hósdagur 8. november 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 178 —
8. november 1990
løgtingsve
Nytt tíðarskeið í í føroyskum politikki!!!
Javnaðarflokkurin fer, um
vit fáa leiðsluna eftir val-
ið, at fera ein politikk, ið
hevur til endamáls at fáa
samfelagið í gongd aftur
og búskapin rættaðan
uppaftur.
Vit vita, at her eru stór
tek at taka og trupulleik-
arnir eru nógvir.
Uttanlandsskuldin = er
vaksin upp um oyruni á
okkum, fíggjarlóg lands-
kassans hevur stórt hall
og okkara lívsgrundarlag,
fiskivinnan, er i
kreppu.
At blíva við at brigsla
hverjum eðrum skyldina
av hesi kreppu, loysir ong-
ar trupulleikar.
Vit mugu koma víðari
og síggja frameftir.
Sum er innflyta vit fyri
sterri virði enn vit útflyta
fyri, og tað er sjálvsagt, at
í longdini fer hetta ikki at
bera til. Tú kanst ikki
stórari
brúka meira enn tú tjenar.
Vit verða stutt sagt
noydd at økja um útflutn-
ingsvirðið og minka um
innflutningsvirðið.
Hvussu skulu vit so
gera hetta?
Útflutningur okkara
stavar at kalla allur frá
fiskivinnuni, so tað er her
tað okta útflutningsvirðið
má koma. Hetta kann ikki
gerast við at vit fara út at
fiska meira, tí grunnar
okkara eru longu ovfisk-
aðir, og krevja at vit
minka veiðitrýstið.
Tí er neyðugt, at vit fáa
nógv meira fyri eina nógv
minni negd av fiski. Hetta
er einasti meguleiki.
Tað fáa vit við at syrgja
fyri, at tann fiskur, ið
kemur upp á land, hevur
hægstu góðsku.
Menningararbeiði verð-
ur gjørt, so henda feskari
rávera kann leggja lunnar
undir ein matveruídnað á
høgum stødi.
Her mugu tad almenna
og tad privata ganga hond
i hond og tad ber væl til.
Alivinnan er eitt gott
progv um tad. Her gekk
tad almenna å odda og
gjørdi menningararbeiði,
og í dag verður Fiskaaling
rikið sum ein forrætning,
ið kappast á jøvnum feti
við tað privata, og tað er
ongin, ið hevur ilt av tí.
Kunnu vit á henda hátt
ekja okkara útflutnings-
virði, er nógv vunnið.
Skattalógin, ið javn-
aðarflokkurin vil fremja,
kemur eisini at hava eina
positiva ávirkan á bú-
skapin.
Skattatrýstið fer at
minka, men tað hevur
sjálvsagt við sær, at
landskassin fær færri inn-
tekur. Men, tá skattalógin
verður tengd saman við
einum nýtsluskatti, fær
landskassin eykainntekur
har.
Nýtsluskatturin kemur
at virka soleiðis, at av-
gjøldini á mat, klæði og
aðrar neyðsynjarverur
verða lág, meðan avgjøld-
ini á luxusverur verða
hog.
Við eðrum orðum: Tú
kemur sjálvur at ráða yvir
hvat tú brúkar tínar peng-
ar til.
Hetta kemur at tálma
innflutninginum.
Vit mugu eisini spara,
men vit skulu spara við
ábyrgd.
Tað kann ikki gerast við
at skera eitt sindur niður
yvir ein kamb, tí tá verður
alt lagt lamið.
Um tit skulu spara t.d.
streym heima, so stytta
tit ikki kókingina av epl-
unum við 30% ella slekkja
frystiboksina um náttina.
Nei, tá slekkja tit heldur
ta einu lampuna í stovuni.
Vit skulu endurskoða
allar almennar stovnar og
kanna, um ikki meguleik-
ar eru fyri samanlegging-
um og rationaliseringum.
Hetta er ein partur av
kósini, ið javnaðarflokkur-
in hevur lagt og sum kem-
ur at merkja eitt nýtt
tíðarskeið í feroyskum
politikki.
Stuðlið tí okkum tann
17. november.
Gott val!
Petur Páll Mikkelsen
Petur Páll
Mikkelsen
| Eysturoy |
Fólk aftur í arbeiði
Í greinini greiðir Jóannes Dalsgaard frå stoðu javnaðar-
floksins til arbeiðsloysistrygging og kemur við hugskot-
um um, hvussu vit kunnu fáa gongd aftur á byggivirk-
semið í Suðurstreymo).
Tað er nú greitt fyri øll-
um, at pástandurin hjá
fráfarandi landsstýri um,
at einki arbeiðsloysi er í
landinum, er skeivur. Ar-
beiðsloysi er og tað er væl
sterri enn skrásett hjá al-
mannamyndugleikunum.
Vanligt er jú, at fólk bíða
sum longst við at fara á al-
mannastovuna ella á
sosialu deild býráðsins at
sekja sær hjálp undir ar-
beiðsloysi. Vit vita av
royndum, at royndir verða
allir aðrir útvegir, áðrenn
tikið verður til tey ráð at
fara til tað almenna eftir
hjálp. Hetta er í og fyri
seg spell, tí fólk hava jú
sín fulla rætt til almanna-
hjálp eftir forsorgarlógini.
Men hetta hongur nok
saman við, ta hetz móti ar-
beiðsloysistrygging, sum
hevur verið rikin í Feroy-
um í mong ár og sum ger
at fólk helst hveppa seg
við at sekja um styrk und-
ir vinnuloysi.
Tað er altso skipanin
sjálv, sum ger, at fólk ikki
útvega sær ta hjálp, tey
eiga og tí má onnur og
semiligari skipan fáast til
Jóannes Dalsgaard
í Suðurstreymoy
vega. Henda skipan fær
valla verið onnur enn ein
stbeiðsleysisar serng
Hvusst hendan skal
verða fíggjað, verður ein
politiskur spurningur,
sum javnaðarflokkurin
verður at loysa saman við
sínum samgonguflokkum
eftir valið. Tað vildi tí ver-
ið skeivt at bundið seg til
eina ávísa fíggingarskip-
an her og nú. Tó kundi ein
hugsað sær einahverja
skipan, har arbeiðsmarkn-
aðurin og tað almenna í
felag bóru tær fíggjarligu
byrðarnar av eini veru-
ligari arbeiðsloysistrygg-
ing.
Er tað soleiðis umráð-
andi at fáa skipað eina
semiliga arbeiðsloysis-
trygging sum skjótast, so
er tað ikki minni umráð-
andi at fáa fólk aftur í ar-
beiði. Besta arbeiðsloysis-
tryggingin er sum kunn-
ugt, at rikin verður ein ar-
beiðsmarknaðar- og bú-
skaparpolitikkur, sum
tryggjar, at arbeiði alla
tíðina er til allar hendur á
sjógvi og landi.
Hvenn politikk skulu
vit reka til tess at tryggja,
at so nógv sum meguligt
so skjótt sum meguligt
koma aftur í vinnu? Vit
skulu reka ein aktivan og
miðvísan arbeiðsskapandi
politikk. Í Suðurstreymoy
merkir hetta at okkara
politikkur eigur at verða
vendur móti ávísum pert-
um av vinnulívinum. Hes-
ir partar eru t.d. byggi-
vinnan, fiskivinnan og
tænastuvinnurnar.
Byggivinnan í Suður-
streymoy er hart rakt av
tí stranga fíggjar- og
peningapolitikkinum hjá
fólkaflokkinum, sam-
bandsflokkinum og tjóð-
veldisflokkinum. = Hesin
politikkur hevur verið rik-
in uttan fyrilit og uttan at
hugsað hevur verið um
fylgjurnar. Tað fyrsta tak-
ið verður tí at fáa gongd
aftur á byggivirksemið í
Suðurstreymoy. Hetta er
sera umráðandi fyrst og
fremst tí tað er ein sorgar-
leikur, at so nógvir hand-
verkarar og byggiarbeiðs-
menn ganga uttan arbeiði.
Men tað hevur eisiin nak-
rar álvarsamar fylgjur
uppá longri sikt. Her verð-
ur hugsað um vandan fyri,
at nógv gott og væl út-
búgvið fólk flytur av land-
inum. Longu nú eru nógv-
ir handverkarar fluttir til
onnur Norðurlond. Tað er
sjálvandi í sjálvum sær
ófert, at menn hava dirvi
og áræði at smoyggja upp
um armarnar og byrja av
nýggjum í fremmandum
landi. Alt bendir eisini á,
at hesir menn klára seg
væl og skjótt byggja sær
eina nýggja tilveru í út-
landinum. Men tað kann
aldri vera tað rætta, at
landsins myndugleikar
sita hendur í favn, meðan
ein partur av føroyingum
so at siga verða riknir úr
egnum landi og tvungnir
at byggja sær eina nýggja
tilveru í fremmandum
londum. Mangan er talan
um væl útbúgvið og sera
dugnaligt fólk. Skyldan
hjá teimum stýrandi má
vera, at skapa samfelags-
karmarnar soleiðis, at rúm
er fyri ellum at liva og
virka her í landinum.
Hvat kann so verða
gjørt frá almennari síðu
fyri at fáa gongd aftur á
byggivirksemið? Ikki so
heilt lítið. Vit kunnu fáa
fíggingarmarknaðin aftur
at virka. Húsalánsgrunn-
urin skal hava ein nógv
sterri leiklut í fíggingini
av sethúsum, so sethúsa-
marknaður aftur kemur til
lívs. Íbúðagrunnurin eig-
ur at fáa sína egnu fyri-
siting og alt fyri eitt at
fara undir at byggja set-
húsaíbúðir til útleigu og
selu. Stórur tervur er
framvegis á leiguíbúðum
og ognaríbúðum og vit
eiga ikki at lata okkum
ræða av trupulleikunum á
Berjabrekku ella Undir
Fjalli.
Tað almenna eigur eisini
at hava eitt minstamark
av almennum byggingum
í gongd í senn í Suður-
streymoy alla tíðina.
Hetta byggivirksemið eig-
ur at vera raðfest og fast-
lagt við lóg, so byggivinn-
an her i økinum alla tíðina
veit, hvat hon kann rokna
við frá almennari síðu. Við
hesi skipan høvdu vit
sloppið undan teimum
stóru sveiggjunum Í
byggivirkseminum ser-
stakliga í høvudsstadarøk-
inum og fyritøkur eins
væl og tey, sum starvast i
byggivinnuni kundu kent
seg munandi tryggari i
sinum dagliga yrki. Javn-
adarflokkurin hevur onn-
ur boð uppá at fáa fólk aft-
ur í arbeiði og tað skulu
vit venda aftur til á eðrum
sinni.
Jóannes Dalsgaard