Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mer LSE ke eet Nr. 163 — 18. oktober 1990 i Russara á bilútsólu Gamlir bilar statussymbol --Ein vesturlendskur bilur er gull verdur heima hjá okkum, sigur ein russiskur fiskimaður við Sosialin. Klokkan er um seks á kvøldid týsdagin. Undir- ritaði er á veg úr Havn og inní Eysturoynna. Regnið oysir niður, eri einsa- mallur í bilinum, næstan dúri. Komin á vegin í Kollfjardardali hómi eg ein mann fyri framman millum droparnar og titta viskaran. Eg stedgi og bj6di uppi. Tad er ein russiskur fiskimadur, sum hevur verið í Havn og keypt eitt brúkt stereoanlegg til ein bil. Maðurin er sera frynt- ligur, og bjóðar beinan- vegin ein pakka av rus- siskum sigarettum. Hóast eg ikki royki vil eg ikki kasta gávuna aftur og vit fara at práta. Norðmaðurin sjóar í bilradionum og evnið er júst heimlandið hjá hesum fremmandamanni. Hann nikkar, tá hann hoyrir um Nobel og Gorbatjov. --Me russian, Gorbat- jov not good, Boris Jelsin good. Gorbatjov kommu- nist. sigur hann. Samrødan gongur å bronglaðum enskum, týskum og russiskum. Vit skilja hvgnn annan, væl hjálptir av fingra máli. Hesin russari er báts- maður umborð á einum russiskum trolara úr Ar- kangelsk. Teir hava trupuleikar við maskinuni og liggja á Skála til umvælingar. STÓRBROYTINGAR Russarin sigur, at fólk í Ruslandi eru sinnaði at broyta samfelagið nógv skjótari enn ætlan Gor- batjovs er. Hann sigur, at tað gongur ov seint hjá GÓLVTÆNASTAN Tif. 19890 ho åd bå Gorbatjov. --Handlarnir eru tómir og fólk hava ov lítið av peningi. Hetta er orsøkin til at Boris Jelsin hevur fingið so góða undirtøku í Ruslandi, hann vil broyta Russland eftir vestur- lendskum mynstri beinan- vegin, sigur hann. --Men okkurt gott er komið við Gorbatjov, tildømis er rúsdrekka- misnytslan nógv minkað í Arkangelsk síðan Gorbat- jov fór í herna móti rúsandi løginum. Men trot á gerandisvørum er fram- vegis alt og stórt. FØROYAR EIN DREYMUR Russiski bátsmaðurin, sum eg tí verri ikki fekk navnið á, hevur ikki orð fyri hvussu hann skal rósa ti føroyska samfelagnum. "Farrore" is good, og so peikar hann við einum smíli á breiða vegin í Sundalagnum og væl- upplýstu glæstriborgirnar vit koyra framvið. Men so knappliga ristir hann við høvdinum, hyggur fram í rútin og upp í óendaliga himmalin. Føroyska veðurlagið dámar honum ikki. Hóast vit ikki skilja hvønn Russisku skipini á Skála eru við at tóma ringastu bilparkina í Føroyum. annan serliga væl so er niðurlagið hjá honum. "Føroyingar ríkir, vit fátækir." Og so grenja vit í hesum krepputíðum. BILAR EITT STATUSSYMBOL Hann greiðir frá, at sovjetiski fiskimennirnir keypa brúktar bilar i Føroyum. Hesir verða settir í stand og eru gull verdir í Ruslandi. Tú sæst millum fjøldina av Lada, koyrir tú í japanskum, vestureuropæiskum ella amerikanskum bilum. -Eg spyrji hann hvussu við eykalutum. Hann sigur, at teir keypa brúktar, og annars er uppfinnsemið ótrúðligt, tá ein ikki kann fáa hendur á tí ein vil. Russiski bátsmaðurin bjóðar mær umborð til ein kaffimunn, tá vit eru komnir á Skála. Men eg eri troyttur, takki fyri og flettingin bíðar norðanfyri. jústinus Brúktir Sovjet. vesturlendskir bilar, statussymbol í Grav- gangur -Men tað er teir ringastu og bíligastu bilarnir russararnir keypa, teir eru ikki penga- sterkir, sigur Dia Hansen, Auto Service Dagliga ganga russiskir fiskimenn og hyggja eftir brúktum bilum hjá eini av teim stórstu bilsglu- fyritøkunum í landinum, Auto Service. --Tann vanligi fiski- maðurin kann bjóða millum 3-4000 krónur fyri ein bil, og teir prutta ført, sigur Dia Hansen. --Er talan um yvir- menn, skiparar, stýrimenn og maskinmenn og hava teir eitt sindur meira at bjóða, einar 10.000 krón- ur, sigur hann. Tað verður meira og meira vanligt, at kvinnur koyra bil við kenning. Í hvussu er hendir tað oftari, at politiið steðgar kvinnum, sum koyra bil og hava drukkið ov nógv. Týsdagin um fimm Kvinna tikin Lýsið í sostalinum Talan er í næstan llum fórum um gamlar og slitnar bilar. Teir keypa eisini brúktar eykalutir og seta síðan bilarnar sjálvir í stand, sigur Dia. --Aftaná at ein handil er avtalaður, klippa vit num- marpláturnar av bilinum og flyta teir síðan á Skála. Men eg kann ikki siga, at hetta er nakar yvirskots- handil hjá okkum. Ofta hava vit tap av søluni, sigur Dia Hansen. jústinus tíðina steðgaði politiið í Havn aftur einari, sum teir høvdu illgruna um hevði drukkið. Hon varð tíkin við á politistødina, blóðroynd varð tíkin, og hon verður nú skuldsett fyri at hava koyrt við kenninlg.