Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

*ynaríkir; Ungir vest- tíðindablaðið FYN ið 1 Mistu 92.000 krónur Saltfiskur hvarv á Nr. 192 — 28. november 1990 KK 2 menningar Strandferðsluni ” ” * út á bandi Teir bert 17 ára gomlu Róin og Magni eru helst teir yngstu, sum hava givið band út í Fóroyum »Waiting for you« er heitið á bandi, sum í hesi vikuni kom á føroyska banda, fløvu- og plátu- marknaðin, sum hesa tíðina undan jólum plagar at vera rættiliga væl mannaður. Tað eru teir báðir ungu vest- menningamir Réin og Magni, sum nå kunnu hoyrast å bandi. Teir munnu samstundis vera teir yngstu, id nakrantíð hava givið band út í Føroyum 17 åra gamlir, sum teir eru. Vestmenningar nir hava báðir verið uttan arb- eiði, síðani teir í summar vóru lid- nir við skúlan. Men hóast arbeiðsleysir, so eru teir evnaríkir, og tá teir báðir nú kortini hava frétt mong kring land- 13 við tónleiki sínum — m.a. við at spæla til dans — tóku teir stig til at spæla inn eitt band. Rættiliga fjølbroyttur tónleikur Talan er um eitt rættiliga fjølbroytt band, mest við nýggjum løgum, ið ikki hava verið at hoyra áður. Og onkur av løgunum eru djarvar royndir at geva løgum hjá eitt nú The Beatles og The Birds nýggj- an íblástur. Hesum hevurRóin hevur staðið fyri. Upptókurnar til bandið eru gjørdar í H.A.-Studio í Havn frá juli til oktober. Róin spælir meginpartin av tónleikinum, meðan Magni syngur. Aftrat teim- um hava so Høgni Andreasen og Hans Petur í Brekkunum hjálpt til við åvikavist guitari og saxo far ror hj. Klaksvík 90 x —Vit sendu seks plattar av saltfiski við Smirli til Gøtu, bert tveir komu fram, sigur Jóhan M. Lisberg, stjóri á Saltfiskahúsinum Sumba. Tað er ikki altíð tað gongur sum prestur prædikar. Saltfiskahúsið á Mølini í Sumba sendi 13. juni í ár seks plattar av saltfiski til Harrenga í Gøtu. Fiskavirkid Har- renga selur fyri sum- bingar. -Vit sendu plattarnar vid Strandferdsluni. Vit hava farmabræv uppå sendingina. Men seint gekk at fåa fiskin uppå plåss og bert tveir av teim seks plattunum komu vegin fram til Nordagøtu. Hetta hendi ikki fyrr enn ein góðan mánað aftaná at hann var farin úr Sumba. HORVIN --Teir fýra plattarnir eru horvnir, ongin veit hvar teir eru endaðir. Strandferðslan hevur bjóðað okkum 52,000 krónur fyri mista fiskin, men tað kunnu vit ikki góðtaka. Tí hava vit sent málið til ein sakførara. Fiskurin hevði virði av 92.000 krónum, og tað er peningur fyri eitt so lítið virki sum okkara, sigur Jóhan M. Lisberg. -Eg eri greiðir yvir, at niðast á farmabrævinum stendur, at strandferðslan tekur ikki alla ábyrgdina av tí sum sent verður, men 30.000 krónur er ov stórur munur, sigur hann. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa hendur á strandferðslustjóranum Thomas Arabo, hann sat á fundi seinnapartin í gjár. jústinus Hissini postur Postmennirnir fáa eina >skidballu< sigur Jógvan Næs, kontrollørur Tað var ikki hissini postur tíðindablaðið Sosialurin fekk úr postsmoguni í Miðbýnum í gjáramorgunin. Ikki færri enn 22 brøv vóru komin í postsmoguna hjá Sosialinum, brøv, sum blaðið einki átti í. Her vóru brøv til Sjóvinnubankan, Land- stýrið, Bacalao, Royal Club, Landsverkfrødingin. Skipafelagið o.s.v. Vit spurdu kontrol- lørin, Jógvan Næs, hvussu tilikt kundi koma fyri. -Tað veit eg ikki, men slíkt eigur ikki at koma fyri og teir sum hava lagt postin í postsmogurnar verða átalaðir fyri hetta, sigur Jógvan Næs og hann leggur afturat, at tílíkt er ov vánaligt. Postmennirnir leggja postin í postsmogurnar millum klokkan sjey og átta á morgni, og tå skuldu teir verið vaknaðir. jústinus Fjølbroyttur post- ur til tíðinda- blaðið Sosialin týsmorgunin. Mynd: Kalmar