Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 7. november 1990 Síða 3 tidl indabjaðið Sosialurin Á MILJÓNIR FYRI BORÐ - Amerikanskt felag skuldi útvega skrokk og fiskiloyvi, Albert skuldi útvega føroyskar iløgu- menn, og fóroyskir ílógumenn skuldu útvega PA A EA SEE pengar. Alt projektið er nú farið fyri skeyti! I dag hava amerikanararnir eitt óliðugt skip uttan fiskiloyvi, ílógumenninir hjá Alberti hava tikið seg úr projektinum, og kanska síggja teir ongantíð pengarnar aftur, - 4,1 mió. krónur! Orðið >Alaska< hevur síðstu árini havt ganda- magn, tá um iløgur í fiski- vinnu ræður. Eisini føroy- ingar, ið hava sans fyri, nær fiskur rýkur av pen- ingi, hava ligið framvið. Talan er um ørgrynnu av Alaskan-pollock, - ein toskalikt fiskaslag, ið fremmandu fløgumenninir veiða við troli. At vanligt fiskimadurin i Alaska er hart ímóti at fremmandir fiskimenn koma har og veiða vid troli, tykist ikki at hava tálmað tráðanini. USA-FERÐ Albert Mortensen, skips- meklari, hevur verið mill- um teirra, ið hava sæð møguleikarnar. Tidliga í fjør sendi hann 16 mans til Alaska at kunna seg um møguleikarnar, - fyra danir vid Werner Vig, næsta- manni Alberts å odda, og 12 føroyingar, ið kundu væntast at vilja seta peng- ar í. Áhugin var stórur, men yvirhgvir varð hildið, at skipini, føroyingarnir s6u, å skipasmidjum og å fiski- leið vóru ov små, 30-40 metrar. Eftir hetta legði Albert Mortensen fram eitt uppskot um ein 50-60 metra bát saman við fíggjarætlan. Ov nógvir iva-spurningar vóru kortini í sambandi við projektið/ projektini, og alt varð av ongum. HOKUS POKUS Treytirnar fyri at reka fiskiskap í USA er, at talan skal vera um skip, ið er bygt í USA og hevur fiskiloyvi. Men fleiri av amerikansku skipunum við loyvi eru ov smá. Tí- skil hevur eitt margháttligt fyribrigdi tikið seg upp, har t.d. Albert Mortensen og amerikanskir skipaeigarar kasta sam: An um at byggja skip uttanlands. Skismeklarin skaffar útlendskan kapital (t.d. úr Føroyum) og amerikansku Lin døll vid fiskiloyvi, ið verdur sendur til skipa- smiðjuna í t.d. Spania. So eru formalitetirnir í lagi: omaná amerikanska 30 metra-skrokkin byggir tú ein 80-90 metra langan bát! Skipið hevur fiski- loyvi og er bygt í USA, - tað er bara umbygt! Hokus pokus... 100 MIO. KRÓNUR Tað er eitt slíkt samar- beidi, ið Albert Mortensen hevur gjørt við teir báðar Turin Tasker og Bill Philip á fyritgkuni Alaska Joint Venture Seafood. Í november í fjør gjørdu teir ein sáttmála við skipasmiðjuna C.N. Santodomingo í Vigo, Spania. Talan er um ein verksmiðju-trolara, - 88 metrar langur fyri 115- 120 mió. krónur; seinni varð ætlanin skerd niður í góðar 100 mió. krónur. Efftir tí vit hava skilt, so er talan um sáttmála, yvirtiknan frá norð- monnum, ið upprunaliga ætlaðu sær undir rækju- projekt í Alaska. TVEIR BÓLKAR Føroyingarnir, sum hava sett pening í, ganga í tveimum bólkum, - annar hevur røtur í Vestmanna og hin í Vágum. Størstu partaeigararnir í Vágunum er Jens Eli Ellefsen og Ísak Jacobsen, meðan Gert Poulsen (ið er reiðari saman við jens Eli Ellefsen), Pauli Poulsen og Eyðun Hansen eru størstu partaeigararnir í Vestmanna-bólkinum. Hesir báðir bólkarnir hava so biðið aðrar sett pening í. Millum partaeigararnar eru eisini Eyðun Samuel- en og Mainhard Haldan sen í Havn, - hesin seinni Skuldi lata alla brúgva- útgerð av slagnum Sim- rad. Formligi karmurin er partafelag undir stovnan, nevnt Alaska Star. KNØPP TID Kunnandi fundur var i Albert Hall beint fyri nyggjår, har tekningar vérdu lagdar fram og greitt var frå møguleik- unum at seta pengar i. I januar vóru Eyðun Han- sen, Gert Poulsen og Jens Eli Ellefsen í Keyp- mannahavn og samráddust við Ture Korsager og Handelsbanken. Korsager var næstimaður Alberts á skrivstovuni í Keyp- mannahavn; sum skilst er Korsager, ið nú hevur egið virkið, eisini við í projektinum. Handilbankin, ið samskipar fíggingina, setti harðar treytir, - eg- inpeningurin skuldi vera ríkiligur og trygdin í lagi. Umframt Handelsbanken eru eisini spanskir, holl- endskir og amerikanskir figgjarstovnar uppii. KNAPPARI TID I februar restadi fram- vegis eginpeningur i, og boð vóru eftir fleiri 'små- um' íløguhugaðum. Teir fingu ikki nógva tíð at umráða seg í: teir skuldu taka stóðu straks og bein- anveg, - innan tveir, tríggjar dagar. Hesir - einir 15-20 í tali - hava sett 50.000-100.000 krón- ur í hvgr. Summir fíggj- aðu av bók, aðrir við láni ímóti persónligari trygd. EGINPENINGIN AFTUR Tøgumenninir hava fingið munnliga játtan fyri, at eginpeningurin fór at verða goldin út aftur um tvey ár. Ein partur skuldi vinnast inn aftur við at spara upp á upphæddina ið eigararnir høvdu at ráða yvir í byggitíðini. Eftir tí vit hava fingið uppspurt, so er føroyski parturin, ið er lagdur á borðið 3,5-4,1 mió. krón- ur. Harumframt hevur ein dani í Hirtshals einsa- mallur sett 3,5 mió. krón- ur í skipið. ALBERT 1,1 MIÓ. Sjålvur hevur Albert Mortensen sett 1,1 mi6. krónur í projektid; men hann stendur ikki sjålvur fyri hesum partinum, - tað ger ein av teimum stóru partaeigarunum. Parturin hjá amer- ikanska felagnum er skrokkurin, og so hevur skipasmiðjan sjálv eisini sett einar 2-3 miljónir í projektið. Samlaði eginpeningurin er 14 mió. krónur. Onkur hevur ivast í, um amerikansku myndugleik- arnir fóru at góðtaka nýggja risaskipið sum verandi sama skip, ið døllurin, ið fór til um- byggingar; gjørdu teir ikki tað, so skuldi tollur svarast og fiskiloyvi kanska ivasamt. Svarið var, at teir báðir Tasker og Philip hgvdu eftirfarandi træðrir til amerikansku myndugleik- amar, so tað fór at ganga. BANG! FYRSTU FERÐ Treytin fyri projektinum var, at skipið skuldi verða liðugt og innan fyri am- erikanskt sjómark innan 28. juli í ár. Annars misti skipið fiskiloyvið! Men tað varð skjótt greitt, at hetta fór íkki at halda, tí steðgur kom í byggingina, tá skipasmiðjan kom í ålvarsligar figgjarligar trupulleikar; hetta var tíð- liga í summar. Tasker og Philip høvdu sínar træðrir at lesa seg eftir, og amerikansku myndugleikarnir góvu felagnum eina longda freist: skipið skuldi nú vera innan fyri amerik- anskt sjómark innan árs- lok. EINKI EFTIRLIT Føroysku cigararnir og fløgumenninir vistu lítið og einki um, hvussu leið eftir við byggingini, tí einki framhaldandi eftirlit hevur verið. Hann, ið fara skuldi (ein av partaeigar- unum), kravdi at fáa 40.000 krónur um mán- aðin í samsýning. Men sparast skuldi á hesum posti, so hann kundi 'bert' fáa 20.000 krónur um mánaðin. BANG! AÐRU FERÐ! Hóast arbeiðsfólkið hevði yvirtikið skipasmiðjuna og hon var komin í gongd aftur, so hevði hon al- stórar figgjarligar trupul- leikar at dragast vid. Tå tað varð greitt, at tað fór at verða ivasamt, um skipið varð liðugt til ársskiftið, varð skipasmidjan kravd eftir eini skrivligari våttan fyri, at hon kundi halda av- taluna. Skipasmidjan vildi einki pappir senda, våttadi bert munnliga, at tað fór at ganga... AÐRAR LIBRE SATTMALIN UPPSAGDUR Tískil varð tvingan sett á: sáttmálin varð uppsagdur, allar útgjaldingar steðgað- ar og skipasmiðjan kravd eftir peninginum. Svarið frá skipasmiðjuni var einki annað enn ein um- bøn um at lata sáttmálan standa við, skipið skuldi verða liðugt til tíðina. Svarið frá 'eigarunum var, ai tá teir høvdu eina skrivliga váttan frá skipa- smiðjuni, so „skuldi hon fáa bæði sáttmála og pengar aftur ALT UPP- STEÐGAÐ Nú er alt steðga. Skipið liggur so gott sum liðugt í Vigo, men langt frá so liðugt, at tað kann yv- irtakast og siglast til USA. So í staðin fyri projekt 'Alaska-skip' hava teir avvarðandi fingið eitt heilt annað og tidarkrevjandi projekt at dragast vid: hvussu fåa teir peningin aftur?! HVUSSU VID PENGUNUM? Og tað hevur gingið sera striluð. Føroysku iløgu- menninir hava mist allan åhuga fyri sjålvum skip- inum, so teir hava bert ein spurning at seta: fåa vit pengarnar aftur. Men adrir spurningar eru eins åhugaverdir: vardveitir ameikanska fel- agid fiskiloyvi? Hvør eig- ur skipid, - hvør skal gera tad lidugt og gjalda… Hvat hevur miseydnada projekud havt at siga siga fyri umdømi Albert Mort- ensen's á altjóða skips- meklara-marknaðinum... Um so er, at tað hevur havt negativa ávirkan, rakar tað so eisini føroysk å-hugamål yvirhgvir...? ówh