leygardagur 3. november 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ú
(3
*
Í vertsskapi
Abbi Poul F. og eisini abbi William, sum er einasti av beiggjunum úr
Hørg, sum enn er eftir á lívi, vísti okkum heidursmerki abbin Pól á
Kviggj, fekk fyri at bjarga sumbingum , sum lógu veðurfastir í
Hólmanum.
Ein av kendastu bý-
lingunum í Sumba man
vera uppi í Hørg. hetta er
fyrndarbýlingur. Og her
hava fólk búð so leingi
nakar veit um í Sumba.
Nú er øskukalt. Bert
onkur av familjuni vitjar
av og á.
I nútíðini hava fleiri
av hesum brødrum skarað
framúr. Kanska kendasti í
dag er stórskaldið Poul F.
Joensen, sáli, Einar Jo-
ensen, sáli, í skaraði fram-
úr sum upplesari og gav
tingbøkurnar út.
Ein kend havnamynd
er eisini Wiliam Joensen,
sum næstan alla sína tíð
hevur búð í Havnini og
hevur trúgvur í lítlu
katólsku kirkjuni í
Føroyum.
SS) S0SIalurin
Djarvur knarkur
Åftanå hendingina, tå
sumbingar fyri hundrad
árum sidan; sótu sótu
veðurfastir í Sumbiar-
hólmi, tí teir ikki fingu
lent á Mølini í Sumba,
fekk ein av hargamon-
nunum Poul á Kvíggj
heiðurstekin frá sjálvasta
konginum, Christian 9.
Hetta er eitt trivaligt
heiðursmerki úr reinasta
silvuri. Men sjálvt um
Pól, sum Poul F. eitur
eftir , var ein úrmælingur
bæði í bjørgum, og á
útróðri, so gekk hann íkki
dagliga og sýndi heiðurs-
teknið.
--Hetta var bert í
vertskapi og tá okkurt
serligt hendi í bygdini, tað
kundi verða sorgar ella
gleðishending. Lítillátin
var maður var hann, sigur
William Joensen um
abban.
OTRUÐLIGT
AVRIK
Tað var eitt ótrúðligt
avrik Pól á Kvígg, sýndi,
tá hann sum oddamaður
bjargaði neydstøddu sum-
bingunum. Vit fara í
hesum blaðið og fylgjandi
at endurprenta søguna um
hetta bragd. Hon er søgd
av sjálvasta Poul F. sála.
Og hoast meginparturin er
sannleiki, so er eitt sindur
av skaldskapi uppii.
Myndamaðurin hjá
Sosialinum, Kalmar Lind-
enskov og ein av blað-
monnum Sosialsins,
Jústinus Eidesgaard, vóru
í Sumba í seinastu viku
fyri at lýsa umhvørviød,
har hendan djarva hending
fór fram. Vit vitjaðu
eisini barndómsheimi hjá
Poul F. og hinum harga-
brødrunum. Og tað var
eitt søguligt heim at
koma inní. William var
sera blíður
jústinus
William Joensen
uttan fyri barndóms-
heimið i Hørg.
Mynd: Kalmar
Elin Susanna
Jacobsen
skrivar
Sjålvrannsakan
Mundi tad vera av til-
vild, at i fleiri sending-
um hesa vikuna varð
nomið við spurningar
sum kunnu leggja upp
til kjak um tíðinda-
flutning og upplýsing í
fjølmidlunum? Ella var
tað ætlað sum ein fyri-
reiking til ráðstevn-
una, sum skal vera í
Norðurlandahúsinum
um miðjan november
við heitinum >Politik,
journalistisk och etik<?
Tað var ið hvussu er
ein táttur, sum gekk
aftur.
Mikumorgunin tos-
aði útvarpið við fyrr-
verandi ríkisumboðs-
mannin Niels Bentsen
um grein, hann hevur
skrivað í donskum blað
um tíðindaflutning úr
Feroyum til Danmark
ar. Hóskveldið sendi
sjónvarpið donsku
sendingina >Almenna
hugsanin<; hesa ferð
var tað um, hvat ið
danir halda um verandi
revsilógir og serliga
um fólk halda, at
deydarevsing eigur at
verda dømd fyri serliga
ålvarsom brotsverk
Etlanin við hesum
sendingum er at minna
okkum á, at almanna-
hugsanin kann broyt
ast ait eftir, hverjar
upplýsingar, ið verða
bornar fram til okkum
at taka stødu til, og
ikki minst, í hverjum
umsteðum og á hvenn
hátt hesar upplýsingar
verða lagdar fram. — Í
Fimmaranum miku-
dagin varð gjerd ein
roynd at gera eina
sending, ið var skorin
eftir nakað tí sama
leisti, sum henda
danska sendireðin, at
vita, um fólk lata seg á-
virka av argumentum
og (upp) lýsingum, í
hesum feri var demið:
skulu vit hava frískúl-
ar umframt fólkaskúla.
Seinni í sendingini
bjóðaði útvarpið lurt-
arum at bera fram sín-
ar tankar um, hvussu
fastir feroyingar eru í
sínum meiningum, og
tað fordi til umtalu av
journalistiskum siði
fjølmidlum okkara, og
hvønn lut fjølmidlarnir
eiga í samfelagnum.
Her er ikki rúm fyri
at endurgeva so nógv
av tí, sum varð sagt í
hesum sendingum. Tað
er gott at tílíkar hug-
leiðingar verða tiknar
upp av og á, og at
spurnartekin verður
sett við, hvat vit nýta
fjølmidlarnar til. Ein,
neira praktiskur,
spurningur er tann
sum Niels Bentsen tos-
aði um, hvussu fáa vit
upplýsingar til vegar,
t.d. frá politikarum og
myndugleikum, skuldi
landsstýrið havt eitt
PR-fólk at syrgt fyri
tí? Ella sum ein lurtari
nevndi í »Fimmaran-
um«: spyrja blaðfólkini
ikki nóg nær, tá ið tey
skulu lýsa eitt mál,
men lata tann spurda
stýra samreðuni? Tá ið
saman um kemur, er
hetta ein spurningur
um, nvussu nogv gias
nost vit krevja, hvat ið
vit kunnu fáa at bera
til í hesum lítla samfe-
lag, so at tann verja, ið
fjølmiðlar vilja geva
persónum, ið stíga
fram, ikki koppar yvir
til at gerast eitt skálka
skjól fyri gerðir, ið ikki
tola dagsins ljós. Tað
markið man mangan
vera ringt at seta hjá
øllum, ið hava til upp-
gávu at vera tað varð-
hald, sum vit hava lagt
á fjølmidlarnar at vera.
Men tað ringa er, at
blød okkara nú meira
og meira leggja seg eft-
ir sensatiónellari »av-
dukingar-skriving« við
ongum eðrum enda-
máli enn útspilling av
persónum og ósaklig-
um illgitingu. Tað er
góð seluvera, sigst.
Er tað við vilja?