Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

IRGAÐUR I SKULANUM rgnim og Bitten Olsen eru bædi uppvaksin innan Jehova Vitni. Foreldur teirra gingu i Rikissalin sum er "kirkjan" hjá Je- hova Vitni. Frá barnbeini av hava tey verið við foreldrunum, tá tey fóru út at vitja fólk, tosa um Jehova og selja bøkur og blød, sum Jehova Vitni gevur ut. Torgrim Olsen: - Eg kendi ikki ul annad, men tå eg før í skúla, legði eg til merkis, at eg ikki var sum hini. Eisini var tað ein trupulleiki, tá eg hitti floksfelagar aftan á skúlatíð, tá eg saman við mammu míni gekk hús úr húsi. Frá barnsbeini av fingu vit ul uppgávu at tosa fyri Jehova Vitni í skúlanum - eitt nú máttu vit ikki halda fødingar- dag - heldur ikki taka móti góðgæti, sum fød- ingardagsbarnið bjóðaði okkum í skúlaflokkinum. Vit máttu ikki vera í skålanevnd, luttaka i ítrótti ella tílíkt, sum hoyrir barnaspæli ul. - Vit vóru einsamøll í skúlanum og vóru argað, men í Ríkissalinum fin- gu vit at vita, at vit vóru betri enn hini, at hini børnini vóru ónd. Tá so foreldrini vóru í Jehov Vitni, so hildu vit sjálvandi, at so mátti tað vera rætt. - Tað at vit vóru argað - fingu vit at vita - var tekin um, at vit vóru tey réttu trúgvandi. Torgrim Olsen: - Jehova Vitni eru hyklarar, sum liva upp á ein lygn, ið tey ikki sjålvi tora at avdúka. Alt verður sett upp sum svart/hvítar myndir, og tú hevur ongan kjans at gjøgnumskoda, um tað er rætt ella skeivt. Tað er bara so! Seinastu árini er felagsskapurin eisini vorðin meira harðrendur. Aður doyptu tey ikki børnini áðrenn tey vóru 14 - 15 ára gomul. Í dag doypa tey børnini um sjey ára aldur, og um tú ert doypt í Jehova Vitni, so fellur hamarin. So ert tú ein teirra, og kann einki gera, sum gongur hesi trúgv ímóti. UTBLAKAÐUR, VEGNA ROYKING - Påpi mín varð koyrdur úr Jehov Vitni tá eg var barn, tí tveir Jehova Vit- ni høvdu sæð hann roykt eina sigarett! Tey boðaðu leiðsluni frá hesum, og pápi var koyrdur út. So- leiðis verða limirnir settir upp móti hvgrjum ðrum. Jú oftari teir taka ein á bóli, jú betir Jehova Vitni eru tey! Hetta hevði við sær, at vinfólk okkara í Jehova Vitni, ikki máttu koma heim til okkara at vitja. Mamma og vit børn fóru á meti og til annað virk- semi í Jehova Vitni, men tað er greitt, at tað ikki gjørdi vidurskiftini betri heima. - Sum 15 åra gamal * : tidindablak ið | sosíalurin 8 A Nr. 176 — 6. november 1990 flutu eg heimanífrá. Tá fór eg í læru sum múrari og fekk aðrar vinir, sum ikki hoyrdu Jehova Vitni til. Seinni før eg kortini aftur í Jehova Vitni og bleiv doyptur. Arini efur hetta ferð- aðist Torgrim Olsen kring um í Noregi, har hann ókeypis bygdi ríkis- salar fyri felagskapin Hann fekk ongan løn ella samsýning av nøkrum slag. Í hesum tíðarskeiði hugsaði hann heldur ikki so nógv um heimin uttan fyri, og setti ikki spurnartekin til, hvar var rætt og skeivt. Hann var eisini púra avbyrgdur frá hinum partinum av sam- felagnum. Tað er eisini ein háttur at halda limunum til. - Sum fráleið og eg bleiv tilkomin, gjørdist alt meira tómligt á fund- unum í Jehova Vitni. Eg hitti konu mín og vit giftust. Tá vit fóru at tosa um trúgv okkara og felagskapin, vísti tað seg, at vit kendu tað á sama hátt bæði. Vit fóru síðani - saman við gðrum at hjálpa fólk og veita teimum uppýsing, sum vit ikki kundu fáa í Jehova Vitni. Hetta hevði við sær, at fleiri fólk vóru koyrd úr felagsskapinum, men vit vóru ikki millum teirra. Torgrin og Bitten Olsen fóru síðani ul Føroyar at búgva, men her eins og í Noregi og Torgrim Olsen: - Nú er hålvt ár umliðið og vil hava fingið annað iivstnnihald. Vit kenna vit høvdu vinir innan Jehova Vitni, sum nú hava vent okkum bakið kennist tað ikki Danmark Vitni nógv tíð Ul al klikka niður á fólk. ONGAN STUÐUL FRA JEHOVA VITNI Tå eg samstundis gjør dist sjúkur, og ongan stuðul fekk frå truar- feløgum okkara, hildu vit at tað var ovboðið. Harafturímóti vóru grannar og onnur fólk í bygdini til reiðar at hjål pa í kkum. Hetta var umvent av ti, sum jøgnum árini Í Í im medmen kiu ok ra Vit fóru til els Si ( sedu teimum, at t30 var €l mvitskus ningur fyri okkum, og át vit kendu okkum noydd ul at velja millum Gud og ein felagsskap, eina samskipan. Vit valdu Gud. Seinni fingu vit vitjan av tveimum Jehova Vitnum, sum bóðu okkum ikki fara. Tey søgdu okkum, at fleiri onnur vóru, sum ivadust eins og vit, men at tað ikki var neyðugt at slíta av teirri orsøk. HEILAVASKAÐ Nú er hálvt ár umliðið og vit hava fingið annað lívsinnihald og kenna okkum væl í føroyska samfelagnum. Hóast vit høvdu vinir innan Jehova Vitni, sum nú hava vent okkum bakið, so kennist tað ikki beiskligt. Vit hava fingið nógvar og góðar vinir her vit búgva, og halda satt at siga, at tað er so synd í Jehova Vitnunum, sum liva "uppá eina lygn" og ikki vilja góðtaka veru- leikan. Tey eru heilavask- að og duga ikki at síggja tað. Mær tykir synd í teimum. Síðani vit søgdu okkum alment burturúr Jehova Vitni, hava vit havt vitjan av øllum møguligum tuarbélkum, sum gjarna vilja taka móti okkum. Vit hava tó valt at liva so sum flestu føroyingar gera, og halda okkum vera eins góð og tey. Vit hava tað eisini gott við Gudi, sum ikki long- ur er ein hóttan. Gud er vinur okkara ístaðin sum áður, ein vandi, sigur Torgrim Olsen. ODO TOR BAA Framhald frá leygardagsblaðnum Henda sama forløgstunga dag sóu ik og be taná eitt tað veldugasta og me hábærsliga drama, mannaeygu nak 3 k 1 hava sæd n sjónleik ur ruleikanum, sum g llar á le palli sýndar sjónleikir til lítilsverdar blóðley viðfáningar, Aschylos og Shakespeare ikki undan at taka, so vist sum lívið er sterri yrkjari við sínum nakað skald ella sjónleikari eru førir fyri at skapa úr egnum brósti Meðan boðar, íður. strongir og mala runandi landbrim slógu ring í einum tornandi ódnardansi kring Sumbiar fjørd, stevndu fimm ónoyddir, hug- djarvir menn, fullgóðir ætlingar víking anna fornu, undir einum skýtyltum kavamýlandi lofti gjøgnum skúmandi brimrok eystur undir Sundboðunum uttan mun til egnan vanda, € monnum. Báturin sýndi Ikki! me XV ær, enn tað var ein fliduskel í einari POI ttinú alt att inn eitt kort«, at K 1 K i á I í Z r 1ðist i ins k r. vi at +: 1 in re Á r Í; Hólm ( } væl. Men Varak I óhapr hent, ti í tí kjé 1 fell en skvampur tungliga niður á árina hjá Magnusi i Andrasgarði og kvetti homiu- bandið, so einans ein ár var eftir á borði. Pól rópti á Magnus: »Royn nú, gamli, tín bragdleika!< Og sagt er at vera satt, og tiltikið er, at Magnus, ið als ikki bar orðið av at vera kvikur maður, tó, nú tað galt um lív og deyða, róði aftur í triðja verr. Teir komu so í reiðuliga góðum líkind- um eystur um Oyruna, har vandaelyst var út í Hólmin, tí tangaboðarnir bróta eystari. Har fingu teir nú mannað »Hvita« av tí besta, teir fýra settust til árar, og hinir báðir sjólátnu sótu í skuti- num, og legdu so skundisliga aftur á fjørdin. Væl fall í lag eftir umstødunum at koma vestur um Haldið á Oyrunu og vestur fyri Mølina; men so tóku 6løgini við aftur av nýggjum, verri enn nakran- tíð áður, so sjálvt Misstrívningur tók á at bróta, og tá er reiðlig havódn. Við Mistrívningi á baki fór Hevdabogi skúmfroysandi við miklum duni eystur undir Hólminum, og Sundboðarnir tóku við innari av grimdum, og brotini fóru í einari rend, sum vóru tað fannhvítir hestar við skúmflagsandi mon og faksi, sum runnu kapp í villari eði og langt nið- an á Mølina. Allur fjørdurin var mjøll- hvítur av brimhjómi, ein kókandi ganda- pottur, har »Hviti« tóktist sum ein hav- fuglur, ið lætti seg upp á aldukambin ferð eftir ferð, og fjaldur í skúmroki hvarv fyri teimum hjartkiptu áskoðar- unum á landi niður í aldudalin, og so beinanvegin hómaðist aftur á næstu aldureð. Og ólegini hidu við av grimd- um. Har suðurin er ikki, so sum ein kann lesa um aðrastaðni frá, at tey koma níggju hverjum eðrum á baki, og so ger- ast legir eina stund; í Sumba er onki mark fyri slíkum, tey kunnu vera fá, men jú fleiri í fylgju, miklari ódnin er. Pól og felagar hansara máttu at enda leggja >Hvíta< so nær út í vestur móti brotunum á Sundinum, sum torgast kundi, tí í tí mikla brimganginum, ið heldur var at versna í hverjum, hevdu brotini lyndsku til at taka seg uppaftur fyriaftan bátin, og teir vóru tí sum mill- um dupultan eld — staddir sum Odysse- us á sinni millum Skylla og Karybdis. — Boðabrotini herjaðu dunandi á uttan ihald, men »Hviti« sýndi her til fulnar, øgn um rås jørdu fyri 100 årum sidan 7 Poul F. Joensen hevur skrivað hesa f bragdið sumbingar Fr ar pr ið Í 4. nov. 1890 hvussu væl hin føroyski årabåturin kundi verja seg i ódnarsjógvi; styrdur stevnbeint móti brotunum og rógvin so mikið framyvir, at hann hevði róðurferð, so at ólegini ikki drógu hann við sær eftir hæli, men at hann altíð mestsum kom at liggja í sama stað. Ferð eftir ferð reisti »Hviti« seg móti teimum brettu boðabrotum, einaferð so nógv yvir enda, at hann tók sjógv inn í bak, og teir hildu, at hann tvørstoyttist, men tó lyfti hann seg, lættur á floti, sum hann var, upp á aldurødina, skar í froðandi roki gjøgnum hin skúmfrísuta aldukambin og brast so næstan í leysum lofti niðuraftur í aldu- dalin so hvølt og hart, at hvert sprek skalv, sum í honum var, so teir lyftust í sæti, og teir óttaðust fyri, at hann riv- naði. So hart setti hann ferð eftir ferð í éløgunum, at einaferð hann rendi at siga sjóleysur útav alduni, sprakk alt síggið úr framskutinum, og hann fór at leka, men ongantíð tók hann so nógvan sjógv frammanyvir seg, at tað bilaði at oysa hann tóman. Sjóleys knørr av broti brast, tá tognaði seymur úr rongum — síggið út úr súðum sprakk — tað brakar í barkabondum. Meðan hesin langi ódnarleikur helt á, sat Pól stinnur við stýrisarmi í hendi og treiv í mennandi orð og erindi. Tá ið síggið sprakk úr súðunum, og tað ljóð- aði, sum hann brotnaði við brestin, kvað hann: >Ikki skulu vit láta lív — so leingi sum Ormurin heldur«. Hann hevði enn sama ålit å sitt hepni og mått sin og megi og var ikki ólíkur Cæsar, tá ið hann í ódnarveðir segði við skiparan: >Ver ikki ræddur, hin gamli, minst til, at tú hevur Cæsar og hansara eydnu umborð!< Tá ið báturin aftur setti so hart, at teir lyftust leysir av bekkinum, og Jákup í Ólhusi sálarkroystur av fyri aðru ferð at standa á deyðans gátt á sama degi mælti fyri munni: »Gudi lati meg góðan tala, men hetta verður okkara feigdar- ferð“, tå kvað Pól aftur, meðan boða- sløgini dundu so hvøll, at illa skiltist mannamál: »So var veður á sjónum hart, tá reyk bæði sjógvur og sandur, tó er sagt at júkagarpar, slitu upp aftur landið“, úr Hegna tátti. Hann, ið sjálvur var skaptur av kvæðamentanini, visti best, hverja åvirkan eggjandi kappaørindi høvdu å menn, sum av heilum huga liv- du við í kvæðunum og tóku til rámandi kvæðagrindi í øllum livsins ferum; kvæðini hevdu teir sogið inn við móður- mjólkini, og tey mentu rættar menn í ódnarferðum meira enn Kingosálmar. Av landi eygleiddi mannamúgvan í sjálftandi ótta henda velduga dyst, ið mátti skaka hvens mans hjarta, millum tær kensluleyst oyðandi havsbylgjur, ið leikaðu eins og villini djór, sum vildu týna alt lív í sínum kalda favni, og hug- prúðar djarvar sjógarpar, ið her til ful- nar sýndu, at teir høvdu verið á báti fyrr og bóru hevur hátt, hóast nú meira enn nakrantíð áður lá teimum vátt undir foti. Eitt avvelt, miskunnarleyst, veld- ugt hav lá teimum altrátt eftir lívinum á #1 = - RN egSialurin Sumbiarholmi sama stad, sum teir fåar timar framman- undan høvdu sæð tveir bygdamenn sekka í kav, har teir nú rókust á havsins botn millum tonglar og tara onkustaðni nærhendis, og hvat teir sjálvir nú bard- ust fyri lívinum, staddir í mesta vanda. Tað var sum Rán, havgudinnan, vildi hevna seg fyri tann fong, hon hevði mist, og nú týna teir allar. Har sóu sumbingar, ikki hálvan fjórð- ingsveg frá landi, hitt miklasta mans- bragd, ið hugsast kann, so vist sum ong- in kann sýna størri mansevni enn ónoyddur at seta sítt lív í váða fyri at bjarga grannans; tí víst verða mikil brøgd útint til dømis i bardagatíð og í havsneyð, men tey eru mest gjerd av tvingsli og umsteðunum og oftast fyri at bjarga egnum lívi í sama viðfangi, og einameist tá menn hava verið heitir og ikki kunnað hugsað seg um. Men hesir menn fóru, sum áður sagt, ókravdir; ongin troðkaði á teir, heldur varð hildið teim aftur; teir fóru ikki av yvirhuga, men við keldum blóði í bar- daga móti brimandi bárum og brettum brúsandi boðabrotum, alvæl vitandi um vandan, at teir eins væl kundu láta lív, sum hinir báðir, ið teir sóu sjólátast á sama morgni og sama stað, sum at vinna heilir heim. Tí >Hvítar gæs við grunni vóðu, og aldan fjaldi landið<, sum kvæðið sigur. Mong toldu illa at líta á ódnarleikin, hvussu báturin lyftist hátt á skaranum, eins og hann fór at botni, og so hvarv í aldudalinum, men kom tó hverja ferð aftur til sjóndar á næsta aldubaki; alt var áskoðarunum so vandamikið og næstan ótrúligt at síggja, at tað skakaði Síða 13 hverja nervu, sjálvt á mest herdu monn- um. Tí so langur og spennandi var hesin ódnarleikur, so lagnutungur, at að barst øllum fyri, sum royndu garparnir Sundinum at fóta sær á einari 8 við deyðan ekk I i évit, og mong feldu mød Øllu ið su hendan tilburð, kom hann at standa sum ristur við rúnu ig Pól uppi i Kvíggj og kappar hansara vóru ótroyttiligur at verja seg móti øtu, løgdu seg óli fx i ' Eg i g sum ir I vill djó n tráaði so eftir mannadeyða. Sum kvæði 1 Ir Ve 3 4 nu boðabrot í bæði borð men tá fall bylgjan bla. Nú galt um at nýta íhelmingin, áðrenr havið reistist av nýggjum í enn villar veldi, og Ránar detur bardu alla nót stødu niður, ið forðaði te fong. og K Kring Sand KU KE £ KAT Dall er € ø av landi bóru båtin i leysum lofti skund isliga nidan å bakkan, har hann var brimfriur Tá var fagnarrómur mikil av øllum sumbiarfólki, fremst teimum avvarðan- di, ið hevdu fingið sínar kæru aftur eins og ryktar úr deyðans hondum. Teir fylg- du so Jákup í Olhúsi og Jóan Petur undir Hamri, sum hevði tolt og ómenn- iskjansliga harða viðferð á hesum for- løgstung degi, til húsar. Og tá kundi Pól og hansara menn siga sum Jallgrímur: »Vit hava staðið í stríð í dag, vunnið tann sigur prúð, vit eru troyttir og illa meddir, hvíla vilja vit nu.« Hinir báðir, ið sjólótust og druknaðu, Tummas í Byrgi og Tummas Petur vóru enn ikki riknir á land, og Pól uppi í Kvíggj setti so tveir menn til at halda vakt um náttina fram við Malarbrúnni, har teir kundu væntast at reka upp. Tá fyrst fór hann til húsar. Vaktarmenninir funnu onki um náttina og fóru tí til hús, tá var tað ljóst. Tíðliga á morgni fór Jenis í Andras- garði, sum var ein av teimum fimm, ið fóru út í Hólmin við »Hvita«, oman á Mølina, og har fann hann Tummas i Byrgi liggjandi í fjeruni við Kobba- merkissteinin og bar hann so niðan á Malarbrúnna, fór so longur út fram við strondina, og á uttari Mel gekk hann fram á Tummas Petur, ið lá sligin upp á lang, og Jenis bar so líkið heim har, sum Tummast lá, og síðani vóru teir bornir til húsa og jarðaðir undir mestu samken- slu frá allari bygdini, tí dugnamenn vóru teir báðir. „Hetta frættist vida«, sum vituligt var við einum slíkum sorgarleiki og eft- irfylgjandi stórbregdum, sum skal leit- ast langt og víða at finna líka til, hvers stórleika einans hann, ið er meinkunnug- ur við tær vandafullu umsteður av brimi, boðum og strongjum, teir gomlu við árabátum hevdu at berjast við og verja seg ímóti, kann fata í odd og egg hetta avreksverk. Andersen, lækni í Suðuroy, skrivaði eina stutta frágreiðing um vandaferð- ina, og hin seinri Provst Petersen, tá prestur í Suðuroy, greiddi frá henni í mm