týsdagur 18. februar 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 18. februar 2003
33
Onki var at ivast í, at
spenningurin í KÍ
høllini leygardagin
millum allar luttak-
ararnar og áskoðar-
arnar, sum vóru til
Boccia kappingina
var nógvur. Og so
hvørt sum tað
eydnaðist luttakarum
at sleppa víðari í
kappingini, so var
nógv reyp at hoyra
BOCCIA
Solby A. Eliasen
Boccia kapping var í KÍ
høllini leygardagin. Boccia
er eitt einkult, men tekniskt
bóltspæl, sum enn ikki er
so framkomið í Føroyum,
men tað vindur alt meira
upp á seg. ÍSB skipar reglu-
liga fyri kappingum, og
leygardagin var so kapping
í Klaksvík. Tað vóru ikki so
mong, sum høvdu lagt sær
leiðina í høllina at hyggja,
men nøkur vóru tey kortini.
Knapt 40 luttakarar vóru,
og tey vórðu deild upp í
tríggjar bólkar: Menningar-
tarnað vaksin, rørslutarnað
vaksin og børn.
Spenningurin var í hásæt-
inum, og tað var sera stutt-
ligt at síggja, hvussu høgt
allir luttakararnir gingu upp
í teirra avrik. Ferð eftir ferð
so hvørt sum tey høvdu
spælt ein dyst í tí innleið-
andi umfarinum, gingu tey
yvir til Elnu Skylv Hansen,
sum er ítróttarráðgevi hjá
ÍSB,
og
spurdu,
hvat
nummar tey vóru í tí inn-
leiðandi. Tey vóru sera
spent at vita, hvørjum tað
hevði eydnast at ogna sær
pláss í hálvfinalunum. Tá
øll tey innleiðandi umførini
vóru av, vóru hálvfinalurn-
ar og at enda finalurnar.
Tíggju ára gamli Rói Okna-
dal úr Klaksvík vann barna-
bólkin. Vinnari av bólkin-
um fyri menningartarnað
gjørdist Eyðstein Morten-
sen úr Havn og fyri rørslu-
tarnað Marius Johannesen
eisini úr Havn. Nummar
eitt, tvey og trý fingu heið-
ursmerki og heiðursbræv.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen hand-
aði
heiðursmerkini,
og
hann nýtti eisini høvi til at
takka fyri heiðurin og bjóð-
aði teimum øllum at verða
hjartaliga vælkomin til
Klaksvíkar eina aðru ferð
at halda Boccia kapping.
Boccia fyri øll
Tað er ÍSB, sum skipar fyri
hesum kappingunum kring
landið, men so eru tað lokal
fólk, sum taka sær av fyri-
reikingunum. Í Klaksvík
vóru tað Marita Krosstein
og Margee Dam, sum skip-
aðu fyri. Tær báðar eru eis-
ini Boccia venjarar í Klaks-
vík. Eini átta venja hjá
teimum hvørt hóskvøld.
Margee sigur, at Boccia
er eitt spæl, sum øll kunnu
fáa gleði av.
- Nógv halda, at Boccia
bert er fyri rørslu- og
menningartarnað, men tað
er tað slettis ikki, sigur hon
og vísir á, at í útlondunum,
har Boccia er sera vælum-
tókt eru stórar Boccia hall-
ir. Onkur av luttakarunum
leygardagin høvdu trupult
við at sleppa inn í KÍ høll-
ina, men við góðari hjálp
gekk tað kortini.
- Líka sum vit hava ítrótt-
arhallir og bowlinghøll, so
hava tey eisini Boccia hall-
ir, sigur Margee, sum hevði
kunnað hugsað sær at skip-
að fyri Boccia kapping fyri
pensjonistum. Men hon
dugir tó ikki at siga, hvussu
skal farast fram fyri at
vekja áhuga fyri spælinum
millum til onnur.
- Hetta er eitt spæl nær-
um skapt fyri til dømis
pensjonistum. Tað er ikki
kropsliga krevjandi, men
tað krevur, at tú hevur
høvdið við tær allatíðina.
Tað er ikki bara at kasta
nakrar bóltar, tað ræður jú
um at fáa bóltarnar at liggja
rætt og til tín egna fyrimun,
tá allir eru kastaðir. Alt er
loyvt til tess at røkka tínum
máli, og tí er taktikkur og
teknikkur
lyklaorð
í
Boccia, greiðir Margee frá
og undirstrikar, at Boccia er
fyri øll.
Spenningur og reyp
Eyðstein var sera errin av at
vera komin í finaluna, og tað
var ikki frítt, at hann hevði
hug at reypa fyri hinum
Nummar eitt, tvey og trý í barnabólkinum frá vinstru: Ella
Maria Rasmussen, Rói Oknadal og Joen Dávur Dam
Bólkin hjá teimum menningartarnaðu vann Eyðstein
Mortensen, nummar tvey gjørdist Júst í Túni og nummar trý
gjørdist Unn Mortensen
Bólkin hjá teimum rørslutarnaðu vann Marius Johannesen,
nummar tvey gjørdist Áki Joensen og nummar trý Jóhannes
Ziska
33
32
Nr. 33 - 18. februar 2003
Steypafinalur í myndum
Leygardagin vóru
steypafinalurnar í
flogbólti spældir hjá
kvinnum og monnum
Karmarnir vóru framúr
góðir, og ein rúgva av
fólki hevði leitað sær
niðan á Háls til tvær
spennandi og góðar
finalur. Myndamaður
okkara, Jens Kristian
Vang, tók millum
annað hesar myndirnar
leygardagin.
Sosialurin ynskir ÌF og
TB til lukku við
sigrunum.
C
M
Y
K
32