týsdagur 18. februar 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 33 - 18. februar 2003
Nr. 33 - 18. februar 2003
35
Ein maður, sum var
farin at royna eftir
hemara í báti sínum,
varð funnin deyður
norður úr Mýlingi
LØGREGLUTÌÐINDI
Heriá Rógvi
59 ára gamli Jóan Jakku
Blástein fór í góðveðrinum
fríggjadagin við bátinum
Hvannadalur at royna eftir
hemara í Vestmannasundi.
Meðan hann var úti royndu
fólk at ringja til hansara,
men hann svaraði ikki. Tá
tað leið móti kvøldi, og tað
framvegis einki hoyrdist frá
Jóan Jakku gjørdust fólk
bangin um hann og boðað
varð frá til løgregluna.
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn fekk fríg-
gjakvøldið kl. 20.11 boðini.
Báturin, sum var ein sekær-
ingur, varð seinast sæddur
kl. 16.30 stutt norðanfyri
Vestmanna.
MRCC upplýsir í tíð-
indaskrivi, at bátar úr
Vestmanna fóru at leita.
Brimil og Tjaldrið fóru
somuleiðis á leiðina. Ùr
Vágum fór tyrla við ser-
ligari leitiútgerð.
Kl. 22.09 fríggjakvøldið
kom tyrlan fram á bátin,
sum tá var staddur 3,5
fjórðingar
úr
Mýlingi.
Brimil kom á staðið stutt
eftir og kundi staðfesta, at
maðurin, Jóan Jakku Blá-
stein, var umborð, men
sýntist lívleysur. Seinni
varð staðfest, at maðurin
var deyður.
Jóan Jakku Blástein var
giftur og átti fýra børn.
Doyði einsamallur í báti
Stýrið fyri Norður-
landahúsið hevur
havt fund hósdagin
og fríggjadagin. Karin
Kjølbro fór frá sum
formaður, og nýggjur
formaður er danin
Helvin Høst, sum er
hálvur hvalbingur
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ
Tíðindaskriv
Á fundinum var regluliga
formansvalið,
sum
er
annaðhvørt ár. Fráfarandi
formaðurin Karin Kjølbro,
sum er fyrsti føroyski for-
maðurin í stýrinum, takkaði
fyri seg. Nývaldur formað-
ur er Helvin Høst úr Dan-
mark. Hann er útbúgvin
løgfrøðingur
og
hevur
starvast í danska menta-
málaráðnum síðani 1975.
Hóast Helvin er fyrsti
danski stýrisformaðurin í
Norðurlandahúsinum,
er
hann ikki ókendur í Før-
oyum. Hann hevur vitjað
her ofta og pápin, Olaf Jen-
sen, var úr Hvalba. Týs-
dagin verður Helvin 60 ár.
Helvin Høst er nýggjur
formaður í stýrinum fyri
Norðurlandahúsið í Føroyum
Helvin Høst nýggjur formaður
fyri Norðurlandahúsið
TÌÐINDASKRIV
Amnesty International
Amnesty
International
heitir á fólk um at venda
sær til ST-trygdarráðið
við eini áheitan um at
meta um avleiðingarnar
fyri mannarættindini hjá
fólkinum í Irak, áðrenn
støða verður tikin til eitt
hernaðarligt álop á Irak.
Til ber at skriva undir
elektroniskt á heimasíð-
uni ella at prenta ein lista
út, sum fleiri kunnu skriva
undir og senda við posti.
Amnesty óttast fyri, at
støðan hjá fólkinum í
Irak, sum longu er sera
ring og hevur verið tað í
fleiri ár, fer at versna álv-
arsliga, um eitt álop verð-
ur framt á landið. Á
heimasíðuni ber til at lesa
meira um støðuna hjá
fólkinum í Irak nú og
metingarnar hjá Amnesty
International um hóttandi
kríggið í Irak
Áheitan á ST-
Trygdarráðið
viðvíkjandi
Irak
Skóru dekk
upp
Tveir bilar á Hálsi
máttu finna sær
nýggj dekk fyri at
sleppa heim eftir
steypafinalurnar
leygardagin
LØGREGLUTÌÐINDI
Heri á Rógvi
Tað var ikki alt, sum gekk
so friðarliga fyriseg í
sambandi við steypa-
finalrunar í flogbólti, sum
vóru leiktar í høllini á
Hálsi leygardagin.
Nakrir ókendir gern-
ingsmenn
hava
latið
frustratiónirnar hjá sær
ganga útyvir nakrar bilar,
sum stóðu parkeraðir
uttanfyri høllina.
Av Politistøðini í Havn
frætta vit, at tveir bilar
fingu skorið dekkini upp,
og ein bilur fekk nakrar
skøvur í lakki.
Annars
lata
tey
á
Politistøðini væl at viku-
skiftinum, sum hevur
verið
stak
friðarligt.
Nakrir hava sovið rúsin av
sær á støðini, men annars
hevur ikki verið tað nógva
at skriva heim um hjá
løgregluni
í
høvuðs-
staðnum.
Í blaðnum hósdagin stóð
grein um, hvussu um-
leggingin av Bussleiðini í
høvuðsstaðnum ávirkar
skúladagin hjá børnunum
í Kollafirði, sum dagliga
koyra til Havnar í skúla.
Har bleiv sagt, at tey fóru
heimanífrá áðrenn klokk-
an sjey á morgni og vóru
ikki heima aftur fyrr enn
um hálvgum sekstíðina á
kvøldi.
Hetta er tó ikki rætt.
Tey eru heima aftur um
fýratíðina.
Undirritaða
átekur sær fulla ábyrgd
fyri mistakið.
Solby
Rætting
Latið okkum sleppa
takinum á íløgukarm-
inum hjá kommunun-
um, soleiðis at pen-
ingur heldur verður
brúktur til neyðugar
íløgur enn óneyðugan
hækkandi rakstur.
Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður og
býráðslimur:
Eftir kreppuna fyrst í níti-
árunum vóru víðfevndar
broytingar gjørdar í sam-
starvinum millum lands-
kassan og kommunurnar.
Eitt nú vórðu allar nátúr-
ligar íløgugjaldingar úr
landskassanum til komm-
unurnar steðgaðar. – Eisini
vóru ymiskar umleggingar
framdar millum rakstur og
íløgur, við m.a. at geva
kommununum ein fastan
íløgukarm, lagaðan eftir
fólkatali og inntøkum.
Inntøkurnar hjá komm-
ununum so væl sum hjá
landskassanum eru nærum
tvífaldaðar, og samfelagið
ídag er eitt heilt nýtt, vit
kunnu næstan siga, eitt
endurstovnað samfelag.
Einasti partur við
ongari eftirgeving av
lánum
Hóast kommunurnar vóru
einasti táttur í samfelagn-
um, sum samfelt ikki fingu
nakra eftirgeving og niður-
skriving av lánunum, eru
allarflestu teirra í dag
rættuliga væl fyri, soleiðis,
at lánsbyrðan liggur fyri
tær flestu ikki hægri enn
eina skattaálíkning.
Ferð eftir ferð havi eg frá
tingsins røðarapalli og í
skriving gjørt vart við, at
landsstýrið hevur lagt á
skeivan bógv, tá trýstið á
kommunurnar er, at íløgur-
nar ikki skulu fara upp um
ávísan íløgukarm, meðan
onki verður nevnt um
raksturin.
Hetta hevur ídag elvt til,
at fleiri av kommununum í
menning, ikki sleppa at
gera
neyðugar
íløgur,
meðan peningur alt meiri
verður nýttur til rakstur.
Heldur rakstur enn
íløgur
Givið er, tað hevur søgan
og "Parkinsons lóg" eisini
lært okkum, at verður pen-
ingurin ikki nýttur til skila-
góðar íløgur, eitt nú til at
loysa
íbúðatrupulleikar,
ídnaðar- og havnarøki, ný-
hugsan innan sosialar íbúð-
ir o.a., verður hann brúktur
til hækkaðar - og kanska
ofta óneyðugar – rakstrar-
útreiðslur.
Kommunurnar hava nú
eftir lógarbroytingarnar í
kommunulógini fingið so
mikið fríar ræsur, at einki
er í vegin fyri, at tær kunnu
gera tær íløgur, sum pen-
ingur er til, tí er skeivt, at
ein
fastur
íløgukarmur
verður settur av landsins
leiðslu. – Her áttu komm-
unurnar sjálvar at fingið
ræðisrættin yvir skatta-
peninginum.
Vit skulu eisini minnast
til, at skal lánsbyrðan hjá
eini kommunu upp um eina
álíkning, skal loyvið útveg-
ast frá landsstýrinum, um
íløgurnar skulu fíggjast við
lántøku.
Sleppið
íløgukarminum
Eg fari tí at heita á ta lands-
stýrissamgongu, sum eg
sjálvur eri limir av, at
sleppa takinum á íløgu-
menningini, soleiðis at
føroysku
kommunurnar
heldur nýta pening til íløg-
ur, enn at hækka raksturin
óneyðugt.
Vit skulu gera okkum
greitt, at vælskipaðar íløgur
geva borgarum í flestu
førum og á øllum økjum
menningarlig livilíkindi,
meðan óneyðugur hækk-
andi rakstur oftast bert
tyngir um bæði umsiting og
tá
skilagóðar
avgerðir
verða tiknar. – Kommunur-
nar treingja ávísar íløgu-
ábøtur.
Vónandi verða broyting-
ar nú framdar í hesi bú-
skaparligu skeivu gongd
yvirfyri kommunum.
Skeivur búskaparpolitikkur mótvegis kommununum
VIÐMERKINGAR
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
35
34