mikudagur 19. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 34 - 19. februar 2003
Nr. 34 - 19. februar 2003
11
Lena Lastein
Føroyar eru umfataðar av
UNFCCC sáttmálanum um
veðurlagsbroytingar
og
hava sostatt skyldu at gera
upp, hvussu nógv útleitt
verður av veðurlagsgassi
hvørt ár. Eisini hava Før-
oyar skyldu at fráboða og
útrokna tølini sambært
UNFCCC
vegleiðingini.
Hetta er gjørt í frágreið-
ingini "Útlát av veðurlags-
gassi í Føroyum" har út-
látini eru útroknað sambært
altjóða roknihættum, sum
Føroyar hava skyldu at
nýta. Um Jørgen Niclasen
og Fólkaflokkurin ikki ætla
sær at gerða tølini upp
sambært sáttmálanum eiga
teir heldur at biða um
fyrivarni fyri sáttmálanum
enn niðurgerða eitt arbeiði
teir sjávir hava játtað at
taka lut í. Onnur lond gera
tølini upp á sama hátt, og
eiga vit eisini í Føroyum at
kunna
almannakunngera
slík tøl.
Ein av arbeiðisseting-
unum fyri verkætlanini var
soljóðandi :
At gera eina fullfíggjaða
uppgerð yvir útlatið av
vakstarhúsgassum
frá
1990-2001 og at eyðmerkja
tær størstu útleiðingarnar
av vakstrarhúsgassum
Frágreiðingin lýsir hag-
tølini, ið Føroyar hava
skyldu at fráboða fyri tíðar-
skeiðið 1990-2001 og er
ikki ætlað sum eitt tilmæli
til Oljumálaráðið innan
umhvørvis- ella orkumál.
Frágreiðingin lýsir støðuna
innan útlát av veðurlags-
gassi í Føroyum á ymiskum
hæddum.
Tað er púra burturvið at
uppfata frágreiðingina sum
ain ákæru og eitt álop á
fiskivinnan. Sjálvandi ber
ikki til at minka munandi
um útlátið frá fiskiflotan-
um, sum er høvuðsvinnan
hjá okkum, tað sigur seg
sjálvt og frágreiðingingin
leggjur heldur ikki upp til
tað (akkurat øðvugt lýsir
frágreiðingin at útlátið frá
fiskiflótanum er hækkað
við 4% síðani 1990, sum er
ein munandi minni hækk-
ing enn fyri t.d. el-virki
(47%) , ídnað (25%) og ak-
før (18%). Men vit sleppa
ikki undan at lýsa støðuna í
mun til 1990 (og ikki 1992
sum Jørgin Niclasen skipar
til), tí tað er árið sum sam-
metast skal við, tá ið støða
skal takast til Kyoto-sátt-
málan. Tølini er skipað og
gjørd upp eftir áheitan frá
Oljumálaráðnum, at nýta til
at taka støðu til Koyto-sátt-
málan og er ikki eitt
granskingarúrslit
sum
Jørgin Niclasen skipar til.
Tað sum tølini greitt vísa er
at vit ikki eiga ein orku-
politik í Føroyum og at
orkunýtslan als ikki verður
umsitin.
Kyoto-sáttmála
ella ikki.
Fólkaræðið í elfelagnum SEV slapp av álvara at standa
sína roynd mánadagin, tá ein fundur í umboðsnevndini
viðgjørdi spurningin um gegnið hjá stjóranum, Klæmint
Weihe, og hvussu stýrið í SEV hevur handfarið hetta mál,
sum hevur verið frammi síðani tíðliga í vetur. Tá endaði
málið við, at stýrið staðfesti, at stjórin hevði verið ógegn-
igur sum stjóri í SEV og nevndarformaður í P.f. Vága-
tunnlinum.
Eitt dømi um hetta er framferðin, tá SEV, ella stjórin í
SEV, keypti eitt "neyðaggregat" til Vágatunnilin. Hesum
visti stýrið ikki av, og stýrið góðtók ikki mannagongdina.
Stjórin fekk tá eina átalu, og hann ásannaði, at hann hevði
verið ógegnigur. Málið endaði tá við, at innanhýsis
mannagongdir í SEV skuldu broytast og harafturat skuldi
stjórin fara frá sum nevndarformaður í P.f. Norðoyatunnl-
inum og úr P.f. Vágatunnlinum, tá hesin er heilt liðugur.
Men hvørki stýrið ella stjóri virdu hesa avgerð, sum for-
maðurin í umboðsnevndini, Hans Tausen Olsen, virkað
fyri, tí hann eftir øllum at døma var sannførdur um, at
nakað var galið. Tí á fundi í stýrinum tann 17. januar
lutttók stjórin aftur og eisini luttók hann í orðaskiftinum
um P.f. Vágatunnilin. Eftir henda fundin kærdi ein limur í
sjálvum stýrinum, Dia Poulsen, avgerðina hjá stýrinum at
staðfesta eina avgerð í oktober at keypa tað nógv umrødda
neyðaggregatið. Hann hevði fleiri grndgevingar fyri, at alt
var ikki farið rætt fram, og hann vildi tí hava umboðs-
nevndina at ógilda hesa avgerð. Um umboðsnendin við-
gjørdi henda spurning í gjár er í skrivandi løtu ógreitt, tí
fólkaræðið í SEV røkkur ikki so langt, sum at fjølmiðlar
hava atgongd til umboðsnevndarfundir, hóast vit øll, sum
eru skrásett í eini føroyskari kommunu, eiga SEV.
Afturímóti samtykti umboðsnevndin at geva stjóranum
eina ávaring og geva stýrinum eina átalu. Hetta er rættiliga
álvarsamt. Vi mugu tí vóna, at allir partar taka sær annað
skinn um bak, og virka rættvíst, ábyrgdarfult og opið.
Onkur vil halda, at formaðurin í umboðsnevndini var fyri
einum tapi, tá misálit á stýrið ikki varð samtykt. Hetta er
ein áskoðan. Men tað ber eisini til at siga, at tá 36 av 71
umboðsnevndarlimum samtykkja eitt misálit á stýrið, so
hongur stýrið í klønum tráð og hevur at taka atfinningar-
nar í størsta álvara. Tað sama er galdandi fyri Klæmint
Weihe, tá 58 limir í umboðsnevndini samtykkja at geva
honum eina ávaring.
Sum sagt í fyrstu reglu slapp fólkaræðið í SEV at standa
sína roynd mánadagin. Vit kunnu siga, at fólkaræði vann
ein hálvan sigur, tí umboðsnevndin var so mikið at sær
komin at hon talaði at gongdini. Tá sagt verður "hálvan
sigur", so er tað tí, at umboðsnevndin er framvegis ikki
meira at sær komin, enn at hon goymir seg aftan fyri
stongdar dyr. Hon torir ikki at góðtaka eina fyritreytí
fólkaræðinum - opinleika - og steingir fjølmiðlarnar frá at
siga Føroya fólki frá orðaskifti og avgerðum í einum
felagsskapi, sum vit øll eiga.
Tit umboðsnevndarlimir gloyma, at tað eru vit veljarar,
sum óbeinleiðis hava valt tykkum. Tit eru okkara umboð!
Ein franskur kongur var kendur fyri orðini "staturin eri
eg". Tað sama kann sigast um nógvar ábyrgdarpersónar í
SEV: "SEV eri eg". Men so er ikki - tit eru okkara umboð
- hvørki meira ella minni. Ásannið hetta og latið dyrnar
upp og virðið fólkaræðið!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
SEV er eg – ella SEV eri
ikki bara eg…
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Dan R. Petersen
Ein tann størsti varðin í
løntakarasøguni er arbeiðs-
loysisskipanin. Tó so, ong-
in skipan er so góð, at hon
ikki krevur ábøtur, so hvørt
brekini vísa seg. Hetta
mundu teir báðir tingmenn-
inir Henrik Old og Gerhard
Lognberg sanna, nú teir
løgdu uppskot til broyting í
løgtingslóg um ALS fyri
tingið.
Tað hevur nevnliga verið
so, at hóast sjómenn og
reiðarar gjalda milliónir inn
í grunnin, so fæst onki út
aftur, um ikki maður fær
sekkin. Nú hendir tað tí-
betur sjáldan, at menn
verða blakaðir í land. Men
hóast tað so ganga sjómenn
stundum arbeiðsleysir. Tað
er, tá skipini fara á verft.
Og hetta tekur ofta drúgva
tíð. Mangan 3 og 4 mánað-
ir. Menn eru ikki uppsagdir,
men arbeiðsplássið er "nið-
urlagt", teir eru arbeiðs-
leysir.
Uppskotið miðaði eftir,
at lá skip longur enn 14
dagar vegna umvæling,
skuldi manningin fá útgjald
úr ALS. Í viðmerkingunum
meta teir báðir tingmenn-
inir, at miðal manningar-
talið er 10, og skipini, sum
eru til umvælingar, er mill-
um 5 og 10. Eg hugsi, hesi
tøl eru ov lág. Miðalmann-
ingartalið er minst 13, og
skip í umvæling er minst
10. So einir 130 til 150 sjó-
menn eru arbeiðsleysir
partar av árinum.
Tað skuldi verið upplagt,
at eitt slíkt uppskot vann
frama í tinginum. Men nei,
samgongan og sambands-
flokkurin feldu uppskotið.
Sjófólk skal framhaldandi
betala uttan at fáa nakað
aftur.
Grundgevingin
sigst
vera, at ein nevnd skal end-
urskoða reglugerðina fyri
ALS. Henda umberingin
heldur ikki. Fyri tveimum
árum síðani broytti løgting-
ið ferðslulógina eftir upp-
skotið frá undirritaða, bert
2 mánaðar áðrenn lands-
stýrismaðurin legði eina
heilt nýggja ferðslulóg fyri
tingið við nevndu broyting
innbygdari. Tað sama átti
sjálvandi at verið gjørt í
hesum føri eisini. At fella
hetta sjálvsagda uppskotið,
við tí grundgeving at reglu-
gerðin skal endurskoðast
og møguliga eina ferð í
tíðini broytast, er undan-
førsla.
Hvussu leingi fara mann-
ingarfeløgini og reiðara-
felagið at góðtaka, at teirra
limir gjalda ein skatt, sum
teir onki fáa fyri?
Eg hevði nú ikki væntað
tað stóra av hesi høgra-
nationalistisku samgong-
uni, men at sambandsflokk-
urin skuldi ganga ímoti, tað
skuffar meg stórliga. Sjó-
menn fylgja væl við, og teir
hava longu noterað sær
atkvøðugreiðsluna. Tað var
eg biðin at heilsa sam-
bandinum.
Als ikki fyri sjófólk
Hervið skal verða avsannað, at Jóannes Dalsgaard,
deildarstjóri í Mentamálaráðnum, hevur skrivað ella
á nakran hátt hevur havt nakað at gera við odda-
greinarnar í Sosialinum um málið viðvíkjandi lands-
antikvarinum soleiðis, sum Sjúrður Skaale illgitir í
trimum greinum á rað í Sosialinum
Tórshavn 17. februar 2002
Jan Müller
Avsannan
Viðmerkingar til Jørgen Niclasen
í Dagblaðnum 17/2/2003
Framhald á síðu 11
Sjúrður Skaale
Hvørt ár standa einar hálvt-
triðjahundrað oddagreinir í
Sosialinum. Har verða dag-
sins mál umrødd. Navn-
givnir persónar verða eisini
umrøddir. Sum oftast sak-
liga. Men farnu árini hevur
tónin ofta verið so harð-
ligur og grovur, at tað hevur
verið uttan fyri alt mark.
Eisini injuriumarkið.
Men tann størsti trupul-
leikin við hesum odda-
greinum er, at fólk, sum í
heilum eru fyri grovum
ærumeiðingum, ikki vita,
hvør
stendur
aftanfyri.
Hvør skrivar.
Í greinini verður ofta sagt
"okkara hugsan er", og "vit
halda". Men hvørji eru hesi
"vit"? Eru tað Jan Müller
og Eirikur Lindenskov? Eru
tað øll tey, ið starvast á
Sosialinum? Ella er tað
eigari blaðsins, Føroya
Javnaðarflokkur?
Tvey svar uppá hesar
spurningar komu í Sosial-
inum í farnu viku. Eitt í eini
oddagrein, og eitt frá Jan
Müller.
Sambært báðum svarun-
um merkir "vit" bara Jan
Müller. Hann hevur ikki
bara tað formligu ábyrgd-
ina sum ábyrgdarblaðstjóri,
nei, hann stendur persón-
liga fyri hvørji einastu
oddagrein. Eingin uttan-
fyristandandi hevur minstu
ávirkan. Jan kallar tað enn-
tá "hunddálking" og "kon-
spiratiónsteori"
at
siga
nakað annað enn, at Jan
skrivar allar oddagreinar-
nar.
Hetta er nakað løgið nak-
að at siga. Tí tað er ikki
satt. Fyri tað fyrsta er Jan í
feriu nakrar vikur um árið.
Viðhvørt er hann uttan-
lands. Onkuntíð er hann
ikki til arbeiðis av øðrum
orsøkum. Kortini standa
hvønn einasta dag odda-
greinar í blaðnum. Í hans-
ara navni. Men hann skriv-
ar tær ikki. Hann sær tær
neyvan heldur, áðrenn tær
eru prentaðar.
Og hann skrivar heldur
ikki allar greinarnar sjálv-
ur, tá hann er til arbeiðis.
Blankokekkur
Sannleikin er, at fleiri per-
sónar skriva - men teir
sleppa undan at stíga fram.
Jan Müller tekur ábyrgdina
fyri teir. Teir fáa ein blanko-
kekk frá Jan, so at siga.
Hevði alt tað skrivaða
verið siðiligt og sakligt, var
trupulleikin ikki so stórur.
Men tað er tað ikki. Stund-
um er tað grovt og æru-
meiðandi. Tað er sannlíkt,
at orsøkin nettupp er, at
teir, sum skriva, sleppa
undan at standa fram.
At Jan Müller letur seg
brúka til hetta, er sera
skaðiligt fyri tað opna
kjakið. Og tað tykist heilt
øvut, at tann annars so
frálíki blaðstjórin ger tað.
Eingin hevur nevniliga sum
hann skrivað um, at hetta
sama opna kjak er demo-
kratisins hornasteinur.
Men hann letur seg
brúka. Tað skrivaði eg eina-
ferð eina grein um undir
heitinum "Jan Müller legg-
ur eitur í samfelagið". Tað
var eitt sera grovt heitið,
men soleiðis er tað. Hjá
teimum, sum verða álopin í
Sosialinum uttan at vita
hvør loypur á tey, kenst tað
sum eitur.
Men hetta eitur rakar
eisini tey, sum skriva - ella
vera hildin at skriva -
oddagreinarnar. Tey koma
støðugt undir mistanka.
Sum oftast helst av órøtt-
um. Men tað er ikki mín
skyld. Tað er Jansa skyld.
Í farnu viku bendi sera
nógv á, at Jóannes Dals-
gaard hevði havt ein fingur
við í spælinum í tveimum
oddagreinum.
Tann illgrunan skrivaði
eg um. Eg veit, at eg skar
sera nær spikinum. Jan
sigur leygardagin, at eg
skar í spikið. At mín ill-
gruni ikki passaði. At hann
sjálvur hevði analyserað
seg fram til alt tað, sum
stóð í greinunum.
Alt tað, sum Jan sigur í
greinini leygardagin, er
ikki rætt. Men er hetta rætt,
fari eg at biðja bæði Jan og
Jóannes um umbering.
Men eg fari eisini at
loyva mær at minna á, at
tað ikki loysir trupulleikan.
Hvørja ferð onkur verður
álopin í oddagreinini í
Sosialinum, koma nøkur
fólk undir mistanka. Tí
hóast Jan helst skrivar tær
flestu, so vita øll, at hann
ikki skrivar allar hesar
greinar.
Tí átti Jan Müller at tikið
blankokekkin aftur. Tað
sama áttu aðrir blaðstjórar
at gjørt.
Skarprættarin
Jan sigur eisini í greinini, at
undirritaði, sum fyrr var
bæði "fryntligur og skila-
góður", nú er púra ham-
skiftur. Nú síggi eg meg
bæði sum ein "ákæra, dóm-
ara og skarprættara", sum
er "vandamikil fyri seg
sjálvan og fyri demokra-
tiið", sigur hann.
Tað rokni eg nú við, at
Jan meinar sum skemt.
Sjálvur haldi eg, at Jan
framvegis er líka fryntligur
og skilagóður sum altíð.
Blaðið hjá honum er eisini
frálíkt. Eg haldi bara at
hann ger eitt stórt mistak
við hasi oddagreinini. Og
tað er ikki sagt fyri at hund-
dálka Jan. Tað er sagt í
bestu meining.
VIÐMERKINGAR
Blankokekkurin frá Jan Müller
Tað var eitt sindur
ymiskt, sum fundar-
luttakarar mettu um
úrslitið av umboðs-
nevndarfundinum
hjá SEV mánadagin
SEV-FUNDUR
Edvard Joensen
Tórshavn: Fleiri av um-
boðsnevnarlimunum
hjá
SEV hildu eftir fundiná
Hotel Hafnia mánadagin, at
stýrið í grundini hevði
fingið eina dyggiliga mis-
álitisváttan, tá tað bara
akkurát hóraði undan at
verða koyrt frá. Men tað
helt stýrisformaðurin ikki.
Ein teirra, sum luttók á
fundinum, var Klæmint
Olsen úr Havn. Hann helt,
at tað kundi møguliga kom
har til, at leiðslan skuldi
hugsa um at leggja frá sær,
hóast beinleiðis meiriluti
ikki var fyri tí á fundinum.
Klæmint Olsen helt, at
leiðslan átti at skilt at-
kvøðugreiðlsuna soleiðis,
at hon ikki situr serliga
trygg ella er serliga nógv
umhildin eftir alt tað, sum
hent er seinastu tíðina.
Hann vísti til ta átaluna,
samtykt varð at geva stjór-
anum fyri handfaringina av
málinum um Vágatunnilin.
Men
stýrisformaðurn,
Poul Arni Jacobsen, var
hinvegin púra ósamdur.
Hann minti á, at tað nú
stóð púra greitt í gerðabók-
ini, at ein misálitisváttan á
stýrið var fallin. Sostatt var
eingin ivi um, segði hann,
at stýrið skuldi halda fram.
– Tað er vert at minnast
til, segði Poul Arni Jacob-
sen, at hetta misálitisupp-
skotið, sum lagt varð fyri
umboðsráðið, fall, hóast
bara annar parturin var á
fundi og kundi tosa fyri
seg.
Tann
møguleikan
fingu hvørki stýrið ella
sjórin, segði Poul Arni
Jacobsen, sum ikki hevði
fingið at vita niðurstøðuna
frá fundinum aðrastaðni
enn frá pressuni, sum hevði
fingið hana munnliga frá
umboðsnevndarlimum og
formanninum í umboðsráð-
num.
Hans Tausen Olsen, for-
maður í umboðsráðnum,
helt kortini ikki, tá hann
varð spurdur um tað, at
hetta málið fór at fáa nakrar
avleiðingar fyri hansara
egna pláss sum umboðs-
ráðsformaður, hóast tað
misálitsuppskot, sum hann
stóð fyri, ikki varð samtykt.
Ymsar metingar um úrslitið
Poul Arni Jacobsen, stýris-
formaður í SEV, var ikki
nødur við, at stýrið og stjórin
vóru koyrd av fundi. Tað
gjørdi, at bara annar
parturin slapp at leggja síni
sjónarmið fyri fundin.
Kortini fekk misálitis-
uppskotið ikki meiriluta, og
tað fegnaist stýrisformaðurin
um
Mynd: Jens Kristian Vang
Altjóðar
frágreiðingar
lýsa okkara tøl fyri hvønn
íbúgvara og tað kann ikki
verða rætt at vit ikki kunna
bera tøluni fram á sama hátt
her heima. Hvat so liggur
aftanfyri at vit liggja so
høgt er nakað heilt annað.
Sjálvandi
liggja
ávis
viðurskiftit aftanfyri, men
tað broytir ikki at okkara
útlát fyri hvønn íbúgva er
so høgt í mun til onnur lond
sum tað er.
Um tiltøk skulu setast í
verk frá almennari síðu,
verður hetta vónandi í
samstarvi við vinnu- og
brúkarabólkar í Føroyum.
Sum frágreiðingin stað-
festir, eru útlátini av veður-
lagsgassi hækkað fyri fleiri
bólkar í Føroym síðani
1990:
Sí talvu
Skynsom
umsiting
av
náttúruríkidøminum (vatn,
jørð, luft, fiskur, o.s.fr.) er
neyðug,
um
komandi
ættarlið
skulu
kunna
lívbjarga sær her á jørðini.
Veðurlagsbroytingar kunna
ikki bara koma at raka
okkum her í Føroyum
(streymviðurskiftini kunnu
broytast og fiskastovnarnar
hvørva, ongin veit), men
hava
longu
elvt
til
álvarsligar
truppulleikar
fyri fólkasløg aðrastaðir á
jørðini. Føroyar eru ein
partur av heiminum, og
eiga vit tí at bera okkum at
samsvarandi.
Brúkarabólkur :
Broyting í útlátinum 1990-2001
Útlátið av koltvíiltu
í mun til samlaða útlátið
(miðal fyri 1990-2001)
El-virki
+ 47%
14%
Ídnaður
+ 25%
15%
Akfør
+ 18%
9%
Onnur skip
+ 6%
3%
Fiskiskip
+ 4%
32%
Handlar og stovnar
+ 1%
6%
Húsarhald
- 13%
20%
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10