Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 34 - 19. februar 2003 Nr. 34 - 19. februar 2003 7 - Tað er stórur munur á at vera vanligur nevndar- limur í einum slík- um felag - og so at vera formaður, sigur Gunnleivur Dalsgarð AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen Leygardagin komandi heldur Starvsmanna- felagið aðalfund í Havn- ar Klubba. Formaðurin í felag- num, Gunnleivur Dals- garð, sigur, at formans- val er ikki aftur fyrr enn næsta ár, og tí verður einki formansskifti hesaferð. - Hetta verður ein vanligur aðalfundur við teirri fundarskrá, sum lóg felagsins ásetir. Tey heilt stóru málini eru ikki á skránni hesaferð, sigur hann. Gunnleivur vísir á, at sáttmálarnir við komm- unurnar og fíggjar- málaráðið ganga út, 1. oktober í ár, og felagið er í holt við at fyrireika seg til samráðingarnar, sum verða. Sáttmálarnir við Føroya Arbeiðsgev- arafelag, sum umboðar Føroya Tele og við SEV, ganga út, 1. apríl, kom- andi ár. - Hesi mál verða helst eisini til umrøðu á aðal- fundinum, sigur hann. Ein avbjóðing Gunnleivur Dalsgarð tók við sum formaður í Starvsmannafelagnum, tá ið Jákup Danielsen legði frá sær í úrtíð á heysti í 1997. Við valið í 1998 varð Gunnleivur valdur til formann, og hevur hann verið for- maður í felagnum síðan. - Eg visti ikki, at Jákup fór at leggja frá sær. Tí var tað ein stór avbjóðing at taka við formanssessinum so brádliga. Gunnleivur var trý ár í nevndini í Starvsmanna- felagnum, áðrenn Jákup legði frá sær, og Gunn- leivur gjørdist formaður. - Tað er stórur munur á at vera vanligur nevnd- arlimur í einum slíkum felag - og so at vera for- maður, sigur Gunnleivur Dalsgarð. - Undir verkfallinum her heima í 1999, fingu vit samband við íslendska fakfelagið, BSRB, sum stuðlaði okkum ómetaliga væl, bæði moralskt og fíggjarliga. Hetta hevði stóran týdning fyri okkum í tí stríði, sum tá var, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum heldur, at lima- skapurin í norður- lendska felagsskap- inum, NTR, fer at hava stóran týdning fyri Starvsmanna- felagið RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen Í døgunum, 28.-31. august í ár, heldur felagsskapurin, NTR, Nordisk Tjeneste- mansråd, ráðstevnu í Før- oyum. NTR er ein felags- skapur av fakfeløgum úr øllum norðurlondum, sum umboða kommunal-og al- ment lønt starvsfólk. Fe- lagsskapurin hevur út við seksti ár á baki, men Starvs- mannafelagið, sum umboð- ar tilsvarandi fólk í Føroy- um, er nýggjur limur. Fe- lagið hevur áður verið við á ráðstevnum hjá NTR sum eygleiðari, men á árliga fundinum hjá felagsskap- inum í Høfn í Íslandi í fjør, gjørdist Starvsmannafelagið formelt limur. Stórur áhugi hevur nevniliga verið mill- um hini norðurlondini at fáa Føroyar við uppí felags- skapin. Í Høfn varð eisini av- gjørt, at komandi ráðstevn- an skuldi haldast í Føroy- um, og tað er hendan, sum Starvsmannafelagið og NTR-felagsskapurin nú eru í holt við at leggja til rættis. Fleiri umboð Eini seksti fólk úr Føroy- um, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finn- landi verða við á ráðstevn- uni, sum verður hildin á Hotel Hafnia. Gestirnir fara at búgva á Hotel Hafnia og á Sjómansheiminum í Havn. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum, Gunn- leivur Dalsgarð, sigur, at tá ið ráðstevnan verður í Før- oyum, kann felagið, sum er vertur, møta á fundinum við fleiri umboðum enn annars. Gunnleivur umboðar Starvsmannafelagið í stýr- inum fyri NTR. Formaður í felagsskapin- um er í løtuni úr Finnlandi, og undan honum var for- maðurin úr Danmark. For- mansskifti er triðja hvørt ár, og formaðurin skiftir millum ymisku limalond- ini. Norðmaðurin, Flemming Hansen, hevur leingi verið aðalskrivari í NTR. Herfyri var hann í Føroyum saman við einum dana, sum eisini situr í fyrireikingarbólkin- um. Í Føroyum tosaðu teir við Starvsmannafelagið um tiltakið og hugdu at um- støðunum her heima. Globalisering Gunnleivur Dalsgarð sigur, at evnið á ráðstevnuni í Høfn í Íslandi í fjør var globalisering. - Her vóru mong ymisk mál havd á lofti, eitt nú, hvørja ávirkan ymisk við- urskifti hava á umstøðurnar hjá limunum í einstøku londunum. Flestu mál kenna vit væl og virðiliga aftur í okkara heimligu við- urskiftum. Á ráðstevnuni varð eisini tosað um, hvussu feløgini í norður- londum kunnu hjálpa og stuðla hvørjum øðrum og koma við góðum ráðum. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum vísir á, at NTR-ráðstevnan vanliga hevur eitt aðalevnið, ið verður viðgjørt. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvat evnið verður á ráðstevnuni í Før- oyum, men leiðslan í NTR arbeiðir við ymiskum evn- um at taka støðu til. - Í mars verður stýris- fundur í felagsskapinum. Fundurin verður í Oslo, og tá verður støða tikin til, hvat aðalevnið í Føroyum verður, eins og endaliga skráin tá verður løgd, sigur hann. Ætlanin hjá Starvs- mannafelagnum er, at út- lendsku gestirnir eisini skulu hava sæð ein part av føroysku náttúruni og før- oyskari mentan, áðrenn tey fara avstað aftur. Tí verður helst farið ein túr undir Vestmannabjørgini, eins og gestirnir væntandi fara at vitja í løgtinginum. Ætlanin er eisini at spáka runt í Havnini og síggja, hvat her er. Baklandið týdning Íslendska felagið, sum er limur í NTR, eitur Banda- lags Starvsmanna Rigis og Bæja, stytt BSRB, og hetta er størsta felag av sínum slag í Íslandi. - Undir verkfallinum her heima í 1999, fingu vit samband við íslendska felagið, sum stuðlaði okk- um ómetaliga væl, bæði moralskt og fíggjarliga. Hetta hevði stóran týdning fyri okkum í tí stríði, sum tá var, sigur Gunnleivur. Hann ivast onga løtu í, at tað verður ein fyrimunur fyri Starvsmannafelagið, at felagið nú er limur í NTR. - Tað gevur okkum styrki at vita, at baklandið úteftir er gott. Hóast NTR er limur í evropeiskum felagsskap- um, leggur felagsskapurin ógvuliga stóran dent á norðurlendska samstarvið. Áhugin at stuðla hvørjum øðrum við ráðum og hug- skotum er stórur, sigur for- maðurin í Starvsmanna- felagnum, Gunnleivur Dalsgarð, at enda. Starvsmanna- felagið aðalfund leygardagin Starvsmannafelagið verður vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu í Føroyum Gunnleivur Dalsgarð hevur verið formaður í Starvs- mannafelagnum síðan á heysti 1997, tá ið Jákup Danielsen legði frá sær Norðmaðurin, Flemming Hansen, er aðalskrivari í NTR. Sosialurin møtti honum av tilvild úti á Skansanum ein sunnumorgun herfyri. Saman við einum dana, var hann í Føroyum og hugdi at umstøðunum til ráðstevnuna, sum verður á Hotel Hafnia seinast í august. Mynd: Vilmund Jacobsen Løgmaður og løg- mansskrivstovan eru farin undir at kanna málið um setanina av lands- antikvari KANNING Heri á Rógvi Løgmaður, Anfinn Kalls- berg, hevur fingið eina rúgvu av skjølum frá Mentamálaráðnum í sam- bandi við setanina av nýggjum landsantikvari. Løgmaður sendi Annlis Bjarkhamar eitt skriv 5. februar, har hann bað um eina nágreiniliga lýsing í málinum og øll viðkom- andi skjøl. Løgmaður hevði tá avgjørt at seta eina kanning í verk av málinum. Løgmaður fekk skjølini fríggjadagin, og umsiting- in er farin til verka at kanna málið nærri. –Vit hava fingið eina rúgvu av skjølum, og vit eru farin ígongd við at kanna málið. Eg vætni ikki, at tað verður so leingi, áðren vit verða lið- ug, sigur Anfinn Kalls- berg í viðmerking til mál- ið. Anfinn fingið skjølini Anfinn Kallsberg ætlar ikki at dvølja leingi við skjølini frá Mentamálaráðnum, men ætlar at gerast skjótt liðugur. Lýsingarnar Í lýsingini í føroysku fjølmiðlunum eftir landsantikvari er talan um eina lýsing, ið Magistarafelagið hevur góð- kent frammanundan. Av einari ella aðrari orsøk velur Mentamálaráðið at seta eina eitt sindur øðrvísi lýsing í danskar fjølmiðlar. Lýst varð bert í donskum miðlum. Í føroysku lýsingini stendur at lesa: "Umsøkjari skal hava góð leiðslu- og samstarvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður, miðvísur, kunna arbeiða sjálvstøðugt – og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar" Í donsku lýsingini stendur ístaðin at lesa: "Ansøgeren skal besidde gode ledelses- og samarbejds- evner, være målrettet, selvstænding, resultatorienteret, have lyst og vilje til at gå nye veje, tackle nye udfordr- inger – og at lede arbejdet på sådan et måde, at instuti- onen fortsat har en faglig og forskningsmæssig profil både i det færøske samfund og uden for Færøerne" Seinni hevur orðaljóðið í teimum báðum lýsingum verið eitt av høvuðsargumentunum hjá Magistarafel- agnum. Felagið heldur upp á, at søkt verður undir ymsum fortreytum. Annlis Bjarkhamar heldur ikki, at hetta er orsøk til, at setanin skal ógildast. Setanin av landsantikvari Hóast nógv hava talað í málinum um setan- ina av nýggjum landsantikvari, stend- ur setanin við, og í løtuni bíða tey flestu eftir løgmanni SAMANUM Heri á Rógvi Alt byrjar við, at Føroya Fornminnissavn í longri tí virkar uttan nakran fastan stjóra. Arne Thorsteinsson fer úr starvinum um ár- skiftið 2001-2002. Hann hevði tá í eina tíð verið í farloyvi. Símun V. Arge røkir starvið fyri Arna Thorsteinsson. Hann er eisini settur landsantikvar- ur, tá Mentamálaráðið 28. september lýsti í føroysk- um og donskum miðlum eftir nýggjum landsantikv- ari. Ávís frávik eru í lýsing- unum í Danmark og í Føroyum. Tá umsøknarfreistin er runnin, 11. november 2002, eru átta umsøknir til starv- ið. Ein setanarnevnd, mann- að við Petur Petersen, aðal- stjóra í Mentamálaráðnum, Jóannes Dalsgaard, deildar- stjóra á Mentamálaráðnum, Petur Nolsøe, løgfrøðinga- fulltrúa í Mentamálaráðn- um, og Andras Mortensen, starvsfólkaumboð fyri Mentamálaráðið, verður sett at viðgera umsøknirnar og gera tilmæli. Eftir áset- ingunum í starvsfólkapol- itikkinum hjá landinum er tað aðalstjórin, ið setir set- anarnevndina. Sum sið- venja er, verður aðalstjórin sjálvur formaður fyri setan- arnevndina. Tvey tilmæli Setananevndin fer síðani í holt við at viðgera umsókn- irnar. Hon ger fyrst eitt til- mæli, sum einmælt inn- stillar Símun V. Arge til starvið. Sagt verður, at hes- in hevur bestu fortreytirnar, og vantandi menningin av Fo r n m i n n i s s av n i n u m seinnu tíðini ikki skyldast hansara arbeiði, men heldur fortreytunum. Símun V. Arge er 22. nov- ember til fyrstu setanar- samrøðuna við setanar- nevndin. Landsstýrismaðurin, Annlis Bjarkhamar, sum í síðsta enda skal seta starv- ið, er tó ikki nøgd við til- mælingina. Hon biðjur um eina nýggja, har fleiri fyrilit eisini skulu takast av setan- arnevndini. Nevndin so ger, men úrslitið er tað sama; Símun V. Arge er best skikkaður til starvið. Annlis Bjarkhamar velur at taka málið í egnar hend- ur. Seinni grundgevur hon hetta stigið við at siga, at hon kendi ein iva á sær um setanina, og tilmælini frá setanarnevndini vóru ikki nóg greið. Annlis hevur sjálv setan- arsamrøður við Símun V. Arge og Steffen Stummann Hansen. Greitt er, at mill- um teir átta umsøkjararnar er Símun og Steffen nógv teir best egnaðu. 4. februar almannakunn- gerð Annlis Bjarkhamar, at Steffen Stummann Hansen er settur í starv. Í miðlunum Alt hetta, sum tit higarti hava lisið í hesari greinini, er nakað, sum er komið fram, eftir at setanin gjørd- ist alment kend. Frá fyrstu løtu av skapti málið rok. Ein limur í setanarnevndini og fyrrver- andi landsantikvrurin søgdu við Sosialin, at teir vóru ikki í iva um, at talan var um eina politiska setan. Stutta tíð eftir, at tíðinda- skrivið um setanina er sent út, so byrja ein longri røð av viðerkingum og lesara- brøvum. Fleiri privatpersónar vísa á, at trúvirðið hjá setanar- nevndini ikki er í lagi, og Annlis Bjarkhamar hevur tikið røttu avgerðina. Seinni koma eisini løg- maður og Magistarafelagið upp í málið. Í tveimum skrivum til Annlis Bjark- hamar ger Magistarafelagi, ið fakfelag hjá Símun V. Arge, at felagið ynskir set- anin ógildaða. Annlis Bjarkhamar hevur allantíðina hildið fast við sítt, og hon eggjar til, at málið verður kannað óheft. Nú bíða øll eftir løg- manni. Enn er Símun V. Arge stjóri fyri Fornminnissavnið, men broytist einki, so má hann læta Steffen Stummann Hansen sæti. C M Y K 7 6