leygardagur 13. oktober 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
trýstið, serliga giftir
menn. Menn sum ongan-
tíð fyrr høvdu smakkað
dropan fóru at drekka, eg
skilji teir væl. sigur
J'óhan Marius.
--Vit vóru bert einaferð
álopnir av flúgvara. Hann
skjeyt eftir okkum við
maskingeverunum, men
raku ikki, tibetur fekk
hann okkurt annað at vera
og fór frá okkum.
NOGVAN
PENING
Jóhan Marius vann
lógvan pening undir krig-
um. Vit kunnu saman-
era við inntøkuna
ramman undan
-Eg var vid Richard i
1940. Vit gjørdu tveir
úrar, og vórðu fyrsta skip
um sigldi heim við
iskinum báðar túrarnar
'eir, sum løgdu upp í
irgnlandi, mistu nógvan
ening fyri at fáa fiskir
ørdan heim við dampara
/it fingu tilsamans 1804
kippund báðar túrarnar o
intgkan var um 200
rónur. Vit komu heim
ktober, sigur Jóha
larius, íð sigur, at het
: var hildið at vera e
X årsinntøka.
-Tå vit høvdu landi
ru vit at keypa fisk
landi. Kríggið v
'ostid á. Tað sekk sei
fáa uppí skinið og
ldu ikki fyrr millum
: nýggjár í Bretlan
ri hendan iúrin fin
t 1200 krónur, si
inn
-Í 1941 mundi n
rsinntøka vera cinar !
00 krónur, og hetia
Eg havið ongantíð
ivast hvar eg
standi politiskt
óhoyrt tá. Okkurt árið
undir krígnum næskaðust
vit teim 20.000 krón-
unum. Men so er eisini at
leggja afturat, at vandin
fyri ikki at spyrjast
afturíaftur, hann var risa-
stórur. Tað var næstan
ikki túrur vit komu i
havn, at vit ikki frættu
ófrættaboð, sigur hann.
Jóhan Marius sigur frá,
at tíðin undir krígnum
ikki bert var døpur. Tað
var ein rúgva at lutum eg
keypti til hellufólk tá eg
var í Bretlandi, alt frá
Valorovnum til korsett.
Bulldog handilin varð væl
vitjaður. Eg minnist, at
eg keypti eina grammofon
og eina rúgvu av plátum.
Men okkurt var í ólagi
við henni, so eg skuldi
heinta hana næsta túr.
Ikki veit eg, grammofonin
varð ongantíð í lagi og
engarnir fekk eg ikki
:ftur. Eg var tí noyddur at
.-eypa ymisk amboð fyri
engarnar, og hesi amboð
ru nógv brúkt á
ellunum síðan tá.
UGLFJARÐAR-
KIP
Aftaná kríggið fór
han Marius at trolað við
:gloynni. Hann var
iyrjari umborð og Ei-
Í Niclasen, sum nú er
jari á Vesturvøn, var
skinmeistari. Teir
reust sannir vinmenn.
rolaðu heilt inná
gjar fjórðingar undir
anai
vid eysturoyarskipum,
fyrst vid Bernaise, sidan
vid Hjørdis og Gulldrangi.
Eg róði eisini 10 år út i
Grønlandi.
VANDAFERÐ
Í LOGN
Jóhan Marius hevur
bert einaferð í sínum
langa lívið á sjónum verið
við at sjólætist. Og so
logið hetta ljóðar hendi
hetta í blika logn.
--Hetta hendi undir
krígnum. Vit róðu út við
einum motorbáti, sum æt
Tindur. Vit fóru avstað
við 15 línum, ella einum
140 stykkjum av línu.
Vit settu á Mýlings-
grunninum. Og væl var at
fáa. Ikki tí, at tað var á
hvørjum húku, men vit
fingu bert yvirvaksnan
tosk. Tá tríggjar línur
vóru eftir segði ein av
båtsfeløgunum, at nú var
best at fara frá kíkinum, tí
nú var báturin nóg tungt
løddur.
-Men hann fekk ikki
vidhald og vit hildu å
fram at draga, tå allar
línurnar vóru drignar var
lastin full, og dekkid var
tjokkfult av kruvdum og
avhøvdadum fiski. Vit
måttu hanga linutrodini
uppå styrihusid og fram
undir bakkan. Lastina
sluppu vit als ikki til.
--Báturin fleyt bert av
ruffinum og lítla bak-
kanum. Men framvegis
var blikalogn.. Vit høvdu
eini 15.000 pund inni.
Ikki eitt skip var at síggja
á havinum, vit høvdu
onga telefon
bjargingarbát ella
bjargingarbeltir, sigur
Jóhan Marius.
-Tå vit komu inná
Oyggjarnar kom eitt lítið
streymkrak, tað vil siga,
at tað rak eitt sindur uppí
ættina, ella ta ond í var.
Båturin var so søkklagid,
at vit måttu halda undan
inn méti Gjåarlandinum,
sigur Jéhan Marius.
-Tå vit komu á
Funningsfjørð var fram-
vegis blikalogn. Vit
møttu einum motorid av
Eiði, Glæman, sum kom
úr Fuglafirði. Hann hevði
lítlan motor, og aldurnar
frá honum vóru ikki
stórar, men vit máttu
halda undan teimum.
Hevdi tað verið eitt av
skipunum í dag, við
sterku motorunum, so
ukku vit umgangandi,
ivur Jóhan Marius.
Vit løgdu línurnar
; á Hellunum og fóru
n ul Fuglarfjarðar at
cida, men har var
n dampari tå sum tók
i fiski, so vit mátti til
ssvíkar. Her sluppu
einanvegin av við
X Í mi sik Få vr
Klakksv IKSINgar
spurdu hvussu nógvar
bátar vit førdu fisk fyri,
teir trúðu ikki, at vit
høvdu fingið allan fongin
á eini setu, sigur Jóhan
Marius.
--Ein hægri makt syrg-
di fyri, at vit komu aftur-
íaftur hesuferð, tí vit
høvdu løtt båtin skila-
leyst, sigur hann.
POLITISKT
VIRKIN
Jéhan Marius hevur
verið sera virkin politiskt
sidan hann var heilt
ungur. hann hevur verid
javnadarmadur um ein
háls. Á politiskum val-
fundum hevur hann verið
so ivrigur, at hann hevur
sett hægstu politisku
mennirnar uppá pláss,
sum tað forslær. Tað
kundi verða ringt at halda
hann niðri á bonkinum í
dansistovuni í Oyndarfirði
minnist eg sum smá-
drongur.
-Eg havi ongantíð
verið bangin fyri at siga
hvar eg standi í politikki.
Eg havi altíð verið sosial-
istur. Tá Javnaðar-
flokkurin stilladi upp fyri
fyrstu ferð í 1928 var eg
bert 17 ára gamal og ov
ungur til at velja. Men í
1932 fór eg fyrstu ferð á
valborð og síðan havi eg
valt sama flokk. Og Sosi-
alin havi eg hildið síðan
hann kom út á fyrsta
sinni, og tað eru nú 63 ár
síðan, sigur Jóhan
Marius.
--Men nú kemur
blaðið so ofta út, at tað er
ikki meir enn eg havi tíð
at koma út. Serliga tá eg
eisini skal fylgja við
útvarpinum,
sjónvarpinum og svørtu
dimmu, sigur Jóhan
Marius.
Jóhan Marius og kon-
an búgva enn á Hellunum.
Nú er heilsan farin at bila
hjá teimum báðum. Og
ætlanin er, at tey fara at
flyta til dóttrina í Fugla-
firði nú í vetur. Men tey
koma ivaleyst aftur næsta
summar verður lív og
heilsa.
Jóhan Marius er júst
liðugur at taka eplir upp.
Hann hevur enn ongantíð
keypt eplir til at kóka. Tó
viðgongur hann, at hann
onkuntíð hevur keypt
onkran sekk av seteplum.
Dagur
Undirritaða hoyrir til
tað fólkaslagið, sum
einki veit um fótbólt
ella nakran annan
ítrótt. Spyr meg, hver
ið var Feroyameistari í
fjør ella í ár í einihvørji
ítróttargrein, eg veit
tað ikki. Eg skrúvi
fyri, tá ið ítróttatíðindi
koma, eg leypi alla
blaðskriving um ítrótt
um. Ikki tí, onkuntíð
evundi eg teimum,
sum hava henda spenn-
ing í lívinum, sum bíða
í spenningi eftir dyst-
um, sum skulu leikast,
sum gleðast elia harm-
ast um úrslit og hava
tað at tosa um.
Hvussu so við fót-
bóltslandsliðnum nú
mikudagin? Tað var
nakað annað. Hevði
fyri mín part verið tað
síðan hin minniliga
dagin í Landskrona.
Eg var eitt sindur bils-
in av mær sjálvari, tá
ið MÁLIÐ kom, at eg
skuldi leypa soleiðis
leys úr stólinum og
veipa og rópa sum hini.
Og síðan havi eg við
spenningi bíðað eftir
dystinum móti danska
landsliðnum.
Og so kom mikudag-
urin, sum var nakað
heilt fyri seg. Ikki sum
Olavsøka, ikki sum val-
dagur — men also
landsdystadagur! Út-
varpið var at hoyra all-
an dagin og um allar
geilar, á arbeiðspláss-
um inni sum úti, í
hverjum húsi og hverj-
um bili, og alt prátið
var um tað sama, ein
steðug upphiting av
okkum ellum somlum.
— Í mínari byttheit og
i fåvitsku kundi eg ikki
Í annað enn vera impo-
TI
útvarps- og
sjónvarps-
ummæli
Elin Súsanna
Jacobsen
skrivar h
13. oktober 1990
í viku
nera av tí serkunn-
leika, sum øll hesi fólk,
sum vóru at hoyra
henda dagin, høvdu
um fótbólt. Eitt var, at
teir sum sótu við
mikrofonina vistu so
nógv, men eisini øll,
sum ringdu ella vórðu
uppringd og hevdu
okkurt at viðmerkja
um leikarar, spæli-
kynstur og mangt og
hvat, sum kundi hugs-
ast at kunna spæla inn
og hava týdning fyri
úrslitið.
Aftaná dystin í
Ítróttarparkini tóktust
oll á einum máli um, at
føroyska landsliðið
hevði staðið seg eina-
standandi væl, og at
vit kundu vera errin av
teimum. Hver var ikki
eitt sindur errin, tá ið
útlendingar róstu teim-
um? Endiliga hevdu
tey okkurt gott at siga
um okkum, sum í út-
lendskari pressu so
leingi bara hava verið
kend fyri tað ringa —
sum sandmaðkaseljar-
ar, grindamorðmenni
og skuldareyvar.
Men hvenn lut
høvdu vit átt í hesi
uppliving og hesum
sigri, um ikki útvarp
og sjónvarp hevdu ver-
ið? So høvdu neyvan so
mong havt henda
spenning og unt sær
henda stuttleika, sum
gekk fram um alt, so
fletting og annað ar-
beiði varð niðurlagt
mikukveldið.
Eg eri eins og ell onn-
ur spent at vita,
hvussu tað fer at gang-
ast landsliðnum næsta
ár, men eg tími fram-
vegis ikki at hoyra ella
lesa um ítrótt
Elin S. Jacohsen