Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 191 — 27. november 1990 Avgerðarrætt til undirgrund longu í 1991! Undirgrundarspurningurin má greiðast politiskt longu fyrsta árið hetta komandi logtingsskeiðið, og vit mugu av álvara fara undir at utbugva og venja fólk, sum kunnu taka lut í umsiting av einum utviklingi við kanningum og seinni moguligari út- | vinning í undirgrund Foroya, sigur Atli Dam, formaður javnad- arfloksins í viðmerking til tidindini um at bretskir oljupallar nu standa nær foroyska markinum — Feroyingar eiga alt fyri eitt at leggja ætlanir fyri framtíðina og fara undir neyðugu fyrireikingarnar, tá tað snýr seg um olju- vinnu og undirgrund, segði Danny Poulsen, sum hevur starvast sum ser- freðingur innan olju- og gasskanningararbeiði kring allan knettin, við føroysku pressuna friggjadagin. Hann heldur tad er uppå tidina, at vit fara at fyrireika okkum til framtidina. Vit hava i hes- um sambandi biðið ein av teimum, sum hevur havt nógv við undirgrundar- samráðingarnar við danir at gera, og sum meguliga eisini nú skal til at standa fyri hesum samráðingum, Atla Dam, um eina við- merking. Saklig grein — Eg haldi, at tað var ógvuliga skilagott av Danny Poulsen at bíða við at almannakunngera hasa sakligu greinina um tað neyðuga í at taka sterri lut í viðgerðini av tí, sum fer fram í sambandi við undirgrund Føroya, til eft- ir legtingsvalið. Danny hevði helst kunnað flestu politikarar um hesi viður- skifti longu áðrenn valið, og tað var skilagott, at hetta ikki beinleiðis bleiv ein spurningur í valstríð- num, nevniliga peningur og olja, tí tað stendur fast, at neyðugt er at greiða spurningin politiskt og gera seg føran fyri at lut- taka í umsiting av hesum útviklinginum skjótast gjørligt, sigur Atli Dam. Atli Dam vísir á, at hetta eisini er væl í tráð við tað, sum hann ferdi fram í valstríðnum, at undirgrundarspurningur- in má greiðast politiskt longu fyrsta árið hetta komandi samgonguskeið- ið, og at vit av álvara fara undir at útbúgva og venja fólk, sum kunnu taka lut í umsiting av einum útvikl- ingi við kanningum og seinni meguligari útvinn- ing í undirgrund Feroya. Uppá fyrispurning um hetta skal skiljast sum at føroyski javnaðarflokkur- in gongur inn fyri at fara undir royndarborgingar eftir olju i føroysku undir- grundini, sigur Atli Dam, at tann spurningin kunnu vit ikki taka stødu til, fyrr enn vit hava greitt hann politiskt og fyrr enn vit vita, hvat tað snýr seg um — fyrr enn allar avleiðing- ar av einum sterri útvikl- ingi eru mettar og vigaðar út í æsir. Kravið er avgerðar- rætturin — Nú sigur tú, at tað er gott, at hetta málið ikki varð brúkt í valstríðnum til logtingið. Men nú tað er framkomið aftur stevna vit móti enn einum vali, nevniliga fólkatingsvalin- um, og hevur hann ikki týdning fyri eitt fólka- tingsval eisini? — Tað kann ein siga, men øll kenna steðuna hjá føroyingum andvegis døn- um og donskum stjórnum, uttan mun til hverjar hes- ar eru, at krav feroyinga er at hava avgerðarrættin í undirgrundarspurningin- um. Annað mál er so hvussu vit útfylla karmin í teirri avtalu, sum varð gjørd í august 1988. Hesin má útfyllast beinanvegin, men hevuðsendamálið má vera, at samtykt verður ein sokallað yvirtøka av undirgrundarspurningin- um, sum leggur avgerðar- rættin hjá feroyingum. — Kunnu vit rokna við, at júst spurningurin um undirgrundina verður ein av hevuðsspurningunum hjá eitt nú javnaðarflokk- inum til komandi fólka- tingsval? — Eg vil ikki siga, at tað verður ein av høvuds- spurningunum til kom- andi fólkatingsval. Tað hevur verið ein av høvuds- spurningunum hjá javn- aðarflokkinum leingi, øll sjeytiárini og áttatiárini. Vit stungu út í kortið heilt greitt í 1984, áðrenn valið, hver útviklingur átti at fremjast, og hann bieiv framdur og var komin til eitt týðandi punkt í august mánað í 1988. Tað harmiliga, sum so er hent, er, at hetta er ikki fylgt upp hverki á kvalifiserað- an ella kompetentan hátt mótvegis donsku stjórn- ini. Menn hava klandrast um formansskapin og skrivarasessin í eini ser- freðinganevnd, sum skal fylla karmin út, ístaðin fyri at nýt atíðina til veru- ligt arbeiði. Mugu kunna siga ja og nei — Men javnaðarflokkurin stendur so við tað, at hetta skal fylgjast upp, og tað skal telvast við danir bæði politiskt og við hjálp av serfreðingum fyri at fáa hetta í gongd. Harvið er tó ikki sagt, at føroy- ingar skulu fara at bora eftir olju í bræði. Sum ofta fyrr sagt, so er eitt av endamálunum bæði at kunna siga ja men eisini nei. Atli Dam sigur víðari, at tað, sum er sera umráð- andi í ellum málinum er tað, at vit mugu vera vísir í, at einki hendir aftan fyri okkara rygg viðvíkjandi kanningum og meguligari troytan av foroyskum eki. Uppá fyrispurning um tað fer at hava týdning fyri at kunna fáa eitt so gott úrslit sum gjerligt, em eitt nå i undirgrundar- spurninginum, at tað verður ein sosialdemo- kratisk stjórn, sum fer at sita við valdið eftir 12. de- sember, sigur Atli Dam: — Eg vil ikki seta virðis- meting á júst handa spurningin, men allir spurningar millum Feroy- ar og Danmark eru best umsitnir av sosialdemo- kratiskum stjórnum og javnaðarstýrum. Tað vísa allar royndir øll undanfar- in ár. Nógv mál Atli Dam sigur víðari, at tað er givið, at júst undir- grundarspurningurin er eitt av málunum, sum ein komandi donsk stjórn skal taka steðu til, og sum vit skulu samráðast við eina danska stjórn um á sama hátt sum spurningin um samskiftið við EF og spurningin um eina lóg um feroyskt sjálvstýri og allar aðrar spurningar av uttanríkispolitiskum slag so sum sjålvstøduga um- boðan í Norðurlandaráð- num. Nú múrarnir eru falnir í Europa og gongdin fer at vera ein heilt onnur er avgerandi og neyðugt fyri okkum at hava eitt skilagott samarbeiði við donsku stjórnina og donsku uttanríkistænast- una. Vit spurdu at enda Atla Dam, hvussu stóran týdn- ing tað hevur fyri javn- aðarflokkin og Feroyar, at javnaðarflokkurin aftur fær umboðan á fólkating! — Hetta er tað javn- aðarflokkurin altíð hevur lagt dent á í sambandi við fólkatingsval, at so leingi lóggivið verður um viður- skifti hjá foroyskum borg- arum eitt nú í revsilóg- gávu, í borgarligari lóg- gávu osfr., so leingi eiga vit at hava umboðan á fólkatingi. Hetta sigur tó ikki, at tað ikki skuldi ver- id gjørligt at broytt håttin síða 13 í 8 IN LL] Javnadarflokkurin skal hava floksleiðslufund í dag, og har fer eisini fólka- at velja umboðan í sam- tingsvalið at vera á band við viðgerðina av skránni. heimastýrislógini og jm. stýrisskipanarlógini. Klaksvíkar Sjúkrahús Bandagistur og Ortopædiskur sko makari frå Samfundet og Hjemmet tor Vanføre i København, arbeida á Klaks vikar Sjúkrahúsi i døgunum 4. og 5. de sember 1990, og á skaðastovum Landssjúkrahúsinum 6. desember 1990. líð fæst við at Klaksvikt Sjúkruhús 55463 Inngongd er norðanftyri í kjallaranum á starvstólkuhúsinum NNgja dt. AS Kunngerð Roknskapirnir hjá Klaksvíkar Kommunu og Klaksvíkar Havn fyri 1989 liggja frammi til alment eftirlit á byrådsskriv stovuni í døgunum 26. november til 10 desember 1990, báðir dagar íroknaðir Klaksvíkar Býráð