Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 35 - 20. februar 2003 Gullmanningin frá 2001 savnað aftur Fótbóltssambandið hevði í fjør eitt hall upp á 1,24 mió.kr. Var tað ikki fyri yvirtøk- una av bygninginum við Tórsvøll og til- hoyrandi stuðuls- krónum, hevði FSF verið insolvent við ársskiftið FÓTBÓLTSPENGAR Jákup Mørk Tá Fótbóltssambandið fer at hava aðalfund leygardag- in, er framløga av ársrokn- skapinum sjálvandi eitt av føstu punktunum á skránni. Og eins og undanfarin ár, so eru tað alt annað enn vøkur tøl, sum verða løgd fram fyri aðalfundin. Nið- asta talið á botnlinjuni fyri 2002 er eitt minus upp á 1.242.307 kr., og tó at hetta er 300 tkr. frægari enn fyri í fjør, so er tað einki dulsmál, at hetta ikki er nakað, sum FSF kann liva við í longd- ini. Tað er tó neyvan so, at tilverugrundaralagið hjá Fótbóltssambandinum er hótt av úrslitinum. Í inni- verandi ári kann í øllum førum roknast við munandi øking á inntøkusíðuni. Ein øking, sum einamest stavar frá lutakastinum í EM- bólkinum, har vit jú komu í bólk saman við Týsklandi. Eitt lutakast, sum sambært táverandi formanninum, Torleif Sigurðsson, mundi vera einar 8 mió.kr. vert. Tórsvøllur bjargaði eginognini Við árslok 2002 var egin- peningurin hjá FSF 5.466 tkr. Eginpeningurin er tann munur, sum er ímillum ogn og skuld hjá felagsskapin- um, og í so máta stendur helst heilt væl til. Tað er tó vert at bíta merki í, at einasta orsøkin til, at eginpeningurin hjá FSF er positivur, er, at fel- øgini á aðalfundinum í fjør samtyktu, at Fótbóltssam- bandið skuldi yvirtaka bygningin við Tórsvøll. Ein yvirtøka, sum gav FSF rætt til studning frá FIFA upp á 4.562 tkr., umframt at Tórs- havnar Býráð seinni hevur latið eina millión í stuðuli til liðugtgerðina av bygn- inginum. Var tað ikki fyri hesar stuðulsupphæddir, sum eru bókaðar beinleiðis inn á eginognina, hevði FSF við verandi aktivitets- støði havt negativan egin- pening við árslok, og vildi sostatt verið insolvent. Og so kann eisini nevn- ast, at stuðulsupphæddirnar ikki hava verið nakað, sum hevur havt beinleiðis ávirk- an á pengakassan hjá Fót- bóltssambandinum. Hesar upphæddir eru nevnliga fluttar víðari alt fyri eitt. Kassakreditturin hjá Fót- bóltssambandinum er fram- vegis trektur við nærum trimum milliónum krónum, og bara í rentum kostar hetta FSF – og harvið før- oysku fótbóltsfeløgunum – 250 tkr. um árið. Havnarbáturin ætlar at byrja á sløttum borði í ár, og gera alt fyri, at FM-heitið aftur kemur til høvuðstaðin KAPPRÓÐUR Páll Holm Johannesen Stóri taparin í ólavsøku- róðrinum í fjør var uttan iva Havnarbáturin. Tá, ið tað restaðu hundrað metrar í róðrinum hjá 10-manna- førinum á ólavsøku, lá Havnarbáturin til at vinna FM-heitið. Eysturoyingur setti tá endaspurtin inn, og bátarnir lógu stavn um stavn inn eftir molanum, men Eystur- oyingur varð drúgvastur, og vann harvið FM-heitið í 10- mannaførum. Av tí, at Vestmenningur vann ólavsøkuróðurin frammanfyri Eysturoying og Havnarbátin, endaði Havnarbáturin heilt afturi á triðja plássinum í samlaðu FM-støðuni í fjør. Í ár ætla havnarmenn at taka sær um reiggj. Gull- manningin frá kappróðrar- árinum 2001 er so at siga savnað aftur, og longu nú verður nógv lagt fyri í venj- ingunum. Nakrir av manningini á Havnarbátinum í 2001 valdu í fjør at taka ein steðg frá kappróðri, men hava valt at rógva aftur í ár. Venjingin byrjaði 6. janu- ar, og í løtuni verður vant tríggjar ferðir um vikuna. Øll venjingin er á landi, har dentur er lagdur á tí krops- ligu venjingina. Hon fevnir um renning, styrkivenjing og innandura rógving. Hóast fleiri mánaðir eru til fyrstu stevnuna, so siga teir á Havnarbátinum seg gleða seg til kappróðrar- árið. Teir ætla at byrja á sløttum borði í ár, og gera alt fyri at FM-heitið aftur kemur til Havnar. Stjørnan liggur í løt- uni best fyri í kapp- ingini um bronsu- heiðursmerkini HONDBÓLTUR Páll Holm Johannesen Ein dystur verður í kvinnu- deildini í kvøld. Í høllini í Klaksvík fær Stjørnan vitjan av STÍF. Í grund- spælinum vann Stjørnan báðar dystirnar ímóti strandakvinnum, og er fav- orittur undan dystinum í kvøld. Stjørnan liggur í løtuni á triðja plássi, fimm stig eftir VÌF, men hevur leikt tveir dystir minni. Skulu klaks- víkskvinnur ota seg longri upp eftir stigatalvuni, skulu tær vinna dystin í kvøld. Kappingin um heiðurs- merki í kvinnudeildini er tøtt í ár. Í løtuni røkist nógv fyri, at vágskvinnur fara at gerast drúgvar í kappingini um FM-heitið. VÍF tykist í løtuni vera einasta liðið, ið veruliga kann hótta VB. Fleiri lið kappast um triðja plássið, og í tí kapp- ingini liggur Stjørnan best fyri í løtuni. Kyndil, Neistin og STÍF liggja í hølinum á Stjørnuni, og skuldi Stjørn- an snáva, hava øll liðini møguleika at styrkja sær støðuna í kappingini um bronsu-heiðursmerkini. STÍF hevur møguleikan í kvøld at taka eitt stig ímóti einum møguligum heiðurs- merkjaplássi, men so er kravið ein sigur í trupla úti- dystinum ímóti Stjørnuni. Strandakvinnur hava ikki staðið seg so væl í enda- spælinum higartil, og enn er bert eitt stig komið til høldar. Um tað STÍF skal fáa fulla úrtøku í kvøld, so er líkt til, at nógv má leggjast á herðarnar hjá stórskjúttanum Asta Petrauskiene. Aftur stórt hall hjá FSF Kappingin um triðja plássið harðnar FM-rúsur á ólavsøku fyri tveimum árum síðan. Stendur tað til manningina á Havnarbátinum, so verður FM-rúsurin endurtikin á ólavsøku í ár. Mynd: Jens Kristian Vang Kappingin um bronsu-heið- ursmerkini harðnar. Tveir av kappingarneytunum, Stjørn- an og STÍF, bresta saman í kvøld í Klaksvík Manningin á Havnarbátinum í ár Jógvan Jacobsen Regin Johannesen Búgvi Poulsen Marius Joensen Magni Brøðraberg Jens Kristian Dam Mayfinn Norðoy Ingi av Tórgarði Jón Rosenblad Ragnar við Streym Jógvan Lutzen Fakta C M Y K 20 Nr. 35 - 20. februar 2003 21 Økisfundir „Smábarnafamiljur“ við børnum við menningartarni og serligum tørvi Javni bjóðar til almennar fundir í komandi viku.Á teimum ymsu fundunum fara foreldur og onnur serkøn fólk at viðgera støðuna hjá familjuni, tá eitt barn hevur brek. Hvussu verður brekið fylgt upp? Hvørji tilboð hava almanna- og heilsuverkið? Tað hevur stóran týdning,at barnið fær rættu viðgerðina til rætta tíð.Við hesum heita vit á foreldur,serkøn og politisku myndugleikarnar at koma at lurta og taka lut í kjakinum. Klaksvík: Sjómansheimið mánakvøldið 24. februar kl 19.30. Við pallborðið sita Sigbritt Hansen, mamma til smádrong við breki, Ingrid Hayfield, mamma til drong við Down Syndrom, Doris Heinesen, heilsusystir, umboð frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og kommunulæknunum. Fuglafjørður: Mentanarhúsið mánakvøldið 24. februar kl 19.00. Við pallborðið siga Gudný og Birgir Samuelsen,foreldur til smádrong við breki, Julianna Næs,pedagogur í barnagarði,Marjun Thomassen,fyrioterapeutur,Kári Rasmussen, kommunulækni, Karin á Heygum, serráðgevi á Almannastovuni og Bill Justinussen, landsstýrismaður. Tórshavn: Hotel Hafnia mánakvøldið 24. februar kl 19.00. Við pallborðið sita Lone Húsgarð, mamma til smádrong við autismu, Bogi Andreassen, pápi drong við Down Syndrom, Johanna Hansen, leiðari á sambýli í Klaksvík og Petra Joensen frá brektoyminum á Almannastovuni. Miðvágur: Bygdarhúsið týskvøldið 24. februar kl 19.30. Við pallborðið sita Marjun í Kálvalíð, mamma smádrong við breki, Ragnhild Dahl, serráðgevi, Marjus Dam, kommunulækni og umboð fyri starvsfólk. Vágur: Hotel Bakkin mánakvøldið 24. februar kl 19.30. Við pallborðið sita Eileen Michelsen, ljósmóður, Sirið Stenberg, heilsusystir, Birita Jacobsen, leiðari á Mýrufípuni og John Mortensen, sosialráðgevi. Øll eru vælkomin. Økisnevndirnar og starvsnevndin Eigaraskifti í IGLOO og sp/f Tráður Leygardagin 22. februar 2003 er seinasti dagur tógvhandilin IGLOO er opin við núverandi eigara og samstundis letur heilsølan undir sp/f Tráður aftur. Leygardagin 1. mars 2003 lata handilin og heilsølan uppaftur í somu hølum við nýggja eigaranum Annfinni Norðfoss. Vit nýta samstundis høvi til at takka okkara viðskiftafólki um alt landið fyri dygg- an stuðul og gott samstarv øll hesi árini. Eisini fara vit at ynskja nýggju eigarunum góða eydnu við handilinum og heil- søluni við ynski um at viðskiftafólkini fara at stuðla nýggja eigaranum eins væl. Vegna Tógvhandilin IGLOO og sp/f Tráður Marita Thorsteinssin og Thordur Thorsteinsson Frá Vága Javnaðarfelag Aðalfundurin er útsettur fyribils. Nevndin Aðalfundur Fráboðaði aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags verður fríggjadagin og leygardagin 14. og 15. mars 2003 í hølum felagsins. Uppskot til fundin skulu verða skrivstovu felags- ins skrivliga í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. februar 2003. Seinasta freist fyri tilmelding til aðalfundin og innivist er 24. februar 2003. Føroya Arbeiðarafelag tlf. 312101 – faks 315374 Internet Lesið Sosialin 21