Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 34 - 19. februar 2003 Nr. 34 - 19. februar 2003 9 Føroya Jarðarráð hevur stovnað ein Koltursgrunn, sum hevur til endamáls at varðveita tey fornaldarligu og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri KOLTURSGRUNNUR Solby A. Eliasen Nýstovnaði grunnurin skal útvega pening til at seta teir friðaðu bygningarnir í stand og stíla fyri, at teir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk. Stovnsfæið hjá Kolturs- grunninum er býlingurin Heimi í Húsi, sum verður frámatrikuleraður og latin grunninum uttan viðurlag. Grunnurin er stovnaður, tí varðveitingararbeiðið er sera umfatandi, og hóast eitt sindur er gjørt, so er nógv eftir enn. Longu í 1949 stóð ein danskur fornfrøðingur, Holger Rasmussen, fyri kanning av áðurnevnda býlingi. Og í sumri í 1993, 94, og 95 gjørdu lesandi frá arkitektaskúlanum í Keyp- mannahavn umfatandi upp- mátingar í oynni undir leiðslu av arkitektunum Palle Dyreborg og Poul Jensen. Hesar uppmáting- arnar eru grundarlag undir friðingini, sum nú er lýst. Men leggjast skal afturat, at friðingini umfatar eisini garðar og bø, millum annað tað tiltikna teigalendið, har korn varð velt. Hetta er tað størst varðveitta teigalendið í Føroyum. Meðan hetta uppmáting- ararbeiði fór fram, gjørdi Føroya Forngripafelag eitt stórt og virðismikið arbeiði at bjarga sethúsum og út- húsum Heimi í Húsi. Hetta var alt sjálvboðið arbeiði, ið tey, sum í dag vitja í oynni, kunnu fegnast um. Men tað er nógv eftir at gera enn, og tí hevur Før- oya Jarðarráð sett henda Koltursgrunnin á stovn. Arkitektarnir, sum hava verið í oynni, hava tosað við forngripafelagið, forn- minnissavnið og fetaran. Síðani varð ein ætlan løgd, tann sokallaða Kolturs- visiónin ella Kolturætlanin, sum sigur, hvussu varðveit- ingararbeiðið kann verða gjørt. Og hvussu oyggin samstundis kann menna seg sum eitt livandi og virkið stað í Føroyum. Hetta er ein ætlan, sum myndugleikarn- ir hava viðgjørt og tikið undir við. Eftir er at seta hana íverk í samstarvi við øllum, sum varða av og hava áhuga fyri oynni. Í nevndini fyri grunnin sita fimm fólk: Høgni Mohr, Malan Johansen, Gunnar Hoydal, Magni Arge og Hørður Wardum. Gunnar Hoydal er formað- ur. Herfyri varð rund- koyringin á posthús- horninum í Klaksvík útboðin, og mánadag- in var ein sokallaður ástaðarfundur millum útbjóðarar og møguligar bjóðarar RUNDKOYRING Solby A. Eliasen Klaksvík: Freistin at bjóða upp á arbeiðið at gera rund- koyringina er úti tann 27.02.03. Og sum vanligt er tíggju dagar innan freistin er úti, so var ein ástaðar- fundur hildin millum út- bjóðarar og møguligir bjóð- arar mánadagin. Einir seks bjóðarar møttu til fundin, har útbjóðararnir svaraðu møguligum spurningum og greiddu frá. Hanus Poulsen er byggi- frøðingur hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann sigur, at umleið seks møguligir bjóðarar hava biðið um til- far, og annars er áhugin fyri rundkoyringina rímuliga stórur, heldur hann. Væntandi byrjar arbeiðið einaferð í mars mánaði, men Hanus sigur tó, at um tað skal fyri á býráðsfundi, so verður tað helst ikki fyrr enn um mánaðarskifti mars/apríl. Hetta kemur av, at býráðsfundurin verður ikki fyrr enn seinast í mars. Arbeiðið kemur at vara meginpartin av summarin- um. Gongst sum ætlað, so verður arbeiðið liðugt í juli. Tá tosið fellur inn á ferðsl- una, tá sigur Hanus, at tað er ætlanin, at ferðslan skal kunna ganga so ótarnað sum møguligt kortini. Posthúshornið er tað økið í Klaksvík, har mest ferðsla er, og tí er eisini avgjørt, at ein rundkoyring skal gerast har. Men tað gongur ikki at steingja økið av, meðan arbeiðið verður gjørt, tí tað vildi verðið tað sama sum at steingja miðbýin fyri ferðslu í einar fýra mánað- ar. – Tað fer heldur ikki at verða neyðugt at steingja, tí nógv av arbeiðinum kemur eisini at ganga fyri seg inni á Vágsbøi. Eftir tekningini kemur hálv rundkoyringin inn á Vágsbø, og harafturat kemur vegurin niðan í Gerðar at ganga gjøgnum Akursmørk, greiðir Hanus frá, og hann væntar tí ikki, at tað arbeiðið kemur at órógva ferðsluna nakað ser- ligt. Men hann leggur aftur- at, at sjálvandi fara tað at koma dagar, har ferðslan fer at verða órógvað, men vónar samstundis, at tað ikki fer at verða ov galið. – Sjálvandi noyðast bil- førarar at verða enn meiri ansnir, tá teir koyra um posthúshornið, meðan ar- beiðið stendur uppá, sigur Hanus Poulsen, byggifrøð- ingur. Men uttan iva fegnast klaksvíkingar um, at longi ætlaða rundkoyringin um posthúshornið nú endiliga fer í gongd. Hon fer at spara bilførarum fyri langa bíðitíð á horninum, tá mesta ferðslan er. Og eisini fer hon at hava stóran týdn- ing fyri gongdini av ferðsl- uni eftir, at undirsjóvar- tunnilin um Leirvíksfjørð er komin. Koltursgrunnur stovnaður Ástaðarfundur um rundkoyring Føroya Jarðarráð hevur sett ein Koltursgrunn á stovn, sum hevur til endamáls at varðveita tey fornaldarligu og siðsøguligu virðini í oynni Mynd: Savnsmynd Tekning yvir ætlaða rundkoyringina á posthúshorninum í Klaksvík. Væntandi fer arbeiðið í gongd í mars, og verður tað liðugt einaferð í juli Mynd: Klaksvíkar kommuna Mmmmama-Mia Pizza! Nýggj matstova hevur latið hurðarnar upp á Tvøroyri. Tað er Mama-Mia Pizzaria & Café, sum húsast om- anfyri bryggjuøkið á Tvøroyri. Royndur kokkur rekur mat- stovuna og talan er um búff, kebab og pizzur av rætta slagn- um. Sosialurin hevur roynt matstovuna MATSTOVUR Orð og myndir: Dagfinn Olsen Har telducaféin Delfi á Tvøroyri áður húsaðist, er nú ein eitt sindur øðrvísi café. Mama-Mia Pizzaria & Café stendur nú oman- fyri inngongdina. Matstov- an lat upp beint fyri viku- skiftið og fult hús hevur verið hesar dagarnar. - Hóast einki er lýst enn, so hevur gingið væl, sigur nøgdi eigarin Mustafa Cicek. Hann starvaðist einar 7 - 8 mánaðir sum kokkur á Casablanca í Havn. Honum dámar sera væl í Føroyum og tá hann kom til Suður- oynna, fekk hann hug at royna seg. - Eg eri úr Turkalandi, men havi búð í Svøríki longi og havi svenskt pass. Eg havi 25 ára royndir sum kokkur og havi t.d. verið í Milano í Italiu og arbeitt sum pizzakokkur, so tað eru veruligar pizzur, eg geri, sigur Mustafa, ið fegin vil reka eina matstovu á høgum støði. Á matarlepanum verður, umframt pizzur, eisini búffar, kebab og annað. Góðar pizzur Og at tað eru góðar pizzur, sum Mustafa og hansara starvsfólk seta á borðið, er heilt víst. Sosialurin royndi matstovuna leygardagin. Innkomin leggur ein til merkis hugnaligu hølini. Litir í reyðum og annars træ. Gott pláss, rúmligt. Tónleikur spælir dempaður, heitar rútmur, kanska Gipsy Kings. Minnir mest um eina góða matstovu av sama slag í danska høvuðs- staðnum ella í onkrum øðr- um stórbýi. Og tað sama við pizzunum. Sera góðar og sum tær eiga at vera. Júst hvat tað er, sum ger eina pizza til eina slíka, sum er júst sum hon skal, er ringt at siga. Kanska er lættari at siga, nær pizzan ikki er so. Men á Mama-Mia Pizzaria er eingin ivi. Har er alt sum tað eigur. Ektað. Og ein kann bert geva bestu ummæli og viðmæla mat- stovuna til øll áhugað. Nógvar pizzur eru at velja í. Tær vit kenna og eisini onkur onnur. T.d. ein Pizza Suðuroy. Og í sera hugnaligu hølunum er gott við eini veruligari pizzu, ein sum smakkar av Milano og Italia, ein verulig pizza. Tænastustøðið er høgt, fryntlig fólk í starvi, og rúmligt er inni. Hølini liggja væl í miðum býnum. Í alt eitt gott stað, har ser- kunnleikin tykist vera í hásæti. Mustafa, kokkurin við drúgvu royndunum, gleðir seg at bjóða suðuroyingum og vitjandi annars eiina góða matstovu, tí hann met- ir, at tørvur er á eini slíkari, hóast nakrar eru framman- undan. 40 sitipláss eru á Mama- Mia Pizzaria. Eigarin um- hugsar at fáa skeinkiloyvi, men fyrst og fremst vil hann hava matin og mat- stovuna á høgt støðið, bæði viðvíkjandi hugna og góðsku. Á Mama-Mia Pizzaria & Café er opið hvønn dag frá klokkan 12:00 til 23:00 og tey koyra eisini pizzur út og telefonnummarið er 371919. Pizzur, sum tær eiga at vera. T.d. Pizza Suðuroy, eitt innbakað njótilsi Hølini eru hugnalig og góð Mama-Mia Pizzaria, nýggj matstova á Tvøroyri C M Y K 9 8