Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 34 - 19. februar 2003 Nr. 34 - 19. februar 2003 3 – Eingin sangari í Íslandi hevði kunnað sungið sangin hjá mær so væl. Eg kann bara koma í tankar um nakrar fáar al- tjóða jazzstjørnur, sum høvdu kunna gjørt tað eins gott og Eivør, sigur sang- skrivarin Ingvi þór Kormáksson GRAND PRIX Eyðun Klakstein Reykjavík: Tað var ein sera væl nøgdur Ingvi þór Kor- máksson, sum lýddi á, tá ið Eivør Pálsdóttir sang »Í Nótt« til íslendska Grand Prixið leygarkvøldið. Ingvi skrivaði sangin saman við rithøvundanum Friðrik Erlingsson, og hann ætlaði at fáa sangin við í Grand Prixið. Sangurin var skrivaður, áðrenn hann hitti Eivør fyrstu ferð. – Tað var í november mánaði, at eg hitti Eivør fyrstu ferð. Tað var til eina meira ella minni privata samkomu, har hon sang. Tá leitaði eg eftir einum sang- ara, men kendi púrt einki til Eivør. Tá eg hoyrdi hann syngja, segði tað bara bang. Hon var akkurát tann sang- arin, sum eg vildi hava at syngja sangin, greiðir Ingvi frá. Eivør ein stjørna Tá komponisturin hoyrdi Eivør syngja sangin til ís- lendska Grand Prixið, var hann ikki í iva um, at hann hevði gjørt eitt rætt val. – Eg havi skrivað sangin, men nú eigur Eivør hann. Hon er rættiliga farin inn í sangin og hevur tulkað hann á sín egna hátt. Og tað er júst tað, sum eyð- kennir Eivør. Hon er ikki bara ein framúr sangari, hon er eisini ein sera dugnaligur tulkari, sum dugir at fáa tað besta burtur úr sangunum, sum hon syngur, heldur Ingvi þór Kormáksson, og hann hev- ur nógv rósandi orð at bera Eivør sum sangari. – Hon er fantastisk. Hon hevur allar eginleikar, sum skulu til fyri at gera hana til eina altjóða stjørnu, sigur hann uttan at blunka. Hugsaði ikki um at vinna Ingvi vónar, at hann fær høvi til at samstarva við Ei- vør í framtíðini eisini, og hann heldur, at Eivør skal brúka sangin á eini kom- andi útgávu, hevur hon hug til tað. – Sangurin kann ikki framførast betur, enn tá ið Eivør syngur hann. Ingvi þór Kormáksson var bæði til aðalroyndina og sjálvt Grand Prixið leyg- ardagin, men hann hevði ikki gjørt sær vónir um, at sangurin skuldi vinna kappingina. – Tú kanst ikki vænta ella rokna við, at tín sangur fer at vinna, tí tað leggur bara óneyðugt trýst á. Tað týdn- ingarmesta er, at framførsl- an var góð, og at sangurin hevur góðan møguleika at standa seg aftaná Grand Prixið eisini, sigur íslend- ski tónasmiðjurin. Eivør er ein stjørna – Eg havi skrivað sangin, men nú eigur Eivør hann. Hon er rættiliga farin inn í sangin og hevur tulkað hann á sín egna hátt, segði Ingvi þór Kormáksson, sum skrivaði Grand Prix-sangin hjá Eivør Mynd: Álvur Haraldsen – Eg kann standa fult inni fyri tí, sum eg framførdi í Grand Prixnum, og tað eri eg fegin um, sigur Eivør Pálsdóttir, sum nú skal skriva tónleik til ein norðurlendskan sjónleik EIVØR Eyðun Klakstein Reykjavík: Eivør Pálsdóttir hevur úr at gera sum songkvinna og sangskrivari. Luttøkan í íslendska Grand Prixnum leygarkvøldið er bara ein partur av øllum tí, sum hon fæst við í Íslandi í løtuni. – Grand Prixið er einki hæddarpunkt fyri meg. Nú endaði eg í tí, og so ráddi tað um at geva eina góða framførslu og ikki gera nakað, sum eg fór at angra aftaná, sigur Eivør Pálsdóttir, sum heldur, at hetta eydnaðist. – Eg kann standa fult inni fyri tí, sum eg framførdi í Grand Prixnum, og tað eri eg fegin um. Fyri meg er tónleikur ikki Grand Prix, men tað kendist gott at vera á pallinum, og eg eri eisini fegin um framførsluna nú. Eivør hevur latið sær fortalt, at hon fekk stívliga 10.000 atkvøður, og tað ger, at hon er plaserað beint aftanfyri tey trý fremstu í kappingini. – Eg hevði alla tíðina roknað við, at Birgitta fór at vinna. Tey hava brúkt nógv- ar pengar upp á sangin, sum var gjørdur við tí einasta endamáli at vinna kapp- ingina. Botnleðja var nokk so stuttligt, meðan tann var eitt sindur óvæntað, hvør bleiv nummar 3, heldur Eivør. Gera fløgu Sunnukvøldið sang Eivør í Dómkirkjuni í Reykjavík, og hetta var ein heilt onnur framførsla enn hon í Grand Prixnum, men tað vísur, hvussu fjølbroytt Eivør er sum sangari. – Nú fari eg rættiliga undir at arbeiða við tónleikinum til fløguna hjá mær. Eg fari at skriva tónleik, venja og spæla. Málið er at fáa tónleikin so góðan sum til- ber, áðrenn vit spæla hann inn og geva eina fløgu út, sigur Eivør. Enn er ikki greitt, hvar og nær fløgan kemur út, men Eivør vónar, at okkurt plátufelag fer at sýna fløguni áhuga. Eivør fer næstu tíðina at spæla saman bæði við bólkinum, sum hon hevur verið í seinastu mánaðirnar, og hon hevur eisini nógv at gera sum solistur. Ein nýggj uppgáva bjóðar eisini frammi í tíðini, tí ætlanin er, at Eivør skal skriva tónleikin til ein sjónleik, sum verður gjørdur í samstarvi millum ymisk fólk í Norðurlondum. Clickhaze liggur stilt Eivør fekk sítt heimliga gjøgnumbrot saman við rockbólkinum Clickhaze, tá ið tey vunnu Prix Føroyar fyri tveimum árum síðani. Í fjør var bólkurin sera virkin bæði heima og úti, og tey spældu til hópin av konsertum í Norðurlondum. Seinastu mánaðirnar hevur verið lítið um bólkin, men Eivør hevur ikki vent bólkinum baki. – Tú kanst siga, at júst nú liggur bólkurin stillur, men tað kemur ikki óvart á meg, um alt blussar uppaftur seinni, sigur hon. Eivør fer víðari – Grand Prixið er einki hæddarpunkt fyri meg. Nú endaði eg í tí, og so ráddi tað um at geva eina góða framførslu og ikki gera nakað, sum eg fór at angra aftaná, sigur Eivør Pálsdóttir Mynd: Álvur Haraldsen Formaðurin í um- boðsráðnum hjá SEV sigur, at tað kennist sum ein lætti, at mál- ið um stýrið og stjór- an í SEV nú hevur fingið ein avgerð SEV-FUNDUR Edvard Joensen Tórshavn: Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarfor- maður hjá SEV, segði beint eftir umboðsnevndarfundin á Hotel Hafnia mánadagin, a tað kendist sum ein lætti, at ein avgerð nú var fallin í hesum drúgva málinum. Hann vísti á, at tað var við smáum marginalum, at stýrið og stjórin vórðu sitandi. Kortini var alt ikki av enn, segði hann. Nú skal eftir samtykt á umboðsráðsfundinum skrivast eitt hoyringsskjal, sum Klæmint Weihe, stjóri á SEV, skal hava til við- merkingar, áðrenn ein kanning av embætisførslu hansara í málinum um Vágatunnilin verður settí verk, segði umboðsnevnd- arformaðurin. Umboðsráðið samtykti við 38 atkvøðum fyri og 30 í móti at átala stjóran fyri embætisførsluna. Hvat verður burtur úr hesi hoyringini, verður ikki at frætta fyrr enn á næsta umboðsráðsfundi, sum í seinasta lagi skal haldat í mei mánaða, segði Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum hjá SEV, beint eftir umboðsráðs- fundin á Hotel Hafnia mánadagin. Umboðsráðsfundurin hjá SEV feldi mána- dagin eitt misálits- uppskot á stjóran og stýrið. Munurin var tó bara tvær atkvøður SEVFUNDUR Edvard Joensen Tórshavn: Umboðsráðið hjá SEV hevði fund á Hotel Hafnia mánadagin. Á skránni var uppskot um misálit á stjóran og stýrið fyri SEV. Misálitisupp- skotið fall, men leiðslan fekk eina átalu, og em- bætisførslan hjá stjóranum skal kannast. Tá atkvøtt varð um misálitisuppskotið móti stýrinum og stjóranum, vóru 34 atkvøður fyri, með- an 36 umboðsnevndarlimir atkvøddu í móti misálitin- um. Ein atkvøða varð kend ógildug, men keldur í um- boðsráðnum siga, at hon var ætlað at vera fyri mis- álitisuppskotinum. Í øllum førum er greitt, at SEV stýrið og stjórin hingu í einum rættiliga klønum leidningi hendan dagin á Parnassinum. Eftir at misálitsuppskotið var fallið, varð atkvøtt um at geva stjóranum eina átalu. Og har var eingin slingur í valsinum. Tað vóru 58 atkvøður fyri og 13 í móti at átala SEV stjóran fyri embætisførslu hansara í málinum um Vágatunn- ilin, har han sjálvur er nevndarformaður. Eisini varð skotið upp, at ein hoyring skal setast í verk móti stjóranum í SEV. Henni vóru 38 atkvøður fyri, meðan 30 vóru ímóti, og tríggjar atkvøður vóru blankar. Tað varð hildið vakt uttan fyri hurðina á Parnass- inum á Hotel Hafnia, meðan um- boðsráðsfundurin hjá SEV varð hildin mánadagin SEV-FUNDUR Edvard Joensen Tórshavn: Eingin, sum ikki hevði serligt loyvi frá SEV, slapp inn á fimtu hædd á Hotel Hafnia, meðan umboðs- ráðið hevði fund mána- dagin. Tá Sosialurin møtti upp uttan fyri Parnassið beint eftir middag, sat hotelstjórin fyri hurðini til Parnassið, meðan stýrislimirnir og SEV- stjórin sótu í einum rúmi longri inni á gongini. Umboðsrráðsfundurin byrjaði við eini at- kvøðugreiðslu um, hvørt stýrið skuldi vera við á fundinum ella ikki. Úrslitið varð, at 36 at- kvøður vóru fyri at koyra stýrið út av fund- inum, meðan 33 vóru ímóti. Sostatt máttu allir stýrislimirnair fara av fundinum. Tað dámdi stýrisfor- manninum ikki. Hann metti ikki, at tað var tekin um, at allir partar fingu høvi at siga sína hugsan á fundinum. – Hetta vísir bara, at málið skal ikki lýsast frá báðum pørtum, segði Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður í SEV, sum gekk á gongini uttan fyri Parnassið meginpartin av mána- degnum. Vakt við hurðina SEV leiðslan í klønum leidningi Stjórin á Hotel Hafnia, í miðuni, gjørdi eftir boðum frá umboðsráðnum og ansaði sjálvur eftir, at heldur ikki SEV stjórin, vinstrumegin, ella stýrisformaðurin, høgru- megin, sluppu inn á fundin Mynd: Jens Kristian Vang SEV stýrið fekk durðafjórðingin frá umboðsráðsfundinum og mátti við ringum tannabiti ganga úti á gongini allan dagin, meðan aðrir fundaðust við kaffikoppum á borðinum inni á Parnassinum Mynd: Jens Kristian Vang Ein lætti at fáa hetta yvirstaðið Umboðsráðsformaðurin, Hans Tausen Olsen, leiddi fundin mánadagin. Tað er eisini hann, sum hevur avt flestar atfinningar at leiðsluni í SEV. Hann sigur tað vera ein lætta, at ein avgerð er tikin í málinum, og heldur ikki, at alt stríðið hevur verið til fánýtis, hóast leiðslan verður sitandi Mynd: Jens Kristian Vang Lesið meira á síðu 11 C M Y K 3 2