hósdagur 18. oktober 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 18. oktober 1990
-Eg kenni ikki til nakað stríð
Vaðhorn, sigur Egil Olsen, stjóri á Nordis.
Norðís
Sambært stjóranum á
flakavirkinum Norðís á
Eiði, Egil Olsen so er
ikki nakað opið stríð
millum Norðís og
saltfiskaframleiðsluna hjá
Vaðhorn í Turkihúsinum
á Skála.
-Eftir mínari meining
hava vit eitt gott
samstarv. Vaðhorn tekur
móti brosmuni og
longuni, sum verður
avreidd til okkum. Og vit
fáa hinvegin hýsu og
tosk. sigur Egil Olsen.
Eiðismenn hava verið
eitt sindur firtnir yvir at
fiskur landaður á Eiði,
verður koyrdur av bygdini,
á Skála. Hvat sigur tú til
tað?
--Vit hava fyrr roynt at
hagreiða brosmu og long-
u, men hetta gevur ikki
yvirskot. Tí meti eg at
samstarvið við Vaðhorn er
sera gott. At tað av og á
stendur ein
millumrokning millum
bæði virkini er einki
óvanligt í. Tað ger tað
eisini við skipunum og
tyngir okkum ikki
óneyðugt fíggjarliga,
sigur Egil Olsen.
-Eg haldi, at tað er ein
góður arbeiðsháttur, at eitt
flakavirkið spesialiserar
seg og tað gevur eisini
eitt betri skiftisavlop.
--Vit hava higartil í ár
tíkið ímóti 2300 tonsum
og vit miða í móti teim
3000 tonsunum. Fáa vit
hesi, so melur virkið runt.
Men tað velst eisini um
hvussu fískaríið fer at
ganga. Seinastu triggjar
månadarnar i fjør t6ku vit
móti 1100 tonsum, sigur
Egil Olsen, stjóri
--Stórsti feilurin við
føroysku flakavirkjunum í
dag er, at tey eru bygd til
,
millum Nordis
ke 1
bo
mor
alt ov stóra råvørumongd.
Vit hava nú roynt at
spesialiserað okkum í
toski og hýsu. Vit hava
framleitt nakað av
hysufløkum í fimm pund
pakkum. Her hevur verið
góður prísur seinastu
tíðina. Eisini
einkultpakka vit fløk til
Mark & Spencer i
Bretlandi, sigur hann.
Týsdagin vóru 60 fólk
til arbeiðis á Norðís.
jústinus
Síða 9
--Vit vita um trupuleikarnar hjá
saltfiskavirkinum Vaðhorn sig-
ur ein høgtstandandi kelda i
Sjóvinnubankanum.
Tíðindi hava seinastu
tíðina gingið um, at
millum annað Sjóvinnu-
bankin, sum hevur stór
peningalig áhugamál í
saltfiskavirkinum
Vaðhorn á Skála, skal
hava kravt stjóran Petur
Reinert frá.
--Ein høgtstandandi
kelda í Sjóvinnubank-
anum, sum tó ikki vil
hava navnið fram „sigur
við Sosialin fyrst í
vikuni, at sær vitandi
situr Petur Reinert enn
sum stjóri.
Keldan sigur, at
bankin vanliga íkki
blandar seg í persón-
spurningar hjá fyritøkum,
men ræður nevndunum til
at fáa skil á sum skjótast.
Stríðið skuldi millum
annað standa um eina
millumrokning uppá fleiri
100.000 krónur millum
Norðís á Eiði og Vaðhorn
á Skála.
Men hetta avsannar
stjórin á Norðís, Egil
Olsen avgjørt.
Petur Reinert var
stórsti einstaki eigari í
Vaðhorn, men tað er
hann ikki longur.
Sosialurin hevur fingið
uppspurt, at Sigmund
Dam av Norðskála er í dag
størsti eigari og at Petur
Reinert er komin
minniluta í nevndini.
Men persénurin, sum
hendan søgan snyr seg um
er fullkomiliga Omøguligt
at fåa hendur å. Hann
svarar ikki å Eidi. Hann
hevur eitt telefon nummar
i Havn. Har svarar eitt
telefax. Í Turkihúsinum á
Skála er telefonin stein-
deyð. Og søgur ganga um,
at Petur Reinert ikki er í
landinum í løtuni. Nærri
kunnu vit ikki lýsa um
Petur Reinert er stjóri á
salifiskavirkinum
Vadhorn ella ikk
hvussu er ikki fyrr enn vit
hava fingið hann á tal.
jústinus