Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1990síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

So altráir vóru teir Síða 16 - - 0 s0Slalurin Nú í skjótt tvey ár hevur ein bólkur av einstakling- um sitið við leiðsluni av samfelagi okkara. Burtur- sæð frá javnaðarflokkin- um hava allir teir polit- isku flokkarnir luttikið i tí politiska hurlivasanum, ið hevur valdað í Tinganesi síðani legtingsvalið 1988. Tá valið var av, sá tað ikki mætari út enn at javnaðarflokkurin fyri ein hvenn prís skuldi haldast uttan fyri eina komandi samgongu. Hetta var fyrst og fremst politiskur taktikkur, sum skuldi geva mótsteðumonnum javnaðarfloksins megu- d leika at vinna flokkinum neisur. Undan løgtingsvalinum varð dugliga ført fram av andstøduni um okkara uttanlandsskuld og sjålv- andi var tad lagt soleidis út til veljaran, at tað var tað almenna, sum skyld- aði hesar milliarda upp- hæddir. Samstundis sum hesir menn gjørdu fram- tíðarmyndina fyri Før- oyar so dapra sum gjer- ligt, so spardu teir ikki fyri at lova veljarunum bæði skattalækking og tolllækking, ja, so altráðir vóru hesir menn eftir at fáa politiska valdið. Tá so wøgtings- og lands- styrissessirnir vóru tryggjaðir, skræddu teir politisku gekkaskortarnar av sær, og í máttloysi vegna tverrandi samar- beiðsvilja ímillum sam- gonguflokkarnar, var tað meira javnaðarflokkurin og mistek hansara, sum vórðu viðgjerd, enn tann búskaparliga steðan í landinum. Ongantíð hevur tað ver- ið so einfalt at tikið stødu sum til hetta valið. Mót- vegis teimum flokkum, sum nú hava kastað alla ábyrgd frá sær stendur javnaðarflokkurin sum einasta alternativ, skulu vit fáa politiskan stabili- tet aftur her á landi. Tað eru ikki so fáir velj- arar, sum vilja mótmæla politikkinum, sum sam- gongan hevur fert við at atkveða blankt, ella slett ikki fara á val. Einki er meira skeivt enn tað, og kann hetta føra við sær, at somu menn, sum ikki megnaðu at stjórna land- inum, koma til valdið aft- ur, og hvat er tá vunnið. Nei, brúkið tá heldur tykkara demokratiska rætt og farið fjølment á val og setið kross fyri ein- asta alternativ til egoist- iska og menniskjafígg- indaliga politikkin hjá frá- farandi samgongu, setið tí kross við lista C ella eitt av valevnunum á listan- um. Frank Davidsen Brúk fyri breiðari samgongu Í hesum degum er náttúr- liga hópur at politiskum greinum í føroysku blød unum. Tað eru mest val- evni, ið skriva og siga frá egnu og floksins sjónar- miðum, men tað verður mangan mangt annað flættað inn í hesar greinar og tað er júst tað, ið eg ætli mær at nema eitt sindur við í hesum greina- stubba. Ikki viðmerkingar til nakra ávísa grein, men eg fari bert at vísa á eitt fyri- brigdi, sum gongur aftur bæði í leiðarum og grein- um í hesum degum. Gert tú tær ómak at kaga igjøgnum hesar greinar, verður tú straks varugur við, at í ómetaliga nógv- um førum — ja ótrúliga nógvum førum verður roynt at geva Javnaðar- flokkinum skuldina fyri ellt tey politisku mistek, ið gjerd eru í hesum sam- felag. Øll vita, at Javnaðar- flokkurin hevur verið við í landsins leiðslu eitt langt áramál, og vil sjálvandi taka fulla ábyrgd av teim- um árunum. Men mangur man undrandi spyrja. »Hava so aðrir flokkar og serstakliga teir, ið sitið hava í samgongu við Javnaðarflokkinum onga ávirkan havt á nekur við- urskifti. Fáur er hann, ið trýr at so hevur verið. Vanliga verður hildið, at tað er andsteðan á tingi, ið situr uttan ávirkan og ikki øvugt. Sjålvandi eru mistøk Jørgen Thomsen Eysturoy gjørd, eisini av Javnaðar- flokkinum og hver er hann, ið ikki ger mistek. Men tað er hóast alt nógv gott og samfelagsgagnligt framt og er tað helst lætt- ari at kennast við hjá okk- um øllum. Tå id tad i Dimmalætt- ing nú um dagarnar varð sipað til, at Javnaðar- flokkurin vildi sleppa und- an at arbeiða saman við Sambandsflokkinum, so mistekur hesin skrivari seg so dyggiliga. Adur enn henda sam- gonga, sum nú er sundur- dottin varð skipað, fingu Sambandið og Tjóðveldi (sum vóru samanrunnir um samráðingar áðrenn meguleika at velja ímill- um Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Fólkaflokk- urin og Tjóðveldisflokkur- in hevdu legmann og landsstýrismenn sitandi úti í Tinganesi. Fólka- flokkurin varð tá kosin fram um Javnaðarflokkin. Frá legtingsins reðara- palli varð váttað av fram- standandi sambandsman- ni, at teir vistu framman- undan, at Javnaðarflokk- urin vildi aldri góðtaka tað samgonguupplegg, sum teir fóru at leggja fram, og skriva sam- gonguskjalið út frá. Tí kom henda samgong- an upp at standa, sum samgongumenn sjálvir siga, hevur verið ein sann- ur ruðuleiki. Tað er eftir mínum tykki grundin til, at vit nú skulu til valborðið. Eingin ivi um tað. Fleiri ferðir í samgongu- tíðarskeiðinum er boðað frá úr Tinganesi, at nú var verulig vend komin í og at politisku tiltøkini høvdu virkað eftir ætlan. Ja, onk- untíð varð sagt, at poli- tikkurin hjá samgonguni var ov væl eydnaður — ella sagt við mínum egnu orðum »Brensad varð ov ógvusligt<, soleiðis, at eingin fekk nakað burtur úr nøkrum. Sum áður sagt, so hevur tala- og politikkur sam- gongumanna mest verið skuldsetingar á undanfar- in stýri og tað serstakliga á Javnaðarflokkin. (Hetta kann kortini ikki sigast um øll samgongufólk og minni enn tað). Men hetta soðið mátti at enda tynn- ast, tí samfelagið verður hverki bygt upp av skuld- setingum ella ábreiðslum á andsteðuna á tingi. Tað er samgongan, ið stýrir í hverjum feri og skal skapa karmar við lóg- gávu fyri okkum øll, undir verandi umsteðum. Tað var hetta, ið mis- eydnaðist fullkomuliga. Ístaðin fyri fóru hestarnir at býtast, sum Jógvan Ol- sen, landsstýrismaður tekur til í Dimmalætting. Tað kann uttan iva mangt hangast uppá okk- um javnaðarmenn, bæði av einum og eðrum, men tað kann undir ongum um- støðum hangast uppá okkum, at samgongan ímillum Sambandsflokk- in, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin skramblaði saman, tá ið mest ástóð. Annars fari eg at ávarða ímóti, nú blaðskrivingin og »agitatiénin« yvurhev- ur tckur til, sum vant upp undir val. hetta sigi eg einsvæl til meg sjálvan, mínar egnu partamenn og aðrar við. Lat okkum royna at halda okkum frá, at dýpa gjáirnar flokkan- na millum, soleiðis, at vit ikki aftur enda úti í polit- iskum ruðuleika. Hetta samfelag hevur terv á einari breiðari sterkari samgongu, ið kann semjast um nakrar hevuðslinjur — og burtur við smáligum einkisigandi kegli. Hin 17. nov. er avgerðin tín hvenn av flokkunum, ið krossurin verður settur fyri, men sjálvur haldi eg, at hann fer frægast til hin Frank Davidsen Vágum Feroyska Javnaðarflokk- in. Sita vit heima, góðken- na vit verandi steðu, ella geva mótsteðupartinum atkveðuna. Tað sama er galdandi, um atkveðuseð- ilin fer blankur í kassan. Jergen Thomsen Samhaldafasti skal setast í gildi Ein lítil skrivivilla kann skjótt vera orsøk til stóra misskiljing. Í valskrá Javnaðarfloksins, sum vit prentaðu í blaðnum í gjár, kom tíverri at standa, at Javnaðarflokkurin vildi seta samhaldsfasta eftirlønargrunnin úr gildi. Tað er júst tað øvugta flokkurin vil. Tað var landsstyrismadur Javnadarfloksins, Vilhelm Johannesen, sum å sinni legdi uppskotid um samhaldsfasta fram og fekk tað samtykt, og hesa samtykt stendur Javnaðarflokkurin sjálvandi enn I valskránni skuldi sjálvandi staðið, at Javnað- arflokkurin vil seta samhaldsfasta í gildi skjótast tilber. Orsaka prentvilluna. b.a0stj. — 3. november 1990 BR