Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 160 — 13. oktober 1990 Taparar móttiknir Tá føroyska landsliðið hósdagin á miðdegi kom aftur til Føroya við flúgv- aranum hjá Atlantic Air- ways, var måttøka á flog- vellinum. Heilt fitt av fólki var komið saman at heiðra okkara frálíku spælarum, sum enn einaferð høvdu prógvað, at fjallaapur og fiskimenn kunnu spæla fótbólt so mikið væl,at sjálvt ikki teir størstu á vølli kunnu kenna seg tryggar. Hesaferð var orsøkin til måéttøkuna tað frålika úr- slitið i Parkini, sum lands- lidsleikararnir allir sum ein kunnu fegnast um og vera glaðir fyri. Aftur hesaferð stóðu eis- ini fólk framvið vegnum og veittraðu við fløggum, bilar floytaðu og øll vóru í góðum lag. Hvat tá? Bæði Brasilia, Svøriki, Grikkaland og onnur góð lond eru farin úr Parkini við verri úrslitið enn vit — ein pinkalitil prikkur á heimskortinum. Bussurin við leikarunum steðgaði í Kollafjaðrar- dali, og har varð so skiln- aður, tá norðingarnir hildu fram norðureftir, og havnamenninir suðureftir. Á Oyggjarvegnum stóðu allir bilarnir hjá Shell >pá rad og række«, og fylgdu teir landsliðsbussinum til Havnar. Ætlanin var, at landslið- ið skuldi í Tinganes ein túr seinnapartin hósdagin, men hetta varð av ongum, tí teir vildu heldur sleppa heim at hvíla seg. Måttøkan í landsstyr- inum verdur so istadin einaferð í næstu viku. Annars var landsliðið eftir dystin mikukvgldið fyrst til ein døgurda, áðr- enn farid var i Folkets Hus at feira »sigurin« saman vid ødrum blidskortadum føroyingum. A vegnum heim kundu teir sóu stóru stavirnar á Politikens Hus útbasuner- að »DANSK FIASKO«. teir so lesa ta beinraktu yvirskriftina i Ekstrablad- num: »HURRA VI TABTE«, samstundis sum hj. Aliir bilarnir hjá Shell fylgdu lands- liðsbussinum seinasta strekkið av Oyggjar- vegnum oman til Havnar. Mynd: Kalmar um sigursharrar Landsliðsleikararnir vóru eisini væl móttiknir í Havn. Frá vinstru: Gunnar Mohr, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen og Jan Dam. Mynd: Kalmar Havnar Arbeiðskvinnu- felag Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur árs- aðalfund 29. oktober kl. 20.00 á Hotel Hafnia (parnassið). Skrá: 1. Frágreiðing frá farna ári 2. Roknskapur til góðkenningar