fríggjadagur 21. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 36 - 21. februar 2003
Nr. 36 - 21. februar 2003
3
Leygardagin 22. febr.
kl. 16 skipar Norðoya
Listafelag fyri al-
mennum fyrilestri
við Jens Frederiksen,
leiðara á Listasavni
Føroya
FYRILESTUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Jens Frederiksen fer at
halda fyrilestur í býráðs-
høllini nú leygardagin kl.
fýra. Hann fer m. a. at tosa
um evnini: Ber til at tosa
um staðbundna list í før-
oyskari myndlist? Hvørji
eyðkenni hevur hon - og
nær fer hon út um tað stað-
bundna? Er tað staðbundna
dygd í sjálvum sær?
Við hesum fyrilestrinum
verður roynt at svara hesum
spurningunum
gjøgnum
sundurgreining av nøkrum
verkum,
sum
Norðoya
Listafelag eigur. Høvi verð-
ur eisini hjá áhoyrarunum
at seta spurningar.
Jens Frederiksen var í
Klaksvík og helt fyrilestur
fyri einum ári síðani. Tá var
undirtøkan góð millum
fólk. Og Norðoya Listafel-
ag vónar, at fólk aftur hesa
ferð taka væl undir við til-
takinum - bæði limirnir og
fólk annars.
Føroyski báturin í
Fuglafirði
Fyrilestur um hin
føroyska róðrarbátin
á Fuglafjarðar Bóka-
savni
BÁTUR
Tíðindaskriv
Fuglafjarðar
Bókasavn
hevur havt eina røð av
kvøldsetum, har ymiskir
rithøvundar hava verið og
tosað um bøkur sínar, um
tað at skriva, yrkja ella eitt-
hvørt annað, sum liggur
teimum á hjarta. Hesi
kvøldini hava verið hildin
nøkur mánakvøld í vetur á
Fuglafjarðar Bókasavni, og
hava kvøldini verið sera
hugnalig og áhugaverd.
Ikki
minni
áhugavert
verður tað mánakvøldið kl.
20:00, tá Andras Mortensen
kemur at halda ein fyrilestur
um Ph. D. ritgerð sína um
hin føroyska róðrarbátin,
sum kom út í bók í 2000.
Andras Mortensen fór undir
ritgerðina, tá ið hann varð
settur í starv á Føroya Forn-
minnissavni og millum ann-
að fekk til uppgávu at taka
sær av bátasavninum. Á
bátasavninum eru savnaðir
27 bátar og ein stórur partur
av teimum lutum, sum hoyr-
du sjólívinum til í eldri tíð.
Andras Mortensen skrivar í
fororðinum, »at skjótt kend-
ist, at við hesu uppgávu var
neyðugt at útvega sær innlit,
tí hóast ikki so lítið longu
var útkomið á prenti um bát-
ar og sjólív, megnaði tað ikki
í nóg góðan mun at svara
øllum teimum fyrispurning-
um, ið mær sum savnsvørði
vórðu settir. Eyðsæð var, at
her lá ein granskingarupp-
gáva fyri framman.«. Í rit-
gerðini verður greitt m.a. frá
bátasmíði, bátastøddum, út-
búnaði í bátinum, fiskileiðir
og fiskiskapur, veiða, báts-
skipan, bátsband og frá ný-
tíðarbátinum.
Høvið verður hjá áhoyr-
arum at stilla høvundanum
spurningar aftaná og at fáa
sær ein drekkamunn við
onkrum góðum afturvið.
Tiltakið er ókeypis og øll
eru vælkomin.
Mánakvøldið 17. mars kl.
20:00
fær
Fuglafjarðar
Bókasavn vitjan av Tóru
Tóroddsdóttir, sum hevur
skrivað bókina, »Rura«.
Bókin snýr seg um rørslu-
menning og sansaskipanina
hjá føroyskum børnum.
Hetta tiltakið er somuleiðis
ókeypis, og øll eru væl-
komin.
Andras Mortensen fer at halda fyrilestur í Fuglafirði um hin
føroyska róðrarbátin, ið hann hevur skrivað Ph. D. ritgerð um,
ið kom út í bók í 2000
Tøkk
Ein hjartans tøkk til tykkum á Ellisheiminum
í Vágum, sum gjørdu mær 80 ár dagin so
hugnaligan. Somuleiðis tøkk til tykkum, sum
vitjaðu meg.
Richard Johannesen
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gjørdu mær 85
ára dagin ógloymandi. Ein serlig tøkk verður
send Vestmanna Kirkjukóri.
Fanny Johannesen
Sandavági
Jens Frederiksen í Klaksvík
Komandi leygardag klokkan
fýra verður fyrilestur í
býráðshøllini í Klaksvík við
Jens Frederiksen, leiðara á
Listasavni Føroya
Gjøgnum tíð og rúmd í tinghúsinum
Tíðliga seinnapartin
mikudagin kom
málningurin hjá
Ingálvi av Reyni,
Gjøgnum tíð og rúmd
upp at hanga í ting-
salinum. Allir løg-
tings- og landsstýris-
menn vóru komnir
saman at síggja máln-
ingin, og Ingálvur og
konan, Elsa, vóru
eisini hjástødd
LIST
Ingrid Bjarnastein
Ingálvur av Reyni er listar-
maðurin aftanfyri málning-
in, Gjøgnum tíð og rúmd,
sum mikudagin kom upp at
hanga í tingsalinum. Máln-
ingurin hongur aftanfyri
tingformannin og røðara-
pallin.
Mikudagin vóru allir løg-
tings- og landsstýrismenn
komnir saman fyri at síggja
málningin, og var Ingálvur
sjálvur og konan, Elsa, eis-
ini hjástødd.
Edmund Joensen, løg-
tingsformaður, takkaði Ing-
álvi fyri, at hann vildi átaka
sær uppgávuna, sum allir
løgtings- og landsstýris-
menn koma at gleðast yvir.
Tá Ingálvur av Reyni
fyrstu ferð varð spurdur
um, at hann vildi mála ein
málning til tingsalin, bar
hann seg undan, tí hann
segði, at heilsa og aldur
bilaðu.
Eina tíð seinni hoyrdist
tað, at Ingálvur var betri
fyri, og hann varð tí spurd-
ur einaferð afturat, og
hesuferð var svarið játtandi.
Dámar væl
Heidi Poulsen, arkitekturin
aftanfyri tingsalin, er væl
nøgd við málningin, og
heldur, at hann tekur seg
væl út á vegginum aftanfyri
tingformannin.
– Tingsalurin er neutralur
í litum, og litirnir koma frá
fólkunum inni her. Tá tað
kemur til litirnar, so stuðla
teir uppundir rúmið, sigur
Heidi Poulsen.
– Tað, at málningurin
hongur aftanfyri tingfor-
mannin og røðarapallin ger,
at røðarapallurin verður
settur í fokus.
Heidi fortelur, at Ingálv-
ur gjørdi fyrst ein málning
at hanga upp sum roynd.
Hann vildi síggja, hvussu
málningurin megnaði frá-
støðuna í tingsalinum, tí
atelierið er ikki størri enn
eini 4-5 metrar. Hann var
ikki nøgdur við tann máln-
ingin, so tí varð hesin mál-
aður, og verður mett, at
hann tolir betri frástøðuna,
tí tingsalurin er so stórur.
– Eg eri væl nøgd við
málningin, og mær dámar
hann væl, sigur Heidi
Poulsen.
Og eftir løgtings- og
landsstýrismonnum
at
døma, so vóru teir allir á
einum máli um, at málning-
urin var eitt meistaraverk.
Ingálvur av Reyni hevur málað
málningin, sum er komin upp at
hanga í tingsalinum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
Tungir eru dagarnir síðani tú fór frá
okkum. Saknurin er stórur. Men eg veit,
at vit síggjast aftur ein dag.
Vit bæði hava havt nógvar góðar løtur
saman. Tú vart stóri-beiggi mín, og
hevði meg altíð við út at spæla, har vit
spældu nógv ymiskt, tá vit vóru smá.
Sjálvt um tað vóru fimm ár ímillum
okkum, so vóru vit tætt knýtt at hvørj-
um øðrum.
Síðani vart tú venjari hjá mær í
fótbólti í eini trý ár, og tað dámdi mær
sera væl. B36 fylti nógv í tínum hjartað.
Tú fylgdi við í bæði heima- og úti-
dystum hjá 1. deild, har tú sjálvandi
eisini hugdi eftir lítla-beiggja okkara.
Tað verður undarligt í ár, tá kappingin
byrjar, og tú ikki sæst ella hoyrist
millum áskoðararnar longur.
Guðrið kom so, og tú bleiv gubbin hjá
henni. Tit bæði vóru so góð við hvønn
annan. Tú gav henni nógv, og hon spyr
oftani eftir tær. Og hon veit eisini, at tit
síggjast aftur.
Nógva tíð brúkti tú summarhálvuna
við Leynarvatn. Tú plagdi at vera hjá
mammu og teimum áðrenn og smyrja
tær ein stóran matpakka, tí tú væntaði at
vera burtur í nakrar tímar. Tú elskaði at
fiska laks. Har fór nógv tíð til at fiska,
og tú vart so stoltur, tá tú hevði fingið
nakrar, og gav okkum altíð burturav.
Hvønn døgurðatíma vart tú uppi hjá
ommu og át døgurða, har vit eisini vóru.
Og ofta fingu vit okkum eitt deiligt prát
omaná við einum drekkamunni.
Góði Høgni. Takk fyri alt, tú hevur
verið fyri meg. Guðrið og Bogi lata
heilsa. Hvíl í friði.
Systir tín, Marian
Til minnis um mín elskaða beigga,
Høgna á Borg
6/5-70 — 2/12-02