Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Útgeva | Bústaður: Argjavegi 26 Abyrgdarblaðstjóri. Tórfinn Smith Blaðfóik. Randi Jacobsen P/t Sosialurin Postadressa Fyritaksstjori: Krisjan Dahl Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen Uppseting. P/t Sosialurin Argjum 110 Tórshavn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Prent Pit Pressan 1981 Telefon 11820 Telefax: 14720 Postsmogu 76 | | Í Í Javnaðar- flokkurin alternativið til teir fimm FYRI NOKRUM vikum síðani var útvarpið úti á gøtuni við mikrofonini. Fólk, ið tilvildar- liga komu fram við, har út- varpið stóð, vórðu spurd um valið. Í RÆTTULIGA nógvum før- um segdu fólk, at tey annað- hvort sótu heima, ella at- kvøddu blankt. Ein veljara- kanning, sum er gjørd av For- oya Handilsskula fyri nøkrum vikum sidani, gav åbending um eitt stórt tal av sofaveljar- um og blonkum atkvødusedl- um. Nøkur lesarabrøv i blød- unum benda å tad sama. ER TAD so nøkur loysn, at eitt stort tal av veljarum ann- adhvørt situr heima, ella koyrir blankan atkvødusedil í kassan? Vit halda ikki. Hetta kann takast sum eitt tekin um, at veljararnir eru nøgdir vid førda politikkin og teir flokkar, sum hava stjórnað landinum tey seinastu tvey årini. Og tad er veljarin ikki. Hetta vita vit. VIT, SUM liva i einum demo- kratiskum samfelag, hava å- vis rættindi, men vit hava samstundis ávísar skyldur. Millum annað er tað okkara skylda at gera nýtslu av teim- um demokratisku rættindun- um. Tað at móta við valborð- ið er ein rættur og ein skylda. Har hava vit rætt og skyldu til at kjósa okkum flokkar og persónar at stjórna landinum. TAÐ, AT allir flokkar og allir persónar skulu vera líka ó- dugnaligir, er ein pástandur, sum er íspunnin av stuðlum hjá teimum flokkum, ið hava myndað tær báðar samgong- urnar, sum hava sitid sein- astu 20 mánaðarnar. Í tí stóru politisku neyðini er tað ein út- vegur at skera allar yvir ein kamb. VIÐ AT sita heima, ella við at atkvøda blankt, kunnu tit visa tykkara ónggd við allar flokkar og allar persónar. Hetta hoyra vit og hetta lesa vit javnan. Í veruleikanum er hetta ein stuðul til teirra, ið hava sitið við stjórnarvaldin- um, og sum undir ongum um- støðum eiga at halda fram. Tí mugu vit gera okkara skyldu við at nýta okkara demokrat- iska rætt. VIT HAVA dómi um, at dyggi- lig valluttøka hevur ført til broytingar i føroyska samfe- Undirmeta lagnum. Hetta hendi i 1958. Eisini i 1966. Somuleidis i 1984. Og hetta må henda aft- ur i 1990. Sofan og blanki- flokkur er ongin loysn. Hetta kann bara føra til at teir somu halda fram og tað má ikki henda. TEIR FIMM — fólkaflokkurin, tjóðveldisflokkurin, sam- bandsflokkurin, sjálvstýris- flokkurin og kristiligi fólka- flokkurin — sum hava sitið á stjórnarpallinum seinastu 20 mánaðarnar, dugdu ikki. Og tað er bara eitt alternativ til hesar fimm. Tað er javnaðar- flokkurin og sjálvandi seta tit krossin har. vj. Framhaldandi å sjålvbjargnis- leið „Det bliver næppe de store nationale bravad- er, lagtingsvælgerne bliver mest lydhere overfor, nu da de fleste af dem har fáet snerten af en økonomisk stramning at føle, bl.a. forårsaget af de mange udgiftskrævende over- tagelser hidtil«, skriv ar Dimmalætting leygardagin Fyri tad at tad eru bu skaparliga torførar tidir, so stendur ikki alt i stad. Hetta verður sambands- flokkurin serliga noyddur at ásanna. Skal hann gera sær nakran tanka um at koma upp eina sam- gongu eftir valið við javnaðarflokkinum á odda, og verður hann aft- ur sterstur, og tað verður hann — so skulu sam- bandsmenn tvingast til at góðtaka, at sjálvbjargnis- leiðin skal og má halda fram. Fyri tað at bæði tjóðveldið og fólkaflokk- urin sleptu ellum tjóð- skaparligu krøvum sínum, tå teir løgdu saman vid sambandinum, so fer javn- aðarflokkurin á ongan hátt at kvitta við sín sjálvbjargnispolitikk, sum er grundleggjandi og alla tíðina má sleppa at út- vikla seg natúrliga. Ja, hver skuldi trúð tí, men veruleiki er tað, í dag er tað javnaðarflokkurin, sum setir kósina fyri okk- ara sjálvbjargnispolitikki. Tí hesi kós hava bæði tjóð- veldið og fólkaflokkurin slept So tá Dimman vísir á, at veljarin fer neyvan at loyva »de store nationale bravader<, so fara vit at lata valúrslitið avgera hetta. Men veljarin skal vita, at vit skulu ikki aft- ur í amtstíðina. Javnaðar- hugsjónin byggir m.a. á, at vit skulu gerast meira sjálvbjargin, at vit skulu taka ábyrgd av egnum gerðum. Henda gongd má sleppa at útvikla seg natúrliga og tað má eisini sambandið góðtaka, skal tað í samgongu við javn- aðarflokkin. Eitt nú skal undirgrundin á føroyskar hendur — um sambandið vil tað ella ikki. So nú vita sambandsmenn, hverjar kamelar teir eru noyddir til at slúka, skulu teir út aftur í Tinganes. Hvat viðvíkur krøvum til og frá hinum báðum stóru flokkunum, um teir skulu í samgongu við javnaðarflokkin, so eru har eingi. Teir hava nevn- liga víst seg at ganga við til eitt og alt bara teir sleppa upp í part. Og teir smáu! Ja, skulu teir gera sær nakrar tank- ar um at vera við í eini komandi samgongu sam- an við javnaðarflokkinum, teir gera sær púra greitt, at sum smáir flokkar kunnu teir bara seta smá krev. Tann tíð, tá hesir kundu skalta og valta sum teimum lysti og seta ultimativ krøv, tí teir vóru tungan á vágskálini, er farin. Feroya fólk vil ikki longur vita av sam- gongum, har einstakir tingmenn ella smáir flokk- ar misbrúka sítt mandat so mugu og seta ultimativ krøv fyri at gjøgnumtrumfa síni egnu snævurskygdu sjón- armið. So Lasse og Tordur — hetta er greið tala. Og fólkaflokkurin kann gott tað sama goyma stavna- mannin undir vaðingini, skulu teir hava vón um at sleppa upp í part. Ella rættari sagt, teir kunnu lata vera við at taka hann fram aftur undan vaðing- ini, har hann nú hevur lig- ið í eina tíð sum vraki- góðs. Í so máta kom okk- urt kortini burtur úr hjá undanfarnu samgongu. Okkum tervar eina sterka samgongu eftir val- ið. Og ein flokk við leidsl- uni, sum hevur dirvi og hugflog. Og ein løgmann, sum er maður fyri at stýra samfelagnum aftur á beint. Ein løgmann, sum hevur bein í nesini, sum er maður fyri at skera ígjog- num og at síggja longur fram í tíðian enn bara inn í komandi ár, soleiðis sum vit hava sæð tað í undan- farnu samgonguni. lesaran Í einum lesarabrævi (!) í 14. September leygar- dagin verður róð upp undir, at javnaðar- flokkurin vil hava okk- um upp í EF. Prógvið fyri hesum er ein grein í Sosialinum um Norð- urlond og EF. Í grein- ini verður danski utt- anríkisráðharrin end- urgivin fyri at siga, at um ikki so langa tíð, so eru flestu av Norður- londunum limir í EF Sum alt verður annað, ið skrivað í 14. September, so skal eis- ini hesin tíðindastubb- in hava eina snaring, soleiðis at hann hóskar inn í valpropagandu Finnbogafloksins. Hesi úttalilsi hjá danska uttanríkisráð- harranum verða í 14. September brúkt til at siga lesarunum — og hetta er undirmeting av lesarunum — at javnaðarflokkurin vil hava okkum upp í EF. Nú vil onkur siga, at hetta er eitt vanligt les- arabræv, sum einki hevur við 14. Septemb- er sum so at gera. Well, kann vera, men hetta hevur verið eitt aftur- vendandi tema í blað- num, hverja ferð tjóð- veldisflokkurin hevur havt brúk fyri argu- mentum móti javnað- arflokkinum. 14. Sep- tember ella ikki, tað er í hvert fall onkur, sum stendur flokkinum og blaðnum nær, sum heilt bevíst roynir at villleiða lesaran við at pilka setningar úr ein- um samanhangi í tíð- indagreinum í Sosialin- um og tilleggja javnað- arflokkinum hesa og hasa meiningina út frá hesum. Vánaligt.