týsdagur 6. november 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 176 — 6. november 1990
donskum blaði, men báðar greinir greid-
du bert frá hevuðsgongdini.
Tá ið Gudmund Effersee, sýslumaður,
einri kom at halda grannastevnu í
Sumba, hevði hann við sær heiðurslenir
til bjargingarmenninar: bjargingarme-
dalju til Pól uppi í Kvíggj við navni
hansara rist í og orðunum: >Af Farens
Svælg fremblomstrer Pris og Løn«.
Felagar hans fingu 32 kr. i heidursløn,
sjålvsagt eisini teir fyra, sum bjargadu
liv Jóan Peturs og Jákupsar í fyrsta
parti av ódnarleikinum og vóru við í
seinra parti ta longu tíð, tað stóð teim-
um ellum um lívið á Sundinum
; ni trívist allastaðni: Ein maður
undi ikki bara sær, tá heiðurslenin var
hu
handað monnum, og helt fyri, at tað var
mismunur, at Pól skuldi fáa medalju,
fram fyri hinar. Tá reistist Gudmundur
Effersæ úr sæti og segði ilskliga: >Tú
skalt mir Pól uppi í Kvíggj um
framt sum oc r í hesari longu nú
víðagitnu v 1gt síðani hevur
hav eið borið síni
brøga í Sí gerum: „11ersee
kendi Póls lyndi til fulnar og visti til
dømis væl um, at hann hina ódnarferð-
ina, tá ið fleiri vágsbátar mundu gingið
burtur á veg frá Flesjunum, soleiðis sum
Jákup Dahl, próstur, hevur greitt frá, í
ódnarstormi fór fram við bergseggini og
at enda fekk eygað á Dánjal við Misá og
hansara menn, sum hevdu slitið upp
undir land vesturi undir Sumbiarbjørg-
um, men lúgvaðir til deyða ikki vóru fer-
ir at vinna longur fram. Tá fór Pól við
eigarunum av »Hvita« vestur undir land
og ferdi bát og manning til Sumbiar, tí
ikki var lendandi á Vágseiði, umframt so
mangt annað bæði á sjógv og landi.
Hetta ummæli Effersøes kundi ongin
rættvísur sumbingur mótmæla; teir
vistu av royndum, at oddamaður kravd-
ist í hverjari ferð, skuldi hon vælferð
verða, tí Várharra var ikki javnaðarmað-
ur, tá ið hann býtti sínar gávur út.
Viðmerkingar
Ég eri ofta biðin av monnum bæði í og
av bygd enntá norðaneftir um at skriva
um hesa ógloymiligu bjargingarferð og
nevna menninar á navni, men í fleiri ár
1avi eg ikki litið mær til at fara undir
erkið og lýsa tað so stórbært, sum tað
r vert; tí sum meinkunnugir i Sunnba
lugi eg allvegis at meta, hvussu djarvir,
sjálvan seg gloymandi og fjallsterkir
lesir menn hava verið. Tí ongastaðni
Ha nakrantíð, sum eg veit um, hava
A Pollinum í Sumba er høgligari nú
at lenda enn ódnardagin 4. nov-
embur 1890. "Men enn er brim-
pláss", sigur William Joensen, sum
er einasti eftir av Hargabreðrunum.
Myndir: Kalmar.
menn við meira fullráddum huga og
undir verri sálarkúgandi og nervaspenn-
andi umsteðum sett sítt lív í vága fyri at
bjarga aðrar frá deyða. Men tá ið ongin
kann ella vil, og er nú eri komin til ta
metan, at eg kann gera tað so væl sum
nakar annar, havi eg roynt at varðveita
minnið um kapparnar fornu; men sam-
stundis má ikki gloymast, at tað vóru
fleiri aðrir sumbingar, ið hug hevdu at
fara, enn teir, ið fóru, men ikki sluppu
við, tí fullmannað var
Teir fýra, ið fyrru bjargingarferðina
tóru, men sum máttu seta upp á Hólmi-
num við Jóan Peturi og Jákupi, vóru
Jóan Pauli Abramstovu, Tummast
(Massurin) í Olhusi, Dánjal í Abram-
stovu, allir úr Herg, og Símun undir
Hamri.
Teir fimm, ið byrjaðu seinri bjarging
arroyndina, vóru Pól uppi í Kvíggj,
Jenis í Skemmuni, Tummas Johan úr
Hargastovu, allir úr Hørg, og mágur Pól
Jenis í Andrasgarði og bróðirin Magnus
í Andrasgarði, heiman úr Gerðum. Allir,
sum eg her havi nevnt, vóru kendir sum
stakmenn uttan kanska Magnus; men
hann vísti her í royndum, at hann eisini
átti mansevni, tá ið umgalt dirvi og
bragdleika.
Teir tríggir, sum ikki lukkaðust í bát-
in, tíð Pól noyddist so brádliga at kvetta
stavnatogið fyri at bjarga báti og mann-
ing undan ólegunum, vóru Dánjal í Lað-
angarði, hálvbróðir Pól, Johannis i
Abramstovu og Tummas í Lopra, ikki
minni menn í nekrum leiki enn hinir.
Ég vil treystliga viðmerkja hetta, tí
tað er av onkrum hildið, at teir aftraðu
seg at fara við, tí tá vóru vónirnar fyri
ellum, sum at renna seg í tann vissa
deyða. Men hóast eg veit, at ongin hev-
ur so sterkur verið, at hann ikki onkun-
tíð hevur kent veikar stundir, so fái eg
meg illa at trúgva, at hetta var atvoldin,
tí hesir menn vóru alvegis herdir í
verstu vandaferðum bæði í brimi og
bergi. Dánjal í Laðangarði gekk bróðuri
num næstur í ollum førum; Johannis í
Abramstovu var ein sjógarpi, sum ney'
an fann sín yvirmann, tað gav at bíta, at
hann doyði við ár í hendi á kappróðri, 86
ára gamalur. Og Tummas í Lopra var
alla teira tíð felagsmaður Póls og helt á
við at sekja sjógv til ellisår.
Hesir menn so væl sum allir rættir
sumbingar vóru av tí gamla berginum
brotnir, og bregd og eftirmæli vóru
teirra hægsta mið sum hjá teimum
fornu grikkunum og sum ein arvur frá
fornfedrunum víkingunum, ið bygdu
hesar oyggjar og síðani varðveittir í
kvæðunum til dagin í dag.
Maðurin var í meti meira virdur eftir
dugnaskapi og bragdleika enn eftir ogn-
um. Teir gomlu vóru viskisfúsir og lívs-
glaðir, bregd og virki gingu hond í hond,
og kapping fór fram í ellum ferum ikki
minst á bjargaferðum og útiróðri; kapp-
róð varð íðuliga á ytstu havmið bæði út
og aftur at landi. Teir hildu tað ikki vera
synd, sum so mong heilig býtisbern í
dag halda, at halda skemtan, látur og
gleim »ti Gud gleddi hann, ið glaður var
— hann var Gudi kærur«.
Veitslukærir og dansikærir havnadu
teir onki av lívsins góðsku, teir vóru ikki
fráhaldsmenn og enn minni »frelstir«,
slíka hugsan metaðu teir sum guds-
spottan eftir Jesusar orðum um farisear
arnar, og Paulusar, at hann mátti hvønn
einsta dag beta um sína sál, um hann
skuldi vóna at vinna sín himmiríkispart.
Ti í halgubók vóru teir fornu stinnir,
sum eisini Schretar, prestur, sigur — um
ár 1800 — at tá ið hann einaferð staddur
í Hovi vildi sannfera bygdamenninar
um, at bæði trell og huldufólk vóru
ímyndingarfostur, slógu teir upp í
Halgubók, og við hennara orðum prógv-
aðu teir fyri prestinum, at tað var hann,
ið var á skeivari leið.
Allir feroyingar kunna vera ernir av
slíkum monnum og teirra avreksverki
og ikki minst sumbingar, tí í einari bygd
so uttanhanda, sum Sumba var, rennur
sama blóð í ellum æðrum, tí teir útintu í
royndum tað, sum Halgabók sigur er
tað størsta bragdið av ollum, at seta sítt
lív í váða fyri at bjarga annans kvi.
Ég veit um tey mætastu bregd um
heimin og tey mongu og miklu roysni,
okkara hugprúðu sjógarpar, kanska
heimsins besta sjómanstilfar, hava
framt, men onki, haldi eg, fer fram um
hesa bjargingarferð, allar umsteður
sammetaðar. Teirra hugsjónir og bragd-
arhugur var skaptur av tí hábærsliga
kvæðaandanum, sum enn livir í okkara
bestu monnum, men sum eintáttaðir
eftiraparar av mongum nútímanser-
skapi í mentan og ómansligum hugsun-
arhátti, ið nú sjálvkravdir setast ovast
við borðið og krevja orðið í ellum forum,
vilja hava okkum at sleppa upp á fjall,
hóast teir ikki vita meir um fedranna
mentan enn hundur um himmiríki. Slíkt
bragd, sum hetta er, er hundrað ferðir
sterri enn øll ítróttarbregd tilsaman.
Kvæðini skaptu hesar avrekskappar,
og teir skaptu sumbinga miklasta
bragdarkvæði. Um oddamannin Pól
uppi í Kvíggj, sum hevði til tiltak: >Ég
kenni meg sjálvan“, og »Gud náði hann,
ið ongan øvundarmann eigur«, segði
maður á ellisárum, ið ofta var hansara
mótsteðumaður í teirra virkisdogum,
langt eftir tað Pól var deyður, at hans-
ara javnlíki hevði ikki verið í bygdini og
kom heldur ikki aftur; men hann hevði
eitt brek, hann var ovmikið leysur á
hondini. Hann meinti við hetta, at Póls
gávumildni hevði forðað honum at
leggja so nógva ogn undir seg, sum
hann annars við sínum sjáldsama
dugnaskapi hevði verið førur fyri. Men
mong vilja halda við teimum, ið nutu
gott av honum, at hansara góða hjarta-
lag kundi ikki nevnast eitt brek, men ein
dygd, tí honum ella hansara treyt ong-
antíð nakað av hesari atvold. Gomul
kona, ið búði hjá Póli á sínum ungu ár-
um, segði við meg, at hann var tað mest
góðlíðandi menniskja, hon hevði kent.
A fimtiáradegnum aftaná hesa
merkishending kvað abbasonur Pól:
Enn kann lesast slóð av tínum fótafari,
roysnisrúnir skar tú djúpt í Beinisverð.
Tá ið brimið treður ódnardans um
landið,
dunar kappakvæði títt um Sumbiarfjørd.
tað eru nú 55 ár, síðan Pól doyði, og
komið upp á hálvfjerðsinstjúgunda ár,
síðani sjónleikurin mikli fór fram, bar-
dagin millum havið í uppestum veldi og
mansins vit, dirvi og dugna, sum at
enda bar sigurin heim. Tí er tað í evstu
stund at seta teimum eitt varandi
minni, tí minnir kámast og broytast,
sum ikki verða fest á blað. Beinleiðis,
sum eg havi hoyrt menn, sum vóru við í
bragdarferðini, og sum Pól uppi í Kviggj
og áskoðarar hava sagt frá, er manna-
gongdin í mínari frásegn. Og er hon ikki
evnað i stórleika bragdinum verdig, er
tað mín pennur, sum svíkti, men hugur-
in var tó hin besti, sum santa Paulus sig-
ur.
Nú hvíla seggjarnir gomlu undir
grønu torvu, men teir liva í Sumbiar
segu, so leingi sum bygdin bragdar.
Ramastu rúnir um rættar menn
er varandi minnisvarði.
Lítið nyttar bert mansins navn
á steini í kirkjugarði.
Á
AU
+