mikudagur 19. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 34 - 19. februar 2003
Nr. 34 - 19. februar 2003
13
Kári á Rógvi hugleið-
ir hesuferð um roynd-
irnar at fáa semju í
lag um tey málini,
sum ikki eru nevnd í
heimastýrislógini
TINGHELLAN
Kári á Rógvi
Nú frættist, at føroyingar og
danir kunnu semjast um tey
málsøki, ið hvørki eru á
lista A ella lista B sambært
heimastýrisskipanina. Fæst
ein tílík semja er tað stórt
framstig fyri Føroyar -
serliga um semja eisini
verður innanhýsis í Føroy-
um.
Hvat snýr tað seg um?
Í 1948, tá heimastýrisskip-
anin var smíðað, royndu tey
sum frægast at reksa upp
málsøkini. Summi vórðu
sett á lista A - hesi kundu
føroyingar taka yvir eftir
vild. Onnur fóru á lista B -
hesi kundu føroyingar taka
yvir eftir samráðingar við
danskar myndugleikar. Tey
yvirtiknu málini nevndu tey
sermál; tey ikki yvirtiknu
felagsmál. Samstundis var
tað møguligt hjá báðum
pørtum at umsita mál vegna
hin partin.
Eftir vóru nøkur málsøki,
fyri ein part slík, sum før-
oyingar ikki høvdu stór-
vegis áhuga fyri, og so tey,
sum danskir myndugleikar
hildu gingu danska ríkinum
ov nær. Harafturat eru
málsøki, sum ongin hugs-
aði um ella ikki vóru upp-
funnin fyri hálvari øld
síðani.
Hesi
málsøki
hevur
onkur skilamaður nevnt C-
mál. Tey eru sostatt tey
felagsmál, sum ikki eru
nevnd á teimum báðum
heimastýrislistunum.
Fyri tað nógva eru hetta
mál, sum hoyra til tað, ið á
eingilskum verður nevnt
‘lawyer’s law’ - sakførara-
mál - harímillum rættar-
skipan, revsing, keyp, av-
talur, skyldur, arvur og
familjumál.
Síðani
eru
eisini tilbúgving, mál og
vekt, og útlendingamál.
Denne lov gælder for
Færøerne
Tað er onki forgjørt í tí, at
eitt sjálvstýrandi land í
samveldi hevur egna rætt-
arskipan og egnar reglur
um revsing ella familjumál.
Hyggja vit at grannanum
sunnanfyri,
Skotlandi,
síggja vit, at teir hava egna
rættarskipan. Hesa hava teir
havt síðani teir løgdu sam-
an við Englandi í sam-
veldið Stóra Bretland fyrst í
1700-árunum. Sjálvt um
skotar ikki høvdu egið ting
í tvær øldir, so samtykti
samveldistingið lógir fyri
serligu rættarskipanina í
Skotlandi, eins og fyri
mong onnur málsøki við
serligari skotskari skipan.
Hesar tinglógir hava "Scot-
land" skoytt uppí lógar-
navnið í parantes.
Ein líknandi skipan hevur
verið galdandi í Føroyum.
Men tíverri ikki eins væl
skipað. Á summum økjum
hava danir frá gamlari tíð
viðurkent føroyskar ser-
skipanir. Eitt nú hava vit
eina "Lov for Færøerne om
Hauges Styrelse og Drift
m.m." frá 1937. Hetta er
ein donsk tinglóg, sum bert
hevur gildi í Føroyum,
samtykt í samsvari við til-
mæli úr Føroyum. Sambært
hesi lóg ganga "Hauge-
røgtere" og hyggja til síni
"Faar" í føroysku høgunum.
Fyri
rættargangin
er
onnur skipan. Vit hava ein
"Lov om rettens pleje"
galdandi í Føroyum. Hetta
er eisini ein donsk tinglóg,
men hon er sett í gildi við
kongaligari fyriskipan við
ávíum broytingum. Partvíst
broytingum, sum føroying-
ar hava ynskt, partvís
broytingum, sum føroy-
ingar ongantíð hava tikið
støðu til.
Høvdu teir hagreitt
tey betur
Hagalógin er dømi um eina
lóg, sum føroyingar hava
ábyrgdina av, men onki
hava gjørt við. Hóast reglur
ikki samsvara væl við veru-
leikan, eitt nú viðvíkjandi
vetrarfriðing, eigaraviður-
skifti
í
samband
við
matrikulin, fyri ikki at tosa
um hagastevnur og stýri, so
hava føroyingar ikki tikið
seg saman enn at endur-
skoða hagalógina. Hóast
sundsbóndin fyri langari tíð
síðani mælti: "ikki danskt á
fjalli", so er hagalógin enn
donsk - hóast vit hava havt
málsræði á høgunum í
mong harans ár.
Skaðin er tó nógv størri á
øðrum økjum. Brúkara-
vernd er farin afturvið
borðinum og afturúrsigld í
Føroyum. Lógin hjá okkum
um tryggingaravtalur, til
dømis, er ikki bara á
donskum, hon er frá tíðini,
tá navnorð vórðu stavað við
stórum stavum.
Hóast útvarpið tosar um
stuldur og blygdunarskemd,
so er tað also tyveri og blu-
færdighedskrænkelse, sum
verða revsaði.
Høvdu føroyingar ynskt
betri reglur og betri skip-
anir í C-málum, so kundi
tingið havt samtykt ríkis-
lógartilmæli til serligar
føroyskar lógir. Tað hevði
verið munandi beteri við
eini ‘Lov for Færøerne om
rettens pleje’ enn sum í dag
við einari kongaligari fyri-
skipan, ið setur sum í og
sum úr gildi av donsku
lógini um rættarskipan.
Samanumtikið
standa
hesi C-mál í óføri í gjónni
millum landið og ríkið.
Eitt, tvey, trý yvirtaka
vit
Nú frættist, at andstøðan á
tingi er til reiðar at taka
undir við eini nýggjari
skipan fyri C-málini. Tað er
at frøðast um, ikki minst tí
ein breið semjar er for-
treytin fyri at fáa málini
upp úr aftur tí óførinum,
har tey í dag standa upp
undir hendur í runu.
Vit sleppa tó ikki undan
at taka støðu til spurningin
um støðu okkara í samveldi
við Danmark. Talan er um
at broyta markið ímillum
land og ríki, so hesar røk-
urnar koma undir føroyskt
vald. Men er nú talan um
nøkur frælsi, sum vit fáa frá
ríkinum, og sum vit kunnu
missa aftur? Ella er talan
um eina marknaumskipan
millum javnar partar, og
sum ikki kann takast aftur?
Seinast løgtingið megn-
aði at semjast um tey ríkis-
rættarligu viðurskiftini var í
1947, tá løgtingið í semju
samtykti at fara undir sam-
ráðingar við danska ríkið.
Støðan var tá greið. Tingið
vildi undir samráðingar, har
vit vóru annar parturin, og
danir hin.
Tíverri hava danskt út-
búnir juristar, bæði føroy-
ingar og danir, vilja gørt
heimastýrisskipanina til ein
spurningin um jura heldur
enn politikk, og tíverri vóru
føroyingar ikki samdir um
skipanina
innanhýsis.
Hóast løgtingið valdið at
ganga undir eina lóg heldur
enn ein sáttmála, so stendur
eftir, at heimastýrisskipanin
varð samtykt fyrst á Føroya
Løgtingi
og
síðani
á
Ríkistingi. Talan var um
eina serliga lóg samtykta á
tveimum málum av tveim-
um tingum við serligum
fororði og við støði í eini
politiskari semju millum
landið og ríkið.
Tingmenn eiga í øllum
førum at ansa eftir, at vit
ikki víkja frá hesum. Í
fyrstu atløgu skal nýggja
skipanin við C-málunum
byggja á eina politiska
semju millum lands- og
ríkismyndugleikar. Síðani
má hvør parturin í samsvar
við
sína
egnu
skipan
staðfesta hesa avtaluna.
Stýrisskipanarlógin ásetir,
at yvirtøkur á føroyskari
síðu skulu samtykkjast við
lóg. Sjálv semjan um, at C-
málini kunnu yvirtakast,
eigur at verða gjørd eins
sáttmálakend
og
sjálv
heimastýrisskipanin. Av-
gerðin um, at tey skulu
yvirtakast, kann síðani
verða tikin eftir innlendis
mannagongd.
Bert at samtykkja eina
fólkatingslóg kann vera ein
vandi fyri fatanina av
verandi støðu. Føroyingar
mugu halda fast um, at
talan er um eina sáttmála-
støðu, ikki eina delegatión
ella tillutan av rættindum.
Fýra, fimm, seks og so
slaka vit
Tað, sum øll tykjast taka
undir við, er at hesi málini
kunnu yvirtakast. Summir
samgongulimir vilja helst
staðfesta, at øll C-málini
skulu yvirtakast beinan-
vegin. Tað kann beina fyri
semjuni. Tað frægasta er tí
helst at steðga við at gjøg-
numføra yvirtøkurnar til vit
hava kjakast eitt sindur um
tað innihaldsliga í teimum.
Tá vit vita, hvussu nógv C-
málini kosta, fer helst eisini
onkur strongur at koma í
finansin.
Á rættar- og revsiøkinum
hevur landstýrið tikið undir
við at yvirtaka Føroya rætt
og landsrætt í fyrsta umfari,
og í høvuðsheitum at varð-
veita verandi rættarskipan
eisini
eftir
yvirtøkuna,
samstundis sum hægsti-
rættur verður verandi fe-
lags.
Eg havi á fleiri øðrum
støðum víst á, at sera um-
ráðandi er at taka støðu til
rættarskipanina. Ikki minst
mugu vit taka støðu til,
hvussu
dómarar
skulu
veljast. Eg kann bara minna
á ‘Jørgen-málið’. Nógv
lógkøn fólk eru, men
háttalag og fatan eru so
ymisk. Tí mugu vit taka
støðu til, hvussu vit velja
teir dómarar, sum skulu sita
í einum føroyskum løgrætti
(landsrætti). Tað verður stór
skomm, um vit manna ein
evstan føroyskan dómstól
við ókunnumonnum.
Samveldi
Fáa vit hesa semju uppá
pláss nærkast vit alt meiri
skipan, har tað úteftir
sýnist, at tað eru Føroyar,
sum eftir egnum vilja hava
knýtt seg at Danmark í eini
samveldisskipan, so leingi
føroyingar sjálvir ynskja
tað.
Eftir hjá samveldinum
liggja bert tey mál - sum vit
passandi kunnu nevna D-
málini - sum illa kunnu
liggja aðrastaðni enn hjá
samveldinum. Hetta minnir
nógv um líknandi sam-
veldisskipanir, eitt nú hjá
okkara
tjóðskaparliga
systkinabarni Mann, og hjá
oyggjalondunum í konga-
ríkinum
Niðurlondum
(Hollandi),
Aruba
og
Niðurlendsku Antillunum.
Eftir verður bara at skipa
A, B og C-málini sum væl,
sum til ber...
...til D-dagurin kanska
einaferð upprennur.
Tinghella
C-mál
Nú frættist, at føroyingar og danir kunnu semjast um tey málsøki, ið hvørki eru á lista A ella lista B sambært heimastýris-
skipanina. Fæst ein tílík semja er tað stórt framstig fyri Føroyar - serliga um semja eisini verður innanhýsis í Føroyum. Kári á
Rógvi hugleiðir um royndirnar at fáa semju um tey málini, sum ikki eru nevnd í heimastýrislógini
NØVN Í VIKUNI
Georg Thorsteinsson
f. 19. februar 1926 d.12. februar 2003
Mikudagin, 12. februar, andaðist Georg Thor-
steinsson í Havn, 76 ára gamal, eina viku áðrenn
hann hevði fylt 77. Georg Johan Frits Thor-steins-
son, var føddur 19. februar 1926 í Trongisvági.
Foreldur hansara vóru Peter Carl Thorsteinsson,
vanliga nevndur Carl á Brúgv (1888-1957) í
Trongisvági, og Anna Christina Hammer (1901-
1933) av Sevmýru á Tvøroyri.
Georg var triði elstur av 5 systkjum og var bert 7
ára gamal tá mamman doyði.
Elst av systkjunum er Mary, giftist Børga Pers-
son, næstelst er Esther, giftist Tóra Zachariassen,
fjórðelst er Clara, giftist John Borgarlíð og seinni
við Agnari Nielsen. Yngsti bróðurin er John, sum
giftist og búsettist í Herning.
Pápin Carl á Brúgv giftist seinni uppaftur við
systrini hjá Annu, Elin O. Fr. Hammer. Saman
fingu tey trý børn: Arna, Marionnu og Margrethu.
Georg var sum ungur í kolanáminum í Rangá-
botni í Trongisvági og seinni í handlinum hjá N.J.
Mortensen á Tvøroyri. Tá hann í 1949 flutti til
Havnar, arbeiddi hann hjá ymsum fyritøkum í
Havn. Hann arbeiddi í heilsøluni hjá Niels Jo-
hannesen, síðani hjá Bendtsen, til hann í 1952
arbeiddi fyri Grønlandsfelagið og var hann tvær
reisur í Føringahavnini á sumri og arbeiddi í handl-
inum har. Eftir tað arbeiddi hann hjá Farodane og
seinni aftur hjá Einar Storr, til hann í 1958 byrjaði
fyri seg sjálvan við heilsølu, har hann seldi nógv
ymist. Tó er hann mest kendur fyri at selja tógv.
Hetta førdi m.a. við sær at kona hansara, Marita,
byrjaði at reka tógvhandilin Igloo.
Georg giftist í Sands kirkju tann 11. juli 1948
við Maritu Hentze Viderø, ið var dóttir Christian
Michael Viderø (1894-1975) uppi í Stovu, í
Trøðum á Sandi og Johannu Karolinu Hentze
(1897-1987) úr Uttarustovu á Sandi. Tey fingu 6
børn. Hans Arni f. 1949, Kári f. 1951, Bergur f.
1953 d.1987, Heri f. 1955, Randi f.1958 og Thord-
ur f. 1959.
Georg hevði stóran áhuga fyri samfelagsviður-
skiftum sum heild. Hann var limur í barna-
verndarnevndini í Havn frá miðskeiðis í 70-unum
og sat í heili 22 ár í nevndini, harav 20 ár sum
formaður.
Georg var íðin ættargranskari og hevur lagt
nógva orku í hetta ítriv, sum fylti so stóran part av
hansara lívið tey nógvu seinnu árini. Tað er ikki
smávegis skrivligt tilfar, sum liggur eftir hann. Alt
er hondskrivað.
Friður veri við minninum um Georg Thorsteins-
son.
1. februar fylti Oddfríður
Gregersen í Syðrugøtu 75
ár. Oddfríður er føddur og
uppvaksin í Syðrugøtu.
Hann var tann fyrsti sum
bleiv doyptur á føroyskum í
Gøtu kirkju. Oddfríður
hevur verið ein aktivur
maður á mongum økjum.
Hann var stjóri á P/F
Fiskavirkinum í Gøtu, frá tí
hann var 36 ára gamal, til
hann legði frá sær sum 70
ára gamal. Hann var for-
maður í Gøtu kommunu í
14 ár, frá 1970-1984. Hann
sat í nevndini í Føroya Ar-
beiðsgevarafelag í 25 ár,
harav 9 ár sum formaður.
Eisini var hann reiðari á
nótabátinum Saturn og á
skittfiskabátinum
Spor-
inum. Nú hava synirnir,
Atli, Páll og Regin yvir-
tikið dagligu leiðsluna av
teimum ymisku feløgun-
um, sum Oddfríður rak.
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag hevði
aðalfund mikukvøld-
ið. Nýggja nevndin
hevur skipað seg við
Bjarka Mohr sum
formanni
POLITIKKUR
Tíðindaskriv
Á aðalfundi hjá Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
seinasta mikukvøld var
m.a. nevndarval á skránni. Í
nýggju nevndina vórðu
vald:
Jón Johansen
Katrin Gaard
Bergur Dam
Sum tiltakslimir vórðu
vald:
Elsba Olsen
Joan Ziskason
Nýggja nevndin í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
skipaði seg á nevndarfundi
17. februar soleiðis:
Bjarki Mohr, formaður
Katrin Gaard,
næstformaður
Jón Johansen,
kassameistari
Bergur Dam, skrivari
Bente Kjær, nevndarlimur
Jógvan við Keldu er
stjóri í felagnum SAM
International Føroy-
ar, sum nú fer at
átaka sær at finna
røttu fólkin til røttu
størvini
HEADHUNTER
Eyðun Klakstein
Løgtingsmaðurin Jógvan
við Keldu skal standa á
odda fyri arbeiðnum hjá
SAM International í Før-
oyum.
Danska
felagið,
sum
hevur havt stóran vøkstur í
sínum virksemi, síðani tað
varð stovnað fyri 9 árum
síðani, kemur nú eisini til
Føroya.
– Virksemið hjá føroysku
deildini
skal
byggjast
spakuliga upp. Tað ræður
um at arbeiða á rættan hátt,
so álitisviðurskifti kunnu
byggjast upp millum fyri-
tøkur og einstaklingar, sig-
ur Jógvan við Keldu.
– Eitt sindur av head-
hunting hevur verið brúkt í
Føroyum, men tað kundi
verið brúkt í nógv størri
mun, tí í Føroyum er eisini
umráðandi at finna best
egnaða persónin til tey
ymsu størvini.
Finna rætta persónin
SAM International head-
huntar fólk til størv av
ymsum slagi. Uppgávan
hjá felagnum er at finna
tann rætta persónin til tað
rætta starvið.
– Tað kann kosta eini
fyritøku nógv, um rætti
persónur ikki verður funnin
til eitt starv í fyrstu roynd-
ini. Her kann SAM Inter-
national koma upp í leikin
við sínari servitan á økin-
um, sigur Jógvan við
Keldu.
Vanligt er, at SAM finnur
fólk til leiðarastørv í fyri-
tøkum, men felagið átekur
sær eisini at finna røttu
fólkini til onnur størv.
SAM hevur eisini ein dátu-
basa, har fólk kunnu skrá-
seta seg, um tey hava hug at
finna sær nýtt starv.
Stórur vøkstur
SAM International er ein
donsk fyritøka, sum hevur
fingið sær deildir í fleiri
londum. Tey eru at finna í
Svøríki, Noregi, Finlandi,
Týsklandi, Sveis og nú
eisini í Føroyum. Tað hevur
gingið strúkandi hjá felag-
num, síðani Niels Schreiner
Andersen gjørdi álvara av
hugskotinum í 1993. Fe-
lagið er ein sonevnd Ga-
zelle-fyritøka og hevur havt
ein vøkstur upp á 60
prosent, síðani tað fór at
virka. Nú er tað helst
størsta headhunrarafelag í
Danmark.
27 headhuntarar eru í
danska felagnum. Tað eru
fólk við nógvum og ym-
iskum royndum, og nógv av
fólkunum koma frá leið-
arastørvum í stórum donsk-
um fyritøkum. Tey hava tí
nógv sambond at dúva
uppá, og tað er neyðugt í
slíkum arbeiði at hava gott
netverk.
Hósdagin kemur stjórin í
felagnum til Føroya »at
klippa snórin«, so føroyska
deildin kann fara undir sítt
virksemi. Niels Schreiner
Andersen skal vitja ymsar
fyritøkur, meðan hann er í
Føroyum.
Oddfríður Gregersen 75 ár
Politikari verður nú eisini headhuntari
Jógvan við Keldu skal byggja
deildina hjá SAM Inter-
national í Føroyum upp.
Felagið hevur til uppgávu at
finna røttu persónarnar til
leiðarastørv og onnur størv í
føroyskum fyritøkum
Bjarki Mohr er
formaður
Bjarki Mohr er nýggjur for-
maður í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
C
M
Y
K
13
12