hósdagur 20. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanski forsetin
fer ætlandi at vitja í
Noregi í mei, men
hann skal ikki vænta
sær nakra góða mót-
tøku
FORSETAVITJAN
Árni Joensen
Uttanríkisráðið í oslo vátt-
aði í gjár, at George W.
Bush, forseti er boðin til
Noregs at vitja seint í mei
mánað, og at arbeitt verður
við at leggja ferðina til
rættis. Nær ferðin verður,
er ikki endaliga avgjørt
enn, men sambært uttan-
ríkisráðnum skal Bush hitta
Kjell Magne Bondevik,
forsætisráðharra og aðrar
politikarar. Hann skal eisini
vitja kongshúsið.
Men tað er longu nú
greitt, at amerikanski for-
setin fær ikki ta bestu
móttøkuna, tekur hann av
innbjóðingini at koma til
Oslo. Norskir felagsskapir,
sum eru ímóti amerikansku
ætlanini at leypa á Irak,
hava longu boðað frá, at
teir fara at skipa fyri mót-
mælum, kemur Bush til
Noregs. Ætlanin er at skipa
fyri mótmælum í Garder-
moen-floghavnini, tá flog-
farið við forsetanum kemur
hagar, og ætlanin er eisini
at mótmæla í sjálvum Oslo.
Seinasta leygardag gingu
umleið 100.000 norðmenn
mótmælisgongu
ímóti
amerikansku krígsætlanini.
Ætla at gera nýggj
kjarnorkuvápn
Amerikanski avdubbingarfelagsskapurin Los Ala-
mos Study Group vil vera við, at verjumálaráðið í
Washington umhugsar at gera smáar kjarnorku-
bumbur, sum serliga skulu nýtast ímóti herstøðum
undir jørð.
Felagsskapurin vil ikki siga, hvaðani hann hevur
tíðindini, men eygleiðarar í USA halda, at tey eru úr
skjølum frá einum fundi í verjumálaráðnum tann 10.
januar. Í einari frásøgn frá fundinum stendur, at í
august er ætlanin at umrøða, hvussu tey smáu
kjarnorkuvápnini skulu gerast, hvussu tey skulu
roynast, og hvussu stjórnin skal bera seg at fyri at
fáa Kongressina og amrikanska fólkið at taka undir
við, at tey verða gjørd.
Ein talskvinna hjá verjumálaráðnum vildi í gjár
ikki gera viðmerkingar til tíðindini hjá Los Alamos
Study Group. Eygleiðarar í Washington siga, at
tíðindini koma George W. Bush, forseta, illa við, tí
fleiri amerikanarar eru farnir at stúra fyri, at USA
kanska fer at nýta kjarnorkuvápn í einum komandi
kríggi.
Andstøðufólk myrd
Tríggir hermenn og ein kvinna, sum tóku lut í
drúgvu mótmælistiltøkunum ímóti forsetanum í
Venesuela, Hugo Chavez, eru funnin myrd. Tey fýra
fólkini vórðu fyrst burturflutt og bakbundin, áðrenn
tey vórðu avrættað.
Løgreglan vil ikki siga, hví tey fýra fólkini vórðu
burturflutt og myrd, ella um myndugleikarnir hava
illgruna um, hvør kann hava framt brotsgerðina.
Tíðindi úr Venesuela siga, at ein 14 ára gomul genta
sá, tá í hvussu er eitt av teimum fýra varð avrættað.
Sambært tíðindunum liggur gentan á einum sjúkra-
húsi, og sagt verður, at løgreglan hevur tosað við
hana um tilburðin.
Beint eftir at løgreglan hevði almannakunngjørt,
at hon hevði funnið fýra lík, kunngjørdi Ameri-
kanski Eindarfelagsskapurin OAS, at Hugo Chavez,
forseti og andstøðan í venesuela vóru komin á samt
um at binda frið.
Kavaódn kravt nógv
mannalív
Rættiligur stórkavi hevur verið á amerikansku
eysturstrondini seinastu dagarnar, og nógvastaðni er
so nógvur kavi komin niður, at fólk vita ikki frá
slíkum at siga.
Í New York er kavin umleið ein hálvan metur
tjúkkur, men aðrastaðni er nógv verri. Í statinum
Maryland siga myndugleikarnir, at har kom so
nógvur kavi niður, at eftir bert fáum tímum var
kavin á vegunum meiri enn ein metur tjúkkur.
Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 28 fólk eru
deyð í kavaódnini. Í býum sum New York og
Washington hava myndugleikarnir stongt skúlar og
skrivstovur, og ferðslan hevur verið illa darvað av tí
nógva kavanum.
Sum vant gera amerikanarar alt upp í pengum.
Hesaferð hevur borgarstjórin í New York sagt, at
hvør sentimetur av kava kostar býnum sjey milliónir
krónur.
30.000 flýggja
Seinastu vikuna hava harðir bardagar verið í vestur-
afrikanska landinum Liberia, og altjóða hjálpar-
felagsskapir siga, at í minsta lagi 30.000 fólk eru
flýdd undan bardøgunum.
Flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR, sigur, at tey
flestu flóttafólkini eru flýdd til høvuðsstaðin Mon-
rovia, men at eini 6.000 fólk eru flýdd av landinum
og hava leitað sær skjól í grannalandinum Sierra
Leone.
Borgarakríggj hevur verið í Liberia í tvey ár
millum andstøðuherin LURD og herin hjá Charles
Taylor, forseta. Fyri nøkrum døgum síðani stóðu
uppreistrarmenninir bert tólv kilometrar uttan fyri
høvuðsstaðin.
Bush boðin til Noregs
Ellivu palestinar lótu
lív, tá ísraelskir her-
menn við stríðs-
vognum og tyrlum
lupu á mál í og kring
Gaza bý
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Tann vápnaði palestinski
felagsskapurin
Islamskt
Heilagt Kríggj hevur nógv-
ar viðhaldsmenn í Gaza
býi, og sagt verður, at
nógvir palestinar runnu út á
gøturnar við maskinbyrsum
og heimagjørdum rakett-
um, tá ísraelsku hermenn-
inir lupu á gjáranáttina.
Tríggir
palestinskir
fregnartænastuyvirmenn
doyðu, og fimm løgreglu-
menn vórðu søærdir, tá
ísraelskar stríðstyrlur skutu
rakettir eftir einari støð hjá
palestinsku trygdarmynd-
ugleikunum tætt við Sha-
jaiyeh eystan fyri sjálvan
Gaza bý.
Í grannabygdini Tufah
norðan fyri Gaza bý doyðu
minst fýra palestinar, teirra
millum tveir løgreglumenn,
tá ísraelski herurin søkti at
har. Sagt verður, at umleið
20 palestinar vórðu særdir í
hesum økinum, sum van-
liga verður hildið at vera
eitt av teimum sterku økj-
unum hjá felagsskapinum
Fatah.
Eina aðrastaðni doyðu
tríggir palestinar, tá ísra-
elæskir hermenn sprongdu
ein bygning í luftina.
Ísraelska
herleiðslan
vildi ikki gera viðmerking-
ar til álopið í Gaza gjára-
náttina, men ein kelda í
verjuleiðsluni segði fyri
fjølmiðlum, at endamálið
við álopinum var at órógva
samskiftið
millum
teir
palestinsku yvirgangsfe-
lagsskapirnar.
Blóðugt ísraelskt álop
Ein av teimum palestinunum, sum vórðu særdir í ísraelska álopinum gjáranáttina, fær her hjálp á einum sjúkrahúsi
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2