hósdagur 20. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Toyota Land Cruiser
GX 90 verður nú
avloystur av einum
nýggjum Land
Cruiser. Bilurin, ið
er designaður á
evropeiska design-
sentrinum hjá Toyota
í Suðurfraklandi,
verður gjørdur í
útgávum við trimum
og fimm hurðum.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Land Cruiser, ið hava nú
verið gjørdir í meira enn 50
ár, eru nógv broyttir tey
seinnu árini. Hesin nýggi
bilurin, ið kemur at avloysa
LandCruiser GX90, verður
eins og forgangarin, ein
ektaður "off roadari" við
eins góðum eginleikum til
at koyra á ósløttum undir-
lendi sum á vanliga koyri-
vegnum. Bilurin er útgjørd-
ur við nógvari framkomnari
tøkni til koyring, har tað er
bratt og óframkomiligt.
Hann hevur t.d. Hill-start
Assist Control (HAC) og
Downhill Assist Control
(DAC) sum eru elektron-
iskar skipanir ið halda stýr
á bilinum í brøttum undan-
brekkum. Eisini hevur hann
elektroniskt TORSEN mið-
differentiali. LandCruiser
verður gjørdur í útgávum
við 3 og 5 hurðum.
Luksuspakkar
Tveir motorar eru at velja
ímillum. Annar er ein 4 syl.
3,0
litur
common-rail
turbodiesel við 163 hk og
hin er einV6 VVTi bensin
við 249 hk og koyrir frá 0-
100 km/t uppá 10 sek. Av
trygdarútgerð kann nevnast
at umframt airbag framman
og í síðunum, hevur hann
eisini gardinairbag. Bilurin
vit royndarkoyrdu er væl
útgjørdur við t.d. sentarllási
við fjarstýring, ABS brems-
um við EBD og BAS, el-
rútum, el-síðuspegl við
hita, ið elektriskt kunnu
leggjast inn móti bilinum,
rattið kann stillast allar
vegir, fløguspælara, multi
informatiónsdisplay
og
ventileraðar skivubremsur
við øll fýra hjólini. Bilurin
kann verða útgjørdur við
luksuspakka 1 ella luksus-
pakka 2. Luksuspakkarnir
umfata t.d. heilautomatiskt
klimaanlegg, cruise con-
trol, DVD-navigatiónsskip-
an og leðurintrekk fyri at
nevna okkurt burtur úr
rúgvuni av eykaútgerð. Bil-
urin er sum ein persónbilur
at sita í og at koyra við.
Munurin er bert, at tey
ferðandi í bilinum sita høgt
og hava gott útsýni.
Nr. 35 • hósdagur • 20. februar 2003 • 77. árg.
Toyota Land Cruiser 3,0 D-4D 3/h
Motorurin:
3.0 litur 4 syl. diesel 163 hk
commonrail v.turbo og intercooler
0-100 km/t:
12,7 sek.
Oljunýtsla:
10,6 km/l
Dekkstødd:
225/70-17
Stødd og vekt
Longd:
436,5 cm
Breidd:
179,0 cm
Hædd:
189,0 cm
Eginvekt:
1850 kg
Prísur:
kr. 410.600 (vørubilur kr. 328.000,-)
Søluumboð:
Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
353040
www.reyniservice.fo
Nýggjur Toyota Land Cruiser
Olivar Danielsen sølumaður hjá Reyni Service við nýggja Toyota Land Cruiser 3,0 við common-rail turbodieselmotori
Nýggi Land Cruiser er designaður á evropeiska design-
sentirnum hjá Toyota í Suðurfraklandi
Land Cruiser
innan. Sum ein
persónbilur við
alu-look panelum
á instrument-
borðinum
15
14
Nr. 35 - 20. februar 2003
Seinnapartin týsdagin
kjósaði Reyði Krossur
ársins 1. hjálpara.
Peter J. Anderson,
sum er 38 ára gamal,
fekk heiðurin. Tvey
uppskot vóru komin
inn, og hin, sum var
skotin upp var Tordur
J. Niclasen av Eiði
HEIÐUR
Ingrid Bjarnastein
Annað árið á rað hevur
Reyði Krossur funnið ár-
sins 1. hjálpara. Tveir per-
sónar vóru uppskotið til
heiðurin, og varð tað 38 ára
gamli Peter J. Anderson,
sum varð valdur.
Peter J. Anderson kom í
november mánaði fram á eitt
fólk, sum lá fram við Oyggj-
arvegnum, sum sá út til at
verða lívleyst og ógvuliga
kalt. Viðkomandi hevði ong-
an puls, og andadráttur var
heldur ikki at merkja.
Peter setti seg í samband
við vakthavandi í Mjørka-
dali, sum síðani setti seg í
samband við 112, av tí, at
onki fartelefonsamband var
við Norðradal.
Við hjartamýking og eft-
irgjørdum andadrátti fekk
Peter lív aftur í persónin, og
hálvan tíma seinni var
sjúkrabilur á staðnum.
Hin, sum var í uppskoti,
var Tordur J. Niclasen av
Eiði. Tordur var í mars mán-
aði í fjør til arbeiðis á
Røktar- og Ellisheiminum í
Runavík, tá boð komu eftir
honum, tí eitt av búfólkun-
um hevði sett eina appelsin í
hálsin. Viðkomandi var blá-
ur í andlitinum og um at
kvalast.
Í frágreiðingini stendur at
lesa: »Hann tók mannin úr
stólin og legði hann tvørtur
um seingina, so mikið langt
út av seingjarkantinum, at
tyngdarmegin hjálpti til.
Tók so eitt fast tak um
miðjuna á manninum og
við einum dyggum trýsti
inn á tinduna sprakk ein
hálv appelsin úr hálsinum«.
Og maðurin varð bjargaður.
Tað er Tryggingarfelagið,
sum stuðlar ársins 1. hjálp-
ara, og gjørdist tað, sum
sagt hesuferð, Peter J. And-
erson.
Bæði Peter Anderson og
Tordur
Niclasen
fingu
heiðursbræv frá Reyða
Krossi, umframt, at ársins
1. hjálpari fekk eina pen-
ingaupphædd frá Trygg-
ingarfelagnum.
Av tí, at tveir sjúkra-
bilar hjá Landssjúkra-
húsinum eru á verk-
stað, er bert ein
sjúkrabilur, sum
hoyrir til Lands-
sjúkrahúsið tøkur í
løtuni. Landssjúkra-
húsið hevur tó lænt
ein sjúkrabil úr Suð-
uroy, men sigur
sjúkrahússtjórin,
Poul Gert Hansen, at
fólk skulu ikki kenna
seg ótrygg
SJÚKRABILAR
Ingrid Bjarnastein
Landssjúkrahúsið
eigur
níggju sjúkrabilar. Tríggir
av teimum eru í ávísavist
Vágunum, Eysturoynni og
Sandoynni. Hinir seks hava
heimstað á Landssjúkra-
húsinum. Tríggir av teim-
um seks eru í so vánaligum
standi, at teir koyra ikki, og
tað vil siga, at bert tríggir
sjúkrabilar eru tøkir hjá
Landssjúkrahúsinum.
Í løtuni eru tveir av teim-
um trimum tøku sjúkrabil-
unum á verkstað, og er tí
bert ein sjúkrabilur tøkur.
Men
Landssjúkrahúsið
hevur tó lænt ein sjúkrabil
úr Suðuroynni, og sigur
sjúkrahússtjórin, Poul Gert
Hansen, at fólk eiga ikki at
kenna seg ótrygg hóast
støðan er sum hon er.
– Vit hava nakrar nýggjar
og nakrar gamlar sjúkra-
bilar. Teir sum ikki koyra
longur eru millum 7 og 14
ára gamlir. Hinir, sum vit
hava her í Havnini, eru eitt
og trý ára gamlir, sigur Poul
Gert Hansen.
Keypa nýggjar
Ætlanin er annars í løtuni at
keypa ein spildurnýggjan
sjúkrabil. Ætlanirnar eru so
væl á veg, at hann helst
verður bílagdur fyrsta dag-
in. Og kanska ein sjúkra-
bilur afturat kemur seinni í
ár, alt eftir, hvat er tøkt av
peningi.
– Minst ein nýggjur
sjúkrabilur skuldi verið
keyptur um árið, og hetta er
málið hjá okkum. Vit royna
at seta pening av til hetta,
men alt tekur tíð. Um alt
skuldi verið optimalt, so
høvdu vit havt fýra góðar
bilar á Landssjúkrahúsin-
um, við tveimum børum,
og ongin bilur skuldi verið
eldri enn trý ár, sigur
sjúkrahússtjórin.
Poul Gert Hansen leggur
tó dent á, at fólk skulu ikki
kenna seg ótrygg, hvat
sjúkrabilum viðvíkur, tí
Landssjúkrahúsið tryggjar
sær neyðugu bilarnar.
– Nú er eisini fast sam-
band til Vágarnar, so vit
kunnu skjótt fáa tveir bilar
haðani, um tað skuldi verið,
sigur Poul Gert Hansen at
enda.
Peter er ársins 1. hjálpari
Ein sjúkrabilur til Streymoynna
Peter Anderson (t.v) gjørdist ársins 1. hjálpari. Reyði Krossur skipar fyri heiðrinum, og vóru tað í ár tvey uppskot komin inn til heiðurin. Hin var Tordur J.
Niclasen (t.h)
Mynd: Jens Kr. Vang
Av tí, at tveir av sjúkrabilunum,s um hoyra til Landssjúkrahúsið eru til umvælingar, so er bert
ein sjúkrabilur tøkur. Landssjúkrahúsið hevur tískil lænt ein bil úr Suðuroynni
C
M
Y
K
14