mikudagur 31. oktober 1990síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
06)
Qa
9
O
r
Hvat bagir
summum
føroyingum?
Í Svøriki hevur Vánster-
partiet Kommunisterna
(VPK) reinsað orðið
»kommunismu« úr
stevnuskránni, so at
flokkur nú bara eitur
Vánsterpartiet (VP).
Flokkurin kvetti við
Moskva longu í 70-árun-
um.
I Feroyum ætla tey at
stovna nýggjan kommun-
istiskan flokk —
og Albania
mynd!
við Cuba
sum fyri-
Aftan á tað, ið hent er
seinasta árið!!!
Eg búgvi í løtuni í Svø-
ríki. Eingin svii vil trúgva
mær, tá ið eg fortelji teim-
um tað.
Eg meini tað
Erkvisin er hann,
Thomas Arabo
strandferðslu
stjóri!
Tann, ið grevur grev fyri
eðrum kann skjótt falla í
hana sjálvur! (viðm. til
Thomas Arabo í Dimmu
25. okt.).
Einaferð var formaðurin
í hesi grannskodaranevnd
legtingsins Thomas Ara-
bo, strandferðslustjóri, og
royndist hann tá sannur
mannajagstrari — her er
ikki neyðugt við nøvnum/
navni ella eðrum upplýs-
ingum — væl hjálptur av
tí Óla Breckmann, hann
nú roynir at leggja undir
ótýdligan atburð og fyri
ikki at vilja lurta eftir sær.
Síðani roynir hann eina
frágreiðing sjálvur.
Nú fari eg at pástanda
at tú ikki eigur at vera
bangin fyri núverandi for-
manni í grannskoðara-
nevnd legtingsins. Tað
hann Óli Breckmann nú
roynir er ikki annað enn
tað tú sjálvur royndi, mis-
brúk av politiskum valdi
til egnan fyrimun.
Og eitt eri eg púra vísur
í, at veruleikan fáa vit
ongantíð at kenna. Tað
megu menn/kvinnur av
heilt aðrari stødd (format)
í hesar formannssessir,
fús at »TÆNA« landi og
fólki heldur enn egnum
áhugamálum. Fólk, ið ikki
einans hugsa um egnan
breyðbita.
Ólavur í Mittúni
HONDA
lakærust
garanti
H
-findesikke bedre
mr ||— | ||, OM MA 2 FOG
zo rr
Eks,
Heimahjålparasåttmålin
enn einaferð
Sáttmálin millum Heima-
hjálparafelag Feroya
F.A. og Føroya Lands-
stýri varð undirskrivadur
11.9. og skuldi galda frá
1.10. Harvið skuldi stødid
verið lagt fyri betri ar-
beiðsviðurskiftum hjá øll-
um heimahjálparum í
landinum.
Men vit fingu annað at
síggja. Sterri hurlivasi
hevur ongantíð verið á
hesum arbeiðseki fyrr.
Heimahjálpirnar eru
tolnar. Hetta mundi fara
at laga seg. Dagarnir
gingu, og skilið versnaði
— og versnar alsamt.
Hundraðtals klagur eru
komnar inn til felagið,
sum beinan vegin royndi
at gera vart við óskilið,
men vit hava fingið at
vitað, at soleiðis skal tað
vera í hálvt ár.
Hetta kunnu vit ikki
lata okkum lynda. Vit
hava fundast, skrivað
brev til Landsstýrið og
Almannastovuna, fundast
og aftur fundast til tess at
fáa Almannastovuna at
skilja støduna.
Tær um 400 heimahjálp-
irnar vitja millum 900 og
1.000 heim. At halda skil á
hesum eru 15 eftirlit-
skvinnur, 2 ella 3 skriv-
stovufólk, leiðaran og ein
deildarleiðara á Almanna-
stovuni — um 20 fólk at
halda skil á hesum 400
heimahjálparum (20 í
part, verða tær býttar
sundur). Her skuldi í øll-
um førum verið gott skil
á.
Til at tulka sáttmálan
hevur Heimahjálparaskip-
anin allar løgfrødingarnar
í Tinganesi og á Almanna-
stovuni. Her áttu góðir
meguleikar verið til at
skilt sáttmálan rætt. Men
hevdini verða løgd í blot
til tess at finna hol í sátt-
málanum, so okkurt, sum
ikki stendur í honum,
kann leggjast afturat.
Síðani halda tey skeið
til at undirvísa eftirlits-
kvinnunum. So verða tær
settar til at leggja arbeiðs-
ætlanir, sum skulu setast
í verk frá 1. okt. — og síð-
ani — gerið so væl, so-
leiðis skal tað vera!!
Vit lesa sáttmálan, sam-
anbera avgerðirnar hjá
leiðsluni við sáttmálan.
Tær, sum tora at gera vart
við, hvat stendur í honum,
fáa at vita, at soleiðis siga
tey í Havn (á Heimahjálp-
arskipanini).
Tað, sum í veruleikan-
um er hent við arbeiðs-
viðurskiftum okakra, er,
at vit skulu renna skjótari
húsanna millum, gera ar-
beiði okkara í styttri tíð.
Nú hava vit ikki stundir
at tosa við tey gomlu. (Vit
noyðast helst at biðja tey
tiga, meðan vit eru inni).
Landsstýrið, Almanna-
stovan, hava í sambandi
við sáttmálan stytt tíðina
í hverjum húsi. Hetta er
gjørt ógvuliga munadygt,
soleiðis at gongdin hús-
anna millum minkar tíð-
ina inn í heiminum í sama
mun. Vitjunartíðin er
frammanundan stytt fleiri
ferðir vegna sparing.
Ein fastlentur heima-
hjálpari, sum til demis er
settur til 20 tíma viku, fær
eina arbeiðsætlan, sum
sigur: 30 tíma viku ella
meir, men einki stendur,
hvat er fest tíð ella hvat er
meirtíð. Hetta er gjert fyri
at halda tey festu stervini
niðri. Hetta má haldast at
vera listilært, útspekuler-
að sáttmálabrot.
Síðani eru tað nógvar,
sum tá ið sáttmálin kom í
gildi, hildu fram at vera
tímalentar. Sáttmálin um-
fatar eisini hesar. Men
Heimahjálparaskipanin
boðar eftirlitskvinnunum
frá, at hesar tímalentu eru
ov dýrar og skulu ikki
brukast til kvøld- og viku-
skiftisarbeiði. Her verða
so nýggjar settar, sum eru
bíligari, men tær hava
ongar royndir innan hetta
arbeiði og eru ikki vanar
at lyfta og taka sær av
ússaligum fólkum. Hetta
er átaluvert vegna tey
ússaligu, men eisini vegna
heimahjálpina, sum ikki
lesarabrøv
72 — 31. oktober 1990
hevur kunnleika til lyft-
ingarhættir og annað.
Hetta tunga arbeiði,
sum sjúkrahúsini brúka
porterarnar at gera, skulu
nú púra óroyndar kvinnur
leypa í eftir einum degi,
men tá skaðin er hendir,
og ryggurin pínir og plág-
ar, er eingin stuðul. Slíkir
skaðar verða sjáldan, fyri
ikki at siga ongantíð, boð-
aðir Tryggingini (hetta
fyri at spara sum mest).
Heimahjálparafelagið
og F.A. hava átalað fram-
ferðini mótvegis heima-
hjålparunum og givið
Landsstýrinum freist til
15. november at fáa rætt-
lag í hetta. Vit vænta tí nú
at fáa nýggjar arbeiðsætl-
anir, ið samsvara tí fast
ásetta (normeraða) tíma-
talinum. Vit rokna eisini
við, at ferðingin húsanna
millum verður ásett eftir
gongutíð (vit fáa jú ikki
fyri koyring), og at tær
(gomlu) tímalentu fáa
kvøld- og vikuskiftisar-
beidi aftur, so rættvorðin
arbeiðsviðurskifti = verða
galdandi á økinum, til
gagns fyri allar partar.
Getu, hin 29. okt. 1990
Sunneva Tyril,
formaður í Heimahjálp-
arafelag Foroya
Javnaðarflokkurin villleiðir
sínar veljarar!
— Hvar stendur Javn-
aðarflokkurin = í tjóð-
skaparmálum?
Feroyingar, minnist til:
Einaferð verður sam-
bandslygnin avdúka!
Tað kunnu vera ymisk-
ar grundir til, at tú stuðlar
ein flokk ella eina polit-
iska hugsjón, men tað
kunnu so sanniliga eisini
vera grundir til, at tú ikki
gert tað, og velur at siga
fólki, hví tey heldur ikki
eiga at gera tað.
Eg haldi tað ikki vera
skilagott av feroyingum
at velja Javnaðarflokkin
og heldur ikki hinar sam-
bandsflokkarnar, tí eg
haldi ikki, at hesir tæna
føroyska samfelagnum, tå
ið saman um kemur. Iva-
leyst er nógv gott at finna
í stevnu- og virkisskráum
sambandsflokkanna —
eisini hjá Javnaðarflokk-
inum, men í mínum eyg-
um er alt hetta lítisvert, tá
ið aðalmálið hjá hesum
flokkum er kevandi sam-
band fyri ein hvenn prís.
Teir tæna donskum
áhugamálum í Føroyum
Tað skerst ikki burtur, at
ein av hevuðsuppgávun-
um hjá sambandsflokkun-
um í Feroyum er at tæna
donskum áhugamálum,
og tað er eftir mínum
tykki svikagerð ímóti før-
oysku tjóðini.
Vit síggja hetta best í
undirgrundarmálinum,
har tað bert er Tjóðveldis-
flokkurin, ið krevur
treytaleysa yvirteku;
einki annað kemur upp á
tal soleingi Tjóðveldis-
flokkurin er við í landsins
leiðslu.
Vit hava onga orsek til
at »forera« denum før-
oysku undirgrundina, tí
sambært ellum fólkarætti
er hon ogn feroyska fólk-
sins, bæði hjá okkum nú-
livandi og hjá teimum,
sum koma aftan á.
Her skal danska kråm-
hondin, ið Javnaðarflokk-
urin og hinir Sambands-
flokkarnir lifra fyri, halda
seg burtur!
Tekur sær nær
Í Sosialinum um dagarnar
tekur ein, ið nevnir seg
Edvard í Skorðini Joen-
sen, sær ógvuliga nær, at
eg fór nakað illa við Javn-
aðarflokkinum í eini odda-
grein herfyri. Í hesi grein-
ini vísti eg á dupultmoral
javnaðarmanna, har teir
eru fremstir í reðini at
ynskja eðrum tjóðum til-
lukku, tá ið hesar umsíðir
hava megnað at slitið seg
leysar av útlendskum
valdi samstundis sum hes-
ir somu javnaðarmenn '
Føroyum treytaleyst góð-
taka og virka fyri, at okk-
ara land framhaldandi
skal vera undir donskum
ræði og yvirvaldi.
Er hetta ikki dupult-
moralur, so tað forslær?
Tók Edvard — vegna
Javnaðarflokkin, sær
tikni av tí, eg skrivaði, so
er tað gott, tí tað argar
mangan feroying, at Javn-
aðarflokkurin ikki sigur
greitt, hvar hann stendur í
tjóðskaparmálum. Hetta
Framhald á síðu 19
4
3
£
?
LE
ER
=