Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 /2 — 31. oktober 1990 Húsagangurin hjá Idé-husinum: Nervar ikki sáttmálan vid Postverk Førova Hóast Idé-húsið, eftir av- talu við danska kredittfel- agið BRF og Feroya Banka, fór í sjálvbodna likvidatión mánadagin, kemur hetta ikki at ráma viðurskiftini millum Post- verk Føroya og Idé-húsið. Fyrr í ár varð undirskriv- aður ein leigusáttmáli millum Idé-húsið og Post- verk Føroya um høli, sum postverkið hevði áhuga i. Sáttmálin, sum kom í gildi 1. juli, er galdandi komandi fimm árini, og skal postverkið sambært honum rinda Idé-húsinum 100.000 krónur í leigu um mánaðin. Avirkar ikki sáttmálan >Tað, at Idé-húsið nú fór í sjálvbodna likvidati6n, kemur ikki at ávirka leigu- sáttmálan millum Idé-hús- ið og Postverk Føroya,« sigur postverksstjórin Es- bern Simonsen, við Sosial- in. Tinglýsingin av sáttmál- anum er nevniliga so vorðin, at um ldé-húsið fær nýggjan eigara, skal sáttmálin tó standa við hesi fimm árini, hann er galdandi fyri. Nýggjur keypari bundin Tað vil siga, at ein møgu- ligur nýggjur keypari er bundin at sáttmálanum. Umframt sjálvan leigu- sáttmálan lænti Postverk Føroya eisini Idé-húsinum 2,5 milliónir krónur, og við teimum er á sama hátt: Tær verða ikki mistar, hó- ast likvidatiOnina. hj. Esbern Midjord, post- verksstjóri: »At Idé- husid nå er farid i sjålvbodna likvidati- én, åvirkar ikki leigu- såttmålan millum Idé- húsið og Postverk Føroya«. Mynd Kalmar Síða 5 Seks sjolåtnir I morgin er minningardagur teirra sjólátnu Alla halganna dagur er í morgin, og tað er dagurin, tá sjólátnir verða mintir. Seks føroyingar eru sjó- látnir í farna ári: Ami Ziskasen úr Klaks- vík, doyði 17. november í fjør umborð á Magnusi Heinasyni 64 ára gamal. Poul Ove Durhuus, ætt- aður ur Vestmanna, búsit- andi í Skagen, druknaði 7. mars við skagenbátinum "Alduni" 44 ára gamal. Gunnleiv Durhuus, sonur Poul Ova Durhuus, drukn- aði eisini við "Alduni" 7. mars 18 ára gamal. Johannes A. Djurhuus, ættaður frå Gjógv, búsitandi á Fang, druknaði á floti norðanfyri Føroyar 31. mai 60 ára gamal. Holten Liitzhøft úr Havn, druknadi vid "Thomas Ny- gaard" 19. juni 1990 19 åra gamal. Solberg Poulsen av Stron- dum druknadi vid båtinum "Elspu" 18. juli millum Noreg og Hetland 41 åra gamal. Sum vant alla halganna dag verdur minningarhald å Sjómansheiminum í Havn klokkan 10, har Jógvan Sundstein, løgmaður, og Bjarni Bæk, sóknarprestur, sigur nøkur orð. Aftaná verður farið niðan í viðarlundina at leggja krans við minnissvarðan. MINNINGARHALD I MIÐVAGI Minningarhald verður við minnisvarðan í Miðvági kl. 15, har David Johannesen, sóknarpestur, talar. Nýggj minnispláta verður avdúk- að. GUDSTÆNASTA Minningargudstænasta teirra sjólátnu verður i Havnar kirkju alla halganna dag kl. 20. Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur á Sandi, prædikar. Innbrot eftir smápengum Í vikuskiftinum hevur innbrot verið í Dr. Ing- ridar barnagarði í Havn. Tjóivarnir eru komnir inn við at taka vin råt úr hurðini. Í gjár var ikki greitt, um teir hava fingið nakað við sær. Mannagongdin — var tann sama, iii brotið var inn í barnagarðin hjá Franciskanarasystrunu m.. Har hava teir tikið umleið 20 krónur, ið lógu í smápengum í einum blikki. Roynt varð eisini at bróta inn á Sankta Frans skúla, men tað hevur ikki eydnast teimum. > Johnny & The Heartbeats< á Føroyavitjan: Hava sjey konsertir i dag kemur danski undir- haldsbólkurin >Johnny á The Heartbeats« til Føroya á vitjan í tvær vikur. Teir fimm menninir í bólkinum fara at spæla ymsastaðni um vikuskift- ini, og tykist tað vera rættiliga fjølbroyttur tón- leikur, ið er á skránni. >Johhny á The Heart- beats< siga í hvussu er um seg sjålvar, at teir við øll- um royndum innan show- bizz kunnu bjóða fólki tónleik frá 50-unum, 60- unum, 70-unum og eisini 80-unum, um so skal vera: Gamalt og nýtt >Tað er líkamikið, um sangurin er skrivaður í 50- unum, bara hann hevur tað rætta beat'ið,< siga teir. >Og tað merkir so sjálv- andi eisini, at vit spæla tað av tíðarinnar tónleiki, sum hevur røtur sínar í rock- tónleikunum.< Teir, ið mannað >Johnny á The Heartbeats< eru: Klaus Gyldenkærne (guit- ar og sang), Jesper Thor- bek (guitar), Niels Eskær (trummur), Morten Steens- gaard (bass) og Hans Jør- gen Nielsen (tangentar og sang). Sjey konsertir A ferdini i Føroyum fara teir mest at spæla um vikuskiftini, sum skráin sær út í løtuni. Í annadkvøld spæla teir í Club 20 i Havn, friggja- kvøldid i Glyvra Bio, leygarkvøldid i Virkinum á Sandi og sunnukvgldið i Lognbrá í Klaksvík. Næstu vikuna spæla teir héskvøldid á Hotel Borg, og friggjakvøldid og leyg- arkvøldid í TB-húsinum. Møguliga verður spælt aðrastaðni við, men um so verður, verður boðað frá hesum í útvarpinum. Tað er Far-Con, ið skip- ar fyri Føroya-ferdini hjá >Johnny á The Heart- beats<. hj. Manningin i »Johnny & The Heartbeats«.