leygardagur 13. oktober 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 13. oktober 1990
DBU tvær
— 17.800 krónur eru í
part til hvønn av
donsku leikarunum
afturfyri at teir
megnaðu at vinna á
føroyska EM-lands-
liðnum mikukvøldid
EM-dysturin mikukvøldid
gav kanska ikki dønum tey
stóru tølini á måltalvuna,
men í kassabókini hjá
DBU stendur betri til.
DBU-kassameistarin Er-
ik Nielsen sigur við Politi-
ken, at teir 38.500 áskoð-
ararnir brutto góvu 4,9
milliónir krónur av sær. Tá
allar útreiðslur eru goldn-
ar, vera millum hálvaaðru
og tvær milliónir eftir í
reinum yvirskoti.
Frá kl. 15 seinnapartin
mikudagin til dysturin
byrjaði, varð sett stórt met
í atgongumerkjasgluni í
sólubúðunum uttan fyri
Parkina. Har vórðu tá seld
atgongumerki fyri 900.000
krónur.
„Hetta var eitt frálíkt
kveld fyri DBU, tí vit
høvdu ikki roknað við
meiri enn einum 10.000 á-
skoðarum til dystin, áðr-
enn Føroyar so óvæntað
vunnu á Eysturríki í
Landskrona,< sigur kassa-
meistarin.
Lættari móti
Nordurirlandi |
Flestu av donsku spælar-
unum hava eftir dystin
bert gramt seg og givid
sær sjålvum skyldina fyri,
at danski sigurin ikki
gjørdist stórri.
Bert onkur einstakur
teirra millum hevur fatad,
at føroyska landsliðið eis-
ini kann gera skreytir og
er marran hjå hinum i
bólkinum at spæla ímóti.
Teirra millum Kent Niel-
sen, sum dagliga spælir
við Aston Villa í ensku 1.
deild:
»Føroyingarnir vóru ser-
liga væl skipaðir í verjuni,
og teir megnaðu tað uttan
at spæla so nógv uppá off-
side, sum vit høvdu vænt-
að,< sigur hann við Tips-
blaðið.
Har sigur hann eisini, at
tað ongantíð er lætt at
spæla móti einum líði,
sum ikki vil frameftir.
>Á ein hátt verður lætt-
ari at spæla móti norður-
írum, sjálvt um vit eisini
eiga at hava stóra virðing
fyri teimum« sigur Kent
Nielsen. >Teirra spælistíl-
ur hóskar væl til okkara, tí
teir vilja frameftir, og tað
gevur enn betri møguleik-
ar fyri kontra.<
hj.
Her eitt gott dómi um, at føroyska verjan var væl
skipað, sum Kent Nielsen vil vera við. Jan og Torkil
fáa í felag bóltin av Michael Laudrup, ið annars var
besti maður á vellinum. Mynd: Hilmar Jan
Høvdu bert verið 10.000
áskoðarar, hevði ikki
verðið so mikið sum ein
króna í yvirskoti. Men nú
gjørdist ødrvisi.
Og hóast øll atgongu-
merkini til dystin móti
Jugoslavia í november
longu eru seld, verður
yvirskotið tá ikki so stórt.
Hetta kemst av, at jugo-
slavisku leikararnir eru
yrkisleikarar, og at moms-
ur tí skal gjaldast av at-
gongumerkjainntøkunum
hjá DBU. Slíkar útreiðslur
hevði DBU ikki av dyst-
inum móti føroyingum.
Umframt at kassin hjá
DBU fekk eitt meiri enn
milliónir í kassan
gott ískoyti, hava spælar-
arnir eisini fingið sítt. Teir
16 í danska EM-hópinum
fáa í part 17.800 krónur
fyri sigurin á Føroyum.
hj.
Áðrenn Føroyar spældu
móti Eysturríki, hevdi
DBU væntað 10.000
áskoðarar til dystin
Danmark-Føroyar. Men
ikki færri enn 38.500
vildu síggja Kára
Reynheim og Abraham
Hansen bjóða donsku
milliónaspælarunum av,
og tað gav DBU tvær
milliónir í kassan.
Mynd: Hilmar Jan
Síða 7
Stødan
Í okkara
EM-bólki
Danmark I
Jugoslavia Í
Føroyar 2
Eysturriki 1
N. Irland I
Leiktir dystir:
Føroyar-Eysturriki
Norðurírland-Jugoslavia
Danmark-Førovar
GOLVTÆNASTAN