Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 34 - 19. februar 2003 Nr. 34 - 19. februar 2003 5 Almennir fundir um smá- barnafamiljur Mánakvøldið 24. februar bjóðar Javni til almennar fundir runt um í Føroyum. Evnið á øllum fund- unum í ár er "Smá- barnafamiljurnar" FUNDIR Ingrid Bjarnastein – Fólk við menningartarni hava sama virði og somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum øll onnur í samfelagnum, men hetta er ikki altíð ein sjálvfylgja hjá familjum, har eitt av børn- unum hevur størri ella minni brek og harvið ser- ligan tørv, sigur Javni í tíðindaskrivi. Í stevnumiðunum hjá Javna stendur, at familjan hjá einum barni við menn- ingartarni skal tryggjast samskipaðan praktiskan og fíggjarligan stuðul, so at hon minst møguligt verður nívd av brekinum. Nógv er broytt í Føroyum tey seinastu árini, men enn eru fordómar og avmark- ingar, tá ið tað kemur til menniskju við menningar- tarni. Tað sum Javni ynskir er tryggleiki, og at øll kenna seg eiga ein lut í samfelagnum. Javni ynskir ikki, at for- eldur skulu vera óvitandi um hvønn rætt tey og barn teirra hava. Men felagið ynskir at um tú fært eitt barn, ið hevur serligan tørv, so eigur hetta at koma sum eitt tilboð til tín, og ikki at tú skalt út at berjast fyri barnsins rættindum. Tilboð kann t.d. vera um viðgerð, barninum tørvar, og um hvønn rætt heimið hevur, nú tey eru komin í eina nýggja støðu. Kanska er tað persónligur stuðul og praktisk ting fyri at lætta um brekið, alt eigur at verða lagað eftir tørvinum hjá tí einstøku familjuni. Ætlanin við fundunum er, at ymsir persónar skulu lýsa støðuna. M.a. fara for- eldur at greiða frá, hvussu fyrsta fráboðanin var teim- um givin, og hvørji tilboð tey so fingu. Eisini vera pedagogar, fólk innan heilsuverkið og almanna- verkið við á fundunum. Felagið vil á hesum fundum eisini fáa orð á kommunu- og landspolitikarar. Tað eru tær lokalu økis- nevndirnar sum skipa fyri fundunum, ið verða 24. februar. Fundirnir vera á Sjómansheiminum í Klaks- vík, í Mentannarhúsinum í Fuglafirði, á Hotel Hafnia í Havn og á Hotel Bakka í Vági. Hvar fundurin í Vág- um verður, er ikki heilt greitt enn. Skráirnar verða lýstar nærri seinri. Øll eru vælkomin. Javni skipar í komandi viku fyri almennum fundum. Fundirnir er at lýsa støðuna hjá smábarnafamilju m, sum hava fingið barn við breki Tilvildarlig mynd Frá 30. juni til 6. juli ár, verður ein stór summarlega, við heitinum »Nordis sommerlejr« í Hille- rød á Sælandi. Legan er fyri børn úr Norðanlondum og úr Baltalondum SUMMARLEGA Ingrid Bjarnastein Føroyskum børnum stendur aftur í summar í boði at fara til »Nordis sommerlejr«. Legan er fyri børn, sum eru millum 11 og 14 ár, og hesuferð verður hon í Hillerød á Sælandi. 85 børn sleppa við á leguna, sum varðar eina heila viku, og sleppa tey har at vera saman við javnaldrum úr Norðan- londum og Baltalondum til spæl, ítrótt og ítriv, bæði inni og úti, frá morgni til myrkurs. Út- ferðir verða millum annað til Tivoli og rundferð í Keypmannahavnar havn. Summarlega umgyrd av skógi og trimum vøtnum. Kostnaðurin fyri at sleppa við á leguna er 1500 krónur, men tá er ferðin til Hillerød og aftur ikki tald við. Freistin at melda seg til er 22. apríl, og tilmeldingarblað og upplýsingar fáast á heimasíðuni www.nord- lejr.dk Tilmeldingin skal send- ast til Den Nordiske Lejr- skole og Kursuscenter, Lejrskolevej 4, Dk-3400 Hillerød, Danmark. Teldupostar kunnu send- ast til info@nordlejr.dk Stór summarlega á Sælandi Fyrireikingarnar til Nósabarnaprix 2003 eru so smátt farnar í gongd, og herfyri skrivaðu fyrireikarar- nir og høvuðsstuðul- in Føroya Banki und- ir nýggjan sáttmála. BARNAPRIX Tíðindaskriv Eftir framúr úrslitini í fjør, eru fyrireikingarnar til størsta barnatiltak í Føroy- um nakrantíð, Nósabarna- prix 2003, so smátt farnar í gongd, og herfyri varð nýggjur sáttmáli millum fyrireikararnar og Føroya Banka fyri 2003 undir- skrivaður. Nósabarnaprix varð fyrstu ferð hildið í 2002. Endamálið við kappingini var at geva børnum, sum hava gávur at syngja, møguleikan at koma fram. Tiltakið var serstakliga væleydnað, og varð væl móttikið av børnum og foreldrum kring alt landið. So nógv børn teknaðu seg, at tað var neyðugt at kasta lut millum teirra, og heili 300 børn fingu boð um, at tey tíverri ikki sluppu við. Fyrireikararnir rokna ikki við, at tekningarnar til kappingina í 2003 vera færri í tali. Onkrar broytingar vera í Nósabarnaprix í ár. Tað er ikki longur krav, at løgini skulu vera barnaløg, tey skulu bert vera á føroysk- um. Haraftrat verður møgu- ligt hjá luttakarum at royna seg sum tónasmiðir og koma við egnum løgum. Í fjør varð kappingin skipað við 7 undanumfør- um umframt finaluna. Av teimum 7 undanumførun- um vóru 2 í Havn, men í ár verður bert 1 umfar í høv- uðsstaðnum. Kortini sleppa bæði nr. 1 og 2 úr Havn við á finaluna, sum verður á Ólavssøku. Vinningurin fyri 1. plássið er kr. 10.000. Eins og í fjør verður fløga givin út við løgunum frá kappingini. Við á fløg- uni vera løgini, sum final- istarnir framførdu á final- uni, umframt 3 av løgun- um, sum endaðu á 2. plássi í undanumførunum. Lut- takararnir, ið vera við á fløguni fara allir í ljóð- studio, har James Olsen skal leggja teimum lag á. Børn, sum kundu hugsað sær at verið við í kappingini, kunnu hyggja inn á heima- síðuna hjá Nósabarnaprix: www.barnaprix.fo. Á heim- asíðuni eru allar upplýsingar umframt treytir fyri luttøku, men enn noyðast børnini at bíða eina tíð, áðrenn tey kunnu tekna seg. Føroya Banki stuðlar aftur Barnaprixnum Herfyri var nýggjur sátt- máli undir- skrivaður í Føroya Banka. Joan Stampe, marknaðarlei ðari í Føroya Banka og James Olsen, annar av fyri- reikarunum Á fundi í Suður- streymoyar Tjóð- veldisfelag mána- kvøldið, endurtók Annlis Bjarkhamar, at hon vildi fegin at Løgtingsins Umboðs- maður kannaði málið um nýggjan lands- antikvar LANDSANTIKVARUR Áki Bertholdsen Hevur Annlis Bjarkhamar borið seg heilt skeivt at, tá ið hon setti Steffen Stum- man Hansen í starvið sum landsantikvarur, er hon til reiðar at taka avleiðingarn- ar av tí. Tað boðaði hon frá á fundi í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag mána- kvøldið. Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag kallaði saman til limafundar mánakvøld- ið. Ongin skrá varð lýst, men Jóannes Dalsgarð, for- maður í felagnum, sigur, at felagð hevur regluligar fundir um dagsins politisku mál og at hetta var ein av teimum. Men uppundir fundin var ongin sum ivaðist í, at mál- ið um landsantikvarin fór at taka drúgva tíð á fundinum. Og tað vóru eisini tey, sum høvdu væntað ein rok- fund. Men tað var av ongum, tí Jóannes Dalsgarð sigur, at talan var um ein siðiligan og róligan fund. Lítið nýtt fram Málið um landsantikvarin varð eisini umrøtt, men har kom lítið nýtt fram. – Landsstýrismaðurin er bundin av tagnarskyldu og tí er tað ógvuliga avmark- að, havt hon kann upplýsa um málið, sigur formaður- in. Men hann sigur, at Annlis Bjarkhamar endurtók ynski um, at málið varð lagt fyri Løgtingsins Umboðsmann, so at tað kundi verða kann- að til botns av einum óheft- um stovni. – Og hon segði eisini, at var niðurstøðan hjá um- boðsmanninum, at hon hevði borið seg heilt skeivt at, var hon eisini til reiðar at taka avleiðingarnar. Jóannes Dalsgarð sigur, at fundurin kom ikki til nakra niðurstøðu í málin- um, men tað var heldur ikki ætlanin. Hann skoytir upp í, at Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag hevur ikki nak- að at gera við málið sum so, men hetta er eitt mál í Suðurstreymoy og sum ávirkar valdømi og tí tók felagið tað upp. Mugu virða avgerðina Men formaðurin í Suður- streymoyar Tjóðveldisfelag leggur afturat fyri egnu rokning, at tað skerst ikki burtur, at í hesum føri er tað talan um ein landsstýris- mann, sum hevur óskerdan rætt til at seta tann í starvið, sum hon heldur vera best skikkaðan. – Hetta er ikki nøkur politisk ætlan um at at seta ein útlending framum ein føroying í eitt starv. Her er talan um, at landsstýris- maðurin metir, at tann eini umsøkjarin hevur havt fleiri pluss á sínari konto enn ein annar umsøkjari og hareftir er starvið sett. – Tað hevur hon rætt til og tað eiga vit at virða. Men men fyri tað er ikki sagt, at hin umsøkjarin ikki eisini er skikkaður. Hann sigur, at hann vildi fegin, at tað var ein føroy- ingur, sum varð settur í starvið. Spurningurin er, hvat hevði hent, um tað kom fram, at umsøkjarin, sum var best skikkaður, ikki hevði fingið starvið, bara tí at hann var útlendingur. – Skuldi tað avgjørt vera ein føroyingur, sum skuldi í starvið, var ongin orsøk til at lýsa starvið uttanlands. Men Jóannes Dalsgarð leggur dent á, at hatta er hansara egnu sjónarmið og hetta er tískil ikki niður- støðan hjá Suðurstreymoy- ar Tjóðveldisfelag. Samfelagið skal ikki stýrast av prinsipp- um, men av tí, sum er rætt og rímiligt, sigur Bill Justinussen HEILSURØKT Áki Bertholdsen Tað verður helst ikki longi, áðrenn Suðuroyar Sjúkra- hús sleppur at taka ein ser- lækna heim at gera nakrar skurðviðgerðir. Og gongst sum Bill Justinussen, landsstýris- maður í heilsumálum ætlar, skal tað verða munandi skjótari at loysa slíkar trup- ulleikar í framtíðini. Tað var herfyri, at tað kom fram, at Suðuroyar Sjúkrahús hevði átta sjúkl- ingar, sum skuldi leggjast undir skurð fyri krossband- ið. Vanliga skuldu hesir sendast av landinum fyri 50.000 krónur hvør. Men nú stóð teimum í boði at fáa danskan serlækna henda- vegin at viðgerða allar átta fyri 40.000 krónur tilsam- ans. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí tað bar ikki til at fáa fluttar 40.000 krónur av játtanini til serviðgerð uttanlands, hóast talan var um eina sparing fyri lands- kassan uppá yvir 300.000 krónur Ikki orð Bill Justinussen sigur, at hann hevur ikki orð fyri, hvussu órímiligt hetta er. – Men hetta er ein avleið- ing av, at vit hava eitt eftir- litssamfelag niður í minstu smálutir, har landsstýris- maðurin næstan ikki skal kunna røra seg av ótta fyri at hann skal misbrúka sítt vald. – Men hetta samfelagið skal ikki stýrast av prinsippum, tað skal stýrast av tí, sum er rætt og rími- ligt, sigur hann. – Tí fer hann nú, saman við Fíggjarmálaráðnum at finna mannagongdir, sum gera tað smidligari at loysa slíkar trupulleikar. Hann sigur, at fyrsta stig- ið verður at leggja uppskot fyri tingið um at flyta pen- ing av játtanini til servið- gerð uttanlands til Suður- oyar Sjúkrahús. Tað verður gjørt heilt skjótt. Men annað stigið verður at finna greiðar manna- gongdir, so at slíkar um- sóknir kunnu verða játtaðar skjótt frameftir, tí tað kem- ur øllum pørtum til góðar, bæði sjúklingum og sam- felagið. Hann sigur, at ein loysn kundi verið, at landsstýris- maðurin fekk ein part av játtanini til serviðgerð utt- anlands at hava til taks til slík endamál. Hann sigur, at játtanin til serviðgerð uttanlands verð- ur bara brúkt til at senda sjúklingar uttanlands. Hon kann ikki brúkast til at fáa útlendskar læknar higar, hóast tað er nógv bíligari. – Skulu hesar skurðvið- gerðir fyri krossbandið ger- ast á Suðuroyar Sjúkrahusi, skal tað takast av játtanini til sjúkrahúsið. Játtanin til serviðgerð uttanlands er skerd kom- andi ár, men tað vsr júst við tí fyri eyga at tiltøk sum hetta hjá Suðuroyar Sjúkra- húsi skuldi bera til, men so má tað gerast smidligari, sigur Bill Justinussen. Bill Justinussen: Órímiligt at tað er so tungt at spara Annlis til reiðar at taka avleiðingarnar Tey, sum halda, at nakað skeivt er farið fram, kunnu leggja málið um landsantikvarin fyri Løgtingsins Umboðsmann, sigur Jóannes Dalsgarð, formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag – Tað kann ikki vera ætlanin, at tað skal vera so tungt at spara og tí mugu mannagongdirnar verða smidligari, sigur Bill Justinussen C M Y K 5 4