mikudagur 19. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 19. februar 2003
19
BOGASKJÓTING
Tíðindaskriv
Børn:
Leygardagin 15.
februar skipaði Bogaskjóti-
felagið Tambar í Havn fyri
kapping fyri børn á 15
metrum.
Í bólkinum compound
gjørdi Alvi Joensen enn
einaferð um seg við nýggj-
um persónligum meti, tá
hann trygt vann bólkin við
(278+262) 540 stigum, nr. 2
var Alberta Gaardlykke við
(271+262) 533 stigum og nr.
3 var Ásmundur Gaardlykke
við (260+254) 514 stigum.
Øll eru úr Bogaskjótifelagn-
um Ørvi.
Í bólkinum recurve var
javnt í oddinum í steðginum
millum Anniku Vang og
Eirik í Jákupsstovu, men
hendi eitthvørt í seinnu
hálvu, sum gjørdi, at Annika
vann bólkin væl framman-
fyri øll hini við (264+270)
534 stigum. Eirikur bleiv nr.
2
við
(259+213)
472
stigum. Bæði eru úr ørvi.
Nr. 3 bleiv Bjartur Clement-
sen, Tambar, við (213+254)
467 stigum.
Eirikur var so óheppin
undan kappingini, at bogin
brotnaði. Tískil mátti hann
læna eina annan boga, sum
var nakað tyngri at skjóta
við enn hansara egni og
kann tað vera hetta, sum
hevur verið trupuleikin í
seinnu hálvu.
Vaksin
Sunnudagin skipaði Tamb-
ar aftur fyri kapping á 18
metrum, hesuferð fyri tey
vaksnu.
Í bólkinum compound
legði Per Holm Andersen
seg trygt á odda framman-
fyri Schandorff Vang við
góðari
skjóting.
Seinna
hálva millum teirra var sera
jøvn og varð samlaða
endaliga støðan, at Per vann
við (285+283) 568 stigum,
nr.
2
Schandorff
við
(278+282) 560 stigum og nr.
3 Jóannas Poulsen við
(273+275) 548 stigum.
Í bólkinum recurve var
javnt millum tey bæði
fremstu. Unga Annika Vang
førdi tepurt í steðginum
frammanfyri einum øðrum
afturbyrjaðum
ungum
skjútta Kristian Niclasen.
Javnt gekk á og bleiv enda-
liga støðan, at Kristian vann
við (239+241) 480 stigum,
nr. 2 Annika við (246+229)
475 stigum or nr. 3 var
Rógvi Mohr við (231+209)
440 stigum.
Alvi nýtt persónligt met
Alvi Joensen setti nýtt per-
sónligt met í vikuskiftin-um,
tá hann vann compound-
bólkin fyri børn við 540
stigum
Mynd: Per
Hjá teimum vaksnu vann Per Holm Andersen við 568 stigum,
seks fleiri enn Schandorff Vang
Klaksvíkingar
á gullkós
Kristian Sune
Høgnesen tekur
føroyska billard-
heimin á bóli –
koppar keylur sum
ongantíð áður
BILLARD
Tíðindaskriv
Tað verður oftani sagt um
persónar ella lið í ítróttar-
kappingum, at man hevur
bæði góðar og minni
góðar dagar. Hetta passar
bara ikki fyri ávísar klaks-
víkingar, nevniliga fyri 1.
deildarliðið í billard hjá
Klaksvíkar Klubba og
fyri oddaspælaran har,
Kristian Suna Høgnesen.
Tað hava hesi bæði sein-
astu kappingarvikuskift-
ini so dyggiliga prógvað.
Klaksvíkar Klubbi,
sum hevur ligið á odda í
billardkappingini frá byrj-
an, fer eftir øllum at døma
eisini at liggja á odda, tá
kappingin endar um ikki
so langa tíð. Teir tríggir
billardsnillingar nir,
Kristian Sune Høgnesen,
Sonhard Johannesen og
tann ungi og lovandi
spælarin Ólavur Kjølbro
hava gjørt tað aftur. Næst-
seinasta vikuskiftið tóku
teir ímóti einum væl-
mannaðum
Kaggaliði,
sum mátti fara so nakka-
langt aftur um Lorvíks-
fjørð við bert fimm stig-
um. Hini 13 stigini lógu
eftir í Klaksvík. Og sein-
asta vikuskiftið endurtók
søgan seg. Vágbingar ,
sum annars hava ligið sera
væl fyri í kappingini,
fingu
uppaftur
størri
buksuvatn enn Kaggin.
Teir fingu bara 2 stig við
sær suður. Klaksvíkar
Klubbi hevur 59 stig fyri
fýra dystir. Síðani koma
Vágbingar við 34 stigum
fyri 3 dystir, Kaggin hev-
ur 29 stig fyri 3 dystir,
Havnar Klubbi hevur 18
stig fyri 4 dystir, Tvøroyr-
ar Klubbi hevur 14 stig
fyri 3 dystir og Fugla-
fjarðar Billardfelag hevur
12 stig fyri 2 dystir.
Hann kom, hann sá og
hann sigraði. Næstan ong-
antíð áður í billardkapp-
ing her heima hevur ein
billardspælari livap so
væl upp til tey orðini sum
Kristian Sune Høgnesen
úr Klaksvíkar Klubba.
Hesar seinastu dystirnar
móti Kagga og Vágs Bill-
ardfelag hevur hann verið
ein brandur, unikur og ein
uppliving fyri allar áskoð-
arar men ein peli í eygan-
um á sínum mótspælar-
um. Og tað eru sjálvandi
úrslitini, sum tala.
Í
kappingini
móti
Kagganum hevði Kristian
Sune 31,73 eygu í meðal
ella meira enn 600 eygu
fyri dystin. Besti dystur
hansara var uppá 852 og
besta umfarið uppá 222.
Var hvøkkurin stórur
fyri Jan, Bjarna og Stein-
bjørn, so skuldi hann ger-
ast enn størri móti Birgir,
Gullok og Tórða vikuna
eftir. Tá brillieraði Kristi-
an Sune við at spæla við
37,17 eygum í meðal ella
góð 700 eygu fyri dystin
og 224 eygu fyri besta ein-
staka umfarið. Hetta er eitt
av teimum bestu úrslit-
unum, sum hava verið í
billardkapping hesi sein-
astu 25 árini kappast hevur
verið á skipaðan hátt. Við
hesum úrslitinum nýtist
hann ikki at smæðast burt-
ur úr millum teir heilt
stóru spælararnar, sum
hava verið við í kapping,
nevniliga René Sørensen
og Henrik Petersen.
Kristian Sune hevur
spælt billard síðani 1989.
Hann skuldi stríðast í
nógv ár, áðrenn tað av
álvara fór at geva úrslit.
Hann var við á liðnum hjá
Klaksvíkar Klubba, tá teir
vunnu sítt fyrsta føroya-
meistaraheiti fyri lið í
1997 og síðani hevur tað
bara rullað víðari. Klubb-
in varð eisini FM-meistari
í fjør, og sjálvur fór
Kristian Sune eisini við
gullinum fyri einstakling-
ar í fjør. Tað var hansara
fyrsta og neyvan tað sein-
asta, heldur henda sigurs-
ferðin fram. Árið fyri
hevði hann vunnið Haldor
Holm kappingina, sum er
dreymurin hjá øllum bill-
ardspælarum at vinna og
ikki minst hjá einum
klaksvíkingi. So nú hevur
hann verið við til at vinna
allar tær stóru kappingar-
nar - hesin stillføri og av-
balanseraði spælarin, sum
fær billard at síggja so
lætt so lætt út. Hann hevur
eitt tempo sum fáur og
eina slíka ró yvir køfør-
ing og spæl, at tað er eitt
fragd
fyri
áskoðaran,
hvørja ferð hann fer aftur
til borðið.
Eisini Sonhard og Ólav-
ur hava staðið seg væl í
kappingunum.
Ólavur
hevur eitt meðal uppá
meira enn 23 eygu og
Sonhard liggur omanfyri
20. Ólavur Kjøbro er ein
av komandi stjørnunum í
føroyskum billardspæli og
hevur ment seg ómetaliga
nógv eftir bert stuttari tíð.
Hann verður so ein av
avbjóðarunum, tá Kristian
Sune, liðfelagi hansara
skal verja FM-heitið fyri
einstaklingar
í
næsta
mánað.
Venjingarlega var um
vikuskiftið á Tvør-
oyri. Ungir svimjarar
hittust og tað var í
roynd og veru
ungdómslandsliðið,
sum her vandi og
hugnaði sær. Hylurin
á Tvøroyri er lítil, og
tí eru slík tiltøk ikki
gerndiskostur á
Tvøroyri
SVIMJING
Dagfinn Olsen
Ungdómslandsliðið
í
svimjing hevur verið saman
á
venjingarlegu
um
vikuskiftið. Svimjararnir
eru um 10 - 13 ára aldur og
legan var ein samanseting
av venjing, hugna og yms-
um kappingum til gamans,
t.d. postarenning.
Svimjararnir vóru eini 30
í tali og komu úr øllum
landinum at svimja á
Tvøroyri leygardagin og
sunnudagin.
Svimjihylurin á Tvøroyri
er lítil og stendur ikki mát
við tað, ið krevst til
kappingar. Hylurin er 12,5
metrar og kravdir eru 25
metrar,
um
góðkendar
kappingar skulu vera í
hylinum.
Legan á Tvøroyri endaði
sunnukvøldið. Vanliga eru
4 slíkar legur árliga.Mynd:
Svimjihylur
Svimjihylurin á Tvøroyri er
ov
lítil
til
góðkendar
kappingar,
og
tí
eru
venjingarlegur
ikki
gerandiskostur á Tvøroyri.
Ungir svimjarar venja saman
Støðan 1. deild
Dystir
Stig
Eygur
Umførð
Meðal
1 Klaksvíkar Klubbi
4
57
16024
720
22,26
2 Vágs Billardfelag
3
34
9418
540
17,44
3 Billardfelag Kaggin
3
29
10216
540
18,92
4 Havnar Klubbi
4
18
11568
720
16,07
5 Tvøroyrar Billardfelag
2
12
5548
360
15,41
6 Billardfelag Fuglafjarðar
2
12
5170
360
14,36
Støðan 2. deild
Dystir
Stig
Eygur
Umførð
Meðal
1 Havnar Klubbi
3
33
5396
540
9,99
2 Billardfelag Kaggin
2
24
4302
360
11,95
3 Billardfelag Fuglafjarðar
2
18
4218
360
11,72
4 Vágs Billardfelag 2
3
14
5154
540
9,54
5 Vágs Billardfelag 1
1
12
1846
180
10,26
6 Tvøroyrar Billardfelag
1
7
1364
180
7,58
Støðan 3. deild
Dystir
Stig
Eygur
Umførð
Meðal
1 Klaksvíkar Klubbi
2
28
3346
360
9,29
2 Billardfelag Kaggin
2
26
2506
360
6,96
3 Vágs Billardfelag
1
16
1160
180
6,44
4 Tvøroyrar Billardfelag
3
10
2834
540
5,25
5 Havnar Klubbi
2
10
1654
360
4,59
19
18
Nr. 34 - 19. februar 2003
Tað verður greitt um
tvær vikur, um fyrr-
verandi B68-leikarin
fær sáttmála frá
danska 1. deildar-
felagnum
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
John Heri Dam hevur síðan
januar-mánað
vant
við
danska 1.deildarfelagnum
Hvidovre. John Heri er í
løtuni í Danmark í útbúgv-
ingarørindum, og sam-
stundis roynir hann at
spæla seg til ein sáttmála í
Hvidovre
Sambandið millum Hvid-
ovre og John Hera er komið
í lag ígjøgnum Frank
Skytte. Frank Skytte var
venjari hjá John Hera í B68
í fjør, og hann var eisini eitt
tíðarskeið venjari hjá Hvid-
ovre.
Hvidovre liggur í løtuni á
trið niðasta plássi í donsku
1.deild. Felagið hevur mist
heili 10 spælarar í vetrar-
steðginum, og tí eru nógvir
nýggir leikarar í felagnum.
– Eg fekk ein fyrispurn-
ing í oktober frá venjaran-
um í Hvidovre, sum segði
seg mangla leikara í vinstru
síðu, og eg helt tað ljóðaði
spennandi og valdi at taka
av møguleikanum sigur
John Heri.
Fyrrverandi B68-leikarin
var so óheppin at meiðsla
sær fótin í desembur mán-
að, og tí kundi hann ikki
venja við fullari fer, fyrr
enn seinast í januar mánað.
-Eg eri í løtuni ikki í eins
góðari venjingarstøðu sum
hinir leikararnir, tí eg
byrjaði at venja ein mánað
seinni. Eg vænti tó, at tað
gongur ikki rúm tíð, so eg
verið líka væl fyri sum
hinir leikararnir, greiðir
John Heri frá
John Heri hevur leikt
tríggjar teir seinastu venj-
ingardystirnar hjá Hvid-
ovre, og tað hevur gingið
væl. Sjálvur vónar John
Heri, at tað verður til ein
sáttmála í Hvidovre, men
kappingin er hørð.
Venjarin hjá Hvidovre,
Jan Christiansen, hevur
boðað frá, at 20 spælarar
fara at mynda Hvidovre-
hópin í vár. Í løtuni venja
24 leikarar við, og tí skulu
fýra sáldast frá.
– Eg vóni sjálvsagt, at eg
fái sáttmála, men kappingin
er hørð, og tí verður spenn-
andi, hvat fer at spyrjast
burtur úr, sigur John Heri at
enda.
Jan Christiansen fer at
kunngera hópin um tvær
vikur, og tá verður spenn-
andi, um enn ein føroyingur
verður at síggja í donskum
fótbólti.
John Heri roynir seg í Hvidovre
John Heri Dam roynir í
løtuni at spæla seg til ein
sáttmála í danska 1. deildar-
felagnum, Hvidovre.
Mynd: Savnsmynd
Ingi Højsted leikti
annan hálvleik ímóti
Bryne sunnudagin
LANDSLIÐI
Páll Holm Johannesen
Føroyska fótbóltslandsliðið
leikti sunnudagin sín fyrsta
venjingardysti sunnudagin.
Dysturin var ímóti norska
liðnum Bryne, og dysturi
endaði 1-1. Sum skilst, so
var norska felagið betri í
fyrra hálvleiki, meðan før-
oyingar komu betri við í
seinna hálvleiki.
Dysturin
var
tíggju
minuttir gamal, tá Bryne
legði seg á odda. 1-0 var
eisini hálvleiksstøðan í
Spania. Í seinnu hálvleiki
svaraði Heðin á Lakjuni
aftur við góðum langskoti
til endaligu støðuna 1-1.
Miðvallarin,
Julian
Johnsson, hevur verið darv-
aður av skaða, og var tí ikki
við ímóti Bryne. Jann Ingi
Petersen var á miðvøllinum
í hansara stað, og í seinna
hálvleiki fekk Arsenal-
leikarin, Ingi Højsted, eis-
ini møguleikan at royna seg
á miðvøllinum.
Rógvi Nielsen segði
seg mánakvøldið úr
starvinum sum venj-
ari hjá besta kvinnu-
liðnum í Kyndli
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er eingin loyna, at
gongdin hjá besta kvinnu-
liðnum hjá Kyndli ikki
hevur verið nøktandi í ár.
Við tilgongd av fleiri leik-
arum varð annars roknað
við, at nú skuldu tær
grønu úr høvuðsstaðnum
aftur leggja seg út í odda-
stríðið í kvinnudeildini,
men gongdin á stigatalv-
uni hevur als ikki staðið
mát við høgu málini.
Kyndil er í løtuni á
einum fjórða plássi á
stigatalvuni, og sunnu-
dagin fingu tær av at vita,
tá VB var á vitjan í Havn.
Hetta seinasta var helst
eisini tað, sum at enda
viðførdi, at venjarin hjá
liðnum, Rógvi Nielsen, at
enda tveitti handklæðið í
ringin, men tað tykist
kortini, sum um tað er
meira enn hetta, sum
liggur aftanfyri.
- Tað er rætt, at eg mána-
kvøldið boðaði Kyndil frá,
at eg ikki longur eri venj-
ari hjá kvinnunum. Sjálv-
andi hava úrslitini gjørt sítt
til, at henda avgerð er tik-
in, men tað eru eisini onn-
ur viðurskifti, sum liggja
aftanfyri.
Meira enn hetta fekst
Rógvi Nielsen ikki at siga
um uppsøgnina, men sum
skilst, so er tað eisini part-
víst orsakað av innanhýsis
órógv. Í umhvørvinum
kring Kyndil hevur órógv
kring
kvinnuvenjaran
leingi verið at hoyrt, og
seinnu árini hevur tað ikki
verið nakað ókent fyri-
brigdi í felagnum, at venj-
arin hevur kastað frá sær í
úrtíð.
Enn er ikki endaliga
greitt, hvør verður nýggj-
ur venjari hjá kyndils-
kvinnunum, men tá vit
týsdagin royndu at fregn-
ast, var líkt til, at valið
fellur á Petur Martin Jo-
hansen. Petur Martin er
einamest fyri avrik síni á
vøllinum við KÍF, har
hann í drúgt tíðarskeið
taldist millum álitini á
liðnum. Men hann er
upprunaliga úr Kyndli,
har hann eisini endaði
sum leikari, tá hann fekk
nakrar fáar dystir móti
kappingarenda í fjør.
Kyndils-
venjarin sagt
upp
Føroyar leiktu javnt ímóti
Bryne
Bert 17-ára gamli, Ingi Højsted, slapp rættiliga at royna seg, tá hann fekk møguleikan í seinna
hálvleiki ímóti Bryne sunnudagin.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
18