hósdagur 8. november 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OG
— KISI
Nr. 178 — 8. november 1990 | uðindablaðið
fo
| løgtingsvalid '90
- Bí;
Mangur tosar um Olav kona
og hevur ikki sæð hann
Allar útbyggingarnar að Klaksvíkar Sjúkrahúsi hendu
eg, /
meðan javnaðarflokkurin heuði politisku leiðsluna
Í fimti árunum varð ein
álvarslig roynd gjerd til
tess at niðurleggja Klaks-
víkar Sjúkrahús. Politisk-
r myndugleikar og aðrir
myndugleikar royndu at
seta ein kommunulækna
sum yvirlækna á sjúkra-
húsinum. Hetta førdi til
læknastríðið, sum vardi
stóran part av fimti árun-
um.
Stríðið byrjaði í val-
skeiðnum 1950-54. Tá
hevdu fólkaflokkurin og
sambandsflokkurin leiðsl-
una í Tinganesi. Stríðið
helt fram langt inn í val-
skeiðið 1954-58. Tá høvdu
sambandsflokkurin, fólka-
flokkurin og sjálvstýris-
flokkurin leiðsluna. Hesi
bæði valskeiðini sat javn-
aðarflokkurin í andsteðu á
tingi. Flokkurin tók undir
við kravinum frá norðing-
um um at varðveita
sjúkrahúsið.
Aftan á sigursvalið í
1958 fekk javnaðarflokk-
urin leiðsluna. Flokkurin
fekk løgmann (P. M. Dam,
sáli), legtingsformannin
og fíggjarnevndarfor-
mannin (J. Fr. Øregaard,
sáli). Á valinum í 1958
varð Poul J. Olsen á
fyrsta sinni valdur sum
løgtingsmadur fyri javn-
aðarflokkin i Nordoygg)-
um.
Nú kom gongd á sjúkra-
húsmálið. Fyrst í seksti-
árunum varð Klaksvíkar
Sjúkrahús útbygt við nú-
verandi deild A. Sam-
stundis varð starvsfólka-
húsið norðanfyri sjúkra-
húsið bygt. Hetta var eitt
sera stórt framstig og við
hesum vendi gongdin við-
víkjandi Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsið
kom úr niðurleggingar-
vandanum yvir í eitt tíðar-
skeið við útbygging bæði
so og SO.
Í seinasta blað nevndi
eg, at eg tók við sum
landsstýrismaður 20. no-
vember 1979 og sat fram
til 5. januar 1981 og at eg
millum annað umsat al-
manna- og heilsumál. Tá
var ein útbyggingarætlan
fyri Klaksvíkar Sjúkra-
hús gjørd. Hendan umfat-
aði bygging av rektar-
heiminum, sum eisini
skuldi hýsa ymiskum
sjúkrahúsfasilitetum, og
millumbygningin millum
røktarheimid og sjúkra-
húsið.
Ein partur av bygging-
ini skuldi tí fíggjast sum
rektarheimsbygging.
Tann peningin høvdu vit
tekan. Men ein annar
partur skuldi fíggjast sum
sjúkrahúsbygging. Og her
var verri. Her var ein
óloystur knútur og komst
hetta av, at játtandi
myndugleikar í Danmark
ikki vildu játta sín part av
sjúkrahúspartinum. Und-
irritaði setti sær fyri at
loysa knútin.
Fyri at rekka hesum
máli bað eg um ein fund
við danska innanríkis-
málaráðharran. Hesin
hevði sjúkrahúsmál undir
sær. Fundurin kom í lag
og varð hildin á Christi-
ansborg 18. januar 1980.
Við á fundinum frá fer-
oyskari síðu vóru John
Arne Serensen, sjúkra-
hússtjóri, Jákup Linden-
skov, fólkatingsmaður og
undirritaði. Í endanum á
fundinum gav innanríkis-
ráðharrin tilsegn um sín
stuðul til at fáa málið
loyst.
Tá fýra mánaðir vóru
gingnir og onki var hent,
bað eg aftur um fund við
innanríkisráðharran, og
kom hesin í lag fyrst í juni
1980. Ta ferðina var eg
einsamallur frá feroyskari
síðu. Fekk tá at vita, at
málið nú var avgreitt frá
hansara síðu, og var sent
fólkatingsins fíggjar-
nevnd til stødutakan. Eg
bað nú fyrrverandi fólka-
tingsmannin, Johan Niel-
sen, sála, og táverandi
fólkatingsmann, Jákup
Lindenskov, um at royna
at ávirka figgjarnevndar-
limirnar.
Á fundi í figgjarnevnd-
ini hjá fólkatinginum í
august 1980 varð tann
grena peran tendrað
Danski parturin av
sjúkrahúspartinum var
játtaður og ein mánaða
seinni (í september 1980)
fór arbeiðið í gongd. Síð-
ani tá er sjúkrahúsið út-
bygt við eini skurðstovu
afturat. Hendan varð játt-
að og bygd meðan javnað-
arflokkurin seinast hevði
leiðsluna í landsstýrinum
og í legtingsins fíggjar-
nevnd.
Í seinastu viku vísti eg
at allir læknaspurning-
arnir á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi eru loystir meðan
javnaðarflokkurin hevur
havt ábyrgdina, og í dag
havi eg greitt frá, hvussu
allar útbyggingarnar av
sjúkrahúsinum eru farnar
fram meðan javnaðar-
flokkurin hevur havt
leiðsluna.
Aðrir flokkar og politik-
arar úr eðrum flokkum
skriva og tosa nógv um
sjúkrahúsmálið. Men hvar
eru teirra avriksverk?
Mær renna í huga oråini:
„Mangur tosar um Ólav
kong og hevur ikki sæð
hann«.
Klaksvíkar Sjúkrahús
skal varðveitast og menn-
ast á verandi steði. Javn-
aðarflokkurin er einasta
trygdin fyri hesum. Tí er
valið sjálvsagt. Gev javn-
aðarflokkinum atkveðuna
á valdegnum.
Vilhelm Johannesen
VALUTAKURSIR
USA Dollari ..
— 112230
Bretland Pund .
V-Týskland Markur
Svøriki Króna
Noreg Króna
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania
Portugal
Kanada
Japan Yen
Markur
Króna
Escudos
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Skillingur
Pesetas .
Dollari ..
6.11 síðsta mán.
569,25 580,60
1127,60
382,03
102,89
98,20
114,10
18,562
450,45
338,80
0,5099
160,55
10,60
54,320
6,100
4 3480
496,70
4 4720
382,22
102,45
98,05
113,98
18,575
454,55
339,05
0,5092
160,18
10,55
54,360
6,095
4,3450
491,50
4,4710
1024,65
37550
Irland Pund ..
Grikkaland Drakmur
1023,75
3,7760
Kelda: Føroya Sparikassi
a ———————B8%——aiii" — |
[AA | —