Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Landsliðsvenjarin skilur ikki viðferð- ina, Todi fær í FCK ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Sunnudagin fór oddaliðið í Superliguni, FCK, á venjingarlegu í Suður Afrika. Heldur óvæntað var Toda Jónsson ikki í millum teir 24 leikarar- nar, sum skuldi við til Suður Afrika. Bæði Pascal Simpson og Todi Jónsson hava valt ikki at gera nýggjan sátt- mála við FCK, og tí valdi FCK-venjarin, Hans Backe, at hyggja burtur frá teimum til venjingar- leguna Hetta er ein greið ábending um, at Todi ikki kann vænta at fáa nógva leiktíð í vár. FCK hevur fyrr valt at útihýsa leikar- um, sum ikki vilja skriva undir nýggjan sáttmála. Sjálvur er Toda skakkur av avgerðini hjá Hans Backe, men ásannar, at tað er venjarin, ið hevur seinasta orðið. Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, skilur heldur ikki viðferðina, Todi fær av FCK. – Tað er synd í Toda, at hann skal fáa slíka viðferð, eftir so mong góð ár í FCK. Todi hevur so manga ferðina bjargað FCK, og tí er tað løgið, at hann nú als ikki skal vera upp á tal, sigur Henrik Larsen við BT. Henrik Larsen tekur synd í Toda Svenski landsliðs- leikarin, Andreas Jacobsson, byrjar í Brøndby 1.juli ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Danska meistarafelagið, Brøndby, boðaði mána- dagin frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við svenska landsliðsleikaran, Andreas Jacobsson. Sviin er verju- leikari, og verður tí ein av kappingarneytunum hjá Jón Róa Jacobsen um pláss í miðverjuni hjá Brøndby. Andreas Jacobsson er 30 ára gamal, og er í løtuni tilknýttur Hansa Rostock í týsku Bundesliguni. Svenski landsliðsleikarin byrjar í Brøndby 1.juli og sáttmáli er undirskrivaður fyri hálvt-triðja ár. Nýggi Brøndby-verju- leikarin hevur leikt 22 landsdystir, og spældi allar dystirnar hjá Svøríki í HM- kappingini í í Japan/Korea. Venjarin hjá Brøndby, Michael Laudrup, fegnast um nýggja verjuleikarin. – Vit hava sum er góðar verjuleikarar, men teir flestu eru sera ungir, og tí er neyðugt við royndum spælarum. Andreas Jacob- sen hevur nógvar altjóða royndir, og hann hóskar sera væl til okkum, sigur Michael Laudrup í við- merking við onside.dk. Umframt Andreas Jacobsson, fær Brøndby eisini OB-málverjan, Kar- im Zaza í summar. Jón Rói leikti annan hálvleik Brøndby tapti mánadagin sín fyrsta venjingardyst í ár. Dysturin var í Turkalandi, har danska meistarafelagið framvegis er á venjingar- legu. Koreanska liðið, Hyn- dai, vann 2-1, eftir ein mál- leysan fyrra hálvleik. Jón Rói hevur verið smá- skaddur, og hevur tí ikki luttikið í venjingunum seinastu dagarnar. Hann er tó blivin so mikið frægur, at hann leikti annan hálvleik ímóti koreanska liðnum. Málið hjá Brøndby skeyt ungi Jonas Kamper. Nr. 34 • mikudagur • 19. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Jón Rói fær harða kapping Føroyski landsliðsleikarin, Jón Rói Jacobsen, fær harða kapping um pláss í miðverjuni hjá Brøndby. Svenski landsliðsleikarin, Andreas Jacobsson, fer eftir summarsteðgin at spæla í Brøndby. Mynd: Savnsmynd Jan Dam tekur enn eitt tørn HB hevur samband við Símun Eliasen, men enn er ongin sáttmáli undir- skrivaður FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Fyrrverandi landsliðsleik- arin, Jan Dam, fer kortini at spæla við HB í ár. Tað hevur annars ljóðað, at hann ætlaði sær at gevast við fótbóltinum. HB og Jan komin ásamt um, verjuleikarin tekur enn eitt tørn í HB-troyggjuni. Jan Dam hevði eitt av sínum bestu kappingar- árum í fjør, og nú HB hevur mist fleiri verju- leikarar, kemur tað væl við, at HB-veteranurin aftur verður við í ár. – Jan hevur játtað at spæla til í summar, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur formaðurin í HB, Birgir Enghamar. Jan Dam flytir møgu- liga niður til Danmarkar eftir summarfrítíðina, og tí hevur hann ikki bundið seg longur, enn fram til summarsteðgin. Samband við Símun Eliasen Tað hevur leingi ljóðað, at Símun Eliasen verður at síggja í HB í ár. Hann býr í løtuni í Danmark, men flytir aftur Føroya seinni í ár. Bæði HB og ÍF hava ligið framvið, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr. -Vit hava tosa við Símun, og avtala at tosa saman, tá hann væntandi flytur heim í mei. Vit vóna, at hann kemur aftur í HB, men enn er so ongin sáttmáli undirskrivaður, sigur Birgir Enghamar í stuttari viðmerking. 17 16 Nr. 34 - 19. februar 2003 UTTAN ÚR HEIMI Blair missir undirtøku Alt fleiri bretar siga seg vera misnøgdar við politikkin hjá Tony Blair, forsætisráðharra, og tað er serliga stuð- ul hansara í Irak-kreppuni, sum fær veljarar at venda honum og flokki hansara bakið. Í einari meiningakanning, sum blaðið The Guardian hevur gjørt, sæst, at 35 prosent av teimum spurdu eru nøgd við politikkin hjá forsætisráðharranum, meðan 55 prosent siga seg vera misnøgd við politikk hansara. Í einari kanning fyri einum mánað síðani svaraðu 49 prosent, at tey vóru nøgd við Tony Blair og arbeiði hansara. Kanningin hjá The Guardian vísir eisini, at altsamt fleiri bretar eru ímóti kríggi við Irak. 52 prosent siga seg vera ímóti at leypa á Irak, meðan 29 prosent taka undir við krígsætlanini. Geiðslavirkið evni horvið Myndugleikarnir í fyrrverandi sovjetska lýðveldinum Georgia siga, at tríggjar bingjur við geiðslavirknum evni eru horvnar haðani. Tað var fyri trimum árum síðani, at myndugleikarnir komu fram á, at tær tríggjar bingjurnar, sum stóðu á einari herstøð eystan fyri høvuðsstaðin Tiblisi. Í teim- um var evnið cesium-137. Sagt verður, at verjumálaráðið skuldi lata umhvørv- ismyndugleikunum bingjurnar í oktober í fjør, men at tað varð ikki gjørt. Hví umhvørvismyndugleikarnir ikki fingu bingjurnar, verður einki sagt um. Nú siga georgisku myndugleikarnir, at bingjurnar eru horvnar av herstøðini, og at eingin veit, hvar tær eru. Leggja trýst á Saddam Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES samdust mánakvøldið um at herða trýstið á irakska leiðaran, Saddam Hussein. Í samyktini hjá leiðarunum stendur millum annað, at tey evropeisku londini vilja hava kreppuna loysta á friðarligan hátt. Hinvegin er greitt, at eitt mark er fyri, hvussu leingi vápnaeftirlitsmenninir hjá ST kunnu verða verandi í Irak, og tí er neyðugt, at irakska leiðsl- an samstarvar við ST fyri at fáa enda á kreppuni. Ger irakska leiðslan ikki tað, kann tað gerast neyðugt at nýta hermegi, stendur í samtyktini hjá ES-leiðarunum. Men semjan er ikki fullkomin. Stutt eftir fundin mánakvøldið kunngjørdi franska stjórnin, at Frakland fer ikki at taka undir við einari ST-samtykt, sum heim- ilar hernaðaratgerðum ímóti Irak. Funnu nógv vápn Trygdareftirlitið í Gardermoen-floghavnini í Oslo kom í fjør fram á 10.000 knívar og 69 skotvápn í viðførinum hjá ferðafólki. Sjálvt um talið á knívum, sum eftirlitið legði hald á, var helvtina minni enn árið fyri, undrast trygdareftirlit- ið á, at so nógv fólk framvegis royna at sleppa ígjøgn- um eftirlitið við knívi. Víst verður á, at allastaðni í mót- tøku- og fráferðarhallunum standa skelti, sum siga, at tað er bannað at hava knívar og skotvápn uppi á sær ella í viðførinum, men kortini hendir tað meiri enn so, at fólk hava stórar breyðknívar í hondtaskuni, sigur kunningarstjórin í Gerdermoen. Harafturímóti hevur tað víst seg, at skotvápnini, sum eftirlitið leggur hald á, eru fækkað munandi. Í fjør var talið 69, men í 2001 fann eftirlitið í Gardermoen ikki færri enn 290 skotvápn í viðførinum hjá ferðafólki. Saudiarabia ávarar nú USA ímóti at leypa á Irak uttan góðkenn- ing frá ST-trygdar- ráðnum. Uttan góð- kenning verður talan um eitt álopskríggj. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Saudiarabia verður vanliga roknað sum ein tann trúgvasti sameindi hjá USA í tí arabiska heiminum, men nú ávarar saudiarab- iski uttanríkisráðharrin, Saud al-Faisal, amerik- ansku stjórnina ímóti at leypa á Irak, fyrr enn ST- trygdarráðið hevur góðkent álopið. - Góðkennir trygdarráðið eitt álop, kann tað ikki roknast sum ágangur, men leypa amerikanarar á Irak uttan ST-góðkenning, er talan um eitt álopskríggj, og tað er ágangur, segði saudiarabiski uttanríkisráð- harrin við BBC. Saud al-Faisal legði aftur- at, at eitt amerikanskt álop, sum ikki hevur fingið al- tjóða góðkenning, fer ikki at tæna amerikanskum áhugamálum. Saudiarabia ávarar USA Norðurkoreanska stjórnin hóttir nú við at ógilda vápnahvíld- aravtaluna, sum gjørdi enda á Korea- krígnum í 1953. Sam- stundis vissar almenna útvarpið fólk um, at landið fer at vinna eitt kjarn- orkukríggj við USA. NORÐURKOREA Árni Joensen: Myndugleikarnir í Norður- korea vilja vera við, at amer- ikanarar hava brotið ta 40 ára gomlu vápnahvíldravtal- una, tí USA er farið undir at styrkja sínar herdeildir í Suðurkorea. Harafturat vilja norðurkoreanar vera við, at amerikanarar fyrireika han- dilstiltøk ímóti landinum. Hetta seinasta hevur sam- band við eina grein í blaðn- um New York Times mána- dagin. Blaðið skrivaði, at amerikanska stjórnin fyri- reikar tiltøk, sum millum annað skulu forða øllum vápnaflutningi til og úr Norðurkorea, samstundis sum ætlanin er at forða fyri, at norðurkoreanar, sum búg- va í Japan, sleppa at senda pengar til Norðurkorea. Amerikanskir embætis- menn hava síðani sagt, at USA fer ikki at taka nakað stig mótvegis Norðurkorea nú, men at amerikanska stjórnin roynir at fáa Russ- land og Kina upp í eina roynd at fáa enda á krepp- uni, sum hevur tikið seg upp, síðani tað kom fram, at norðurkoreanar hava tikið sína kjarnorkuverkætlan uppaftur. Almenna norðurkore- anska útvarpið hevur sein- astu dagarnar eggjað fólki til at standa saman í bar- daganum ímóti USA. Í gjár segði útvarpið í Pyongy- ang, at Norðurkorea fer at vinna eitt kjarnorkukríggj við USA. Fleiri amerikanskir polit- ikarar halda, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta leggur ov lítlan dent á at loysa kreppuna við Norður- korea. Teir halda, at Norður- korea er ein nógv størri hót- tan ímóti USA, enn Irak er. Í síðstu viku segði stjórin í CIA, George tenet, at Norðurkorea hevur rakettir, sum kunnu raka stórbýirnar á amerikansku vestur- strondini. Norðurkorea hóttir nú við at ógilda vápnahvíldaravtaluna Eldurin í undirgrund- arbreytini í suður- koreanska býnum Taegu í gjár kravdi nógv mannalív. ELDSBRUNI Árni Joensen. Seinnapartin í gjár vistu myndugleikarnir framvegis ikki, hvussu mong vóru deyð í eldinum í undir- grundarbreytini í suður- koreanska stórbýnum Taegu. Um middagsleitið varð sagt, at 34 fólk vóru funnin deyð, og at 136 høvdu fingið skaða, men tá leitaðu bjargingarlið framvegis eftir 99 fólkum, sum ikki vóru komin afturíaftur. Løgreglan í Taegu segði í gjár, at hon hevði tikið ein mann, tí illgruni var um, at hann hevði tveitt eina heimagjørda bumbu niður í undirgrundarbreytina. Vanlukkan í gjár er ikki tann fyrsta í undirgrundar- breytini í Taegu. Í 1995 doyðu 100 fólk, og meiri enn 100 fingu skaða í einari sterkari gassspreing- ing har. Eldhav undir jørð C M Y K 16