hósdagur 20. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
13
Við Norrønu mána-
dagin kemur fyrsti
føroyskt skásetti
bilurin, sum koyrir
uppá vanliga matolju
(rapsolju). Talan er
um VW Lupo bilin
hjá Erling Simonsen
tann lækna í Havn.
Rapsoljan dálkar
munandi minni enn
dieseloljan
BILAR
Magnus Gunnarsson
Á "Nordvestjysk Folke-
center
for
Vedvarende
Energi" verður í løtuni ein
VW Lupo á føroyskum
nummarplátum bygdur um
til at kunna koyra uppá van-
liga matolju (rapsolju). Tað
er Erling Simonsen tann-
lækni í Havn, sum eigur
bilin. Erling sigur, at tað er
av áhuga fyri orkusparing
og reinum umhvørvi, at
hann hevur tikið hetta stig.
Bilin keypti hann frá Bila-
søluni v.Øssur Johannesen í
Hoyvík fyri hálvum øðrum
ári síðan. VW Lupu 3L er
ein bilur sum frammaundan
koyrir 33,3 km/l við einum
3 syl. turbodiesel motori
við beinleiðis innspræning.
Fyri at kunnu koyra uppá
rapsolju mugu nakrar tekn-
iskar og mekaniskar broyt-
ingar gerast við bilin. Ser-
liga tí at rapsoljan er tjúkri
enn dieseloljan, tí skal
motorurin
hitast
upp,
áðrenn hann verður settur í
gongd. Hetta kann gerast
við eini fjarstýring.
Orsøkin til at fjølmiðl-
arnir í Danmark hava víst
bilinum so stóran áhuga, er
tað, at talan er um VW
Lupo, sum er ein serligur
bilur, av tí at hann hevur ein
sera framkomnan motor og
kann koyra 100 km uppá 3
litrar av olju. Við rapsolju
kemur bilurin at dálka
munandi minni enn við
diesel.
Tá bilurin kemur í land
av
Norrønu
mándagin,
verður hann fyrsti bilur í
Føroyum, og um okkara
leiðir, sum koyrir upp á
rapsolju. Erling fær oljuna
heim í tunnum.
Hetta má sigast at verða
eitt slóðbrótandi stig, hann
her hevur tikið til frama
fyri umhvørvið. Vit hoyra
meira um bilin í næstu
viku.
VW Lupo hjá Erling Simonsen
koyrir uppá vanliga matolju
Nú verður rapsoljan ikki einans
brúkt í køkinum, men eisini
sum brennievni til bilar
Jórun og Erling Simonsen við VW Lupo bilinum sum nú koyrir uppá rapsolju ístaðin fyri dieselolju. "Nordvestjysk Folkecenter for Planteolieteknologi" hava staðið
fyri umbyggingini av bilinum, sum verður í Føroyum mánadagin
Leygardagin, 15. februar,
fylti Sunneva Hermansen,
f. Askildsen, í Havn 70 ár.
Sum ung arbeiddi Sunneva
í handlunum hjá Frants
Restorff og Hans Joensen í
Havn, áðrenn hon í 1954
fór til Norra, har hon
arbeiddi á eini sølumiðstøð
uttanfyri Kristiansand. Tá
hon kom heim aftur í 1957,
fór hon til Danmarkar at
læra til sjúkrasystir. Í 1962
kom hon heim aftur, og
byrjaði hon tá at arbeiða
sum sjúkrasystir á Lands-
sjúkrahúsinum. Hon kom
at arbeiddi mest á føði-
deildini. Hon gavst á
Landssjúkrahúsinum
í
2000, tá hann varð 67 ár.
Sunneva giftist við Niels
Juul Hermansen (1933-
2001) úr Hósvík og fingu
tey dóttrina Unu.
Sunneva Hermansen
70 ár
NØVN Í VIKUNI
Eivind Rein
f. 3. oktober 1929 d. 13. februar 2003
Hósdagin, 13. februar,
andaðist Eivind Rein í
Havn 73 ára gamal.
Eivind var føddur og
uppvaksin í Havn.
Sum ungur fór hann at
læra til ursmið hjá
Niels.L.Arge í Havn,
men hugurin stóð til
sjógvin, so hann gavst
har og fór til skips í
1946. Í 1951 tók hann
skiparaprógv og sigldi
við slupp til 1954, tá
hann fekk starv sum
havnaumsjónarmaður
hjá Tórshavnar Havn.
Hetta starv røkti hann,
til hann fór frá við
eftirløn í 1992, tá hann
var 63 ára gamal.
Eivind var grindafor-
maður í umleið 20 ár. Hann hevði bát, og honum dámdi
sera væl at vera í fjørðinum. Hann kendi allar
fiskileiðir og fiskimið í Nólsoyarfirði. Í fleiri ár var
hann skipari á sluppini Westward Hoo. Eivind giftist í
1951 við Jastrid, f. í Skorðastovu, av Hvítanesi. Tey
fingu 6 børn, 4 synir og 2 døtur. Friður veri við minn-
inum um Eivind Rein.
Niels Debes
f. 4. oktober 1924 d. 30. januar 2003
30. januar andaðist Niels
Debes í Havn. Niels var
føddur og uppvaksin í
Havn. Hann hevði stóran
áhuga í ítrótti. Sum ungur
var hann fótbóltsleikari,
fimleikari og skóti. Niels
arbeiddi sum skrivstovu-
maður hjá Shell í 28 ár.
Eftir tað var hann eina tíð
á skrivstovuni hjá Thors-
havns Mælkeforsyning,
til hann fekk starv sum
skrivstovumaður
hjá
Strandferðsluni, har hann
var, til hann fór frá við
eftirløn, tá hann bleiv 67
ár. Í sjeytiárunum var
hann býráðslimur í Havn,
har hann m.a. legði nógva orku í at fáa svimjihøllina í
Gundadali bygda. Hann sat eisini í meinigheitsráðnum.
Hann hevði eisini stóran áhuga fyri jarðarbrúki og
hevði sjálvur seyð. Niels giftist í 1954 við Birthy, f.
Lava, úr Havn. Tey náddu ikki at halda gullbrúdleyp
saman. Friður veri við minninum um Niels Debes.
m.g.
Tann 26. januar varð fyrr-
verandi skúlastjóri Ditlev
Olsen 80 ár.
Tá Ditlev sum ungur kom
á Læraraskúlan var tað ikki
sum at siga tað. Hann hevði
mist pápan av vanlukku í
Íslandi.
Mamman var eitt satt
konubrot. Hon flutti til
Havnar við báðum børnum
og fekk sær arbeiði, og tí
kundi Ditlev fáa hesa út-
búgving – at fara á lærara-
skúlan og fekk prógv.
Eftir at hava verið lærari í
fólkaskúlanum í nøkur ár,
fór Ditlev til Danmarkar og
fekk prógv sum lærari fyri
deyv.
Samstundis
fekk
Margit prógv, sum barna-
garðslærari. Hon hevur alla
tíð verið ein sera góður
stuðul, bæði í skúla og
heima.
Tey arbeiddu bæði á
Kastelsvegnum á deyva-
skúla.
So vóru boð eftir Ditlev
at fara heim til Føroyar at
kanna um tørvur var á skúla
fyri talu- og hoyribrekað.
Jú, sanniliga var tørvur!
Tað, at tað júst var tá,
komst av, at 5. barnið hjá
Annelinu og Jákup Zacha-
riasen var komið á henda
sama skúla.
Jákup hevði gjørt nógv
fyri at fáa vent gongdini, so
ikki fleiri deyv skuldu
sendast av landinum.
Ditlev verður so fyri-
støðumaður á fyrsta deyva-
skúlanum Jan verður so
fyrst innskrivaði næmingur.
Skjótt vóru onnur for-
eldur, sum høvdu brekað
børn, og sum ikki orkaðu at
senda tey av landinum.
Húsarúm høvdu vit ikki
nógv, men annars allarbestu
umstøður.
Ymisk brek
Í raðfylgju vóru tað deyv,
tunghoyrd, talubrekað, orð-
blind,
rørslutarnað
og
menningartarnað v.m.
Fyriskipan
Nú komi eg til evnini hjá
Ditlev. Fyrst undirvísti
hann okkum lærarum, sum
so við og við komu, tí
skúlin vaks í hvørjum,
síðani fekk hann læknar at
undirvísa okkum. Tí tað er
ikki nóg mikið at hava
læraraprógv – tað krevst
nógv meira.
Vit lántu lærarar úr Dan-
mark og so vórðu vit send
ymsar staðir á námsskeið.
Her var fram úr gott sam-
starv og ein frálík leiðsla
við Ditlev sum fyristøðu-
manni og Hjørmund Magn-
ussen sum skúlastjóra.
Skúlin vaks
So við og við fluttu vit í 3
ymisk hús: í KFUK, í
Brekkugøtu og í KFUM.
Tað gekk. Men so fingu vit
skúlan á Trøðni.
Tá var gleðin stór! Vit
høvdu eitt sera gott og ar-
beiðssamt
foreldrafelag,
sum hjálpti væl til.
Hóast nógvar broytingar:
danskur skúli, sjálvsognar-
stovnur – lutvís danskur/
føroyskur og so fult før-
oyskur.
Endabestur
So løgið, tað ljoðar, tá fekk
skúlin mønustingin! Hóast
allar
hesar
broytingar,
dugdi Ditlev sera væl at
laga seg eftir hesum.
40 ára hald
Í oktober 2002 vóru nógv
av okkum saman á skúlan-
um á Trøðni til hátíðarhald.
Tað var ein hugnalig løta,
serliga at Ditlev kundi vera
við.
40 ár liðin, síðani
skúlin kom
Vit mugu vera samd um at
takka núverandi leiðslu og
lærarum, at tey hava hildið
út í hesum tíðum, tá skúla-
myndugleikar hava »bomb-
að« skúlan aftur á nærum
sama støði, sum tá brekað
vórðu send av landinum. –
Um tað var stríggið við
hvørt, so høvdu vit rúmari
ræsur enn nú.
Góði Ditlev! Fyrst ynski
eg tær tillukku og mangar
góðar løtur enn, hóast sólin
er komin nakað vestur.
Harrin signi teg og tíni.
Síðani vil eg takka tær fyri
tað stórverk, tú gjørdi fyri,
at brekað skuldu og kundu
fáa undirvísing í Føroyum.
Títt lívsverk var stórt.
Takk fyri mangar góðar
løtur og takk fyri fyri-
myndarligt samstarv.
Bestur heilsanir
Hanna
Ein slóðbrótari 80 ár
Ditlev og Margit Olsen. 26. januar fylti Ditlev 80 ár
C
M
Y
K
13
12
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið