hósdagur 1. november 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Nr. 173 — 1. november 1990 tíðindablaðið | SOSÍalurin i
Vit missa skjótt 20 mió. aftrat i tolleftirstóðum, men hetta
hava embætismenn
DULT SUM
MANSMORÐ
Saman við IDÉ-húsinum í likviditatión fóru stívliga seks
miljónir av almennum pengum fyri skeyti. Men hetta verður
ikki síðsta sjokkið. Umleið 20 miljónir í tolleftirstóðum fara
skjótt sama veg.
At kalla allar stórri
fyritøkur í Føroyum
hava tollkreditt. Hetta
vil siga, at fyritøkurnar
kunnu fåa vøruna heim av
keiini, beint frå skipi,
uttan fyrst at rinda toll.
Fyritøkurnar skulu rinda
tollin aftur i seinasta
lagi 40 dagar vøran er
komin í land. Umleið
250 fyritgkur hava eina
tílíka tollkreditt-skipan.
Millum 70 og 80 prosent
av gllum tollinum kem-
ur frá fyritøkum, sum
hava tollkreditt.
Hetta er sera praktisk
skipan, um hon í gllum
fórum virkaði eftir ætlan
og Tollstovan, sum um-
situr skipanina, var upp-
gávuna vaksin. Men alt
tíður uppá, at so er ikki.
LUGVA
Um miðjan september
skrivaðu vit, at 33,7
miljónir vóru útistand-
andi í tollkreditti. Hesar
eftirstóður vóru eldri
enn teir 40 dagarnar,
tollkreditturin er. Men
tá vit skuldu hava hesi
tíðindi váttað frá Toll-
stovuni kundu hvørki
stjórin, Leivur Greger-
sen, ella varastjórin,
Torbjørn Mikkelsen,
svara fyri um so var. Tað
kom teimum ógvuliga
dátt við, at vit høvdu
fingið fatur á hesum
Síða 3
tólum og vistu bert at
siga, at talið, vit høvdu,
var alt ov høgt. Sagt
varð, at meginparturin av
pengunum kom inn stutt
efur.
Men nú kunnu vit
prógva, at tað tollstjór-
arnir søgdu var ikki satt.
Annaðhvgrt hava teir
ikki vita betri, ella hava
teir logið við vilja.
Hetta seinasta er meira
trúligt.
Hetta prógv kunnu vit
byggja upp á, at í dag
standa úti umleið 31
miljónir í tollkreditti,
og sera lítil møguleiki er
at fáa hesar pengar inn.
Tær seks IDÉ-miljónir-
nar eru bert ein byrjan til
ein umleið 25 miljóna-
miss hjá landskassanum
bert í samband við toll
kreditt.
Fleiri av hesum mil-
jónur eru longu mistar
men tað er enn ikki
komið fram, ti ávís
búgv, sum eru farin á
húsagang, ikki enn eru
uppgjørd. Í samband við
okkurt einstakt faliti-
búgvið (umframt IDE) er
talan um fleiri miljónir.
Avgjørt ikki
á Drelnes
Strandferðslan heldur fast við, at "Teistin" ikki
skal leggja at á Drelnesi, sjålvt um havnar-
meistarin krevur, at skipið bert fer á Tvøroyri, tá
ókyrt er á Drelnesi
Havnarmeistaranum á
Tvøroyri, Øssuri Morten-
sen, dåmdi einki greinina i
Sosialinum í týsdagin um, at
ferjulegan á Drelnesi ikki
kann brúkast. Greinin varð
gjørdi sambandi við, at
Strandferðslan hevur lýst, at
"Teistin" ikki leggur at á
Drelnesi fyribils.
Hann sigur, at tað eru
havnarmyndugleikarnir á
Tvøroyri, sum avgera, hvar
skipið skal leggja at, og tá
líkindi eru, skal "Teistin"
leggja at á Drelnesi.
- Vit eru hægsti mynd-
ugleiki, sigur Øssur Mort-
ensen.
Thomas Arabo, stjóri á
Strandferðsluni, er ikki
samdur við honum.
- Skiparamir á "Teist-
anum" hava allir, meira ella
minni avgjørdir”, sagt, at
tað ikki er ráðiligt at leggja
at á Drelnesi á ávísum ætt-
um. Ferjulegan er óbrúkilig
á ávísum ættum, og uttan
mun til, hvat havnarmynd-
ugleikarnir á Tvgroyri siga,
so fara vit ikki at leggja
skipið at har og oyðileggja
tað, sigur Thomas Arabo.
Sum skilst hava partarnir
togast leingi um henda
spurning. Fundur hevur
eisini verið við Lands-
verkfrødingin um at gera
aldumáungar við Drelnes,
men tað er ikki lætt at gera
ferjuleguna betri.
Sjálvt um lýst varð týs-
dagin vid, at "Teistin" ikki
fyribils legði at aftur á Drel-
nesi, legði skipið kortini at
har tyskvøldid. Hetta komst
av, at havnarmyndugleik-
arnir á Tvgroyri sendu boð
norður um, at ein
sovjeuskur bátur skuldi
koma, og at "Teistin" ti
noyddist á Drelnes. Skipið
varð ti lastað til at leggja at á
Drelnes, og lagt varð at har,
sjålvt um eingin sovjetiskur
bátur var á Tvøroyri
randi
tór.-
RN 77 Atlantstiog!
DANAIR'
ICELANDAIR |
AS
Faroe Trave!
Tlf 12600
- altid
GEVALIA. af
—