørdu av við tær, men
heldur vóru tað óneyðugir
persónligir feilrir. Sjálv
heldur, at hon dysturin var
væl leiktur, og hon er glað
fyri tann nógva stuðulin
frá áskoðarunum.
Vóru tað bara ikki nóg
góðar í dag?
– Jú, tað haldi eg, at vit
vóru. Eg haldi, at bæði
liðini vóru øgiliga góð.
Munur var tann, at vit
gjørdu ov nógvar persón-
ligar feilir, og tað kostar
nøkur sett. Eitt nú í triðja
setti, sum eftir mínum
tykki avgerð dystin, segði
Randi Larsen.
Sjálvt tekur Randi Lar-
sen eisini eitt ár afturat í
føroysku
flogbólti
á
hægsta stiði í tráðanini
eftir
heiðursmerkjum,
men ikki er vist, hvussu
liðið hjá ÍF sær út kom-
andi ár.
– Enn vita vit ikki,
hvussu liðið fer at síggja
út komandi. Tað er ikki
avgjørt, um tær báðar út-
lendsku fara at spæla vi
okkum komandi ár, sigur
Randi Larsen at enda.
Sterka og kollektiva
manningin hjá TB
kvinnunum lá allan-
vegin trygt á stuðuls-
alduni frá teimum
nógvu áskoðarunum.
Dysturin gjørdist
stundum væl leiktur
og spennandi, og vit
fingu eitt hitt størsta
flogbóltsupplivilsi í
longri tíð
FLOGBÓLTSFINALA
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kr. Vang
Í nógvar mátar var kvinnu-
finalan leygardagin ein
dystur, sum kundi fara
báðar vegir. Liðini er áleið
javnt góð í styrki, og hevði
ÍF havt betri skil á nervun-
um, so kundi steypið tað
sama enda í Fuglafirði.
Karmarnir
rundanum
dystin vóru – eins og í hin-
um dystinum leygardagin –
heilt framúr. Tað skilst á
øllum brøgdum, at flog-
bólturin hevur stóran týdn-
ing fyri fólk á Tvøroyri, og
tey stuðlaðu so dyggiliga
sínum gentum.
Heldur ikki stuðulin úr
Fuglafirði var nakað at
kimsa at. Samanlagt vóru
áskoðarnir høvuðsorsøkin
til, at hetta má vera eitt hitt
minniligasta flogbóltsupp-
livilsi
hjá
føroyskum
kvinnuflogbólti í longri.
ÍF liðið stendur og fellur
við teimum báðum út-
lendsku leikarunum, og tá
hesar ikki megna at halda
støðið og gera fleiri persón-
ligar feilir, so gevur úrslitið
seg sjálvt.
Unga TB liðið byggir á
eitt sterkt kollektiv, har
onkur profilur er, men tað
er felagsinnsatsurin á øllum
plássum á einum javnt
góðum støði, sum leygar-
dagin var nóg mikið at
vinna steypafinaluna fyri
aðru ferð á rað.
Nervar
Byrjanin á dystinum gjørd-
ist almikið nógv merkt av
nervum. Frá byrjan vistu ÍF
kvinnurnar ikki hvat var
upp ella niður. TB kom á
odda 6-0 so at siga bert við
feilum frá ÍF.
Eftir at hava fingið savn-
að sær nervarnar komu ÍF
kvinnurnar aftur í dystin.
Støðan gjørdist 6-6. Tað var
einamest Nikolna Alter,
sum vísti vegin fyri ÌF
kvinnurnar. Hon kann iva-
leyst kallast fyri besti
álopsspælari í meistara-
deildini hjá kvinnum.
ÍF kom uppá 6-6, men
kom ongantíð við nakrari
stórvegis hóttan móti TB.
Treyðugt so, ÌF hevði á
álopssíðuni nøkur góð álop
við góðum og avgerandi
smasjum. Uppspælið rigg-
aði tó stak illa, og eingin
tryggleika tóktist at vera
yvir støðuna.
Tað kann heldur ikki vera
so lætt bara soleiðis at
finna fótafesti í einari
steypafinalu við fullum
húsi av áskoðarum. Í øllum
førum tóktist nakað nógv
av fjáltri at merkja kvinnur-
nar úr Fuglafirði.
Í roynd og veru gjørdu
liðini øvugt av hvørjum
øðrum. TB liðið spældi
yvirbevísandi trygt allan-
vegin uttan at kasta ov
óneyðugt vekk við persón-
ligum feilum.
Leikararnir á vøllinum
fylgdu rútmini hjá teimum
uttanfyri trúgvu stuðlunum
uttanfyri, og fyrsta settið
gjørdist ein sannførandi
sigur til TB.
Hamskift
Frá byrjan í øðrum setti var
ÍF mest sum hamskift. Tær
funnu fram flótandi gott
álopsspæl við tryggum
móttøkum, góðum heving-
um og avgjørdum smasjum.
Hinvegin komu bæði mót-
tøkan hjá TB og blokkurin
illa frá byrjan í øðrum setti.
Longu í øðrum setti sást,
at uppskriftin hjá ÌF –
skuldi nakað spyrjast burt-
urúr hendan leygardagin
fyri fullum húsi – var at
finna ró serliga í uppspæl-
inum.
Tað mesta av dystinum
hevði hevarin hjá ÍF trupult
við at leggja álopsspælið til
rættis. Móttøkurnar hjá ÍF
vóru tað mesta av dystinum
heldur ikki tær bestu, men í
seinna setti vístu tær meira,
hvat tær eru førar fyri at
gera á vøllinum.
Sum ikki einaferð var tað
Nikolna Alner, sum frá
byrjan vísti, hvussu álops-
spæl skal handfarast.
ÍF uppbygdi eina hampu-
liga leiðslu. Hóast TB fekk
meira skil upp á spælið hjá
sær helt ÍF munin heilt upp
til støðuna 21-21. TB vann
sær størri megi í álopsspæl-
inum, og teir dugdu betri og
betri at fáa stig móti veiku
verjuuppstillingunum hjá ÍF.
TB kom aftur á 24-24,
eftir at ÍF vann seg eitt
sindur framum.
Og tað var ógvuliga pass-
andi fyri settið, at tveir teir
síðstu bóltarnir vórðu av-
gjørdir við tveimum roynd-
um frá Nikolnu Alter. Alt
settið var hon at kalla einki
darvað av blokaduni hjá
TB, og í tveimum teimum
síðstu og avgerandi bóltun-
um, vann hon stig umvegis
blokkin hjá TB.
3. sett
Við einum setti í viðførin-
um í part var greitt, at triðja
settið skuldi gerast avger-
andi fyri í hvørjum horni av
landinum, steypið skuldi
standa.
Lítið skil var á spælinum
hjá TB í byrjanini av settin-
um, og tær flestu av mót-
tøkunum fóru beinleiðis
aftur til ÌF.
Fuglafjarðakvinnur
vunnu seg framum 8-2.
Men ógvuligandi sigandi
fyri dystin, vann TB seg
aftur í dystin við dygdar-
góðum spæli frá fleiri
leikarum. Hevingarnar á
miðjuni riggaðu ógvuliga
væl hjá TB, sum annars
høvdu verið nakað aftur-
haldandi á hesum partinum
av álopsspælinum.
Frá einari greiðari leiðslu
til ÍF gjørdust javnt millum
liðini miðskeiðis í settinum.
Harfrá fylgdust liðini so
at siga allanvegin. ÍF hevði
kortini munin til støðuna
24-24 við tveimum sett-
bóltum. Tær fingu tann
triðja settbóltin eisini, men
fingu ikki skil á nervunum
til at avgera dystin.
Bæði liðini spældi gott
álopsspæl. ÍF kvinnurnar
smasjuni sera avgjørt, hóast
hevingarnar ikki altíð vóru
tær bestu. Á TB liðnum var
tað serliga Gudrid Nolsøe,
sum vísti vegin í álopsspæl-
inum, men í verjupartinum
stóð heldur verri til hjá TB.
Tær fingu ikki fyrimunir-
nar við liberospælinum.
Líka so gott og kontant
sum ÍF bygdi upp álops-
spælið og eina leiðsla, líka
kraftigt small ÌF burturímill-
um, og nervarnir tóku full-
komiliga ræðið á liðnum.
Hjá TB var tað Marina
Popovic við góðum heving-
um frá navnanum, sum helt
lív í vónini, og í royndu og
veru avgjørdu settin og
dystin til fyrimuns fyri TB.
4. sett
Við fjórða settinum kundi
ÍF tryggja sær steypið. Sum
heild var støðið nakað
lægri enn í bæði øðrum og
triðja settinum.
Tað gekk javnt á tað
mesta av settinum, men
móti endanum fór TB fram-
um. ÌF kundi ikki aftur
finna rætta stevið, og tær
taptu settið 25-20, uttan at
tær orku til at geva tað
síðsta, ið skuldi til.
Ein greiður munur á lið-
unum var eisini, at hevarin
hjá TB fekk sítt spæl betri
at koyra, enn starvsfelagin
hinumegin netið. Tað er
einki at taka seg aftur í, at
størstu álopsessini á vøllin-
um, men í fleiri førum lóu
hevingarnar alt ov lágt til
serliga Nikolna Alter. Tað
hevur stóran týdning, at
hon sleppur at sláa so høgt
sum gjørligt, og tað var
oftani heldur ein veikur TB
blokkur, sum skapti grund-
arlag fyri stóran parti av
stigunum hjá TB.
Stuttligt fyri dystin var at
altjóða dómarin, Birger
Christensen,
konsekvent
dømdi fyri dupultslag og
føring. Eftir dystin segði
Birger, at hann roknar ikki
við, at føroysku leikararnir
vóru vanir við at verða
dømdir fyri hetta.
Hjá ÌF liggur nógv tann
tyngsta byrðan á herðunum
hjá teimum báðum út-
lendskum leikarunum – á
kantinum og á miðjuni.
Tá tær byrja at gera per-
sónligar feilir og missa
takið á dystinum, so verður
úrslitið
hareftir.
Hevði
álopsspælið var líka sann-
førandi allan dystin sum í
øðrum setti hjá ÌF, so kundu
tær tað sama endað við
tyngri metal um hálsin.
Tá á stóð small saman hjá
ÍF, og tær kunnu í síðsta
enda takka sær sjálvum fyri,
at tær ikki tóku møguleikan,
teir vunnu seg fram til.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at genturnar av
Tvøroyri hava eitt kollektiv
fram um alt annað. Liðið
hevur eina fastu stammu,
og tær spældu allan dystin
uttan at gera eina einastu
útskifting. Í avgerandi løt-
um stinga ymsir profilar
seg fram, men tað er í
síðsta breiddin í væl sam-
anspældu eindini, ið vann
tryggjaði steypið aðru ferð
upp í slag.
TB-ÌF 3-1 (25-18, 24-26, 27-25,25-20):
Kollektivið vann
C
M
Y
K
28