týsdagur 18. februar 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 18. februar 2003
31
30
Nr. 33 - 18. februar 2003
Vit høvdu
møguleikan
Liðformaðurin hjá
SÍ var væl nøgdur
við spælið, men
hann iðrar seg um,
at teir ikki megnaðu
at avgera dystin
PRÀT
Heri á Rògvi/
Jens Kristian Vang
Eftir mansfinaluna var
liðformaðurin
hjá
SÌ
skuffaðir um, at teir ikki
fingu steypið við sær
aftur til Sørvágs. Hann
var tó nøkulunda nøgdur
við spælið hjá teimum
– Vit spældu ikki so væl
í fyrsta setti. Vit gjørdu
nógvar persónligar feilir.
Sjálvir gjørdi eg einar
fýra feilir, og vit taptu eis-
ini setti við fýra stigum,
segði SÍ liðformaðurin,
Kaj á Stongum, beint eftir
steypahandina leygardag-
in. Hann hevði hug at taka
eitt sindur av skyldini á
seg fyri tapið. Hann er tó
glaður fyri, at teir megn-
aðu at geva áskoðarunum
eina góða uppliving, sum
hann helt teir høvdu uppi-
borið fyri góða stuðulin.
– Vit fara eitt sindur
niður við høvdinum í
triðja settinum, og vit
reisa okkum heldur ikki
fyrr enn nakað út í fjórða
setti, segði Kaj á Stong-
um.
Hvat er tað, sum ger, at
tit koma so væl fyri tykk-
um aftur í fjórða setti?
– Eg dugi ikki rættilig
at siga, hvat er, sum ger,
at vit koma fyri okkum
aftur. Kanska er tað, at ÍF
byrjar at gera fleiri ferðir,
og so fáa vit geistin aftur,
sigur Kaj á Stongum.
Liðformaðurin er væl
nøgdur við spælið í øðr-
um setti og fjórða setti.
Hann heldur eisini, at teir
stóðu seg væl í fimmta
setti.
Kaj sigur seg bara
kunna ásanna, at teir
høvdu møguleikan at av-
gera dystin, men tað
eydnaðist so ikki.
– Sum heild haldi eg, at
vit spældu ein góðan dyst
í dag. Móttøkurnar eru
ikki for góðar, men vit
spæla væl í álopinum.
Men teir eru eisini ótrú-
liga góðir á kantinum ser-
liga, sigur Kaj á Stongum,
sum í ár máttu uppliva
júst tað øvugta sum í fjør,
tá Sí gjørdist steypavinn-
arar.
Rætti
vinnarin
– Eg haldi, at vit
vóru tann rætti
vinnarin, sigur Rúni
Weihe, ið fyri fyrstu
ferð vann steypa-
kappingina leygar-
dagin.
PRÀT
Heri á Rógvi/
Jens Kr. Vang
– Eg haldi, at vit vóru
tann rætti vinnarin, sigur
Rúni Weihe, sum spælir
við ÍF.
Ársins leikari í hjá
monnum í fjør spældi fyri
fyrstu ferð steypafinalu
leygardagin, síðani byrjað
varð við hesum táttinum í
føroyskum
flogbólti.
Hann verður av mongum
roknaður at vera eitt hitt
størsta talentið í mong ár í
føroyskum
flogbólti
seinnu árini. Tað var eisini
upp á tal, at hann skuldi
fara uttanlands at royna
síni evni, men hetta varð
av ongum. Hann flutti tó
úr meistaraliðnum Fram
til ÍF.
Um gongdina í dystin-
um sigur Rúni:
– Tað vísir seg, at ger
eitt lið fyrst einar tveir
feilir, so tapar teir kanska
eini fimm stig og detta
afturum,
sigur
Rúni
Weihe.
Rúni Weihe hevur eisini
roynt seg sum dómara við
hetta áður undanfarin ár,
men hann er meira glaður
fyri at sleppa at spæla, og
hann letur væl at spæl-
inum.
– Tað var ein góður
dystur upp á allar mátar.
Kanska eitt sindur eins-
táttaður við øgiliga nógv-
um spæli á kantunum,
sigur Rúni Weihe.
Eins og onnur vísir
Rúni á, at karmarnir og
áskoðararnir vóru nakað
heilt serligt í høllini
leygardagin.
– Eg havi spælt nógvar
ferðir uttanlands, og eg
havi ongantíð verið við
til, at so nógv verður gjørt
burturúr. Hetta er at líkna
við altjóða støði, sigur
Rúni Weihe, sum nú sam-
an við liðfeløgunum úr ÍF
setir kósina eftir at finna
føroyameistaraheitið.
Steypafinalan hjá
monnum livdi í flest
allar mátar upp til,
hvat roknast kann við
av einari tílíkari fin-
alu. ÍF var væl betra
liðið, men SÌ tann
takka sær sjálvum
fyri, at teir ikki tóku
møguleikan og vunnu
steypið
FLOGBÒLTSFINALA
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kr. Vang
Var stuðulin nógvur og
gangurin harður til kvinnu-
finaluni, so var stemning-
urin um nakað uppaftur
betri
til
mansfinaluna.
Hvørt liðið sær hevði ein
ótrúliga trúgvan skara av
áskoðarum við sær í høllina
á Hálsi. Fyri dystin og fyri
upplivingin var tað ein
fragd,
hvussu
dysturin
gjørdist ein kampur eisini
uttanfyri vøllin.
Líka mikið hvussu illa
stóð til, so fornoktaði stuð-
ulin seg ikki.
Leikliga gjørdist finalan
ein væl men heldur eins-
táttað spæld finala. Ein
meira spennandi finalu skal
ein leita leingi eftir.
ÍF á odda
Bæði liðini høvdu kendar
manningar frá byrjan. ÍF
stillaði upp við helst teirra
sterkastu manning: Rúni
Weihe og Boban Ilic á kant-
inum, Jan Áki Olsen og
Bartal Eliasen á miðjuni,
Odd Eliasen var sum vant
hevari og Kenneth Nes-
hamar spældi á Diagnolina.
ÍF skifti ikki nógv gjøgn-
um dystin. Jan Áki varð
skiftur við Hans Toftegaard
einar tvær ferðir, men ann-
ars vóru ikki stórvegis av
broytingum.
SÍ spældi sum vant við
helst besta diagonal leikar-
unum í føroysku kapping-
ini, Rajko Petrovic. Kaj á
Stongum var hevari, kant-
leikarar vóru Jóhan Petur á
Stongum og Borko Ilic. À
miðjuni skifti SÍ eitt sindur
út. At byrja við vóru Kell
Jensen og Suni Hansen á
miðjuni.
Frá byrjan av vísti Sí
óvæntaði nógva styrki á
miðjuni. Dysturin skuldi
sum heild vísa seg at gerast
merktur av hevingum út á
kantarnar. Liðini stóðu
rættiliga líka á miðjuni. Á
kantinum hevði ÍF munin,
men Rajko Ilic kláraði seg
væl betri í dystinum enn
Kenneth Neshamar, uttan
tó at hesin kláraði seg stór-
vegis illa.
ÍF hevði rættiliga gott tak
á fyrsta settinum. Tá støðan
nærkaðist seinna sifrið í
tíggjararaðnum,
fór
ÌF
spakuliga frá SÍ og vann
settið 25-21.
Sum heild virkaði styrkin
í álopinum hjá ÍF ikki vera
til at fáa greiðu á hjá SÍ
Sí kemur aftur
í næsta settið var SÍ betri
við. Sørvingar fingu nógv
betri glið á álopsspælið.
Hetta næsta settið var rætti-
liga
undirhaldandi,
og
álopsspælið hjá báðum
pørtum var frálíkt, og av-
gerðirnar fullu hart og
kontant.
Flogbóltur kann vera
løgin at hyggja at, tá bóltar-
nir vera avgreiddir so skjótt
og so kontant sum í stórum
pørtum av mansfinaluni.
Hinvegin er tað spennandi,
tá so stórt megi er í spælin-
um. Bæði liðini spældu
væl, og tær bóltarnir, ið
vórðu
kastaðir
burtur,
kostaðu stig, sum tað eisini
skal vera.
Flest øll høvdu kanska
roknað við, at SÌ fór at
hanga við ein part av settin-
um, men ÌF fór síðani at
hála frá. Soleiðis var tað
eisini líkt til, at tað fór at
ganga, men SÍ vildi tað
øðrvísi.
Júst sum ÍF var líkt til at
fara frá sørvingunum, tá
traðkaðu teir í hvítum til.
Sí legði seg á odda 24-
21, og teir vunnu í síðsta
enda 25-23.
Klassamunur
Av einari ella aðrari myst-
iskari orsøk valdi SÍ venjar-
in at skifta út á liðnum. Vet-
eranurin Annfinn Joensen
kom inn á liðið fyri Kell
Jensen. Hetta fekk tó kort-
ini ikki nakra jaliga ávirkan
á spælið hjá SÌ.
ÍF helt spælið á sama
høga støðið, men tað fall
heilt niður hjá sørvingum.
25-16 gjørdist úrslitið, og
tað var væl og virðiliga
uppiborið.
SÍ leikararnir gjørdu alt
ov nógvar feilir, og teir
prísaðu seg mest sannlíkt
lukkuligar fyri, at teir
høvdu ein marginal at
hanga seg á við einum setti
í skjáttuni.
Glapp av hondum
Við kvinnufinaluni í hug-
anum, so var tað skjótt at
gita seg til, at SÍ eftir lús-
ingin frá ÍF í triðja setti ikki
fór at reisa aftur.
Men soleiðis skuldi ikki
vera.
SÍ gjørdi nakrar broyting-
ar á liðnum. Millum annað
kom ungi Hans Fróði Han-
sen inn á liðið.
Aftur hetta settið gjørdist
eitt væl spælt sett. Nógvu
hevingarnar út á kantarnar
góvu leikarum sum Rúna
Weihe og Boban Ilic hjá ÍF
at vísa, hvør dugur er í
teimum. Tað er ikki nógv at
taka seg aftur í, at hetta má
vera ein hin besta manning-
in á kantinum í føroyskum
flogbólti í longri tíð.
Báðir hevararnir dugdu
væl at leggja upp til megina
frá kantunum. Somuleiðis
vísti Rajko Petrovic fram-
úrskararndi gott spæl ein
stóran part av dystinum.
Í fjórða setti fylgdust lið-
ini rættiliga væl, men eins
og við fleiri undanfarnu,
gjørdi eitt lið eitt lop, tá
settið fór at halla.
ÍF tóktist fullkomiliga at
missa konsentratiónina í
endaspurtinum, og SÍ kundi
sostatt tvingað ein avger-
andi javnbrótatar í fimmta
setti.
Ótrúliga spennandi
Sjálvt ikki teir stinnastu rit-
høvundarnir kundu havt
skrivað ein betri enda á
flogbóltsupplivingini
á
Hálsi leygardagin. Komið
var út í eitt fimmta sett, og
høllin kókaði. Og eingin
skuldi fara heim uttan at
hava upplivað ein klimax,
sum setir spor í sinni.
Til 6-6 lá ÍF á odda. Men
eftir hetta tók Sí leiðsluna.
Liðini fylgdust væl, men SÍ
helt seg frammanfyri at
kalla allanvegin til støðuna
12-12. Sørvingar fóru so
aftur framum. Við støðuna
12-11 til SÍ verður Kenneth
Neshamar illa skaddur og
noyðist av vøllinum. Í
hansara stað kemur Hanus
Eliasen, sum sostatt sleppur
beina leið av bonkinum í
heita eldin.
Við støðuna 13-13 skal
dysturin avgerast. ÌF vinnur
báðar bóltarnir við tveim-
um sløgum hjá Boban Ilic,
leikandi venjara.
SÍ var eina løtu á odda
12-9, og teir høvdu møgu-
leikan at vinna dystin, men
sørvingar megnaðu ikki at
savna kreftirnar avgerandi
løtuna.
Tær løtur í dystinum, tá
ÍF var betri, so vóru teir
eisini nakað væl betri.
Kortini SÍ kundi tað saman
havt vunnið, og dysturin
gjørdist ein frálíkur flog-
bóltsdystur. Júst tað, vit
kunnu vænta av einari
steypafinalu.
ÍF-SÍ 3-2 ((25-21, 23-25, 25-16, 21-25, 15-13):
Mansfinala við megi
Kaj á Stongum, liðformaður hjá SÌ
Mynd: Rúni Weihe, ÍF.
C
M
Y
K
30