mikudagur 19. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 19. februar 2003
15
14
Nr. 34 - 19. februar 2003
Fyrsta februar fóru Jógvan Páll Poulsen og
aðrir út á Kirkju í Fugloy at slakta 3 tarvar
Tarvarnar høvdu teir keypt ársgamlar og
havt gangandi, síðani í mai mánaði í fjør.
Fugloyingar drepa um 10 tarvar um árið.
Hjá summum er tað frítíðarítriv, meðan
tað hjá øðrum er ein partur av inntøkuni
SLAKT
Orð: Rúna Sivertsen
Myndir: Jákup á Fløtti Jacobsen
- Vit høvdu ætlað okkum út á Kirkju einaferð í
januar, men tað viðraði illa, og vit sluppu ikki avstað,
sigur Jógvan Páll Poulsen, ið hevur sítt dagliga yrki,
sum skipari umborð á Másanum.
Hann sigur, at teir bíðaðu so, til tað aftur varð
fyllandi sól.
- Teir gomlu drupu altíð tarv í fyllandi sól. Annað
kom ikki uppá tal, tí tá verður kjøtið nógv saftigari,
sigur Jógvan Páll Poulsen.
Vit lata myndirnar frá slaktinum tala fyri seg
Tey drepa tarv á Kirkju
Ein av teimum 5 tarvunum, sum vórðu keyptir ársgamlir í mai mánaði í fjør og síðani settir í hagan á Kirkju. Tveir av teimum vórðu slaktaðir fyri jól. Hesin
sær meinaleysur út, men tað gongur ikki altíð so friðarliga fyri seg, tá tarvur skal leiðast til slakt
Gamalt og nýtt møtist. Dreingirnir hava úr at gera við at senda sms, meðan menninir stríðast
við tarvin
Tað ræður um at bera skjótt at. So skjótt tarvurin er skotin, má stingast
Tungan verður roknað at vera serstakliga fínur matur
Mennirnir bera skjótt at og fáa vomb og innvøl úr tarvinum
Eitt øgiligt knoss. Magnus koyrir á av øllum alvi. Nú skal
tarvurin koyrast við traktorinum niðan í fjósið, har hann skal
flettast
Tað er lív í fjósinum, nú klárt er at fletta
Eisini Kristina roynir at geva eina hond
Dampurin stendur enn úr kroppinum. Hesin vá um 180 kg.
Nú er næstan komið undir land. Magnus hevur hugagóður
hjálpt til, meðan systir hansara, Kristina, fyri tað mesta hevur
hugt at
Tað kann ikki roknast um í peningi, hvønn týdning tað hevur
fyri børn og ung at sleppa at vera við í arbeiðnum
Nú eru fjórðingarnir
komnir upp at hanga.
Gamalt er at lata
kjøtið hanga einar 14
dagar, áðrenn kjøtið
verður etið
Tað er
strævið at
fletta tarv
- Kristina
sovnaði
beint sum
hon sat
C
M
Y
K
14