mikudagur 21. november 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
Fe
Nr. 187 — 21. november 1990
DÅ
Løgtingsvalid 1990
Jens Martin
kvødur
Eg átti mær eina húgvu
tøvd var hon í tóva.
Ábraham, Kaj Leo, Torkil og Kurt
hana úr vatni drógu.
Har komu allir sjålvstyrismenn
hver við sínum spegli.
Har komu DP'sa loysingarmenn
allir við hamar og segli.
Har kom Atli Pætursson
við høkju og við pentu.
Har kom Jóngerð úr Purkhúsi,
hon heuði gloymt eina mentu.
Har kom Jógvan — »løgmansfegin« —
so tungliga mundi hann suffa:
— Átti eg bara húgvu tína,
slapp eg á fund við Uffa!
Asbjørn eitt lyfti um >boblubað
í syruløgi« mær sendi.
Finnboig beyð mær krakkin tann,
sum Karin eftir honum brendi.
Lasse beyð mær tyrlu sína,
stýrda av Carolinu,
Óli niggju nekaraborn,
sum eg kundi sleppa at nina.
Signar beyð mær ta navnalog,
í ruskspann tveitt mundi vera,
»Spanski« Pauli ta blødruna,
Jógvan Ingvard heuði punkterað.
Torbjørn rópti: — Mitt Waterloo
tad verdur hin unga og pena!
Húgvuna gev mær, eg annars renni
á land við Santa Helena!
Edmund segði: Eg bíði, til Lisbeth
meg lærir, hvar stendur skápið.
Tordur sendi ein pakka retur
við einum gomlum skrápi.
Eg átti mær eina hugvu,
tøvd var hon í tóva.
Abraham, Kaj Leo, Torkil og Kurt
hana úr vatni drógu.
Farin er ikki húgva min,
hon situr á mínum hári.
Vita skal hver lukkuprinsur,
at hana fær eingin dári!
maður í steinboga
IRF fingið nýggjan formann
Birgir
verið við frá
Birgir Mohr á Sandi er
nýggjur formaður í IRF.
Hann hevur verið við alla
tíðina frá tí at hann í
1977 varð valdur í ta
nevnd, sum tåverandi
formaður í Kommunu-
felagnum, Vilhelm Jo-
hannesen, setti at gera
kanningar um ruskbrenn-
ing í Føroyum. Sum
nevndarlimur helt Birgir
fram tá IRF varð stovnað
tvey ár seinri, og hevur
verið nevndarlimur síð-
ani. Á eykaaðalfundi í
vikuni varð hann valdur
til formann.
Tað er eingin loyna, at
IRF enn hevur stórar
trupulleikar at dragast
við, men nývaldi formað-
urin hevur kortini góðar
vónir um, at tað fer at
bera til.
Birgir Mohr sigur, at
flutningurin og innsav-
ningin av ruski virkar
væl, men enn er eftir at
fáa veruligt skil á tí
ruski, sum kemur frá
hevur
størru fyritøkum. Eisini
er eftir at fåa tyrving-
arplåssini kring landid
veruliga at virka. At
sleppa av vid spillioljuna
er enn ikki komið
rættiliga upp á pláss, og
loysn má finnast á
trupulleikunum við ti
sum kemur frá alibrúk-
unum.
KLÁRAR SEG
FÍGGJARLIGA
UM FIMM ÁR
Enn klárar Interkomm-
unali Renovatiónsfelags-
skapurin seg ikki sjálvur
fíggjarliga, men roknað
verður við, at javnvág er
í pengakassanum um eini
fimm ár. Tí verður neyð-
ugt nú at fáa landsstýrið
at veðhalda fyri einum
likviditetslåni. Sambært
fíggjarætlanini fyri kom-
andi ár fara átta miljónir
at resta í hetta árið.
Birgir Mohr sigur tó, at
gongst alt eftir ætlan,
verður ikki neyðugt hjá
landinum at leggja krón-
ur á borðið fyri felags-
skapin.
Nýggi formaðurin
vónar og roknar við, at
tað fer at bera til at reka
renovatiónsfelagsskapin
við einum gjaldi frá
kommununum, sum kom-
andi árini ikki verður
munandi stórri enn tað er
i dag. Í løtuni rinda
kommunurnar umleið
Síða 17
Birgir Mohr - nyggjur
formadur i IRF
900 krónur um árið fyri
hvønn íbúgvan í komm-
ununi.
tór.-
Aðalfundur
Tvøroyrar Flakavirk:
hevur adalfund
í måéttøkuhøllini
á virkinum mána-
dagin 3. desember, kl. 20.00.
Roknskapurin er til skjals fyri þartu
eigarar á byrådsskrivstovuni
saman um
sýndu mær álit!
Tøkk
Hjartaliga takki eg ollum tykkum í Sar:
oyar valdømi, sum so manniliga stóðu
javnaðarhugsjónina og
framdu tað bragd, at leggja flokkin á
odda í valdøminum.
Serstøk tøkk til tykkum mongu, sum
NEVNDIN
Heilsan
Jógvan Acuolt
Svalur
Adolf Olsen
fýrsinstjúgu
Í dag kann Adolf Ol-
sen úr Søldarfirdi
halda sín fýrsins-
tjúgunda fødingar-
dag.
Adolf hevur í
mong ár verið ein av
stuðlum Javnaðar-
floksins í Eystur-
oynni, og hevur
hann altíð verið
trúgvur at heita á, tá
brúk hevur verið
fyri stillara fyri
flokkin.
Eftir at hava siglt sum bæði stýrimaður og skip-
ari við føroyskum og útlendskum trolarum, fór
hann at starvast sum húsasmiður, og hevur hann
hildið á við hesum ul dagin í dag, hóast fýrsins-
tjågu fyri mongum kann tykjast høgur aldur.
Alla sína tíð hevur Adolf saman við familju síni
búð í heimbygdini Søldarfirdi, og saman við kon-
uni Charlouu — ættað úr Rituvik — hevur hann tvey
børn.
Hóast sín høga aldur, cr Adolf friskur og ferdug-
ur, og var tað ikki so, at ein beinleiðis visti, at
hann nú var komin so høgt til árs, hevði ein heldur
ikki trúð tí.
Hjartaliga tillukku við degnum, og øll tey bestu
ynski fyri tíðina, ið er fyri framman.
Frændi