hósdagur 20. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
11
Tað liggur frammarliga í hugaheiminum hjá teimum
flestu at koma skjótt og lætt aftur og fram. Allar
farleiðir skulu styttast og fólk vilja helst sleppa
undan siga, og skal siglast so skal tað vera stytsta
leið. Tí hava vit fingið tunnlar millum bygdir, og tí
hava vit bygt ferjulegur á støðum, so vit kunnu spara
ein hálvan ella ein heilan tíma.
Hetta krevur dagsins samfelag, men góð sam-
ferðsluviðurskifti krevjast eisini, um vit skulu hava
eitt vælvirkandi samfelag við einum dynamiskum
og góðum vinnulívi, og tey krevjast eisini, um fólk
skulu trívast, serliga í útjaðaranum, ella í fjar-
skotnum bygdum.
Føroyska samfelagið hevur tí gjørt stórar íløgur í
vegir, tunnlar og havnir. Sumt hevur verið tvingandi
neyðugt, meðan summar íløgur kunnu virka í so
marglætiskendar. Tó eru øll í dag sannførd um, at
rætt var at gera undirsjóvartunnilin.
Men mong seta óivað spurnartekin við, um tað er
neyðugt at gera Norðoyatunnilin nú, ella um hann
kann bíða nøkur ár, áðrenn borað verður undir
Lorvíksfjørð. Tað eru jú aðrar neyðugar iløgur, sum
hava bíðað í so leingi.
Nú er so knappliga komin undan kavi ein ætlan at
gera ein tunnil av Skálafirði til Suðurstreymoy. Ein
slíkur tunnil er onkuntíð nevndur, tí talan er um tvey
týðandi vakstrarøki, men nú liggur so eitt ítøkiligt
uppskot á borðinum í Vinnumálastýrinum, sum ein
bólkur við Skálafjørðin hevur gjørt sjálvboðin.
Hetta er sjálvandi ein áhugaverd ætlan, og varð ein
costbenefit útrokning gjørd, so hevði hon óivað
raðfest ein slíkan tunnlin ovarligari enn aðrar
verktætlanir á samferðsluøkinum. Hóast hesin
tunnil millum Runavík og Havnina er áhugaverdur
of spennandi eiga vit at steðga á og hugsa okkum
um eina løtu.
Harafturat eigur Vinnumálastýrið at gera eina
heildarætlan fyri samferðsluútbyggingar í Føroyum
og raðfesta tær. Tá ein slík ætlan er tøk, eigur at vera
eitt veruligt orðaskifti um tær, so vit ikki fara at gera
tunnlar og aðrar útbyggingar í óðum verkum.
Samferðslan hevur fingið nógv, m.a. tí vit hava gjørt
Vágatunnil og skulu byggja nýggjan Smyril og
havnir til hann, so hon má halda aftur í nøkur ár, so
vit fáa bygt tey neyðugu ellisheimini og teir
neyðugu skúlarnar í árunum, sum koma.
Men ætlanin er áhugaverd og liggur kanska ikki
longur enn eini 10-15 ár frammi í tíðini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Spennandi tunnilsætlan!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eitt handrit
Heri Mohr
Fram í ljósmála er komið
eitt handrit til skaldsøgu,
sum William Heinesen
hevur skrivað í ungum ár-
um, men ongantíð givið út í
bók ella á annan hátt al-
manna kunngjørt. Vit hava
fingið at vita, at eigarin av
handritinum kundi hugsað
sær at givið skaldsøguna út,
men til tess krevst loyvi frá
arvingunum eftir W. H.
Sagt verður, at hesi ikki eru
sinnað at játta eitt tílíkt
loyvi, tí, siga tey, tað kann
ikki vera uttan grund, at W.
H. ikki gav hesa skaldsøgu
út. Hann hevur kanska ikki
verið nøgdur við tað, sum
hann hevði skrivað.
SVF hevði eina samrøðu
mánakvøldið 17. í h.mð.
við danan, sum sigur seg
eiga handritið.
Í bókini »Tilbageblik på
fremtiden«, sum kom út í
1977, er millum nógv annað
gott, sum navnframi rit-
høvundurin og kritikarin
Otto Gelsted (1888-1968)
hevur skrivað, ein drúgv og
áhugaverd grein »William
Heinesen og hans værk«,
sum hann skrivaði í »Land
og Folk« tann 27. juni 1954.
Lítið brot úr greinini:
»Den nyfærøske, på landets
eget sprog skrevne littera-
tur, voksede frem med en
nationale bevægelse, og
den højtbegavede J. O. H.
Djurhuus skabte som den
første en ren lyrisk digtning
på færøsk af stor værdi.
Også prosaen har færing-
erne dyrket med stort held.
Men allerede i 1936 skrev
Jørgen-Franz Jacobsen om
udviklingen i det færøske
kulturliv. »Tendensen er klar
nok.
Det går bort fra
landbruget – henimod fisk-
eriet. I de nationales lidt en-
side dyrkelse af den gamle
bondekultur synes der at
ligge en underkendelse af
dette faktum. Den nationale
bevægelse har sikkert inter-
esseret sig for lidt for sam-
fundet. Det ville utvivlsomt
være heldbringende, om
man forlod den gamle lyr-
iske og meget stemnings-
bevægede kurs og søgte en
mere social indstilling. Den
nationale sag er jo i sin ind-
erste
grund
et
socialt
spørgsmål«.
Disse kloge ord kan an-
vendes uden omskrivning
på William Heinesen. I sin
første digtsamling. Artiske
Elegier fra 1921, viser han
sig som en på samme gang
individualistisk og kosmisk
lyriker.
Han
har
selv
betegnet sit daværende jeg
som »asketisk skønheds-
dyrker«. I 1924 forsøgte
han sig med en religiøs, eft-
er hans eget sigende død-
bagt kæmperoman (….)«.
Eftir
hesum
hevur
William Heinesen longu 24
ára gamal – 10 ár áðrenn
hansara fyrsta skaldsøga
»Blæsende Gry« kom út
– skrivað eina skaldsøgu,
og tað er tessvegna nær-
liggjandi at stpyrja, um
handritið, sum nú er komið
fyri ein dag, er identisk við
tað, sum W. H. í 1924 gav
prædikatið
»dagbagt
kæmperoman«?
Rás Tórshavn fyri býráðið
Jógvan Arge, býráðs-
limur fyri Tjóðveldis-
flokkin
Nógv havnarfólk taka undir
við ætlanini at fáa Rás
Tórshavn at senda aftur.
Tað ljóðar, at tað gekk
við miklari ferð at fáa und-
irskriftir á pappírini, sum í
vikuni lógu frammi í nøkr-
um handlum í býnum.
Úrslitið fæst at vita, tá
undirskriftirnar
verða
handaðar Tórshavnar Býráð
í kvøld. Samstundis fer bý-
ráðið at viðgera uppskotið
um at endurstovna komm-
unalu tænastuna, sum varð
røkt við Rás Tórshavn.
Endurvarpingarstøðin
varð sløkt fyrst í december,
eftir at býráðið við sáttmála
seldi Føroya Tele útgerðina
hjá støðini.
Síðani hava nógv fólk
kent seg sum tveitt fyri
hund og ravn av sínum
egna býarstýri.
Vilja tey hava meir enn
Svf, mugu tey antin taka av
tí dýra tilboðnum hjá Tele-
varpinum, fáa sær parabol
sjálvi ella royna at sleppa
upp í okkurt býlingafelag,
sum hevur felags endur-
varping til sínar limir (van-
liga bíligari enn hini til-
boðini).
Undirtøkan, sum inn-
savningin av undirskriftum
hevur fingið, er greitt dømi
um, at tað er fallið havnar-
fólki fyri bróstið, at býráðið
hevur slept teimum upp á
fjall í sjónvarpsmálinum.
Við Rás Tórshavn høvdu
tey møguleika at fáa einar
seks útlendskar rásir, sum
fevndu um eitt breitt útboð
av fylgisveinasendingum
fyri allar aldursflokkar og
var eitt fram úr ískoyti til
Sjónvarp Føroya.
Her vóru tilboð av yms-
um slag frá tónleiki, ítrótti,
tíðindum til filmir og aðrar
sendingar á skandinavisk-
um og enskum máli allan
dagin.
Nú sita tey eftir við tí av-
makaða tilboð, sum Sjón-
varp Føroya kann geva
teimum ein lítlan part av
degnum.
Vilja tey hava eitt tilboð,
sum bara líkist Rás Tórs-
havn, noyðast tey nú at fara
djúpt í lumman. Upp í einar
8000 krónur kostar fyrsta
árið hjá kommununnar
samstarvsfelaga Televarp-
inum, og tá er tað bert til
eitt sjónvarp.
Mær tykir, at Tórshavnar
Kommuna hevur gjørt ein
vánaligan handil fyri sínar
borgarar.
Raksturin av Rás Tórs-
havn kostaði umleið eina
millión krónur um árið.
Skulu øll húski hennara
taka av tilboðnum hjá Tele-
varpinum, verður samlaða
meirútreiðslan hjá borgar-
unum fleiri tíggjutals milli-
ónir krónur bara fyrsta árið.
Kúvendingin frá polit-
ikkinum ikki at vilja hava
parabolar á hvørjum húsi,
hevur eisini ført fólk út í
valið at fáa sær parabol.
Tað sæst longu aftur kring
allan býin.
Tí er uppskot lagt fyri
býráðið um, at Rás Tórs-
havn fer at senda aftur, og
at kommunan eins og hig-
artil rindar tað, sum hendan
frálíka kommunala tænast-
an kostar.
Spurningurin er so, hvør
ið verður í okkara parti.
Gott ár
hjá Hotel
Føroyum
Árið í fjør var eitt gott
ár hjá Hotel Føroyum.
Gistingarhúsið
við
Oyggjarvegin í Havn
hevur tvífaldað yvir-
skotið í mun til árið
fyri. Í fjør var yvir-
skotið hjá Hotel Før-
oyum 5.012.000 krón-
ur í mun til 2.458.000 í
2001. Í 2000 var úr-
slitið hjá Hotel Føroy-
um 1.429.000 krónur.
Eginpenginurin hjá
hotellinum økist eisini
av einum so góðum úr-
slitið, og er eginpen-
ingurin nú slakar 9,5
milliónir krónur.
Tað er Smyril Line,
sum eigur Hotel Før-
oyar, og nevndarfor-
maður er Tórmóður
Djurhuus, advokatur,
sum eisini er nevndar-
formaður
í
Smyril
Line. Stjóri á hotellin-
um er Johannes Jen-
sen. Hinir nevndar-
limirnir eru Klæmint
Weihe, Óli Hammer og
Jóannes á Vali.
Partapeningurin er 8
milliónir krónur, og á
Hotel Føroyum starv-
ast 50 fólk.
el
Farex 1,7
mió kr í
yvirskoti
Fiskasølan
Farex
í
Havn hevði 1,735 mió
krónur í yvirskoti í
fjør. Hetta er væl fræg-
ari úrslit, enn árini
frammanundan. Í 2001
hevði
fiskasølan
314.000 krónur í yvir-
skoti og í 2000 hevði
felagið
hálvatriðu
millión í halli.
Farex hevur flutt alt
úrslitið til eginpening,
sum nú er 2,775 mió
krónur.
Stjóri í Farex er Rói
Egholm. Nevndarfor-
maður er Kaj Leo Jo-
hannesen.
Hinir
nevndarlimirnir
eru
Poul Michelsen og
Kári Danielsen.
Partepeningurin
í
Farex er 600.000 krón-
ur, og har starvast seks
fólk.
el
Føroyskt og donsk
embætisfólk hava
hildið fyrsta fundin
um nýggja yvirtøku-
leistin
YVIRTØKUR
Heri á Rógvi
Føroysk embætisfólk vóru
fyrr í vikuni í Danmark og
fundaðust við donsk em-
bætisfólk um nýggja yvir-
tøkuleistin hjá landsstýr-
inum.
Føroyski
leiðari
fyri
sendinevndina var løg-
mansstjórin,
Marjun
Hanusardóttir.
– Vit eru ígongd við eina
prosess. Hetta var fyrsti
fundurin í sambandi við
yvirtøkulógini á embætis-
mannastigi, sigur Marjun
Hanusardóttir.
Løgmansstjórin letur væl
at fundinum. Fólkini hinu-
megin borðið vóru til at
snakka við, og vónirnar eru
góðar fyri framtíðina.
– Vit diskuteraðu allan
problematikkin,
og
vit
kunnu bara vera nøgd, sigur
Marjun Hanusardóttir.
Fyribils er eingin nýggjur
fundur er ásettur, men tað
verður væntandi ikki leingi.
– Vit hava sett ígongd
eina prosess, og nú ætla vit
okkum at halda á til alt er
liðugt, sigur Marjun Han-
usardóttir.
Fyrsti fundur um yvirtøkur
Vit steðga á. Hesu ferð sera undrandi, tí úr
skaranum her á fold, vóru boð eftir einum, ið
neyvan nakar hevði roknað við, skuldi fara so
skjótt og so óvart.
Sigurð var føddur og uppvaksin í Froðba.
Giftist við Jovinu, fødd á Argjaboða, og settu
tey búgv á Argjum í 1958.
Fyri okkum, ið komin eru í heimið hjá
Sigurði og Jovinu frá barnið av, er hesin tóm-
leiki sera ringur at fata. At Sigurð ikki er har,
ið hann plagdi at sita, er okkum óskiljandi.
Sigurð var lítillátin og gjørdi ikki nógv
hóvasták burturúr sær sjálvum. Tó fylti hann
so ótrúliga nógv sið sínum sera lætta lyndi.
Hvør á Argjum kendi ikki Sigurð, sum á Argj-
um av sonnum var bygdarmynd burturav?
Altíð smílandi og fryntligur, og altíð tilreið-
ar við einari hjálpandi hond.
Vit, sum vóru javnaldrar við Sigurdjón,
vóru í barna- og ungdómsárum, altíð inni hjá
Sigurði og Jovinu. Tað var mest sum natúrligt,
at soleiðis var tað bara. Orsøkin var tann
einfalda, at bæði Sigurð og Jovina dugdu so
ótrúliga væl við okkum, sum tá vóru ung-
lingar.
Tá var onki sjónvarp, men »Barba« og
»Sjavs« vóru spæld so at siga hvørt kvøld.
Sigurð gekk høgt uppí sjavsin, og »fusurun«
var ofta havdur á lofti. Tá var ofta flent, tí tá
Sigurð gjørdist spentur, ja so var alt á reinum
froðbiarmáli.
Av tí at Sigurð og Jovina vóru uppi í teim
fyrstu, ið fingu sjónvarp, ja so samlaðist enn
meira ungdómur inni á Argjavegi 51. Summar
tíðir var hvør stólur upptikin, og restin lá
framm eftir rommum á gólvinum. Ongantíð
fall eitt øvugt orð frá Sigurði, sjálvt um gang-
urin kundi vera í so nógvur. Gomlu beinraknu
orðini, at har hjartarúm er, er eisini húsarúm,
kunnu eina best lýsa, hvussu hansara lyndi
var.
Tað er ongin loyna, at boksing og fótbóltur
høvdu hansara áhugamál. Hvør minnist ikki
Ayub Kalule og Sigurð, sum boksaði hvør sín
kamp – Kalule í sjónvarpinum og Sigurð
frammanfyri sjónvarpið. Tá haldi eg, at vit
ungdómar hugdu meira eftir Sigurði enn
Kalule.
Tá ið so tíðin var komin til at fara niður til
hægri lesnað, ja so var ein javnan í telefonini
við Sigurdjón og »tey gomlu«. Heimið á
Argjavegi 51 var altíð har, og tú føldi teg altíð
heima – um tað so var á heimavølli ella í
útlandinum. Kenslan av nærveru og umsorgan
var altíð tilstaðar.
Til jarðarferðina var tí sera hugaligt at
síggja teir mongu javnaldrarnar hjá Sigurdjóni
fylgja Sigurði til gravar. Vit allir hava okkara
serstøku minnir, sum vit ein slíkan dag leita
framaftur – hvør í sínum lagi. Hetta var so
okkara seinasti møguleiki at siga Sigurði takk
fyri alt hann gav okkum, og tað var nógv.
Sum familjumann minnast vit Sigurð sum
eina samlandi eind, har dyrnar ongantíð vóru
afturlatnar. Minnist altíð aftur á ríkar løtur, har
familja hjá bæði Sigurði og Jovinu vóru
samlaði – bæði frá tí heimliga umhvørvinum
og so Danmørkini og Íslandi við.
Sigurður hevði íslendskar røtur við tað, at
faðir hans var íslendingur. Hetta hevur altíð
sett sín serstaka dám í heiminum á Argjavegi
51. Málningur av Tingvellum og so tað
íslendsksa flaggið, sum saman við Merkinum,
altíð hava prýtt stovuna, tað eg kann minnast.
Sigurð var av fullum hjartað norðbúgvi.
Sigurð var eisini í hugburði frælsislyntur
norðbúgvi. Hann hevði eina frælsiskenda vón
um at Føroyar skuldi vera eitt tjóðveldi, har
føroyingar skuldu ráða. Hann hoyrdi við til
tað ættarliðið av frælsislyntum føroyingum,
sum vildi byggja land eftir leistinum hjá
Erlendi Patursyni og Hanusi við Høgadalsá,
har verka- og fiskimaðurin vóru tann berandi
eindin undir tjóðveldinum.
Trúgvi ikki, at Sigurð nakrantíð skilti
nýmótans akademiska tjóðveldismannin.
Barnavinur var hann sum fáur. Tá ið abba-
børnini úr Skálavík vóru á vitjan, var ofta
hugaligt at síggja, hvussu tolin og hugagóður
hann kundi spæla við tey.
So tá abbabørnini úr Skálavík vóru blivin
meira vaksin, ja tá kom lítli Hannis. Hannis og
abbin vóru eitt. Orð eru ov fátøk til at lýsa
kærleikan millum teir báðar.
Seinast eg var inni á gólvinum hjá Sigurð,
var sama dagin Argja skúli hevði 50 ára
føðingardagsveitslu. Tá var hann heilt væl fyri
í allar mátar, og sum vanligt spældi hann við
Hannis.
Tá ið Sigurdjón og undirritaði fóru við
Hannis ímillum okkum út í skúlan, stóð
Sigurð í vindeyganum og eygleiddi okkum út
eftir vegnum og oman í skúlan. Hevði onga
hóming av, at hetta skuldi vera seinastu ferð,
eg skuldi hitta hann í heiminum á Argjavegi
51.
Sigurð var sera góður við kirkjuna. Saman
við Jovinu, var Sigurð trúgvur kirkjugangari.
Virðingin fyri Hinum Alvalda, var sum hjá
teim gomlu føroyingunum. Tað var trúgvin á
Hin Alvalda, sum ein altíð hevði við sær, um
ein bað sítt Faðir Vár.
Í kirkjuni, tá ið Sigurð stóð undir børu,
prædikaði Bergur um tjaldbúðirnar her á fold
og so í Himmalinum. Tjaldbúðina her á jørð,
hevði Sigurð ansað væl eftir. Eitt nú tann sera
prýðiliga urtagarðin á Argjavegi 51, hava
Sigurð og Jovina altíð hildið sera vakran. Tað
verður saknur nú summarið nærkast, at Sigurð
ikki verður at síggja sitandi í urtagarðinum, tá
ið sólin stendur hægst í suðuri.
Men Sigurð er nú í tí himmalsku tjald-
búðini, har Hin Alvaldi hevur boðið Sigurði
vælkomnum.
Góða Jovina, Sunrid og Sigurdjón! Tit hava
mist ein góðan mann, pápa og ikki minst abba
og verfaðir. Deyðin er kaldur, tá ið hann trýnir
um dyrnar. Má Hin Alvaldi styrkja tykkum í
sorgini.
Æra verið minnið um Sigurð J. Jónsson.
Jóannes
Marjun Hanusardóttir var í
vikuni á fundi við donsk
embætisfólk um nýggja
yvirtøkuleistin hjá
landsstýrinum
Minningarorð um Sigurð J. Jónsson
f. 7. aug. 1924 – d. 2. november 2002
C
M
Y
K
11
10