hósdagur 20. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
7
Eini 100 fólk møttu til
fundar á Svanga-
skarði á Toftum týs-
kvøldið, har ein væl
kvalifiseraður og væl
fyrireikaður áhuga-
bólkur legði fram síni
hugskot um, hvussu
ein undirsjóvartunnil
millum Saltnes, Lág-
háls á Strondum og
streymoyarlandið
kann byggjast og
fíggjast
TUNNILSSAMBAND
Orð og myndir: Vilmund
Jacobsen
Tað var góður hýrur á væl
møttari fjøld av fólki, tá ið
ein áhugabólkur týskvøldið
legði fram síni sjónarmið
og tilmæli um størstu verk-
ætlan á samferðsluøkinum í
Føroya søgu. Stigtakararnir
til høvdu bjóðað kommun-
um í Eysturoy, Klaksvíkar
kommunu, Havnar komm-
unu, løgtingslimum í Eyst-
uroy, landsstýrismanninum
í vinnumálum og umboði
fyri landsverkfrøðingin við
til fundin. Eini 100 fólk
mundu vera savnaði, tá ið
áhugaverda framløgan byrj-
aði. Var fundurin almennur,
er lítið at ivast í, at nógv
fleiri fólk høvdu leitað sær
á Svangaskarð hetta kvøld-
ið. Karmurin um fundin var
góður við kaffi, te, greyti
og smákakum, sum Verner
Olsen og hansara fólk
syrgdu fyri.
Umframt
Símun
Jo-
hannesen, sum er bygda-
ráðslimur í Nes kommunu,
sótu nakrir "tungir" dreing-
ir í panelinum, ið er áhuga-
bólkurin aftanfyri tað ar-
beiði, sum higartil er gjørt
til frama fyri hesa verk-
ætlan. Við endan á borðin-
um
vinstrumegin
sat
Tummas Eliasen, sum er
stjóri á Føroya Lívstrygg-
ing, síðan Niclas Foldbo,
verkfrøðingur, ið hevur ver-
ið við til at bygt sjey tunlar
- og eisini Vágatunnilin og
at enda Martin V. Heinesen,
jarðfrøðingur og stjóri á
Jarðfrøðissavninum.
Knýtir Føroyar tættari
saman
Tað var Símun Johannesen,
ið greiddi frá tí arbeiði,
sum áhugabólkurin higartil
hevur gjørt.
Hann segði, at grundar-
lagið og endamálið við ein-
um undirsjóvartunli millum
Skálafjørðin og høvuðs-
staðarøkið er fleirifalt.
- Í fyrsta lagi er málið at
geva vinnuni og einstak-
lingum eina nýggja farleið,
sum bæði skjótt, trygt og
effektivt knýtir saman tvey
av høvuðsøkjunum í Før-
oyum.
Hann vísti á, at ein trið-
ingur av Føroya fólki býr í
Suðurstreymoy, meðan ein
annar triðingur býr í Eyst-
uroy og Norðoyggjum.
Í øðrum lagi er málið at
knýta bygdirnar við Skála-
fjørðin tættari saman við
einum skjótum og tryggum
vegasambandi tvørtur um
fjørðin.
Í fjórða lagi verður sam-
ferðslukervið við einum
undirsjóvartunli útbygt á
ein slíkan hátt, sum gevur
stórar samfelagsligar og
umhvørvisligar fyrimunir.
At enda og í fimta lagi,
segði Símun, at málið er
málið at fremja eina verk-
ætlan fyri landið og fólkið á
ein ógvuliga bíligan hátt.
Ein nógv stytri farleið
um tunnil
Eftir
uppskotinum
hjá
áhugabólkinum
verður
tunnilin bygdur úr Sandvík-
um á streymoyarlandinum,
um Lágháls á Strondum og
kemur uppaftur í Saltnesi.
- Mett verður, at samlaða
tunnilslongdin verður um-
leið 9 km. tilsamans, harav
2,5 km. millum Saltnes og
Strendur og 6,5 km. millum
Strendur og Streymoynna.
Símun segði, at í miðal
minkar vegalongdin millum
bygdirnar við Skálafjørðin
og Havnina við næstan 50
km. Millum eysturbygdirnar
í Eysturoynni, Gøtu, Leirvík
og Fuglafjørð og Havnina,
minkar vegalongdin slakar
35 km. At enda minkar
vegalongdin millum Saltnes
og Strendur slakar 25 km.
Uppskotið hjá áhuga-
bólkinum byggir á, at prís-
urin fyri at ferðast gjøgnum
tunnilin verður so lágur
sum gjørligt, tí tunnilin
verður jú í kapping við
fasta
sambandið,
sum
frammanundan er – og sum
er "ókeypis".
- Uppskotið byggir á, at
fólk við Skálafjørðin, i
eysturbygdunum í Eysturoy
og í Norðoyggjum velja
tunnilin heldur enn sam-
bandið, sum er í dag. Ferð-
ingin úr Sundalagnum og
suður til meginøkið verður
framhaldandi gjøgnum ver-
andi tunnil, út á Skálafjørð-
in og gjøgnum undirsjóvar-
tunnilin til Havnar.
Økt ferðsla
Stigtakararnir meta, at eini
2.000 av teimum 2.600 ak-
førunum, sum nú koyra
gjøgnum Norðskálatunnilin
um dagin, ferðast millum
Skálafjørðin og Havnina.
- Við røttu fortreytunum,
sum serliga snúgva seg um
prísin, verður mett, at hesi
2000 akførini av Skála-
fjørðinum framyvir fara at
nýta nýggja tunnilin í stað-
in. Við undirsjóvartunlin-
um um Leirvíksfjørð og við
nógv betraða sambandinum
millum Suðurstreymoy og
landnyrðingspartin av Før-
oyum, verður mett, at talið
av persónbilum fer at økjast
við 50%. Somuleiðis verð-
ur mett, at "hálv tunga"
ferðslan fer at økjast við
25% og "tunga" ferðslan
við 10%.
Símun tók saman um og
segði, at við hesum verða
tølini 2460 persónbilar, 300
"hálvtungir" bilar og 132
"tungir" bilar um dagin –
ein veg. Mett verður, at 70%
av hesi ferðslu ferðast til og
frá eysturarminum á Skála-
fjørðinum, meðan hini 30%
ferðast
til
og
frá
vesturarminum á fjørðinum.
- Aftrat hesum verður
mett, at eini 1000 persón-
bilar, 100 "hálvtungir" bilar
og 25 "tungir" bilar dagliga
fara at ferðast í tunlinum
tvørtur um Skálafjørðin –
uttan at fara til ella koma úr
Havn.
Símun segði, at henda
meting er ógvuliga leys,
men samstundis varin.
- Tølini svara til umleið
eina helvt av vanligu bilaf-
erðsluni millum Toftir og
Runavíkarøkið í dag. Írokn-
að er tó ikki tunga ferðslan
til og av Toftum, sum er
óvanliga stór, nú vit hava
Fiskamarknaðin og Kassa-
miðstøðina í kommununi.
Hann segði, at verandi
bilaferðsla millum Strend-
ur/Skála og Skálabotn er
eini 1600 akfør um dagin.
Símun segði, at nýggja
farleiðin millum Skála-
fjørðin og Havnina í longd
og tíð minnir nakað um
Hvalfjørðin í Íslandi, har
undirsjóvartunnil er bygd-
ur, sum styttir farleiðina
millum 42 og 60 km.
- Hóast gjaldið fyri per-
sónbilar er út við 100 kr.
hvønn vegin, so øktist
ferðslan – eftir, at tunnilin
var komin – við út við 50%.
Einans 10% av ferðsluni
gongur nú gomlu leiðina
runt um fjørðin.
585 milj. kr.
Um kostnaðin av verkætl-
anini, segði Símun, at
undirsjóvartunnilin verður
mettur at kosta 585 milj. kr.
- Her eru umleið 30%
løgd uppfyri í mun til kostn-
aðin av Vágatunlinum. Men
eins og við Vágatunlinum
verður roknað við, at mgv
ikki skal rindast.
Í uppskotinum verður øll
upphæddin roknað sum eitt
lán við 6% rentu um árið
yvir 15 ár.
Við hesum fortreytunum
verður lánskostnaðurin kr.
59.400.000 um árið. Tað
gevur kr. 163.000 um
dagin. Rakstrarkostnaðurin
við útgangsstøði í Vága-
tunlinum verður mettur til
kr. 12.000.000 um árið; tað
gevur kr. 33.000 um dagin.
Samlaði kostnaðurin fyri
tunnilin tey fyrstu 15 árini
verður
sostatt
kr.
71.400.000 um árið og kr.
196.000 um dagin.
Símun segði, at við teirri
Undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið:
Ein sera áhugaverd verkætlan
Áhugabólkurin fyri undir-
sjóvartunli millum Skála-
fjørðin og Suðurstreym, fv.
Tummas Eliasen, Niclas
Foldbo, Martin V. Heinesen
og Símun Johannesen.
Løgtingsmaðurin, Jógvan á
Lakjuni og Sigurd Simonsen,
býráðsformaður í Fuglafirði.
prísáseting, sum áhugabólk-
urin kundi hugsað sær og
teimum prísum, sum eru
uppá tal, kann ein persón-
bilur koyra úr Saltnesi suður
á meginøkið fyri kr. 41,16,
ein "hálvtungur" bilur fyri
kr. 164,63 og ein "tungur"
lastbilur fyri kr. 329,26.
- Ein vanlig samfelags-
gongd vil helst føra við sær
eina ávísa øking av ferðsl-
uni, og vil tað geva ein
samsvarandi
hækkandi
vinning – ella grundarlag
fyri eini ávísari príslækk-
ing. Tá ið so 15 ár eru liðin,
og lánini eru niðurgoldin,
verður grundarlag fyri ein-
um nógv størri vinningi –
ella munandi príslækking,
segði Símin Johannesen,
bygdaráðslimur
í
Nes
kommunu.
Sosialurin fer at venda
aftur til málið í blaðnum í
morgin.
Símun Johannesen stóð fyri meginpartinum av framløguni á
Svangaskarði týskvøldið.
Heini Olsen greiddi
frá, hvat áður er gjørt
í samband við ein
møguligan
undirsjóvartunnil
millum Skálafjørðin
og Suðurstreym.
Kvinnurnar vóru eisini umboðaðar á fundinum um undirsjóvartunnil.
Tummas greiddi frá, hvussu undirsjóvartunnilin kann fíggjast.
Einki tiltak á Svangaskarði
uttan Verner Olsen.
Luttakararnir fingu
te, kaffi, køkur og greyt.
C
M
Y
K
7
6