hósdagur 20. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
5
Einasta kvinna, sum
hevur verið
løgmaður, fær nú ein
veg nevndan eftir
eftir sær
Á fundi í annaðkvøld fer
Tórshavnar Býráð at taka
støðu til, antin ein vegur
uppi við Løgmannabreyt
skal kallast upp eftir Maritu
Petersen, fyrrverandi Løg-
manni.
Talan er um vegin í
nýggju útstykkingini hjá
Guttesen og Staksberg uppi
við Løgmannabreyt.
Gøtunavnanevndin hjá
býráðnum hevur skotið upp
at nevna vegin Maritugøtu
eftir Maritu Petersen, sála
og hesum hevur menta-
málanevndin hjá býráðnum
tikið undir við.
Allar gøtur uppi við Løg-
mannabreyt, hava nøvn
eftir løgmonnum, har eru
Hákunargøta,
Andrasar-
gøta, Pætursgøta og Kristi-
ansgøta og nú kemur so
Maritugøta afturat.
Marita Petersen var løg-
maður fyri javnaðarflokkin
í 1993 og 1994 og hon var
fyrsta kvinna, sum var
løgmaður í Føroyum.
Hon doyði 26. august
2001, 60 ára gomul.
Antin mugu høvd á
embætifólki rúka, ella
má Annlis
Bjarkhamar rúka,
heldur Tórbjørn
Jacobsen, fyrrverandi
landsstýrismaður í
mentamálum
LANDSANTIKVARUR
Áki Bertholdsen
– Tað verður neyðugt at fáa
fulla greiði á málinum um
landsantikvarin.
Tórbjørn Jacobsen, løg-
tings- og fólkatingsmaður,
og fyrrverandi landsstyris-
maður í mentamálum, hel-
dur, at einasta loysnin nú er,
at Løgtingsins umboðs-
maður kannar málið um
setanina av landsantikvari
til botns.
– Hetta málið er nú so
fløkt, og tað er so nógv sagt
og gitt av so mongum
ymiskum, at einasta óhefti
stovnur, sum kann gera
nakað vid málið, er Løg-
tingsins
Umboðsmadur,
sigur Tórbjørn Jacobsen
Og tað heldur hann av-
gjørt eigur at verda gjørt.
– Hetta málið kann vísa
seg at verða ein gøla, ann-
aðhvørt fyri landsstýris-
mannin og sostatt tjóðvel-
disflokkin, ella fyri embæt-
isverkið í mentamálaráðn-
um.
Men er tad ein gøla, eigur
tað at koma fram og so eiga
neyðug stig at verða tikin.
Antin eiga embætisfólk í
Mentamálaráðnum at taka
avleiðingarnar av einum
vánaligum arbeiði í sam-
bandi vid innstillingarnar
til starvið.
– Men verður niðurstøð-
an hjá Umboðsmanninum,
at Annlis Bjarkhamar hevur
gjørt álvarslig mistøk, eigur
hon at rúka, sigur fyrrver-
andi landsstýrismaðurin.
Annlis Bjarkhamar er
fjórði landsstýrismaðurin í
mentamálum
hjá
tjóð-
veldisflokkinum hesi sein-
astu fimm árini.
Men Tórbjørn Jacobsen
dugir ikki at siga, hví tað
gongst so illa hjá tjóðvel-
disfólki at støðast í Menta-
málaráðnum.
– Eg veit ikki um tað er
nakað galið við landsstyris-
fólkunum, ella um tað er
nakað galið við embætis-
verkinum. Men eg kann
bara siga, at tað hevði onki
við embætisverkið at gera,
at eg gjørdi av at fara frá
sum landsstýrismaður í
sínari tíð.
– Tað varð gjørt út frá
míni egnu politisku meting
av støðuni, sum tá var
íkomin og sum eg metti
kundi verða til skaða fyri
flokkin og fullveldissakina
frameftir.
– Men eitt heilt annað er,
hvussu liviligt tað verður
hjá Annlis Bjarkhamar í
Mentamálaráðnum
eftir
tað, sum er sagt og skrivað
um embætisverkið í sam-
bandi vid landsantikvarin.
– Tað er eisini ein spurn-
ingur um, hvussu liviligt
tað verður hjá Steffen
Stumman Hansen á Forn-
minnissavninum, nú næs-
tan alt starvsfólkið á stovn-
inum hevur tikið greiða
støðu til frama fyri Símun
Arge.
Mangt undarligt
Annars heldur Tórbjørn
Jacobsen, at mangt undar-
ligt er farið fram í sam-
bandi við landsantikvarin.
– Er tað so, at Símun
Arge er vrakaður til frama
fyri ein dana, sum er verri
skikkaður, er tað onki
minni enn ein gøla, bæði
fyri tjóðveldisflokkin, fyri
fornminnissavnið og fyri
almennu skipanina yvir-
høvur.
Hjá setanarnevndini var
ongin ivi um, at Símun
Arge varð best skikkaður til
starvið
og
landsstyris-
kvinnan eigur at hava
ómetaliga góðar orsøkir til
at skúgva tað tilmælið til
viks.
Annars heldur Tórbjørn
Jacobsen lítið um tað, at
bæði aðalstjórin og stjórin á
mentanardeildini hava ver-
ið í setanarnevndini.
– Hvaðani skuldi lands-
styrismaðurin fáa sína ráð-
geving frá, eftir at innstill-
ingin var gjørd, tá ið bæði
fyrsti og annar styrimaður
lógu niðurbundnir í málin-
um? spyr hann.
Tað hevur ikki verið sið-
venja at spyrja messu-
dreingirnar um ráð í trupl-
um støðum.
– Tí er tað hugsandi at
skiparin hevur søkt sær ráð
uttanhysis, og tá er mest
hugsandi at tey hvørki hava
verið saklig ella faklig.
– Kunnu enntá hava verið
partapolitisk, og tá er heilt
illa statt.
Torbjørn Jacobsen heldur
annars, at vit eiga at hugsa
okkum sera væl um, áðrenn
vit seta ein útlending at um-
sita tann partin av okkara
sál, sum eitur okkara forn-
minni.
– Eg ivist stórliga í, um
danir høvdu funnið uppá at
sett ein turkara ella ein
somaliara í starv sum
danskan landsantikvar, tí
hvørjar kenslur skuldu teir
havt fyri donskum forn-
minnum?
– Og hvat verður tað
næsta: Verður næsti leiðar-
in á Føroyamálsdeildini
kanska grønlendingur, spyr
Tórbjørn Jacobsen.
Lítið klokari
Hann sigur, at hvørki hann,
ella almenningurin annars,
hava nakrar fyritreytir fyri
at meta um málið og tí
eigur umboðsmaðurin at
kanna tad til botns.
– Tað einasta, vit hava at
halda okkum til, eru tær
leysasøgur og alt tað við-
varðandi túnatosið sum
gongur ímillum manna, tí
tað, sum er sagt og skrivað,
verður ongin stórt klókari
av.
Men hann heldur at tað er
undrunarvert, so stóran
áhuga summir bólkar í
samfelagnum hava fyri hes-
um
málinum,
framum
onnur mál, sum hava verið
frammi og sum hesir somu
bólkar als ikki hava givið
gætur. Hann vil ikki út-
greina hetta nærri, men í
oddagrein í seinastu Fregn-
um nevnir hann fólk kring
granskingardepilin
fyri
Økismenning í Klaksvík og
tað sum viðhvørt verður
nevnt »Ruc-mafian« ímill-
um manna.
– Er tad so galið, at at tað
eru ávísir bólkar í samfel-
agnum sum leggja trýst á
skipanina, og sum hava ein
serligan áhuga í, at Steffen
Stumman
Hansen
fær
starvið?
spyr
Tórbjørn
Jacobsen. Men, hvat skuldi
hesin áhugin verið, tí fyri-
bils er ikki lætt at fáa eyga
á samanhangin ímillum
starvið sum landsantikvar-
ur
og
ávísar
»action-
directe«
ella
politiskar
kommandobólkar í Føroy-
um, sum hann malber seg.
Tjóðveldisflokkurin
tigandi
Hann spyr eisini, hvussu
tad ber til, at leiðslan í tjóð-
veldisflokkinum er so tig-
andi.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur verið rættiliga av-
gjørdur í øðrum málum um
embætisførsluna hjá lands-
stýrismonnum og um rein-
føri hjá politikarum, eisini
hjá
tjóðveldisflokkinum
sjálvum.
– Bara at ivi var sáddur
um eina embætisførslu,
skuldi tad vera nóg mikið
til at fella ein landsstyris-
mann.
– Men nú tykist tað sum
um støðan er broytt og tað
er hugvekjandi, at tjóðveld-
isflokkurin ikki er farin
fram vid sama fastleika í
hesum máli sum í øðrum,
líknandi málum.
– Men enn er so ongin
almenn viðmerking komin
frá flokkinum og tad kann
fáa fólk at spyrja um ikki
tað sama er galdandi fyri
Annlis Bjarkhamar, sum
var galdandi fyri Signar á
Brúnni, Jørgen Niclasen og
meg sjálvan, heldur Tór-
bjørn Jacobsen.
Hann sigur, at hann tók
sjálvur sum tingmadur, í
sínari tíd, stig til at fáa
málið hjá Jørgen Niclasen
kannað, tá álvarsamur ill-
gruni var um hansara em-
bætisførslu. Tad málið var
kannað, og tað vísti seg, at
illgrunin var grundadur.
Jørgen var farin útum
heimildirnar. Tí mátti hann
fara frá. Tað var bæði neyð-
ugt og rætt.
– Enn veit eingin, um
illgrunin um Annlis er
grundaður. Men tað haldi
eg skal kannast.
– Umboðsmaðurin má
fara ígjøgnum alt málið.
Verður niðurstøðan at hon
hevur traðkað álvarsliga
við síðuna av, má hon, eins
og Jørgen Niclasen mynstra
av landsstyrisskútuni,sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Okkurt høvd má rúka
–Tað tykist ikki sum um at tað sama er galdandi fyri Annlis
Bjarkhamar, sum fyri Signar á Brúnni, Jørgen Niclasen og meg
sjálvan, sigur Tórbjørn Jacobsen, ið sjálvur varð feldur sum
landsstýrismaður í mentamálum
Tórshavnar Býráð kallar
Maritu Petersen upp
Hetta er vegurin uppi við
Løgmanabreyt, sum nú fær
navn eftir Maritu petersen
Uppskotið um mis-
álit, sum lagt varð fyri
umboðsnevndar-
fundin hjá SEV
mánadagin, var bara
til stýrið og ikki til
stjóran
SEV-FUNDUR
Edvard Joensen
Tá uppskot varð lagt fyri
umboðsnevndarfundin hjá
SEV mánadagin, var tað
bara ætlað stýrinum. Stýrið
fekk eisini eina átalu. Sam-
tykt varð at seta í verk eina
hoyring av stjóranum.
Klæmint Weihe, stjóri á
SEV, sigur við Sosialin, at
tað, sum borið varð fram
mikudagin eftir upplýsing-
um frá einum umboðs-
nevndarumboði, er ikki
heilt rætt. Hann skal bara
hoyrast í málinum, men
fekk onga ávarðing ella
átalu.
Hans Tausen Olsen, um-
boðsnevndarformaður vátt-
ar, at so er. Tað var stýrið,
sum hóraði undan misálits-
uppskotinum, men fekk
eina greiða átalu, sum varð
samtykt við 58 atkvøðum
fyri og 13 ímóti, sigur
hann.
Fyri hoyringini hjá stjór-
anum
atkvøddu
38
umboðsnevndarlimir, men
30 hildu ikki, at tað var
neyðugt at kanna embætis-
førslu hansara við eini
hoyring.
Klæmint Weihe, stjóri,
sigur, at enn hevur hann
einki formliga fingið at vita
frá fundinum mánadagin
annað enn, at hann heldur
fram sum stjóri í SEV.
At ein hoyring skal setast
í verk, er eftir setanartreyt-
unum hjá SEV stjóranum,
sigur
Klæmint
Weihe.
Hann er settur í starv eftir
somu treytum, sum tæn-
astumenn hjá tí almenna.
Tó er hann ikki tænastu-
maður, tí SEV ikki er al-
mennur stovnur, men stjór-
in er tó umfataður av teim-
um skyldum og rættindum,
sum
tænastumannalógin
ásetir.
Tann horyngin, har hann
so skal bera sína søk fram,
skal vera klár til næsta
umboðsnevndarfund, sum
verður í mei.
Tá fer so at vísa seg, hvat
víðari hendir, Um stjórin
sleppur heilt undan víðari
viðgerð. Um hann kanska
fær eina ávaring, ella
kanska okkurt heilt annað.
Klæmint Weihe, sigur, at
hann fer ikki at gera nakað
meira burtur úr hesum
málinum, sum so mikið
hóvasták hevur verið av.
– Eg havi lært av hesum
málinum, at eg átti at tikið
gegnisspurningin
meira
álvarsliga og hildið meg frá
onkrum viðgerðum. Men
tað er farið, og eg veit so til
eina aðruferð, um tað
skuldi borið so á, hvussu eg
ikki skal gera, sigur hann.
Hann heldur, at tða kann
fara at gerast trupult at
manna týðandi nevndir í
Føroyum við teimum við-
urskiftum, vit hava her,
uttan at onkur fer at renna
seg í móti einum gegnis-
trupulleika av og á.
– Úrvalið er ikki so stórt,
og øll kenna onkran, sum
kemur fyri mestsum alla-
staðni,
vísir
Klæmint
Weihe á. Men eg fari at
hugsa meg væl um, verður
tað í framtíðini heitt á meg
um at átaka mær slíkar
nevndarsessir sum eitt nú
tann í partafelagnum Vága-
tunlinum.
Tað vóru fleiri
umboðsnevndarlimir
hjá SEV, sum sótu
innibrendir við
spurningum til
stjóran og stýrið, tá
hesi vórðu víst av
fundinum mánadagin
SEV-FUNDUR
Edvard Joensen
Tað varð ikki alt rætt
artborið á umboðsnevndar-
fundinum hjá SEV á Hotel
Hafnia mánadagin, sigur
Regin á Lofti, umboðs-
nevndarlimur. Serliga var
tað atburðin, tá stýrið og
stjórin vórðu víst av fund-
inum, hann ikki er nøgdur
við.
Regin á Lofti heldur ikki,
at tað var rætt, at stýrið og
stjórin vórðu send av fund-
inum, tí tað gjørdi, at har
manglaði rættiliga nógv í,
tá fundurin varð hildin.
Hann sigur, at hann sjálv-
ur og aðrir umboðsnevnd-
arlimir við honum, høvdu
fyrireikað seg til fundin við
millum øðrum spurningum
til júst stjóran og stýrið.
Spurningar um tey aktuellu
málini, sum hava verið
frammi um eitt nú embætis-
førsluna hjá stjóranum.
Men av tí, at hvørki Klæm-
int Weihe, stjóri, ella stýrið,
sluppu at vera á fundinum,
sótu hesir, sum høvdu
spurningar til teirra, inni-
brendir við teimum.
– Stjóri og stýri sluppu
ikki at vera á fundinum, tí
tað hava teir stutt og greitt
ikki loyvi til, sigur umboðs-
nevndarformaðurin, Hans
Tausen Olsen. Umboðs-
nevndarfundur er bara fyri
umboðsnevndina.
Skriv-
stovustjórin slapp at vera á
fundi sum skrivari hjá
nevndini. Men øll onnur
skulu fara av fundinum.
Formaðurin tekur sær
vald
Regin á Lofti ivast í, um tað
er rætt, at umboðsnevndin
er hægsta vald í SEV. Hann
heldur, ikki minst við fund-
inum mánadagin í huga, at
umboðsnevndarformaðurin
er við at gerast ein ov mátt-
mikil persónur í felags-
skapinum. Hann setir um-
boðsnevndina til viks, hel-
dur Regin á Lofti, umboðs-
nevndarlimur.
Aftur vísir hann til, at tað
kom áheitan frá einum um-
boðsnevndarlimi um at
atkvøða um, hvørt stýrið og
stjórin skuldu verða ver-
andi á fundi. Men formað-
urin vísti tí aftur við, at teir
vóru longu farnir. Aftan á
kundi so atkvøðast um teir
skuldu koma innaftur. Og
tann atkvøðugreiðlsan gav
so tríggjar atkvøður í meiri-
luta til teirra, sum vildu
hava stýrið og stjóran uttan-
fyri.
– Eg haldi, at tað var púra
burturvið, at vit skuldu sita
har og viðgera bæði stjórn
og stýri soleiðis, uttan at
fáa møguleika at spyrja tey
um teirra viðmerkingar. Eg
meini so við. Hevur tú drip-
ið ein mann, sleppur tú
rættin VIÐ sakførara at
verja teg. Men hesir sluppu
ikki. Og heldur ikki nakar
sakførari, sigur Regin á
Lofti.
Hans Tausen Olsen sigur,
at tað var púra eftir for-
skriftunum, at stýri og stjóri
vórðu biðin um at fara av
fundi.
Hann
hevur
kannað
mannagongdina hjá løg-
frøðingum, og eingin hevur
enn sagt honum annað enn,
at tann framferðarháttur,
nýttur varð mánadagin, var
rættur, sigur umboðsnevnd-
arformaðurin.
At stýri og stjórn ikki
sluppu at verja seg, heldur
hann heldur ikki vera rætt.
– Eg sendi teimum fimm
brøv, har eg bað teir koma
við sínum viðmerkingum.
Stýrisformaðurin sendi um-
boðsnevdarlimunum eina
frágreiðing, meðan stjórin
sendi fýra síður, sum við-
gjørdu mín persón. Tað
fingu limirnir hósdagin,
sum fundurin var aftur
mánadag, so eg fekk ikki
tíð at gera viðmerkingar til
tað, sigur Hans Tausen
Olsen.
Løgfrøðinga-
kanningin
Eitt, sum hevur verið nógv
frammi í málinum og em-
bætisførsluna
hjá
SEV
stjóranum, er tann løg-
frøðingafrágreiðingin, sum
gjørd er um embætisførsl-
una hjá Klæminti Weihe.
– Sagt hevur verið, sigur
Regin á Lofti, umboðs-
nevndarlimur, at umboðs-
nevndin hevur biðið um
hana. Men eg veit einki um,
at nevndin hevur verið kall-
að saman til at taka støðu til
eina slíka umbøn. Eg
meini, at tað er formaðurin
sjálvur, sum av sínum ein-
tingum hevur biðið um
hesa frágreiðingina. Og tað
kann væl samanberast við,
at Klæmint Weihe keypir
vørur upp á nakkan á SEV
uttan at siga leiðsluni frá.
Tað hevur hann fingið átalu
fyri, og eg haldi ikki, at um-
boðsnevndarformaðurin
eigur at sleppa púra uttan
eina slíka heldur, vísir um-
boðsnevndarlimurin á.
Til tað sigur Hans Tausen
Olsen, umboðsnevndarfor-
maður, at tað er rætt, at
hann einsamallur hevur
biðið um frágreiðingina,
men hevur sett umboðs-
nevndina fyri hana.
– Tað havi eg rætt til sam-
bært fyrisitingarlógini, sig-
ur hann. Eg havi kannað
málið gjølla við løgfrøði-
ligari ráðgeving, og tað er
eingin ivi um, at har er rætt
atborið.
– Eg skal sum formaður
fyri umboðsnevndini fyri-
reika fundirnar hjá nevnd-
ini, og tað havi eg gjørt við
hasi kanningini. Hon kuldi
til fyri at lýsa málið, sum
viðgjørt varð á fundinum.
Tann parturin, sum við-
gjørdur varð, fekk eisini
møguleikan, sigur Hans
Tausen Olsen, umboðs-
nevndarformaður.
Misálitið var bara til stýrið
Misnøgd við umboðsnevndarfundin
Tað var einki misálitisuppskot sett fram móti Klæminti Weihe,
stjóra á SEV, men móti stýrinum. Hinvegin vað samtykt við
hoyring at kanna embætisførsluna hjá stjóranum
Mynd: Jens Kristian Vang
Umboðsnevndarformaðurin fyrireikar fundirnar hjá nevndini og hevur í tí sambandi rætt til at
fáa sær tað tilfar, hann heldur seg hava brúk fyri. Eisini eini løgfrøðingakanning, sigur Hans
Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4