hósdagur 20. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • hósdagur • 20. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Ungu menninir standa seg væl
Jógvan Martin Olsen
sigur venjingarstøð-
una hjá føroysku
leikarunum vera á
einari góðari leið,
men at einstakir
spælarar burdu verið
betri fyri.
LANDSLIÐIÐ
Páll Holm Johannesen
Bæði Ingi Højsted og Jann
Ingi Petersen hava staðið
seg rættiliga væl á venjing-
arleguni í Spania. – Teir
ungu hava markerað seg
rættiliga væl á ferðini, og
standa onki aftanfyri teir
eldru leikararnar, sigur
Jógvan Martin Olsen úr
Spania.
Hjálparvenjarin
hevur
eisini rós at bera Jonhardi
Frederiksberg, sum rætti-
liga óvæntað varð úttikin í
síðstu løtu.
– Eg havi vant Jonhard á
fleiri ungdómslandsliðum,
og tá stóð hann seg altíð
sera væl, og á venjingarleg-
uni hevur gingið væl hjá
honum,
sigur
Jógvan
Martin Olsen.
Fleiri smáskaðar
Teir tríggir Jákup á Borg,
Jóhannus Joensen og Julian
Johnsson hava allir havt
smáskaðar at dragast við,
og tí hava teir ikki vant við
fullari ferð í Spania. Teir
eru nú við at koma fyri seg,
og væntandi verða teir allir
við í seinna venjingardyst-
inum fríggjadagin.
Avtala er gjørd við eitt
russiskt lið um dyst seinna-
partin fríggjadagin. Russ-
iska felagið spælir í fremstu
deildini.
Í dystinum ímóti Bryne
sunnudagin sluppu allir
leikararnir at royna, uttan
HB-málverjin, Bárður Jo-
hannesen. Jógvan Martin
Olsen sigur, at Bárður við
vissu fær leiktíð ímóti russ-
iska liðnum fríggjadagin
Venjingarstøðan á
einari góðari leið
Venjingarstøðan hjá før-
oysku leikarunum, sigur
Jógvan Martin Olsen vera á
einari góðari leið, og vísur
tó á, at einstakir leikarar
burdu verið betri fyri.
Tað hevur verið nógv
venjing við bólti í Spania,
og dentur hevur serliga ver-
ið lagdur á at venja røtta
flytingarnar í nýggju spæli-
skipanini 4-4-2, Venjingar-
umstøðurnar í Malaga eru
framúr, og venjingarnar hjá
landsliðnum hava ginigið
sera væl higartil.
Tað eru í løtuni fleiri fel-
øg á venjingarlegu í Mal-
aga, og góðu umstøðurnar
gera, at feløgini venda aftur
ár eftir ár. Føroyingar
búgva hesaferð á hotelli
saman við felagnum hjá
Jákupi Mikkelsen, Molde,
og russiska stórfelagnum
Dinamo Moskva
Nógvir skótar
Tað eru heilt fitt av fót-
bóltsskótum og fylgja teim-
um mongu liðunum á
venjingarlegu í Malaga.
Fótbóltsskótarnir koma úr
nógvum ymiskum feløgun-
um, og teir fylgja eisini við
føroysku leikarunum.
Hjálparvenjarin, Jógvan
Martin Olsen, vísur á, at
tað er rættiliga vanligt, at
fótbóltsskótar eru at síggja
á slíkum venjingarlegum,
og tað ger tað tess meira
spennandi at vera leikari á
slíkari venjingarlegu.
Fleiri feløg eru áhug-
aði í at leiga Toda frá
FCK í vár
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
Hóast Todi Jónsson fær
keðiliga viðferð í FCK í
løtuni, so ásannar føroying-
urin, at tað ikki er tað stóra,
hann kann gera fyri at
broyta støðuna.
– Fótbóltsheimurin er
kaldur og kyniskur, og tí
má ein bara góðtaka treytir-
nar, sigur Todi við Sosialin.
Spurdur um hann er argur
inn á viðferðina, hann fær
av FCK, svarar Todi, at tað
kann hann ikki vera, tí fel-
agið hevur rætt til handfara
støðuna sum teimum lystir,
og tí má hann bara góðtaka
teirra treytir.
Møguligur
leigusáttmáli
Danskir fjølmiðlar hava
víst á møguleikan hjá FCK
at leiga Toda Jónsson út til
annað felag í vár. Sjálvur
vil Todi ikki útihýsa møgu-
leikanum.
– Tað eru 10 dagar til
marknaðurin í Skandinavia
letur aftur, og tí kann væl
henda, at eg verið útleig-
aður
Spurdur um hann hevði
nakran ítøkiligan fyrispurn-
ing, svarar Toda, at nøkur
SAS-liga lið hava sýnt hon-
um áhuga, eins og onnur
feløg í Skandinavia.
Sjálvur vil føroyingurin
helst vera í FCK restina av
sáttmálaskeiðnum,
og
royna at spæla seg á liðið
aftur, men hann ásannar, at
útlitini fyri tí ikki eru av
teimum bestu.
Fýra mans venja
Í løtuni, meðan restin av
FCK-hópinum er á venjing-
arlegu
í
Suður-Afrika,
venja Todi og tríggjir aðrir
leikarar í Danmark.
– Eg, Pascal Simpson og
Hjalte Nørregaard hava
allir valt ikki at undirskriva
nýggjan sáttmála við FCK,
og tí venja vit og ein
unglingaspælari saman í
løtuni, greiðir Toda frá.
Spurdur um tað ikki
kennist hugtungt, at einans
at venja fýra mans, svarar
føroyingurin, at soleiðis eru
korini einaferð, og tí má
støðan bara góðtakast. Um-
framt at venja við teimum
trimum, roynir Todi at
venja nakað sjálvur, so
venjingarstøðan verður so
góð gjørligt.
Hvussu verður og ikki, so
verður spennandi um Toda
fer at umboða annað felag
enn FCK í vár, ella um
hann má taka til takkar við
at vera fullkomiliga úti-
hýstur í FCK restina av
sáttmálaskeiðnum.
Hjálparvenjarin hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum, Jógvan
Martin Olsen, letur væl at
teimum ungu leikarunum á
venjingarleguni í Spania.
Eisini hevur hann rós at bera
skálamanninum, Jonhardi
Frederiksberg, ið eisini hevur
staðið seg væl.
Mynd: Savnsmynd
Todi Jónsson:
-Eg má bara góðtaka støðuna
Í løtuni venja Toda og tríggir aðrir leikarar í Danmark, meðan restina av FCK-hópinum er á
venjingarlegu í Suður-Afrika
Mynd: Savnsmynd
19
18
Nr. 35 - 20. februar 2003
Renault Mégane II
sær út til at koma væl
frá byrjan. Fyrst bleiv
bilurin valdur til "Car
of the Year 2003",
síðan fekk hann 5
stjørnur í EuroNCAP
krasjtestunum.
Mégane II hevur
smart og annarleiðis
design
BILAR
Magnus Gunnarsson
Við Renault Mégane II
vilja fransmenn bróta við
pástandin um, at allir nýgg-
ir bilar líkjast. Seinastu
modellini hjá Renault hava
víst, at teir tora at ganga
sínar egnu leiðir. Nýggi
Mégane líkist nógv teimum
stóru Renault luksusbilun-
um Avantime og Vel Satis.
Teir bilarnir verða ikki
seldir um okkara leiðir.
Mégane er gjørdur yvir ein
heilt nýggjan plattform, ið
er gjørdur í samstarvi við
Nissan. Í fyrstu atløgu
kemur nýggi Mégane II í
útgávum við 3 og 5 hurð-
um.
Tað er ikki bert útsjóndin
sum er nýggj og annar-
leiðis. Tað er ikki uttan
orsøk at Mégane II fekk 5
stjørnur í EuroNCAP test-
unum, hann er fyrsti bilur í
heiminum við "Submarin-
ing"-airbag í framsetrun-
um, ein skipan ið forðar
fyri, at bilførarin og síðu-
maðurin kunnu glíða úr
trygdarbeltunum undir eini
harðari uppbremsing ella í
eini ferðsluvanlukku. Síðu-
og gardinairbag eru eisini
standard. Tríggir bensin-
motorar frá 98 til 140 hk og
tveir dCi dieselmotorar við
ávikavist 80 og 120 hk
verða at velja ímillum.
Bilurin er væl útgjørdur
við t.d.fjarstýrdum sentral-
lási (separat til baklúkuna)
aircondition við køling av
handskarúmi, elektornisk-
an oljuniveau mátara. Eins
og á Renault Laguna verður
Mégane II settur í gongd
uttan startlykil, men við
einum korti, SmartCard.
Bilurin hevur eisini elek-
troniska servostýring. Und-
irvognurin er eisini nýggjur
og bilurin koyrir væl, er
lættur at stýra og stúttur í
svingum. Mégane II fæst í
útgávunum Authentique,
Expression og Dynamique.
Mégane II bleiv kosin
ársins bilur í Evropa 2003.
Ein av orsøkunum til at
hann bleiv ársins bilur, var
at hann hevur framúr góðar
koyrieginleikar og nýskap-
andi og smart design.
100 mill V8
motorar
Í mai/juni í ár hava
Ford framleitt 100
milliónir V8 motorar.
Í Detroit framleiða
Ford ein motor fyri
hvørt 18. sekund í
støddini 5,4 til 6,8
litur.
Kelda: Motor Magasinet
Ókeypis
brennievni
Øll tey sum keypa ein
nýggjan Rover ella
MG í Bretlandi, áðr-
enn mars mánaði er
úti,
fáa
ókeypis
brennievni restina av
árinum.
Kelda: Motor Magasinet
Mazda
í Japan
Mazda framleiddu í
fjør 773.798 bilar í
Japan, harav 57.301
vóru arbeiðsbilar. Út-
flutningurin hjá Maz-
da vaks við 8,8 pro-
sentum.
Kelda: Motor Magasinet
Renault Mégane II 1,6
Expression Comfort
Motorurin:
1.6 litur 4 syl. bensin 115 hk
0-100 km/t:
10,9 sek
Bensinnýtsla:
14,7 km/l
Dekkstødd:
195/65-15
Stødd og vekt
Longd:
421,0 cm
Breidd:
178,0 cm
Hædd:
146,0 cm
Eginvekt:
1150 kg
Viðførisrúm:
330 litrar
Prísur:
Umleið kr. 215.000
Søluumboð:
VR Bilar
Hoyvíksvegur
FO-100 Tórshavn
322110
Renault Mégane II
– ársins bilur í Evropa
Renault Mégane II við 5 hurðum. Annarleiðis og smart design. Seinastu modellini hjá Renault hava víst, at teir tora at ganga
sínar egnu leiðir
Mynd: Jens Kristian Vang
Renault Mégane II. Designið aftan er møguliga nakað, man
skal venja seg við, men smart er tað
Mynd: Jens Kristian Vang
Renault Mégane II
innan. Stóra
aksilfrástøðan ger, at
bilurin er rúmligur og
hevur gott beinpláss.
Mégane verður settur í
gongd við SmartCard
C
M
Y
K
18