hósdagur 20. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
9
Pison:
Manningarparturin 47.000 krónur
Pison var herfyri tveir
túrar á Bankanum.
Annar túrurin var ein
av teimum heilt góðu.
Teir seldu 162.000
pund og fingu
1.522.000 krónur fyri
lastina. Hin túrurin
varð avbrotin, tí
skipið fekk ein sjógv,
sum oyðilegði flestu
tólini á brúnni
FISKIVINNA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Línubáturin Pison er ein
sera snotuligur bátur. Tað
angar av sápu beint sum ein
kemur umborð, og tað kann
vera tekin um, at manning-
in gongur høgt upp í teirra
yvir 40 ára gamla bát, sum
tó nú sær út, sum hann er
nýggjur. Og sambært teim-
um, sum eru við, so er hann
nýggjur. Allir eru á einum
máli um, at hesin er ikki
tann sami sum gamli Pison.
So at siga alt uttan skrokk-
urin sjálvur varð umbygt og
umvælt í fjør, so tað er ein
umfatandi broyting farin
fram á skipinum.
Uppi á brúnni hoyrist
prát. Tað eru skiparin, Peter
Eliasen og stýrimaðurin,
Tommy
Sivertsen. Teir
standa og práta við ein
triðja mann. Sum skilst á
lagnum, so er tað ein ele-
ktrikari. Hann arbeiðir við
at gera ymisk tól á brúnni í
stand, sum fingu skaða, tá
Pison fekk ein sjógv á
næstseinasta túri.
– Vit vóru staddir á vest-
ara kantinum av Bankan-
um. Tað var ikki illveður,
men sera ringur sjógvur, og
so hendi tað, sum ein veit,
altíð kann henda á sjónum,
greiðir Peter frá. Teir fingu
ein sjógv, skiparin gjørdi
eitt gallróp um rútin, men
ein maður, sum stóð á rull-
uni, hoyrdi hann ikki, og
hann varð tí slongdur við.
Hann brákaði trý rivjabein
og er nú sjúkrameldaður.
– Tað breyt inn á rulluna,
eg sá, at tað fór at henda,
men eg mátti gera skjótt av,
tí rúturin skuldi aftur, men
eg náddi so at rópa áðrenn,
sigur skiparin eitt sindur
harmur á málinum. Hóast
skiparin náddi at koyra
rútin aftur, so var trýstið frá
sjónum ov nógv. Mest sum
øll tólini á brúnni fingu
skaða. Og nógv stóð undir í
vatni. Peter sigur samstund-
is, at serliga tá tað er ringt í
sjónum, leggja teir til
merkis, at hetta ikki er tann
sami báturin.
– Vit skulu allir venja
okkum við, at báturin er ein
annar í dag. Hesin liggur
nógv tyngri í sjónum, með-
an hin gav seg nógv meira.
Og harafturat hava vit mist
nógva ferð nú, sigur Peter,
sum leystliga metir, at skip-
ið hevur mist um hálvaaðru
míl. Men tað heldur hann
sigur seg sjálvt, tá hugsað
verður um, at skipið hevur
fingið eina eykavekt upp á
tilsamans 30 tons. Sam-
stundis greiðir hann frá, at
skipið uppførir seg heilt
øðrvísi í sjónum nú. Men
tað heldur hann bara er ein
spurningur um tíð, inntil
teir hava vant seg við tað.
Hann er sannførdur um, at
umbyggingin var ein betur
loysn enn at keypa ein
annan bát.
Túrurin á Bankanum, áðr-
enn Pison fekk sjógvin, var
ein av teimum heilt góðu. Tá
høvdu teir átta og eina hálva
setu og fingu 162.000 pund.
Ofta
verður
sagt,
at
fiskimenn ikki vilja tosa um
manningarpartar, men tað
letur ikki til at vera nakar
trupulleiki umborð á Pison.
Spurdur um tað, svarar Peter
bart út, at teir seldu fyri
góða hálvaaðru millión, og
at manningarparturin á tí
túrinum lá um 47.000
krónur. Og teir fóru útaftur
so skjótt, sum teir høvdu
landað, men eftir hálvaaðru
setu fingu teir sjógvin og
noyddust innaftur.
Góður fiskur
Skiparin er fryntiligur og
tíðindafróður. Og meðan
hann vísir runt á skipinum,
verður tosað um góðskuna í
fiskinum. Hann heldur, at
fiskurin er í góðum standi í
dag. Tó sigur hann, at tað
letur til, at fiskurin nærri
landi er heldur rakari enn
hann longri úti.
– Tað er ilt at siga, hví tað
er so, men tað kundi týtt
upp á, at botnurin er heldur
bleytari longur út man
kemur, heldur hann fyri, tá
vit koma inn í snotuligu
messuna. Har stendur mill-
um annað ein brún leður-
sofa og sjónvarp, video og
dvd. Eitt sera snøgt rúm,
sum manningin hevur at
hugna sær í, meðan siglt
verður.
Umframt
hesa
messuna, so hava teir eisini
eina kaffistovu har frammi,
sum teir nýta oftari.
– Har frammi fara teir
inn í kaffistovuna í olju-
klæðunum og øllum, men
tað gera teir ikki her, greið-
ir Peter frá.
Vit fara víðari og ganga
gjøgnum alt skipið, meðan
skiparin greiðir frá ymisk-
um, sum er broytt síðani
umbyggingina.
Kagað
verður líka inn í kaffistov-
una har frammi, og tað
fyrsta ein leggur merki til
eru tríggjar myndir á vegg-
inum. Ein er av gamla Pis-
on, og hinar báðar at Hans
Eriki Olsen og Jógvan Segl,
sum báðir vóru við til at
byrja Joensen og Olsen á
sinni.
Peter og Tommy halda, at
fiskiskapurin seinastu tvey
árini hevur sum heild verið
góður. Og prísurin serliga á
toskinum hevur verið góð-
ur. Hinvegin siga teir, at
hýsan hevur verið eitt sind-
ur svikalig ta seinastu tíð-
ina.
– Vit royna at fáa sum
mest av toski, tí prísurin
heldur sær á einari nøku-
lunda fastari legu, sigur
Peter. Toskur eitt og tvey av
landgrunninum liggur á
umleið 25 ella 26 krónum
fyri kilo, meðan toskur av
bankanum fer upp um 30
krónur.
Pison roynir oftast norð-
anfyri og á Føroya Banka.
Men nú eru og verða fleiri
øki stongd, tí fiskurin gýtir
hesa ársins tíð. So fiski-
skapurin fer helst at minka
eitt sindur nú, men tá økini
lata uppaftur í apríl, verða
allir línubátarnir tilreiðar at
leggja í vaði aftur. Eisini
Pison.
Pison her avmyndaður, tá
hann á fyrsta sinni kom aftur
til Klaksvíkar eftir
umbyggingina í fjør
Skiparin á Pison, Peter
Eliasen, her avmyndaður á
brúnni. Mest sum øll tólini á
brúnni fingu skaða, tá skipið
fekk ein sjógv herfyri
– Sum býráðsfor-
maður má eg halda
meg til samtyktina,
sum sigur, at Tórs-
vøllur er fótbóltsvøll-
ur. Tað skulu nøkur
øgiliga góð argum-
entir til, um eg skal
atkvøða fyri at broyta
samtyktina, sigur Jan
Christiansen,
borgarstjóri í Havn
RENNIBREYT
Heri á Rógvi
Borgarstjórin í Havn er ikki
serliga heitur um hugskot-
ið, at gera Tórsvøll um til
eitt stadion við rennibreyt.
– Sum býráðsformaður
má eg haldi meg til sam-
tyktina, sum sigur, at Tórs-
vøllur er fótbóltsvøllur, sig-
ur Jan Christiansen.
Tað var 6. apríl 2000, at
býráðið gjørdi av at broyta
samtyktina fyri Tórsvøll,
soleiðis at hesin gjørdist
fótbóltsvøllur
burturav.
Àðrenn hetta var ætlanin, at
ein rennibreyt skuldi gerast
um Tórsvøll, men hetta
gjørdist so ongantíð til nak-
að.
Tað
er
Tórshavnar
kommuna, ið eigur Tórs-
vøll. Sjálvan raksturin sten-
dur
Tórsvallargrunnurin
fyri, men tað er í síðsta
enda kommunan, sum hev-
ur ræðisrættin.
Jan Christiansen sigur, at
sjálvan raksturin av vøll-
inum blandar kommunan
seg ikki upp í.
Skal rennibreyt gerast
um Tórsvøll, so skal Tórs-
havnar býráð samtykja tað.
– Persónliga haldi eg, at
tað er ørskapur at broyta
Tórsvøll aftur nú. Tað skulu
nøkur øgiliga góð argum-
entir til, um eg skal atkvøða
fyri at broyta samtyktina,
sigur Jan Christiansen.
3 milliónir
Yvir trý ár hevur Tórshavn-
ar kommuna sett tríggjar
milliónir av til eina renni-
breyt í Havn.
Hesin peningurin er sett-
ur á bók og skal nýtast til
ásetta endamálið.
Borgarstjórin heldur ætl-
anina við Ringvegin vera
burturvið, tí hetta vil kosta
alt ov nógv. Hann metir, at
frægasta
loysnin
er
í
Marknagili, og hann heldur,
at veðurlíkindini eru nóg
góð.
– Vit búgva í Føroyum,
har tað er nógvur vindur.
Økið í Marknagili er ham-
puliga veðurgott, og tað er
væl
egnað,
sigur
Jan
Christiansen.
Borgarstjórin leggur aft-
urat, at ein rennibreyt er ein
dýr íløga til lutfalsliga fáar
íðkarar.
2 milliónir
Fíggjarnevndin hjá Tórs-
havnar býráð hevur herfyri
játtað tvær milliónir afturat
til Tórsvøll. Ein millión fór
til at gjalda eitt lán, og ein
millión fyri at snøgga um-
støðurnar við uppgongd-
um, toiletum og øðrum.
Hetta er serliga gjørt við
dystinum móti Týsklandi í
juni í huga.
Jan Christiansen avvísir,
at tað hevur verið ætlanin,
at
Tórsvallargrunnurin
skuldi standa fyri allari
fígging sjálvur, eftir at
stovnsfæið varð sett.
– Vit hava allatíðina sagt,
at Tórsvøllur er ein prosess,
sum fer at taka fleiri ár. Vit
hava valt at lata pengar til
endamálið fyri at skumpa
undir prosessina, sigur Jan
Christiansen.
Jan Christiansen:
Ørskapur at broyta Tórsvøll
Ein umfatandi
verkætlan er sett
ígongd í Havn, sum
hevur til endamál at
skapa umstøður fyri
frælsum ítrótti við
einari rennibreyt.
Tórsvøllur er fremsta
ynski hjá einum
nýskipaðum samtaki
RENNIBREYT
Heri á Rógvi
Prátið um eina rennibreyt í
høvuðsstaðnum er aftur
komið á glið. Ein bólkur
við áhugaðum er farin til
verka. Tað er felagið fyri
tey, ið íðka frælsan ítrótt í
Havn, Bragdið, sum saman
við øðrum gongur undan.
Bragdið hevur arbeitt síð-
ani mitt í fýrsunum at fáa
rennibreyt í Havn. Avtalað
varð gjørd við býráðið, tá
oyggjaleikir tóku seg upp,
um at gera rennibreyt í
Gundadali. Men hetta er
spakuliga førka longur og
longur út. Uppskotið fekk
nýggja luft við hugskotin-
um um Tórsvøll, men eisini
her varð hálað longur og
longur út, til rennibreytin
heilt datt av borðinum.
– Tosað hevur verið við
tveimum tungum frá bý-
ráðsins síðu. Handlingarnar
hava ikki samsvarað við
orðingar,
sigur
Robert
Vilhelmsen, formaður í
Bragdinum.
Tórshavnar býráð hevur
seinastu trý árini játtað í alt
tríggjar milliónir til eina
rennibreyt. Tað er ætlanin
hjá býráðnum, at hetta skal
liggja úti í Marknagili við
Landavegin.
– Rennibreyt í Markna-
gili er ikki egnað, tí har er
so veðurhart. Tað er ikki
bara at gera rennibreyt. Tað
má passa til endamálið, og
liggja á einum sentralum
stað fyri ítróttin sum heild,
sigur Robert.
Fyri at eitt nú met skulu
vera góðkend, krevur hetta,
at vindstyrkin ikki er hægri
enn 2 m/s.
Robert sigur, at øll við
áhuga fyri at fáa rennibreyt
eru samd um, at Tórsvøllur
er fremsta raðfestingin. Við
neyðugu íløgunum kann
rennibreytin gerast ein góð
loysn.
– Størsta mótstøðan er
frá Tórsvallargrunninum og
tí megi, ið fólki aftanfyri
grunnin hava. Men Tórs-
vøll eiga vit øll, og eigur at
kunna tæna fleiri endamál-
um enn fótbólti, sigur
Robert Vilhelmsen.
Verður Tórsvøllur gjør-
dur um til stadion við
rennibreyt, so verður sjálv-
ur fótbóltsvøllurin bert
nýttur í kappingarhøpi til
kappingar í frælsum. Venj-
ingarnar í ymsu kastigrein-
unum mugu skipast aðra-
staðni, og fótbóltsvøllurin
kann sjálvandi nýtast til
fótbóltsdystir.
Robert heldur ikki, at tað
stórvegis høpi í at gera eitt
nýtt stadion við Ringvegin.
– Rakstrarliga er tað
eingin ivi, um tað lítil nytta
í at hava tvey stadion, tá
mann hevur trupult við at
reka eitt, sigur Robert
Vilhelmsen.
Kombinera
Lagt verður upp til, at
rennibreytin skal passa
saman við øðrum ítróttar-
ligum endamálið.
– Akkurát tí er Tórsvøllur
er tað besta plássið. Har er
veðurgott, liggur væl fyri í
mun til vøllir og høllir og
íløga er longu gjørd í karm-
arnar, sum eru sera góðir
við áskoðaraplássum og
øðrum,
sigur
Robert
Vilhelmsen.
Eisini skúlarnir í høvuðs-
staðnum
vísa
ætlanum
áhuga.
– Vit funnu útav, at skúl-
arnir paralelt við okkum
hava havt fundir við býráð-
ið um eina rennibreyt, sigur
Robert.
Sjálvt hevur Bragdið um
80 limir. Í løtuni verður
runnið mest á alfaravegi.
Roynt verður at seta
stovn skipað ungdóms-
arbeiði.
Gera áhugabólk
Í løtuni verður arbeitt við at
stovna ein áhugabólk at
standa á odda fyri verk-
ætlanini. Hesin bólkurin
skal mannast við umboðum
fyri Bragdið, skúlarnir og
relevant ítróttafeløg, eitt nú
fótbólts- og hondbólts-
feløg.
Ein fyrireikandi fundur
varð hildin leygardagin.
Robert letur væl at uppmøt-
ingini, og hann sigur, at
fundurin vísti, at øll til-
staðar vóru positiv yvirfyri
hugskotinum.
– Tað hevur stóran týdn-
ing fyri okkum, at hugskot-
ið fær breiðan stuðul frá
nógvum feløgum, tí ein
rennibreyt vil gagna øllum
ítróttafeløgum við munandi
betri umstøður til renning,
ið er ein stórur partur av
venjingunum í flest øllum
ítróttagreinum,
sigur
Robert Vilhelmsen.
Fyrireikararnir hava ætl-
anir um at skipa fyri fleiri
kunnandi tiltøkum í næst-
um.
Ein rennibreyt í Havn skal eftir ætlan hava seks
banar, og ein vøll til kastiítróttir.
Í stødd er vøllurin innanfyri rennibreytin á stødd
við ein fótbóltsvøll. Sjálv rennibreytin er 400
metrar í ummál.
Sjálv breytin er gjørd úr gummi, og kostnaðurin er
einar 4-6 mió fyri sjálva breytina.
Tríggir møguleikar eru nevndir:
Tórsvøllur
Fremsta ynskið hjá teimum, ið ynskja sær eina
rennibreyt í høvuðsstaðnum, er at leggja hesa við
Tórsvøll. Verkætlanin inniber, at vøllurin verður
fluttur longur longur eystureftir – móti Ítróttar-
høllini á Hálsi. Fýra tey niðastu stólarøðini verða
tikin av langsíðuni eystureftir. Hetta inniber eini
áttahundrað færri sitipláss, men møguleiki er at
byggja afturat ovarliga.
Sitiplássini móti Gundadalshøllini verða eisini tik-
in burtur, og tey kunnu fyri ein part endurnýtast
við at seta tey út í hornini.
Sambært útrokningum frá Tórshavnar kommunu,
fer hetta arbeiðið at kosta millum 13 og 15 mió. –
alt íroknað.
Stigtakararnir til rennibreytina meta tó, at hetta
kann gerast nakað bíligari.
Marknagil
Eitt stórt øki úti í Marknagili hevur Tórshavnar
býráð sett av til ítróttaøki. Jan Christiansen sigur,
at kommunan hevur rímiliga stórar konkretar
ætlanir við økinum.
Økið, talan er um, liggur við Handilsskúlan og
umsitingarbygningin hjá SEV.
Ongar konkretar kostnaðarmetingar eru av hesari
verkætlanini, men greitt er, at umframt kostnaðin
av rennibreytini skal nakað afturat.
Býráðið heldur, at økið er hóskandi, tí tað er so
slætt. Stigtakararnir til rennibreytina halda
hinvegin, at har er alt ov veðurhart til at kappingar.
Ringvegurin
Ein ætlan er at gera eitt ítróttaøki í Ovaru
Hoydølum – í økinum við Shell støðina á Eystara
ringvegi. Henda loysnin verður mest sannlíkt tann
mest kostnaðarmikla av teimum trimum.
Kommunan eigur ikki økið, nógv arbeiði skal
gerast og økið er heldur ikki sett av til ítróttaøki.
Hendan loysnin er fyri stigtakararnar til
rennibreytina tann næst besta.
Borgarstjórin heldur hesa loysnina vera púra
burturvið, tí hon vil fara at kosta so nógv.
Fakta
Standa saman um rennibreyt í Havn
Formaðurin í Bragdinum, Robert Vilhelmsen, ynskir at fáa eina
rennibreyt um Tórsvøll, og ein áhugabólkur skal setast á stovn
at leiða arbeiðið
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
9
8