Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1990síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Klaksvíkar Roykivirki: Møguliga aftur fisk úr Kanada --Vit gjørdu eina roynd i vår, og hon bar seg fíggjarliga, Roykivirkinum. Sum útlitini eru við fiskrveiðuni undir Føroy- um og við skerdu kvot- unum uttanlanda, so kunnu vit rokna við, at føroyingar í framtidini fara alt meira at keypa fisk år ødrum londum, at til- virkad i Føroyum. --Tíðliga í vår viðraði sera illa og vit fingu lítlan fisk uppá land í Klaksvík. Vit gjørdu eina roynd at keypa tosk úr Kanada. Vit fingu stóran avhøvdadan tosk og uggarnir vóru eisini avskornir. Vit keyp- tu 230 tons og hagreiddu sigur Julius Johannesen, fiskin við vanligari flaka- framleiðslu. Hann varð ikki royktur, sigur Julius Johannesen. --Úrslitið varð gott. Vit fingu tað at bera til fíggjarliga, og tað er ikki óhugsandi at vit fara at royna aftur. men ein trupuleiki er í løtuni, at kanadiarar hava ikki so nógvan fisk at selja, serliga um vit hugsa um eysturstrondina, sigur Julius Johannesen. -Um vit keypa fisk úr útlandinum, so hava vit møguleikan at tilrætta 2 stjóri á leggja framleiðsluna nógv betur. Neyðugt skuldi ikki verið at sent fólk heim, tí vit bert hava útróðrarfisk til ein hálvan dag, sigur hann. --Ein treyt fyri at halda fram við at keypa fisk uttanlanda er, at tað hongur fíggjarliga saman, men Julius vil ikki siga hvussu nógv teir rindaðu fyri toskin í vár. Sosialurin hevur tó fingið uppspurt, at teir góvu millum 10-12 krónur fyri kiloið. Tá 1 ad a" fiskurin var avhøvdadur og at uggarnir vóru avskornir. Við lóg fáa fiskainnflytarar eina krónu fyri kiloið í studningi. —Vit hava ikki fingið eina krónu enn fyri tey 230 tonsini vit keyptu í vár, men hendan pening tryggan, tað sigur lógin og enntá við afturvirkandi megi, sigur Julius Johan- nesen. Roykivirkið hevur stóra frystigoymslu, um teir í framtíðini fara at keypa fisk úr útlaninum. jústinus 163 — 18. oktober 1990 Royndin hj Roykivirkinum í Klaksvík í vár at keypa kanadiskan tosk bar seg fíggjarliga. , BD Skulu vit minnast til av = rokna vit fyri at vera Síggja ljósa- reyðan fil á alljosum degi Uttan fyri SMS fáa sjálvt tey mest edrúiligu rættan skelk, tá tey síggja ein risastóran ljósa- reyðan fíl á P-plássinum uttanfyri SMS Hvønn morgun hesa vik- una verður ein stórur ball- ónfílur blástur upp uttan fyri SMS. Har stendur hann so. til handlarnir lata aftur. Tá verður øll luftin slept úr honum aftur, og verður hann so um kveldið lagdur inn >at sova« um náttina Ikki »dilerium« kortini So um fólk í hesum døg um kenna seg eitt sindur illa til passar, av tí at tey síggja ein ljósareyðan fil, nýtist hetta ikki at botna í einum stórri og í ari alkoholtrur lvarslig- leika Talan er um eina rætti- liga stórfingna leiku, SMS hevur sett upp til børnini at spæla sær vid, medan foreldrini eru inni og gera sær ymisk ørindi. Filurin er sera bleytur, og børnini kunnu hoppa og skroppa so galið teim- um lystir inni í honum. Børn allan dagin Og tað gera tey eisini. >Her eru børn alla somlu tíðina fyri at spæla í fílin- um,< sigur Gissur Paturs- son, ið ern ein av teimum, 10 hevur handil í SMS Sum skilst er ætlanin hjá SMS at hava fílin stand- andi uppblåstan alla hesa vikuna. So tey foreldur, id næst- an ikki hætta sær til hand- ils, tí tey ikki vita, hvat tey Skulu gera við børnini hjá sær í meðan. hava nú høvi at keypa inn í einingi, meðan ljósareyði fílurin ansar teimum eftir børn- unum. , hj. Risastóri ljósareyði filurin ansar foreldr- um eftir børnunum, meðan tey gera sær síni erindi i SMS. Og hóast ljósareyðir fílar ikki altíð eru besta heilsutekinið, er hesin ikki petti vandamikil. Hann er bert til spæl. Mynd: Kalmar