Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

genre Nr. 161 — 16. oktober 1990 200 folk yngja av liv og Sál Tað er månamorgun. Ikki tann sami, sum Kári Petersen syngur um í sín- um >blues<, men tann fyrsti morgunin í heystfrí- tíðini 1990. Ymist er, hvat ein kann brúka sína heystfritid til, men summi hava sínar føstu ætlanir ár um ár. Teirra millum munnu teljast fleiri av teimum, sum einaferð hava roynt at brúkt heystfritid sína á sangskeiði hjá Heimamiss- iónini. 13. sangskeiðið Í samfull 13 ár hevur hetta verið eitt upplagt tilboð til sangglað fólk, ið vilja ger- ast dugnaligari at brúka tað innbygda 1j60førid. Fyri fjórðu ferð hesi ár- ini er sangskeiðið á Argj- um. Sungið verður í skúl- anum og missiónshús- inum, og ikki sær mætari út, enn at luttakamir verða yvir 200 í tali, tá komið er nakað út í vikuna. >Umleið 190 hava tekn- að seg til skeiðið,< segði Alle Hansen, sum gll árini hevur verið ein av fyri- stødumonnunum fyri sang- skeiðnum, við Sosialin í gjáramorgunin. >Vit eru eini 70-80 her í dag, men longur út á dagin koma fleiri, og soleiðis økist tal- ið alsamt, so vit verða helst yvir 200, tá avtorn- ar.« Meinigheitin og lovsongurin >Eitt eyðkenni fyri ta kristnu meinigheitina er lovsongurin, sum kemur fram á so mangan hátt, á so mongum staði og á mongum tungumálum.< Nakað soleiðis tók Høgni Poulsen prestur til í fyrsta bíbliutímanum á sangskeiðnum, sum varð hildin mánamorgunin. Hóast meginparturin av teimum luttakandi er ung- fólk, sita tey øll somul still og lurta eftir tí, ið sagt verður. Álvarin er til sína tíð, sangur og spæl til sína. Evnini fyri bíbliutímar- nar eru úr brævi Paulusar til Efesusmanna, og eru bíbliutímarnir, sum verða hildnir hvgnn morgun kl. 9, almennir. Somuleiðis møtini kl. 20 í kveld og annadkvøld eru almenn. Ymisk evni innan sang og tónleik Umframt at syngja saman í ymsum kórum — mans- kóri, kvinnukóri, barna- kóri og felagskóri — hava CC 8. ; luttakararnir høvi at velja sær åhugatimar i ymsum evnum innan sang og tón- leik. Millum annad ber til at velja sær nótalæru fyri tey, ið ikki duga nótar framm- anundan, nótalæru fyri tey, ið duga nótar, nótasmíð, har lært verður, hvussu eitt lag verður til, og so at enda eisini ræddarnýtsla, har lært verður, hvussu ein kann fáa sum mest burtur úr rødd síni. Til hesar tímarnar og kórvenjingarnar eru komnir lærarar úr Dan- mark og Noregi at leggja lag á. Margit Skov, Leon Torp Nielsen, Susanne Hauge, Lene Skjøtt og Svend Erik Borum Poulsen eru komin úr Danmark, meðan tað hevur eydnast at fáa kenda norðmannin Sigvard Tveit við. Fulltíðar tónaskald Hesin Sigvald Tveit hevur havt sítt dagliga yrki sum universitetskeltor á Insti- tuttet for musikvidenskap í Oslo. Men hetta seinasta árið hevur hann burtuav arbeitt sum tónaskald: >Talan er mest um upp- gávur fyri norska sjón- varpið, men eisini okkurt annað verður umbiðið av tónleiki,< greiðir hann frá. „Eisini havi eg havt nakað at gera til plátur og aðrar útgávur.< Eftirnavnið Tveit ljóðar kanska, sum ein hevur hoyrt tað fyrr, og tað er kanska heldur ikki so løg- ið, tí ein annar kendur norðmaður kallast Per Tveit. Hesin er pianistur, men Sigvald sigur seg ikki vera í ætt við hann. >Men hand Ær ls TA Syngja Sigvald Tveit og Alle Hansen fyri. Enn eru ikki allir lut- takararnir komnir å sangskeiðið, men um- leið 190 hava teknað seg, so roknast má við yvir 200 luttakarum, tá vikan er vorðin nakað eldri. Mynd: Kalmar an spurningin havi eg eft- irhondini hoyrt sera ofta,< sigur hann brosandi. Konsert sunnudagin Sangskeiðið heldur fram alla hesa vikuna, og verður seinnapartin sunnudagin endað við einari stórari konsert, sum verður í Vesturkirkjuni. A konsertini fara tey ymsu kórini at framføra tað, tey hava lært hesa vikuna, og somuleiðis verður okkurt orð borið fram år Skrifuni. Sangskeiðini hava gjøgnum árini verið ymiskliga skipað við yms- um kórum, sum hava framført ymisklig sløg av tónleiki Hesaferð verður talan um kvinnu- og manskór, og so eru øll eisini savnað saman í tí stóra felagskór- inum. Umframt hesi er so eisini eitt kór við teimum smáu, so nógv er at gleða seg tl at hoyra sunnu- dagin hj. Seinnapartin sunnu- dagin verður tann stóra konsertin á sangskeiðnum hildin í Vesturkirkjuni. Har verður hevi at hoyra bæði barnakór, kvinnukór, manskór og felagskór. Hendan konsertin plagar van- liga at savna nóg fólk, so ikki man vera óklókt at møta í góð- ari tíð.